• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Einars tættir

 

Einars tættir

 

CCF 44 D

TSB E 120

 

Fyrsti táttur

 

1 Viljið tær ljóð lýða á

og ljóð geva fram,

kongurin hevur ein ungan mann,

og Einar nevni eg hann.

 

2 Kongurin hevur ein ungan mann,

Einar er nevndur á orði,

hann er sær bæði fimur og snarur,

hann tænir í Tróndheim norður.

 

3 Kongurin hevur ein ungan mann,

Einar nevni eg hann,

so er eingin í Tróndheim norður,

ið yvir gongur hann.

 

4 Kongurin so til orða tekur,

tykist vera komin í vanda:

“Risin býr í Askum norður,

hann eykar oss øllum vanda.”

 

5 Kongurin gongur for Einar unga,

frá man frættast víða:

“Vilt tú nakað, Einar ungi,

í dag á skógvar ríða?”

 

6 Einar so til orða tekur,

tók tað orð við vreiði:

“Tó skal eg í Askum norður,

eg komi ikki aftur í teirri.”

 

7 Einar so til orða tekur,

hann kundi væl orðum venda:

“Gjarna vil eg á skógvin fara,

hvar ið tygur vilja meg senda.”

 

8 Kongurin stendur á borgargarðl,

sær til sævarbylgju:

“Eg skal geva tær fimtan hundrað

tær til ferðar at fylgja.”

 

9 Einar reið á skógvin burtur,

man meg rætt um minna,

tá ið hann kom á Dovrafjall,

og tá tók dagur at dimma.

 

10 Allir tykjast kongins menn

vera komnir í stóran vanda,

teir sóu sær til vinstru hond,

har sóu teir risan standa.

 

11 Risin so til orða tekur,

tóktist hava kent:

“Hoyr tú, Einar, kempan sterk,

hvør hevur teg higar sent?”

 

12 Svaraði Einar, kempan sterk,

hann kvaðst ikki longur at tiga:

“Ólavur kongur í Tróndheim norður

hann sendi meg higar.”

 

13 “Hevur hann teg higar sent

at standa í stórum vanda,

eg eigi mark og aldanskógv,

og hetta vil eg behalda.

 

14 Hevur hann teg higar sent

at standa í stórum váða,

eg eigi mark og aldanskóg,

og hvør vil sínum ráða.”

 

15 Risin so til orða tekur,

frá man frættast víða:

“Her skulu tit nú, kongins menn,

í sama stað mín bíða.”

 

16 Allir tykjast kongins menn

nu gerast í kinnum bleik,

risin fór aftur í helli sítt,

nú vildi hann fremja leik.

 

17 Út reið risin árla morgun,

fáum kundi hann hóv,

niður feldi hann fimtan hundrað,

áðrenn upp rann sól.

 

18 Niður feldi hann allar teir,

eingin vann honum mein,

eftir stóð á grønum vølli

kempan Einar ein.

 

19 Einar stendur á grønum vølli,

tá stóð blóð til kníggja:

“Frættist tað í Tróndheim suður,

undan skal eg ikki flýggja.”

 

20 Einar stendur á grønum vølli,

klæddur í brynju blá:

“Eg skal halda mót risanum,

tað standist av, hvat ið má!”

 

21 Teir riðu saman á grønum vølli,

av bar barnagaman

ógvuligt var at líta á,

ta ið brandar bóru saman.

 

22 Teir riðu saman á grønum vølli,

fátt kann teimum bella,

høggini feldu teir mong og tung,

lýtur í homrum gella.

 

23 Teir høgga títt, teir líva lítt,

hvørgin vildi flýggja,

Einar stóð móti risanum

fullar dagar tríggjar.

 

24 Teir høgga títt, teir líva lítt,

hvørgin vildi fíra,

Einar stóð móti risanum

fullar dagar fýra.

 

25 Svaraði Einar, kempan sterk,

hann hugsaði so við sær:

“Hoyr tað, reysti Bjarnatussi,

tú vinnur ikki rneg!”

 

26 Einar brá sínum búna brandi,

øllum tókti undur,

høggini gav hann mong og tung,

og brandur í miðjum sundur.

 

27 Einar brá sínum búna brandi

bæði títt og fast,

hann høggur so títt á risans høvur,

at brandur í miðju brast.

 

28 Tað var Einar, kempan sterk,

hann firaði sínum lívi,

tá ið hans brandur í miðjum brast.

tá helt hann á búnum knívi.

 

29 Einar so til orða tekur,

blóðið stóð til kníggja:

“Illa tykist mær nú at,

at eg skuldi undan flýggja.”

 

30 Einar ríður til hallar heim,

heldur um brotið spjót,

Ólavur kongur í Tróndheim norður

hann reið honum ímót.

 

31 Kongurin so til orða tekur,

strýkur gull av hendi:

“Einar, hvar er liðið tað,

ið eg á skógvar sendi?”

 

32 Einar so til orða tekur,

ilskan í honum breyt:

“Her skalt tú síggja spjótið tað,

ið eg við risan breyt.”

 

33 Svaraði Einar, kempan sterka,

hugsar hann so við sær:

“Ólavur kongur í Tróndheim norður,

illa sveikst tú meg.”

 

34 Kongurin so til orða tekur

alt for uttan ekka:

“Gakk tú tær í glæstrihøll

tann brúna mjøð at drekka!”

 

35 Kongurin so til orða tekur,

*mest *alt ongan vanda:

“Hann er eingin í Tróndheim norður,

tær, Einar, kann bestanda.”

 

36 Einar so til orða tekur,

man meg rætt um minna:

“Hann er eingin av heiðamonnum,

ið risan kann yvir vinna.”

 

 

Annar táttur

 

37 Eg veit eina rímuna,

tað loynir ei mín tunga,

Ólavur kongur í Tróndheim norður

hann mælir um Kjartan unga.

 

38 Kongurin so til orða tekur,

tekur at blanda vín:

“Eg vildi, at Kjartan Ólavsson

hann var í Tróndheim mín.”

 

39 Kongurin so til orða tekur,

hann situr for breiða borði:

“Eg vildi, at Kjartan Ólavsson

hann var í Tróndheim norður.”

 

40 Svaraði ein so gamal maður:

“Har var eg í fjør.

Deyður er Kjartan Ólavsson,

hann kom í heiðin jørð.”

 

41 Marita yvir borði situr,

við sínar moyggjar tólv,

tá ið hon hoyrdi Kjartans deyða,

hon svímaði á hallargólv.

 

42 Teir reistu hana frá borði upp,

teir meintu, hon var deyð,

lindin dró frá hjartanum,

men blóð av nøsum fleyt.

 

43 Teir reistu hana frá borði upp,

so mangur kongins mann,

lindin dró frá hjartanum,

men blóð av nøsum rann.

 

44 Svaraði Marita, kongins systir,

tað hitt væna fljóð:

“Skamm fái tann Ósvivs dóttir,

mítt svørð av slíðrum stjól!

 

45 Eg bað hann Kjartan Ólavsson

heilsa til Íslands heim:

Tann, ið hann elskti í Noregi,

var ikki av trælagrein!

 

16 Eg bað hann Kjartan Ólavsson

heilsa til Íslands aftur:

Tann, ið hann elskti í Noregi,

var ikki av trælaættum!”

 

47 Svaraði tann hin gamli maður,

var klæddur í gullinum reyða:

“Enn er kempa í Herðarholt,

Kjartan hann er deyður.

 

48 Væn er hon frúgvin Ingibjørg,

hon situr í silkiserki,

nevndur er hennar onkasonur,

hann eitur Ílint sterki.”

 

49 Millum Lindafjarða

har er frúar vón,

undir sínar lindar

hon føðir ein ungan son.

 

50 Kongurin so til orða tekur,

ið søgur ganga av:

“Eg havi hvørki fólk ella skip

at sigla í Íslands hav.”

 

51 “Tygur hava ein ungan mann,

Einar er nevndur á navni,

hann er sær bæði fimur og snarur,

hann stýrir væl skeið á stavni.”

 

52 Svaraði Sjúrður erkabisp,

søgur ganga av:

“Tað vil vera knørrin góð,

ið sigla skal Íslands hav.”

 

53 Svaraði Sjúrður erkabisp,

for breiða borði stóð:

“Tað vil vera knørrin góð,

ið sigla skal Íslands sjó.”

 

54 Kongurin gongur for Einar unga,

søgur ganga av:

“Vilt tú nakað, Einar ungi,

sigla í Íslands hav?”

 

55 Svaraði Kristin, kongins dóttir.

vil eg fyri tær greina:

“Hann var staddur í Áskóg norður.

nú skal hann sita heima.”

 

56 Einar leyp yvir borði fram,

hann tók hennar orð við vreiði:

“Tó skal eg í Íslands hav,

eg komi ikki aftur í teirri.”

 

57 “Hoyr tú, Einar, kempan sterk,

vilt tú mær tað gera,

tú skalt fáa tað besta skip,

ið Ormurin langi man vera.”

 

58 Kongur byggir Ormin langa,

søgur ganga frá,

setti mentir á gullbjálkan,

ið Einar skuldi við stá.

 

59 Kongurin byggir Ormin langa,

kátur for uttan vanda,

setti mentir á gullbjálkan,

ið Einar skuldi við standa.

 

60 Einar gongur til strandar oman,

sigist í hesum tátti,

honum fylgir Ólavur kongur

og Kristin, kongins dóttir.

 

61 Einar stendur á bunkanum,

hissar akker upp,

stavnur og stýri av reyðargull,

og so var segl í topp.

 

62 Kongurin gongur frá strondum niðan,

aftur á Ormin sær:

“Sannur Gud á himmiríki,

Einar, veri við tær!”

 

63 Kongurin stendur á borgargarði

við so mangan mann,

lystiliga Ormurin langi

hann siglir við líðum fram.

 

64 Svaraði Kristin, kongins dóttir,

hugsar hon so við sær:

“Gud og signaður faðir mín,

Einar, veri við tær!”

 

65 Út kemur risin árla morgun,

eina morgunstund,

hann sær, hvar ið Ormurin langi

fór um Oyrarsund.

 

66 Risin gongur í helli sítt,

nú má tað so vera,

talar hann tá til Gandafinnin,

biður hann rúnir gera.

 

67 Svaraði tann hin grimi risi,

øllum tókti undur:

“Hevði tú skotið stýrisarmin

og fingið stýrið sundur!”

 

68 “Hoyr tað, tú hin grimi risi,

tað kann eg ikki gera,

tað er sett við mentum út,

ið Ólavur kongur læt gera.”

 

69 Tussin gongur at grasgarði,

við trega og tunga sút,

hann tekur upp tær ørnir tvær

og sendi í havið út.

 

70 Ørnir út av landi komu,

gitið man verða leingi,

eitur dreiv úr kjafti fram,

og eldur brann av veingi.

 

71 Ørnir út av landi komu,

settust á saltan sjógv

braka tók tá niður í skeið,

og aldan brýtur á lógv.

 

72 Ørnir út av landi komu,

tær settust á salta hav,

tríggjar ferðir Ormurin langi

hann rendi undir kav.

 

73 Tríggjar ferðir Ormurin langi

hann undir kavið rendi,

Einar heldur um gullbjálkan,

hann troystaði sínar dreingir.

 

74 So var veður á sjónum hart,

man meg rætt um minnast,

Ormurin rennur í havið út,

hann liggur á ymsar kinnar.

 

75 So var veður á sjónum hart,

at frá man frættast víða,

Ormurin rennur í havið út

og liggur á ymsar síður.

 

76 Vindur hann upp síni silkisegl,

mong er dømin slík,

Einar stýrir á Orminum langa

og inn í Reykjavík.

 

77 Kastar akker á hvítan sand,

hann ræður frá skipi at ganga,

fyri Ferjubakka

binda teir Ormin langa.

 

78 Einar gongur frá strondum niðan

bæði hyggin og vitur,

rætt sum frúgvin Ingibjørg

fyri í stóli situr.

 

79 Ingibjørg í stóli situr,

vil eg fyri tær greina,

nøja skoðar hon Einar unga

bæði pá armar og bein.

 

80 Svaraði Einar, kempan sterk,

var klæddur í brynju nýggja:

“Hvar er hann Ílint, sonur tín?

Og nú vil eg hann síggja.”

 

81 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

søgur ganga frá:

“Tó at tú finnur mín unga son,

har vinnur tú einki á.”

 

82 Einar so til orða tekur:

“Eg hirði tað ei at loyna,

til tess eri eg higar komin,

roysni við Ílint royna.”

 

83 Ólavur kongur í Tróndheim norður

og so er komið til mín:

“Ótøkk havi tú, Einar ungi,

for higarkoming tín!”

 

84 Tað var frúgvin Ingibjørg,

sveipar hon seg í skinn,

so gongur hon í hallina

for unga Ílint inn.

 

85 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

fell so væl til fíggja:

“Her er ein maður frá Ólavi kongi,

og nú vil hann teg síggja.”

 

86 Ílint snúðist av hallini út,

brandin við sær bar:

“Krist signi teg, Einar ungi,

hvat vilt tú mær?”

 

87 Svaraði Einar, kempan sterk,

hugsar hann so við sær:

“Ólavur kongur í Tróndheim norður

hann sendi meg aftur her.

 

88 Ólavur kongur í Tróndheim norður

hann tykist vera komin í vanda.

risin býr í Áskóg norður,

hann eykar teim øllum vanda.”

 

89 Ílint snúðist av hallini út,

hann ræður síni móður at takka,

gjøgnum fagran Brúndal

niður á Ferjubakka.

 

90 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

so er komið til mín:

“Tað vildi eg, Einar ungi,

at tú hevði verið mín.”

 

91 Tí svaraði Einar ungi,

loynir ei mín tunga:

“Eg kann ikki gera tað,

frættir tað Kristin unga.”

 

92 Ganga teir til strandar oman,

raskir dreingir nýtir,

yvir á Ferjubakka,

sum Ormurin fyri flýtur.

 

93 Vinda upp síni silkisegl

við so fáum orðum,

stryka ei á bunkan niður

fyrr enn við Tróndheim norður.

 

94 Kasta sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Einar

sínum fótum á land.

 

95 Fyrst steig Einar, kempan stór,

sínum fótum á land,

Ólavur kongur í Tróndheim norður

var riðin niður til strand.

 

96 Tað svaraði Ólavur kongur,

sær bar gull á hand:

“Hvar er hann Ílint, kempan sterk,

hann leyp ikki fyrstur í land?”

 

97 Tað svaraði Einar ungi

bæði hyggin og vitur:

“Hetta er hann Ílint sterki,

í lyftingini situr.”

 

98 “Ver vælkomin, Ílint sterki,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

99 Drekka teir í Tróndheim suður

bæði úti og inni,

drukku mjøð og kláran vín,

glaðir á hvørjum sinni.

 

 

Triði táttur

 

100 Risin gongur í helli sítt

við miklum ýtameingi:

“Nú lystir meg í Tróndheim suður

út spekja kongins dreingir.”

 

101 Drekka teir í Tróndheim suður.

man meg rætt um minna,

drekin tók at ýla á,

tá ið dagurin tók at dimma.

 

102 Allir tykjast kongins menn

falla teimum í fátt,

tá ið hesin grimi risi

hann steig á hallargátt.

 

103 Svaraði tann hin grimi risi,

hann steig á hallargátt:

“Havi tað tú nú, Ólavur kongur.

eg drekki við tær í nátt!”

 

104 Allir drýptu høvdi niður,

eingin tordi tala

uttan Ílint, kempan sterka,

hann kvaðst ikki við at svara.

 

105 Svaraði Ílint, kempan sterk,

hann blandar mjøðin enn:

“Eg kalli tað ei vera trøllaligt

at drekka blant kristnar rnenn.”

 

106 Risin reiggjar jarnstong síni,

hann vil ikki megi loyna,

aktaði konginum banasár

og odd í hjálmar at royna.

 

107 Risin reiggjar jarnstong síni,

øllum tykir undur,

Ílint trívur um jarnstongina,

støkkir í lutir sundur.

 

108 Berjast teir í borgini,

øllum tykir undur,

so fóru teir at um nakra tíð,

at borgin hon gekk sundur.

 

109 Berjast teir í borgini,

braka tók í høll,

risin og hann Ílint sterki

teir koma á grønan vøll.

 

110 Berjast teir á grønum vølli,

øllum tykir undur,

so var mær av sonnum sagt,

at risin hann kom undir.

 

111 Berjast teir á grønum vølli,

søgur ganga frá,

so var mær av sonnum sagt,

at Ílint hann kom á.

 

112 Einar loypur úr glasglugga,

tá hann hetta sá,

snarliga brá hann búnum brandi,

hann høgg honum høvur frá.

 

CCF 44 D

TSB E 120

 

Handrit: Savn Hammershaimbs  AM, Access. 4c II, Schrøters blandinger nr. 17 (Sambært Føroya kvæðum verður henda uppskriftin varðveitt á Føroya Landsbókasavni, Tórshavn).

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 116.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 11. bind, s. 72

 

Heimild: Úr Suðuroy: J.H. Schrøter (1771-1851 ), Hvalba, 1847/1848.

 

E 120 Einars tættir (Man fights giant but defeats him only after getting famous champion’s help)

Einar tænir hjá Ólavi kongi í Tróndheimi, sum sendir hann at berja niður ein risa. Allir menn Einars eru falnir, og í fleiri dagar berjist hann einsamallur við risan. Hvørgin teirra megnar at vinna á hinum, og at enda fer Einar aftur til kongs.

Ólavur sendir hann til Íslands eftir tí unga riddaranum Ílinti at hava sær til hjálpar at drepa risan.

Ein annar risi roynir við stormi at steðga skipinum, men kongur nýtir mótgand.

Einar kemur aftur við Ílinti. Risin kemur til kongsins høll og vil drekka saman við kongi. Ílint sigur, at eingin risi sleppur at drekka við kristnum manni, og so verður bardagi. Ílint vinnur á risanum, og Einar hjálpir honum at høgga høvdið av risanum.

á føroyskum: CCF 44 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019