• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ásmundur skeinkjari

 

Ásmundur skeinkjari

 

CCF 37 B

TSB E 73

 

l. “Torstein kongur av Írlandi

var sonur bróður mín,

drekk nú, hvat tær betur

líkar mjøðin ella vín!”

 

2 “Lítið er mær um mjøðin tín

hálvum minni um vín,

onnur havi eg ørindini

higar nú til tín.”

 

3 Svaraði Haraldur, kongins son,

læt so orðum siga:

“Nú lystir meg til Upplanda

kongins dóttur at biðja.”

 

4 “Fátt er tær í hyggju komið,

tagað hevur tú leingi,

kongur hevur av lívi tikið

so mangar raskar dreingir.

 

5 Mangur raskur riddari

frúnna vildi fá,

hann læt teir í tornið seta,

allar av lívi gá.”

 

6 Svaraði Haraldur, kongins son,

tók tey orð við vreiði:

“Tó skal eg til Upplanda,

eg komið ikki aftur í teirri.”

 

7 Svaraði Ásmundur skeinkjari

í annað orðið tá:

“Eingin frúnna úr ríki førir

uttan við fjaldum ráð.

 

8 Hoyr tú, Haraldur, kongins son,

tú ger eftir mínum ráðum,

eg skal sigla undan um stund,

bíða tú heima í náðum!”

 

9 Árla var um morgunin,

sólin roðar í lund,

løgdu segl á fríðan falk

ta somu morgunstund.

 

10 Løgdu segl á fríðan falk

ta somu morgunstund,

fingu ein so blíðan byr,

teir kvitta um Oyrarsund.

 

11 Lítin svein á smalaheiði,

goymir at smalu og geit,

hann sær skip á havi koma,

havnir vilja leita.

 

12 Allar rekur hann smalurnar

saman á grønan vøll,

síðan akslar kápu blá,

hann gár í kongins høll.

 

13 Síðan akslar kápu blá,

hann gár í kongins høll:

“Eg eri meg í einum luti

vísari enn tær eruð øll.

 

14 Eg eri meg í einum luti

vísari enn tær eruð øll,

eg sær skip á havi koma,

seglini hvít sum mjøll.”

 

15 “Sært tú skip á havi koma,

seglini hvít sum lín,

vera man onkur høvdingur

at biðja dóttur mín.

 

16 Sjúrður fótur til orða tók.

hann studdist á gyltan mæka:

“Tit skulu tykkur til strandar oman.

kappan av lívi taka.”

 

17 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

leit seg upp til býar:

“Eg skal meg í grasagarð

skipini at síggja.”

 

18 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

har hon stóð á jørð:

“Hetta er Ásmundur skeinkjari.

ið hiðan dró í fjør.”

 

19 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

hon talar orðum svá:

“Sjálv havi eg seymað

tey silkiseglini smá.”

 

20 Tá ið hansara snekkjan

kennir fagurt land,

letur hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

21 Letur hann síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Ásmundur

sínum fótum á land.

 

22 Fyrstur stígur Ásmundur

sínum fótum á land,

tá var frægur Sjúrður fótur

riðin niður til strand.

 

23 “Ver vælkomin, Ásmundur,

higar nú til mín!

Lidnir eru vetur og heyst.

síðan eg væntaði tín.”

 

24 “Eg havi ligið í fimtan vetur

sjúkur undir lund.

Hvussu livir í ríkinum

hon tað væna sprund?

 

25 Eg havi ligið í fimtan vetur

sjúkur undir lín.

Hvussu livir í ríkinum

Ingibjørg, dóttur tín?”

 

16 “So livir frúgvin Ingibjørg,

hon kortar ei gullið reyða,

døplum huga frúgvin er

at syrgja tygara deyða.”

 

27 Gingu teir frá strondum niðan,

fagurt var á at líta,

Sjúrður fótur á Upplondum

hann spardi ei mjøðin hvíta.

 

28 Ásmundur upp frá borði steig,

hann leikar við stálið stinna:

“Nú lystir meg í gullsalin

frúnna á máli finna.”

 

29 Sjúrður fótur til orða tók:

“Tú kanst glaður ríða,

tær eru kunnug lokabrøgð,

allir loynistígir.”

 

30 Mitt í miðjum grasagarði

akslar hann síni skinn,

síðan gongur Ásmundur

í moyarsalin inn.

 

31 “Ver vælkomin, Ásmundur,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

32 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvum minni um vín,

Haraldur kongur á Írlandi

hevur sent tær kvøðju sína.”

 

33 “Haraldur kongur av Írlandi,

síðst man okkur vara,

bæði væl og høviskliga

skulu vit honum svara.”

 

34 Svaraði frúgvin Ingibjørg

í fyrsta orði tá:

“Eingin meg av ríki førir,

meðan mín hevur faðir ráð.”

 

35 Svaraði Ásmundur skeinkjari,

hann talar orðum svá:

“Hann kann teg av ríki føra,

leggur tú til tað ráð.”

 

36 Tað var frúgvin Ingibjørg,

helst for uttan vanda,

hon fekk honum tað fingurgull

av sínum egin hendi.

 

37 Hon fekk honum tað fingurgull,

tann armaringin dýra,

bjørnum og so úlvhundum

hann kann tá fullvæl stýra.

 

38 Hon fekk honum tá fingurgull

av sín egin hand:

“Fá tú tínum bróðursyni,

kongi av Íralandi!”

 

39 Árla var um morgunin,

dagurin var ljús,

tá var Haraldur, kongins son.

til síni klæði fús.

 

40 Síðla var um aftanin,

alt gekk fólk at sova,

frændur tveir av hallini gingu,

festu hurð í klova.

 

41 Svaraði Ásmundur skeinkjari:

“Eg skal fyri ríða,

mær eru kunnug lokabrøgð

og allir loynistígir.”

 

42 Haraldur ríður at grasgarði,

tekur at vaksa vandi,

leysir leypa úlvhundar,

teir javnt við borgir standa.

 

43 Hann tók hetta fingurgull

yvir teir at bera,

hundarnir fullu til jarðar niður,

teir kundu honum einki gera.

 

44 Síðan losnaðu hvítabjarnir,

eykaðist meiri vandi,

snarliga tær fyri hallina komu,

javnt við borgir standa.

 

45 Hann tók hetta fingurgull

yvir tær at bera,

síðan fullu til jarðar niður,

tær kundu honum einki gera.

 

46 Mitt í miðjum grasagarði

akslar hann síni skinn,

so glaður gongur Haraldur

í moynnasalin inn.

 

47 So glaður gongur Haraldur

alt for uttan vanda,

og hon frúgvin Ingibjørg

gav honum drykk til handa.

 

48 Hann drakk mjøð og kláran vín

glaður for uttan vanda:

“Frúgvin, tú skalt fylgja mær

í dag til Íralanda!”

 

49 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

sum søgur ganga frá:

“Eingin meg av ríki førir,

meðan mín hevur faðir ráð.”

 

50 Svarað í Haraldur, kongins son,

væl kann tungur skilja:

“Eg skal teg úr ríki føra

móti tín faðirs vilja.”

 

51 Upp stóð frúgvin Ingibjørg,

tað gjørdi hon tá,

hon fylgdi teim tann loyniveg,

sínum sali frá.

 

52 Løgdu teir eld í stóra borg,

stokkar fyri dyr,

brendu inni Sjúrðin fót,

betri hevði verið fyrr.

 

53 Teir brendu inni Sjúrða fót.

tað gjørdu teir tá,

frúnna og hennar mentarsnót

teir førdu londum frá.

 

54 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð frúgvin Ingibjørg

niður til strandar leidd.

 

55 Vundu teir upp síni silkisegi,

gull við vovin brand,

stryka tey ei á bunkan niður

fyrr enn við Íraland.

 

56 Fyrstur stígur Haraldur

sínum fótum á land

og so frúgvin Ingibjørg

undir hans høgru hond.

 

57 Tað var Haraldur, kongins son,

heim til hallar fór,

úti hansara sæli faðir

fyri honum stóð.

 

58 Tað var Haraldur, kongins son,

hann talar orðum svá:

“Nú skalt tú, faðir, síggja ta moy,

tú segði, eg skuldi ei fá.”

 

59 Kongurin so til orða tók,

mælir for munni á sær:

“Eingin tann av Íralandi

betur ber lov enn tær.”

 

60 Lótu so til brúdleyps ætla

skjótt og ikki leingi,

reið so mangur hovmann til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

61 Drukkið varð teirra brúdleypið

bæði við gleði og gaman,

síðan alla ævina,

ið tey vóru saman.

 

CCF 37 B

TSB E 73

 

Handrit: Savn hjá V.U. Hammershaimb, AM, Access. 4c I [12].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 78

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1999) 10. bind, s. 177

 

Heimild: Úr Suðuroy: J.H. Schrøter (1771 -1851), Hvalba, føddur í Havn.

 

E 73 Ásmundur skeinkjari (After revenging brother’s death man defeats wild animal by magic means to get a bride

 

Írakongur eigur tveir synir, Halgir og Harald. Ein risi í Dovrafjalli drepur Halgir, og tá ið bróðirin er tilkomin drepur hann risan í hevnisøku. So ætlar hann sær at biðja um Ingibjørg, dóttur Upplandskongs. Hann sigur pápabeiggja sínum, Ásmundi, frá ætlanum sínum. Ásmundur ávarar Harald og sigur, at Upplandskongur vil ikki biðlunum hjá dóttur síni nakað gott. Ásmundur biður Harald bíða, meðan hann sjálvur fyrst skal fara til Upplands.

Í Upplandi møtir Ásmundur Ingibjørg, sum gevur honum ein gandaring at hjálpa Haraldi, so hann sleppur fram við villu djórunum hjá pápanum. Ringurin ger, at Haraldur óskalaður kemur vegin fram til hús Ingibjargar.

Upplandskongur og menn hansara verða innibrendir í høll síni, og Ásmundur, Haraldur og Ingibjørg fara aftur til Írlands. Haraldur og Ingibjørg giftast.

á føroyskum: CCF 37 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019