• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Baraldur bóndason

 

Baraldur Bóndason

 

CCF 40 B

TSB E 77

 

1 Baraldur legst í móður fang,

hon kembir hans gula hár:

“Hvør skal nú fyri ríki ráða,

faðir er fallin frá?”

 

Nú fellur ríman

yvir tann breiða fjørð,

har liggur ein bóndi

deyður í døkkari jørð.

Nú fellur ríman.

 

2 “Tú skalt nú fyri ríki ráða,

sæli sonur mín,

tú tak tær eina bóndadóttur,

so gjørdi faðir tín.

 

3 Tú far teg inn á Jórsaland,

har er ein moy so fríð,

tað hevur so mangur stoltsriddari

látið fyri jungfrú lív.”

 

4 Teir stigu á sínar hestarnar,

teir lótu gullgangara renna,

teir komu ei inn á Jórsaland,

fyrr enn ljós í lofti brenna.

 

5 Bundu teir sínar hestarnar

har inni við grønan ong,

teir komu ikki inn á Jórsaland,

fyrr enn alt var fólk í song.

 

6 Tað var Baraldur bóndason,

hann stingur sín fingur í ring:

“Tú statt upp, frúgvin Svanhild,

tú lova okkum inn!”

 

7 “Eg lati ongan inn í nátt,

tí dyrnar eru allar stongdar,

gakk tú í mín faðirs garð

og dvølj tær har so leingi!”

 

8 “Eg fari ei í tín faðirs garð

at dvølja mær har so leingi,

hann hevur so glúpskar hundarnar,

og spotskir eru hans dreingir.”

 

9 Tað var Baraldur bóndason,

hann spenti á hurð við spjóti

hurðin sprakk við jarnbondum,

frúnni tókti ímóti.

 

10 Tað var frúgvin Svanhild,

hon talar til ternur sínar:

“Gangið tit í mín faðirs garð

og heintið mær fimm brøður mínar!”

 

11 Tað var Baraldur bóndason,

hann settist niður á gátt:

“Eg svørji tann eið á mína trú,

tað skal eingin út í nátt.”

 

12 Tað var Baraldur bóndason,

hann sprakk í song til vív:

“Eg skal á tínum armi sova,

um tað kostar mítt lív.”

 

13 Tað var Baraldur bóndason,

hann sprakk í song til moy:

“Eg skal á tínum armi sova,

um tað kostar mín deyð.”

 

14 Árla var um morgunin,

tá ið dagurin var ljús,

tá vóru jomfrúins fimm brøður

til sína klædna fús.

 

15 Svaraði jomfrúins elsti bróðir,

so tók hann uppá:

“Hvør hevur [verið] í Jórsaland

og latið tær lokur frá?”

 

16 “Eg havi verið á Jórsaland

og latið tær lokur frá,

eg havi hjá tíni systur sovið,

og tað er størri háð.

 

17 Eg havi verið á Jórsaland

og brotið tey sterku jarnbond,

eg havi hjá tíni systur sovið,

tað er størri skomm.”

 

18 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

*ið sól til viðar* rann.

 

19 Inntil tann hin triðja,

*ið sól til viðar* rann,

tá fall Baraldur, bóndans sonur,

tann hin menski mann.

 

20 Sundur gekk hans góða svørð

millum hansara hendur,

tá var Baraldur bóndason

so fimur til fóts at ganga.

 

21 Tá var Baraldur bóndason

fimur til fóts at gá,

at smíða aftur svørðið,

sum gekk í lutir tvá.

 

22 Úti stóðu jomfrúins fimm brøður,

hildu sær at gaman:

“Hví man sveinur so ræddur vera,

hann torir ei aftur at koma?”

 

23 “Hann bardist í allan gjár

móti tykkum fimm,

ei man sveinur so ræddur vera,

torir ikki aftur enn.”

 

24 Aftur kom Baraldur bóndason

bæði av ilsku og reiði,

hann vá jomfrúar fimm brøður,

um teir vóru fleiri.

 

25 Baraldur tekur sítt blóðuga svørð,

turkar hann tað í dúki:

“Eg havi vigið teir stoltsriddarar

og skilt teirra høvur frá búki.”

 

26 Baraldur tekur sítt blóðuga svørð,

stingur hann tað í slíðra:

“Statt upp, frúgvin Svanhild,

nú er tíð at ríða!”

 

27 Tað var frúgvin Svanhild,

hon feldi blóðug tár:

“Nú er tíð at ríða,

tó eg neyt skaðan í gjár.”

 

28 Tað var Baraldur bóndason,

hann heim í garðin fór,

úti hansara sæla móðir

fyri honum stóð.

 

29 Tað var Baraldur bóndason,

so tók hann uppá:

“Móðir, her er frúgvin tann,

tú segði, eg kundi ikki fá!”

 

30 Lótu tá til brúdleyps ætla,

einki mátti tvørra,

báðum borgum boðið varð,

tólv hundrað av hvørji.

 

31 Lótu tá til brúdleyps ætla

oksan og so geit,

kom so mangur hovmaður til,

sum sjálvur eg ikki veit.

 

32 Drukkið varð teirra brúdleyp,

kátt var teirra meingi,

kom so mangur hovmaður til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

33 Drukkið varð teirra brúdleyp,

so er komið til sans,

har kom hvør, sum boðin varð,

og har var kongur av Frans.

 

34 Drukkið varð teirra brúdleyp,

kátt var teirra lív,

bæði gingu í eina song

Baraldur og hans vív.

 

CCF 40 B

TSB E 77

 

Handrit: Savn Hammershaimbs AM, Access. 4c I [2].

 

Útgávur: 

1. Útvalg, Tórshavn 1886 vol. I, no. 1.

2. Dimmalætting 1885, no. 5f.

3. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 99

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 11. bind, s. 35

 

Heimild: Úr Mykinesi: Rasmus Johannesen  (1808-1849), Mykinesi. V.U. Hammershaimb skriavði upp í 1847. 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019