• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ásmundur Aðalsson

 

CCF 36 C

TSB E 86

 

1 Eina veit eg rímuna,

sum inni hevur ligið leingi,

gjørd um Ásmund Aðalsson

og fullvæl raskar dreingir.

 

Borgarhjørtur byggir á torni fríða,

enn er hon fagrari enn Randarsól,

hon kann allar fuglalistir at týða.

 

2 Nú skal stilla stavargrein,

tung má sorgin falla,

um hann Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin kalla.

 

3 Um hann Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin sterka,

hartil Ólav, skósvein hans,

royndur av avreksverki.

 

4 Um hann Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin ríka,

hartil Ólav, skósvein hans,

fáir finnast slíkir.

 

5 Um hann Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin stranga,

hartil Ólav, skósvein hans,

so vænar rúnir ganga.

 

6 Ásmundur er á leikvøllinum,

mestur leikir fremdi,

Ingibjørg stendur í glasgluggan.

so gjølliga hon hann kendi.

 

7 Ingibjørg stendur í glasgluggan,

hon sær seg út so víða,

hon sær Ásmund Aðalsson

á leikvøllinum ríða.

 

8 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

mælir fyri munni á sær:

“Ein sum Ásmund Aðalsson

vil eg kjósa mær.”

 

9 Tá svaraði hon ternan:

“So skulum við teg skifta,

Sjúrður fótur er frægari maður,

hann vil tín faðir teg gifta.”

 

10 Hann hevði upp sína høgru hond,

gav henni høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

sóu tað mangir menn.

 

11 Hann gav henni høgg á tenn,

blóðið dreiv at læri:

“Ásmundur er ein avrekskempa,

hann kann mangt lív væl fara.”

 

12 Sjúrður fylgdi moyggjar tá,

við sømdir hann av henni fær,

hon hevði hug á Ásmundi,

í hjarta var honum tekk.

 

13 Sjúrður fylgdi moyggjar tá,

við sømdir hann henni fær,

hon hevði hug á Ásmundi,

í hjarta var honum kær.

 

14 Sjúrður slaktar neyt og seyð,

helst út av tí besta,

snarliga læt hann til brúdleyps bjóða,

læt ikki longur fresta.

 

15 Øllum letur Sjúrður fótur

til sítt brúdleyp bjóða

uttan Ásmund Aðalsson,

ið væl kann randir rjóða.

 

16 Uttan Ásmund Aðalsson,

ið væl kann randir rjóða:

“Tó skal eg í Sjúrðar brúdleyp,

mær vil eingin bjóða.”

 

17 Tað var Ólav, skósvein hans,

búddist ei við frið:

“Hvat skulum vit við skipum fara

ella við hestariði?”

 

18 Tá svaraði Ásmundur:

“Vit gerum so lítið av!

Snarast bera os gammar tveir

yvir tað Lindarhav.”

 

19 Út varð loystur gangarin

undir hallarvegg,

hann var skrýddur við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

20 Út varð loystur gangarin,

sum Ásmundur skuldi á ríða,

hann var skrýddur við skarlak

niður á miðalsíðu.

 

21 Hann var skrýddur við skarlak

niður á miðalsíðu,

forgyltur var tann saðilin,

sum Ásmundur skuldi á ríða.

 

22 Gammurin rendi í loftið upp,

vildi av sær kasta,

Ásmundur talar til Ólav unga,

biður hann sita fastan.

 

23 Gammurin rendi í loftið upp

við sínum stinna streingi,

hann kom niður á Ríkaland,

sum gitið má verða leingi.

 

24 So snarliga renna gammir tveir

yvir tað Lindarhav

í tann sama kongagarð,

sum Sjúrðar brúdleyp var.

 

25 Uppi í miðjum grasagarði

løgdu teir síni ráð,

hvøssu teir skuldu ta bjørtu brúður

við nøkrum lempum fá.

 

26 “Ólavur, tú gongur inn fyrst,

vilt tú prýði njóta,

báðum skalt tú høvdingum

bukka og so lúta.

 

27 Ólavur, tú skalt ganga inn fyrst,

vilt tú prýði hava,

eg skal standa úti um stund,

til givnar verða gávur.

 

28 Hoyr tú, Ólavur, skósvein mín,

tú skalt tað 'verni verra',

skal eg sæta brúðrini,

ti 'mjgiir uj Laigier soe gierna'.

 

29 Hoyr tú, Ólavur, skósvein mín,

tú skalt at durum goyma,

eg skal sæta brúðrini,

tí mektari leikir at royna.”

 

30 Ólavur gekk í hallina inn,

prýði vildi hann njóta,

hvørgum vildi hann høvdingum

bukka og so lúta.

 

31 Sjúrður talar til skeinkjaran

við alskyns mekt og kæti:

“Skonk honum vín í vegligt horn,

og bjóð honum sess og sæti!”

 

32 Skeinkjarin gjørdi, sum kongurin bað

alt for uttan væn heilsan,

skeinkir stoltsriddarin ein,

og eingin ansar honum.

 

33 Tá kom inn ein annar maður,

hann mundi siðurin prýða,

báðum mundi hann høvdingum

bukka fyri níga.

 

34 Hartil svaraði Sjúrður frægi,

biður væl dura gæta:

“Skonk honum vín í vegligt horn,

bjóð honum sess og sæti!”

 

35 Hartil svaraði Magnus kongur

alt for uttan ekka:

“Skonk honum vín í vegligt horn,

og gev honum gott at drekka!”

 

36 Ásmundur gongur at borðinum,

begynnir fyri brúður at níga,

tekur av sær jútska hatt

niður fyri sítt ansiktið fríða.

 

37 Bjarta brúður á beinki sat,

skínur sum gullið bjarta,

kastar av sær perlusnór,

henni lystir ei longur at skarta.

 

38 Hann hevði upp sína høgru hond,

gav henni høgg á herðar:

“Ásmundur er kempan reyst,

hann kann mítt lív væl verja.”

 

39 Kongins skip eftir havi fara,

eftir ríkum ráðum,

garpar tveir á gólvi stóðu,

javnir vóru báðir.

 

40 Ólavur hann tók duravaktaran

av so tungari neyð,

varpaði hann so á hallargólv,

tað brotnaðu rivini sjey.

 

41 Settust tey á gammins bak

við so fagurt eitt lið,

Ásmundur og Ólavur

og Ingibjørg tað triðja.

 

42 Gammurin spentist í loftið upp,

hann vildi av sær kasta,

Ásmundur talar til Ólav unga,

biður hann sita fastan.

 

43 Gammurin spentist í loftið upp

við sínum stinna streingi,

kom so niður á Húnaland,

sum gitið má verða leingi.

 

44 Tey tendraðu ljós, tey lýstu inn,

tá var myrkt í høll,

burtur vóru komnir menn,

burtur var brúður á pøllum.

 

45 Tey tendraðu, tey lýstu inn,

tey lýstu í hvørs mans sæti,

burtur vóru komnir menn,

og burtur var brúðurin mæta.

 

46 Eingin ið teir kendi,

hvar ið teir vóru frá,

uttan tann hin gamli kallur,

sum ytst hevði sætið á.

 

47 Uttan tann hin gamli kallur,

sum ytst hevði sætið á:

“Fullvæl kenni eg komnar menn,

hvaðan teir eru frá.

 

48 Eg kenni væl Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin ríka,

hartil Ólav, svein hans,

fáir finnast slíkir.

 

49 Eg kenni væl Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin reysta,

hartil Ólav, skósvein hans,

royndur av roysnisverki.

 

50 Eg kenni væl Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin stranga,

hartil Ólav, skósvein hans,

sum vænar rúnir ganga.”

 

51 Hartil svaraði Sjúrður frægi,

tekur upp orð við gamni:

“Hevði eg ikki gjørt fyri æru míni.

eg skuldi kastað teg út fyri ravnar.”

 

52 Hartil svaraði gamli kallur:

“Ikki er Ásmund at lasta!

Sjáldan hevur hann havt tann sið,

tað fátæka út at kasta.”

 

53 Sjúrður gongur í hallina inn,

sum lært hevði tukt og sinni:

“Hvør vil vera mín njósnari

tann Húnakong at finna?”

 

54 Ranild kom úr fjalli oman,

favn og fetja tvinna,

so ringla tenn í heysi hans,

rætt sum skeið at dynja.

 

55 So ringla tenn í heysi hans,

rætt sum skeið at dynja:

“Eg skal vera tín njósnari

tann Húnakong at finna.”

 

56 Skeggið er sum sótið svart,

tað stendur niður á bringu,

neglur eru sum bukkahorn,

alin fram av fingrum.

 

57 Skeggið er sum sótið svart,

tað stendur niður á belti,

eyguni eru sum tjarnir tvær,

og tenn sum á villini gelti.

 

58 Rani fer eftir bunka fram,

buksur upp til kníggja:

“Má hetta vera tann fræga kempa,

sum eingin torir at síggja?”

 

59 Tað var Ólav, skósvein hans,

fáum kundi hann hógv,

so tekur hann við báðum hondum,

varpaði yvir á sjógv.

 

60 Svaraði Ólav, skósvein hans,

ilt var skap at eggja:

“Nú er best á hesari stund,

vit latum hann úti doyggja.”

 

61 Til tað svaraði Ásmundur:

“Skipið tað er frítt,

latum vit hann úti doyggja,

tungt hevur hann fyri sítt.”

 

62 “Hoyr tú, Ásmundur, harri mín,

teg biði eg mær lova

eina nátt hjá Ingibjørg

festarmoy at sova!”

 

63 Hann hevði upp sína høgru hond,

gav honum høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

sóu tað mangir menn.

 

64 Hann hevði upp sína høgru hond,

gav honum høgg á herðar:

“Ásmundur er tann kempan reyst,

hann kann meg fullvæl verja.”

 

65 Sjúrður festi Ingibjørg,

so er greint fyri mær,

Ásmundur festi Randarsól,

ta fagrastu í verðini var.

 

CCF 36 C

TSB E 86

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 93, s. 377.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 57

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1999) 10. bind, s. 123

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus í Útistovu (1794 -1854), Hattarvík, fyri 1854.

 

 

 

E 86 Ásmundur Aðalsson (Man abducts rival’s bride from her wedding but returns her after fight)

Ingibjørg vil giftast Ásmundi, men hon verður latin Sjúrði.

Ásmundur og tænari hansara koma flúgvandi á einum gammi, og uttan at nakar kennir teir aftur, lenda teir í brúdleypinum hjá Ingibjørg. Teir taka brúðrina og flúgva av stað aftur við henni.

Sjúrður savnar menn sínar og eltir tey við skipi. Ásmundur er við yvirlutan. Tá ið stríðið er av, finnur hann á skipinum Sjúrð framvegis á lívi og gevur honum Ingibjørg aftur.

Í hennara stað verður systir Sjúrðar brúður hansara.

á føroyskum: CCF 36 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019