• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ásmundur Aðalsson

 

CCF 36 D

TSB E 86

 

1 Nú skal stíga stavagrein,

tung man sorgin falla,

um hann Ásmund Aðalsson,

tann Húnakong at kalla.

 

Leikum fagurt á foldum,

eingin treður dansin undir moldum,

leikum fagurt á foldum!

 

2 Um hann Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin sterka,

og hann Ólav, skósvein hans,

so frægur í avreksverki.

 

3 Um hann Ásmund Aðalsson,

tann Húnakongin stranga,

og hann Ólav, skósvein hans,

so vænur í víggi at ganga.

 

4 Ásmundur liggur á leikvøllum,

kongin ber hann sigur,

frúgvin stendur í glasglugga,

bliknaði kinnum við.

 

5 Frúgvin stendur í glasglugga,

sær hon út so víða,

hon sær sær ein fríðan garpa

á leikvøllunum ríða.

 

6 Hon sær sær ein fríðan garpa

á leikvøllunum ríða:

“Tílíkan vildi eg kosið mær,

hevði tað staðið til mín.”

 

7 Hann hevði upp sína høgru hond.

sló hana yvir borð:

“Sjúrð kongur er tann kempan sterk.

hann kann títt lív væl forða.

 

8 Sjúrð kongur er frægari garpi,

honum skal eg teg gifta,

Ásmundur skal teg ikki fáa,

so skulu vit tað skifta.”

 

9 Sjúrð kongur um frúnna bað,

hann hana fekk,

hon hevði hug á Ásmundi,

í hjarta var henni tekk.

 

10 Sjúrð kongur slaktar neyt og seyð,

helst út av tí besta,

snarliga læt til brúdleyps bjóða,

læt ei longur fresta.

 

11 Tað var brúdleyp, ið boðið varð,

ikki mundi tvørra,

báðum borgum boðið varð,

tólv hundrað á hvørji.

 

12 Øllum letur Sjúrður fótur

í sítt brúdleyp bjóða

uttan Ásmund Aðalsson,

ið væl kann randir rjóða.

 

13 Tí svaraði Ásmund Aðalsson,

væl kann randir rjóða:

“Tó skal eg í Sjúrðar brúdleyp,

eingin vil mær bjóða.”

 

14 Tí svaraði Ólavur, skósvein hans.

sjáldan býst við frið:

“Hvat skulu vit við skipum fara

ella við hestalið?”

 

15 “Hesturin er for hóvnum bestur,

skip for havsins váða,

skjøldur er for skotum bestur,

góður er gamal í ráðum.”

 

16 Loystu teir tann gammin út,

ið sterkur var í beinum,

síðan høvdu teir saðil á

av hvítum silvuri reinum.

 

17 Gammurin fleyg í loftið upp

á sínar stinnar streingir,

hann kom niður á Húnaland,

sum gitið man verða leingi.

 

18 Hann kom niður á Húnaland,

sum gitið man verða leingi,

píl fleyg av hans hvørji fjøður,

hann feldi raskar dreingir.

 

19 Úti í miðjum grasagarði

funnu teir pá ráð,

hvussu teir skuldu bjørtu brúður

út av hallini fá.

 

20 “Hoyr tað, Ólavur, skósvein mín,

tú skalt durum goyma,

eg skal sæta brúðrini,

so skulu vit leikir royna!

 

21 Ólavur, tú skalt ganga inn fyrst,

prýði manst tú njóta,

báðum skalt tú høvdingunum

bukka og so lúta!”

 

22 Ólavur gekk í hallina inn,

prýði vildi njóta,

hvørgum vildi hann høvdingunum

bukka ella lúta.

 

23 Har kom inn ein annar maður,

tá vaks vandi meiri;

kongurin tagdi lítla tíð:

“Koma so mangir fleiri?”

 

24 Hann hevði kápu yvir sær,

sett við 'Ragjir' víða,

hann mundi lata sín jútska hatt

niður for andlit síga.

 

25 Ásmundur stendur á hallargólvi,

eingin kennir hann

uttan frúgvin Ingibjørg,

ið reyðargull bar á hand.

 

26 Sjúrður talar til skeinkjaran

bæði av mekt og mæti:

“Skonk teim vín í vegligt horn,

og bjóð teim sess og sæti!”

 

27 Skeinkjarin gjørdi, sum Sjúrður hann bað,

alt fór eftir vón,

so standa teir stoltir menn,

nú ansa teir teimum.

 

28 Skeinkjarin gjørdi, sum Sjúrður hann bað

alt for uttan ekka,

skonkti teim vín í vegligt horn

og gav teim sterkt at drekka.

 

29 Kápumaður við horni tekur,

sveivir úr av øllum,

so títt sum tendrast, hann sløkkir ljós,

og tá varð myrkt í høllum.

 

30 Ásmundur talar til Ólav unga:

“Tú skalt durum goyma,

eg skal sæta brúðrini,

so skulu vit leikir royna.”

 

31 Ólavur tók tann duravaktar,

varpaði hann av neyðum,

førdi hann so í hallargólv,

tað brotnaðu rivini sjey.

 

32 Ólavur tók tann duravaktar,

varpaði hann av øllum,

førdi hann so í hallargólv,

hann bar ikki slíðra á vøllum.

 

33 Tóku teir brúður úr sessi upp,

hon rópaði ei væl hátt,

skundaðu so at durunum,

teir gingu av høllum brátt.

 

34 Settust teir á gammin upp,

fagurt var tað lið,

Ásmundur og Ólavur,

og jomfrú var tann triðja.

 

35 Gammurin fleyg í loftið upp,

vildi av sær kasta,

Ásmundur talar til Ólav unga:

“Halt tær alvæl fast!”

 

36 Gammurin fleyg í loftið upp

á sínar stinnar streingir,

hann kom niður á Ríkaland,

sum gitið man verða leingi.

 

37 Ljósið kom í hallina inn,

lýsir í hvørs mans sæti,

horvnir vóru komnir menn,

og burtur var brúðurin mæta.

 

38 Horvnir vóru komnir menn,

og burtur var brúðurin mæta,

vaktarin liggur á hallargólvi,

sum hann hevði svøvnugur verið.

 

39 Hann varð tikin av gólvi upp,

lagdur í song at hvíla,

Sjúrð fótur úr sessi loypur:

“Nú er ikki gott at bíða.”

 

40 Teir leita bæði úti og inni,

uppi og niðri á sandi,

tað var ikki gott at finna teir menn,

sum burt vóru fluttir av landi.

 

41 Tí svaraði Sjúrð fótur,

seint man angur lætta:

“Antin er at heingja teir,

ella slíta teir millum hestar.”

 

42 Tí svaraði tann gamli kall,

rymur í brósti rennur:

“Áðrenn tú teir á gálgan hevur,

tá sveitkast tær um enni.”

 

43 Tí svaraði Sjúrð fótur:

“Tekur tú meg at lasta?

Synd tykist mær at høgga teg

og út fyri ravn at kasta.”

 

44 Tí svaraði tann gamli kall:

“Ilt er góðan at lasta,

sjáldan hevur Ásmundur havt tann sið

tann fátæka út at kasta.”

 

45 “Tær gevi eg nú lív og frið

í mínum ríki leingi,

gevið kalli mál og ljóð,

hann má kenna dreingir.”

 

46 “Eg kenni væl Ásmund Aðalsson.

tann Húnakongin ríka,

og hann Ólav, skósvein hans.

fáur er teirra liki.”

 

47 Tí svaraði Sjúrður fótur,

sorgina letur hann inna:

“Hvør vil vera mín leiðsakari

tann Húnakong at finna?”

 

48 Rani kom úr fjalli oman

við síni jarnstong stinnu:

“Eg vil vera tín leiðsakari

tann Húnakong at finna.”

 

49 Sjúrður letur skipin gera,

sum teir munnu vita,

av gulli vóru borðini,

av silvur vóru bitar.

 

50 Sigldu undir Húnaland

eina morguntíð,

alt var sum í bál at líta,

tá skeiðir dundu í.

 

51 “Eina bøn, ið eg teg biði,

hana vil eg av tær tiggja,

lova mær nú eina nátt

hjá Ingibjørg at liggja!”

 

52 Hann hevði upp sína høgru hond,

honum høgg at greiða,

eg svørji tann eið á mína trúgv,

hann sló hann ei av reiði.

 

53 Tí svaraði Ólavur

við alskyns spekt og meingi:

“Søk tær konu, hvar ið tú kanst,

hjá henni svevur tú onga!”

 

54 Ólavur fórst av garði burt,

tung man sorgin falla:

“Verði so argur herjansson,

ið teg aftur kallar!”

 

55 Ólavur fór av garði burtur,

so er greint fyri mær,

hann var ikki burtur úr ríkinum

meir enn eina nátt ella tvær.

 

56 Ólavur kemur inn árla morgun.

sigur teimum for vari:

“Eg síggi so miklan skipaflota

higar at landi fara.”

 

57 “Sært tú skip eftir havi koma,

herja nú til mín,

tað man vera Sjúrður kongur,

at heinta brúður sín.

 

58 Far tú tær til strandar oman

eftir fornum vanda,

verður tær nakað vanboðið,

eg skal ikki langt frá standa!”

 

59 Hansara tún við tigulsteinar,

frá man frættast víða,

sóu ein mann í jútskum klæðum

frá borgini ríða.

 

60 Rani kemur á bunkan fram,

Grímur har til víggja:

“Hvar er tann avrekskempa,

ið eingin torir at síggja?”

 

61 “Her eri eg, Ólavur, lítil skósvein,

her skalt tú meg síggja,

hvørki tær ella tínum monnum

vil eg undan flýggja.

 

62 Her eri eg, Ólavur, lítil skósvein,

her skalt tú meg kenna,

hvørki tær ella tínum monnum

vil eg undan renna.”

 

63 Fyrsta tak, teir tókust tá,

Ólavur komst á knæ,

sømiliga kongurin brá,

so er greint fyri mær.

 

64 “Statt í frið, mín gevi harri!”

Ólavur ræður at svara,

“tað mátti verið mín størsta skomm,

eg tók meg ikki í vara.”

 

65 Annað tak, teir tókust tá,

tók hann til so fast,

tað var mær av sonnum sagt,

at Rana ryggur brast.

 

66 So varð sagt, at Ólavur

mikla megi fekk,

førdi hann so á hallargólv,

at hálsin av liði gekk.

 

67 Ásmundur gár eftir bunkanum fram,

fáum kann hann hóv,

tekur hann tveir av Sjúrðar monnum,

varpar út á sjógv.

 

68 Ásmundur gár eftir bunkanum fram,

ódnir mundi hoyra,

sær hann, hvar ið Sjúrður liggur,

flýtur í mannadroyra.

 

69 “Tit gerið tað for Gudis skyld,

tit førið meg heim til hallar,

eg man eiga systur ta,

ið øll er gitin valla.

 

70 Eg man eiga systur ta,

ið øll er valla gitin,

hon kann allan 'Ridusang',

í høgalofti situr.”

 

71 Tí svaraði Ólavur, lítil skósvein,

sorgina letur hann troyggja:

“Hvat skulu vit annað gera

enn lata tann trælin doyggja?”

 

72 Tóku hann úr droyra upp,

førdu heim til hallar:

“Tak við, frúgvin Ingibjørg,

grøð tann garpin snjalla!”

 

73 Grøddi hon hann um dagin,

grøddi hon hann í tvá,

triðja dagin í fjórðu viku

fór hann í brynju blá.

 

74 Triðja dagin í fjórðu viku

fór hann í brynju blá,

so varð hann leiddur í hallina inn,

so vænur var garpur at sjá.

 

75 Sjúrð fótur sína konu

aftur fekk,

Ásmundur festi Randarsól,

saman býtið gekk.

 

CCF 36 D

TSB E 86

 

Handrit: Kvæðasavn úr Sandvík. Føroyamálsdeildin. Vol. II, Nr. 6. s. 93.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 61

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1999) 10. bind, s. 132

 

Heimild: Úr Suðuroy: Hans Pauli Johan-Petersen, Hanus í Lopra, (1814 -1886), føddur í Sandvík, 1837. 

 

E 86 Ásmundur Aðalsson (Man abducts rival’s bride from her wedding but returns her after fight)

Ingibjørg vil giftast Ásmundi, men hon verður latin Sjúrði.

Ásmundur og tænari hansara koma flúgvandi á einum gammi, og uttan at nakar kennir teir aftur, lenda teir í brúdleypinum hjá Ingibjørg. Teir taka brúðrina og flúgva av stað aftur við henni.

Sjúrður savnar menn sínar og eltir tey við skipi. Ásmundur er við yvirlutan. Tá ið stríðið er av, finnur hann á skipinum Sjúrð framvegis á lívi og gevur honum Ingibjørg aftur.

Í hennara stað verður systir Sjúrðar brúður hansara.

á føroyskum: CCF 36 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019