• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ásmundur Aðalsson

 

CCF 36 Ba

TSB E 86

 

1 Nú skal stilla í stavargrein,

ikki skal niður falla,

um hann Ásmund Aðalsson,

tann Húnakong, teir kalla.

 

Borgarhjørtur byggir á torni fríða,

enn er hon fagrari enn Randarsól,

hon kann allar fuglalistir at týða.

 

2 Nú skal stilla í stavargrein,

ikki skal niður ganga,

um hann Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin stranga.

 

3 Um hann Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin stranga,

hartil Ólav, skósvein hans,

vænur í Rúm at ganga.

 

4 Um hann Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin ríka,

hartil Ólav, skósvein hans,

fáir finnast slíkir.

 

5 Um hann Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin sterka,

hartil Ólav, skósvein hans,

royndur í avreksverki.

 

6 Ásmundur ríður á leikvølli,

hann ber so fagran sigur,

Ingibjørg stendur í glasgluggum,

hon bliknar kinnum við.

 

7 Ingibjørg stendur í glasgluggum.

talar til móður sín:

“Tílíkan vildi eg kosið mær,

hevði tað staðið til mín!”

 

8 Hon hevði upp sína høgru hond

og gav henni høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

sóu tað mangir menn.

 

9 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

letur so orðum svara:

“Ásmundur er ein avrekskappi,

hann kann honum lívið forða.”

 

10 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

tagdi ikki longur:

“Gift meg heldur Ásmundi,

tó hin er frægari drongur!”

 

11 “Sjúrður fótur er frægari kappi,

honum skulu vit teg gifta,

Ásmundur skal teg ikki njóta,

so skulu vit tað skifta.”

 

12 Sjúrður fótur frúnna bað,

og hann hana fekk,

men hon hevði hug á Ásmundi,

og hjartað var honum tekk.

 

13 Sjúrður fótur slaktar neyt og seyð,

helst út av tí besta,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ikki longur fresta.

 

14 Tað var brúdleyp, ið boðið varð,

ikki mátti tvørra,

báðum borgum biðið varð,

tólv hundrað av hvørji.

 

15 Øllum letur Sjúrður fótur

í sítt brúdleyp bjóða

uttan Ásmund Aðalsson,

ið væl kann randir rjóða.

 

16 Uttan Ásmund Aðalsson,

ið væl kann randir rjóða:

“Tó skal eg í Sjúrðar brúdleyp,

mær vil eingin bjóða.”

 

17 Svaraði Ólavur, lítin smásvein,

sum búðist ei við frið:

“Hvat skulu vit við skipum fara

ella við hestaliði?

 

18 Tí svaraði Ásmundur,

letur ei drýpa í kav:

“Snarliga loysa út gammar tveir

yvir tað salta hav.”

 

19 Út varð loystur gammurin,

ið Ásmundur skuldi á ríða,

prýddur var hann við skarlak

niður á miðalsíðu.

 

20 Út varð loystur gammurin

undir hallarvegg,

hann hevði etið oksafall,

áður enn hann gekk av høll.

 

21 Prýddur var hann við skarlak

niður á miðalsíðu,

forgyltur var saðilin,

ið Ásmundur skuldi á ríða.

 

22 Gammurin rendi í loftið upp,

vildi av sær kasta,

Ásmundur talar til Ólav unga,

biður hann sita fastan.

 

23 Gammurin rendi í loftið upp

við sínar stinnu streingir,

hann kom niður á Ríkaland,

sum gitið man verða leingi.

 

24 “Ólavur, tú skalt ganga inn fyrst

eftir fornum vanda,

verður tær nakað vanboðið,

eg skal ikki langt frá standa.

 

25 Ólavur, tú skalt ganga inn fyrst,

ger eftir mínum ráðum,

eg skal standa úti um stund,

til givnar eru gávur.

 

26 Ólavur, tú skalt ganga inn fyrst,

vilt tú prýði njóta,

báðum skalt tú høvdingunum

bukka og so lúta.”

 

27 Eirikur talar til skeinkisvein

alt fyri uttan ekka:

“Skonk honum vín í vegligt horn,

bið hann sita og drekka!”

 

28 Eirikur talar til skeinkisvein,

hann er dreingja maki:

“Skonk honum vín í vegligt horn,

bjóð honum sess og sæti!”

 

29 Skeinkjarin gjørdi, sum kongurin bað.

alt fór eftir vónum,

hesin stendur stoltsriddari,

eingin ansar honum.

 

30 Ásmundur gekk í hallina inn,

prýði vildi njóta,

báðum mundi hann høvdingunum

bukka og so lúta.

 

31 Ásmundur gekk í hallina inn,

eingin ið hann kendi

uttan frúgvin Ingibjørg,

ið reyðargull bar á hendi.

 

32 Tá kom inn ein annar maður,

hann var av øllum meiri,

konginum tykir lítlan tattur:

“Koma her slíkir fleiri?”

 

33 Eirikur talar til skeinkisvein,

hann er dreingja maki:

“Skonk teim vín í vegligt horn

bjóð teim sess og sæti!”

 

34 Skeinkjarin gjørdi, sum kongurin bað,

alt fór eftir vónum,

hesir standa stoltsriddarar,

eingin ansar honum.

 

35 Jútskan læt hann hattin síga

niður á gular brýr,

uttarlaga sær sessin tók

ytst við hallardyr.

 

36 Eirikur talar til skeinkisvein

alt fyri uttan ekka:

“Skonk teim vín í vegligt horn,

bið teir sita og drekka!”

 

37 Skeinkjarin gjørdi, sum kongurin bað,

ei fór eftir vónum,

hesir standa stoltsriddarar,

nú ansar hann honum.

 

38 Hondin kom undan kápuni,

hvít var hon sum flúur,

undraðust allir, ið inni vóru,

hvar slíkir vóru komnir út.

 

39 Kápumaður við horni tók,

ikki var drong at lasta,

hornið fell á lampu niður,

hann ræður í ljós at kasta.

 

40 Kápumaður við horni tók

hann sveivir úr av øllum,

sløkkja títt og tendra dátt,

tá varð myrkt í høllu.

 

41 “Hoyr tú, ungi Ólavur,

tú skalt durum goyma,

eg skal sæta brúðrini,

so skulu vit leikin royna!”

 

42 Ólavur tók tann duravaktara

alt for uttan kvíðu,

varpaði hann so á hallargólv,

tað brotnaðu riv í síðu.

 

43 Ólavur tók tann duravaktara

alt for uttan neyð,

varpaði hann so á hallargólv,

tað brotnaðu rivini sjey.

 

44 Ásmundur tók ta bjørtu brúður

undir kápu sín,

hann kysti hana so søtan koss,

at vørrin vætti vín.

 

45 Lógvan legði hann for vektarans munn,

tað brotnaðu tenn í høvdi,

svørji eg tann eið við mína trúgv,

hann dró ikki svørð av løgdi.

 

46 Settust tey á gammins bak,

fagurt var tað liðið,

Ásmundur og Ólavur

og Ingibjørg tað triðja.

 

47 Gammurin rendi í loftið upp

og vildi av sær kasta,

Ásmundur talar til Ólav unga,

biður hann sita fastan.

 

48 Gammurin rendi í loftið upp

við sínar stinnu streingir,

hann kom niður á Húnaland,

sum gitið man verða leingi.

 

49 Ljós varð borið í hallina inn,

lýst í hvørjum sæti,

burtur vóru komnir menn

og horvin brúðurin mæta.

 

50 Ljós varð borið í hallina inn,

lýst í sætum øllum,

burtur vóru komnir menn

og horvin brúður av pøllum.

 

51 Leitaðu bæði úti og inni,

næst á sjógv sum sandi,

tað var ikki gott at finna ta moy,

sum burt var flutt av landi.

 

52 Tí svaraði Sjúrður fótur

av so tungari trá:

“Honum gevi eg grið og frið,

í mínum ríki ráð.

 

53 Honum gevi eg grið og frið,

í mínum ríki ráð,

mær vil siga komumenn,

íhvaðan teir vóru frá.

 

54 Honum gevi eg grið og frið

í mínum ríki leingi,

mær vil siga komumenn,

hvat teir vóru for dreingir.

 

55 Hevði eg vitað, at komumenn

høvdu flutt mína brúður av garði,

í morgun, áðrenn sól upp rann,

teir skuldu á gálgan farið!”

 

56 Brosti at tann gamli kall,

rymur í brósti rennur:

“Áðrenn tú teir á gálgan hevur,

sveitkast tær um ennið!”

 

57 Tí svaraði tann gamli kall

fyrsta orði tá:

“Eg man kenna komumenn,

íhvaðan teir vóru frá.

 

58 Eg kenni væl Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin ríka,

hartil Ólav, skósvein hans,

fáir finnast slíkir.

 

59 Eg kenni væl Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin sterka,

hartil Ólav, skósvein hans,

royndur í avreksverki.

 

60 Eg kenni væl Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin stranga,

hartil Ólav, skósvein hans,

vænur í Rúm at ganga.”

 

61 “Tegi, tú hin gamli kall,

tegi, tú hin óndi,

synd tykir mær at høgga teg sundur.

kasta teg út fyri hundar!

 

62 Tegi, tú hin gamli kall,

tegi, tú hin argi,

synd tykir mær at høgga teg sundur­

og kasta teg út fyri vargar!”

 

63 Enn svaraði tann gamli kall:

“Ikki var Ásmund at lasta,

sjáldan hevur hann havt tann sið

tann fátæka út at kasta.”

 

64 Tí svaraði Sjúrður fótur,

mælir á tungu inna:

“Hvør skal vera mín leiðsakari,

tann Húnakong at finna?”

 

65 Rani kemur úr fjalli oman

við sínar bustir stinnar:

“Eg skal vera tín leiðsakari,

tann Húnakong at finna.”

 

66 Svaraði Ólavur, lítin smásvein,

hann kundi ei longur bera:

“Hoyr tú, ungi Ásmundur,

ein bøn eg vil begera!

 

67 Eina bøn, ið eg teg biði,

hana skalt tú mær lova,

eina nátt í ríkinum

hjá Ingibjørg at sova.”

 

68 Svaraði Ásmundur Aðalsson,

tagdi ikki longur:

“Kjós tær konu, hvar tú vilt,

hjá henni svevur tú onga!”

 

69 Svaraði ungi Ólavur,

gerst so nýtur drongur:

“Verði ein kargur herjansson,

hjá tær verður longur!”

 

70 Svaraði ungi Ásmundur,

tungu ber so snjalla:

“Verði ein kargur herjansson,

ið teg skal aftur kalla!”

 

71 Tað er enn, sum oftum var tá,

tung er elskógs trá,

sóu ein mann í jútskum klæðum

ríða borgum frá.

 

72 So letur hann Sjúrður fótur

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

73 Vundu teir upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Húnaland.

 

74 Ólavur situr á skógnum burt,

sær seg út so víða,

hann sær eftir rúmum havi

stórar knørrir skríða.

 

75 Hann var ikki burt frá Ásmundi

meir enn eina nátt ella tvær:

“Eg sær so fagran skipaflota

liggja úti við hav.”

 

76 “Sært tú fagran skipaflota

liggja úti við hav,

tað man vera Sjúrður fótur

at hitta brúður vár.”

 

77 Borgir síggja teir undan koma,

perlur breitt so víða,

sóu ein mann í jútskum klæðum

aftur mót borgum ríða.

 

78 Borgir síggja teir undan koma,

á pílarum standa,

tornið høgt fyri hvørs mans durum.

dreingjum eykaðist vandi.

 

79 “Ólavur, gakk til strandar oman

eftir fornum vanda,

verður tær nakað vanboðið,

eg skal ikki langt frá standa!”

 

80 Føgur var tann snekkja,

kendi fagurt land,

lótu síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

81 Lótu síni ankør falla

á so hvítan sand,

tá var Ólavur lítin smásvein

riðin niður til strand.

 

82 Rani stendur á bunkanum

við sínar bustir stinnar:

“Man hatta vera tann Húnakongur,

eingin torir at finna?”

 

83 “Her eri eg Ólavur, lítin smásvein,

her skalt tú meg síggja,

hvørki tær, ei tínum monnum,

man eg undan flýggja.

 

84 Her eri eg Ólavur, lítin smásvein,

her skalt tú meg kenna,

hvørki tær, ei tínum monnum,

man eg undan renna.”

 

85 Bardust teir á breiða bunka,

Ólavur komst á knæ,

Ásmundur brá sín bitra brand,

so er greint for mær.

 

86 Rani fell á bunkan niður,

Ólavur ræður at svara:

“Tað mundi vera tann størsta skomm,

eg tók meg ikki í vara.”

 

87 Tað var Ásmundur Aðalsson,

sínum svørði brá,

hann kleyv Rana, ljóta trøll,

sundur í lutir tvá.

 

88 Ásmundur reikar um breiða skip,

hevur ei hondum hóv,

klývur hvønn um tvøra

og varpar út á sjó.

 

89 Ásmundur reikar um breiða skip

við sín búgvin brand,

klývur hvønn um tvøra,

ímóti honum rann.

 

90 Ásmundur reikar um breiða skip

fast av miklum móði,

hittir nú, hvar ið Sjúrður fótur

flýtur í mannablóði.

 

91 Tí svaraði Sjúrður fótur,

tungu ber so snjalla:

“Gerið tað fyri Guds skyld nú,

tit flyta meg heim til hallar!

 

92 Gerið tað fyri Guds skyld nú,

tit flyta meg heim til hallar,

um enn eg eigi systur tá,

sum gitið man vera valla.”

 

93 Svaraði Ólavur, lítin smásvein,

lítur seg upp til oyggja:

“Hvat skulu vit til føtur leika?

Latið tann trælin doyggja!”

 

94 Svaraði Ásmundur Aðalsson:

“Skipið fingu vit frítt,

lata vit hann úti doyggja,

tá hevur hann nógv fyri sítt.”

 

95 Tóku teir Sjúrð úr mannadroyra,

førdu heim til hallar:

“Tak við, frúgvin Ingibjørg,

tú grøð tann garpin snjalla!”

 

96 Grøddi hon hann um dagar,

grøddi hon hann í tríggjar,

inntil tann hin triðja,

tá fór hann í brynju nýggja.

 

97 Grøddi hon hann um dagin,

grøddi hon hann í tvá,

inntil tann hin triðja,

tá fór hann í brynju blá.

 

98 Inntil tann hin triðja,

tá fór hann í brynju blá,

so gekk hann í hallina inn,

so vænur var garpi at sjá.

 

99 Hann gav honum aftur Ingibjørg,

hann tók úr brúðarhúsi,

Ásmundur fekk tá Sjúrðar systur,

tað væna sprundið ljósa.

 

100 Sjúrður fótur festi Ingibjørg,

so er greint fyri mær,

Ásmundur festi Randarsól,

tann fagrasta í verðini var.

 

CCF 36 Ba

TSB E 86

 

Handrit: Hentzasavn. Ny Kgl. Saml. 1954, 4to. Nr. 16, s. 88

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 52

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1999) 10. bind, s. 110

3. Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang, Fróðskapur 2011, s. 182

 

Heimild: Úr Sandoy: Joen Joensen Høj, Jógvan á Heyggi, róptur Ogga (1768 -1856), Sandi, 1821.

 

 

 

E 86 Ásmundur Aðalsson (Man abducts rival’s bride from her wedding but returns her after fight)

Ingibjørg vil giftast Ásmundi, men hon verður latin Sjúrði.

Ásmundur og tænari hansara koma flúgvandi á einum gammi, og uttan at nakar kennir teir aftur, lenda teir í brúdleypinum hjá Ingibjørg. Teir taka brúðrina og flúgva av stað aftur við henni.

Sjúrður savnar menn sínar og eltir tey við skipi. Ásmundur er við yvirlutan. Tá ið stríðið er av, finnur hann á skipinum Sjúrð framvegis á lívi og gevur honum Ingibjørg aftur.

Í hennara stað verður systir Sjúrðar brúður hansara.

á føroyskum: CCF 36 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019