• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Finnboga ríma

 

CCF 47 C

TSB E 59

 

1 Í Skopun býr ein vaskur mann.

Álvur bóndi eitur hann.

 

2 Ferjumaður til Føroya bjó,

skjýtur skip sítt út á sjó.

 

3 Finnbogi inn í skútuna steig,

skútan niður um naglan neig.

 

4 Sigla síðan suður um fjørð,

skútan bognaði sum ein gjørð.

 

5 Kastaðu akker fram av stavn,

tóku land í Skopunar havn.

 

6 “Hvat vilt tú heldur, kempan høg.

kveikja eld ella søkja løg?”

 

7 Ikki tóktist kempan høg

tjenligt vera at søkja løg.

 

8 Heldur vildi kempan høg

kveikja eld enn søkja løg.

 

9 Finnbogi tekur at blása burr,

eldiviður var illa turr.

 

10 Álvur skreiðir øksi við lær,

Finnbogi hugsar nú við sær.

 

11 Álvur reiggjar øksi hátt,

Finnbogi snúgvar sær undan brátt.

 

12 Tá var ikki kyrt um kvøld,

stoyttu ketilin niður í eld.

 

13 Bankaðust teir við nevum hart,

hvørgin gat tá annan spart.

 

14 Bíla stendur fram í vegg,

bana fekk hvør, sum møtti egg.

 

15 Hagar otaðist Álvur at,

einki virdi Finnbogi tað.

 

16 Hann brá hann fram mót benjarlund,

síðan læt hann falla um.

 

17 Brotnaði riv og bringan hálv,

Finnbogi leggur nú á Álv.

 

18 Gróv hann so í Grikkjulág,

gekk til songs og gjørdi sær náð.

 

19 Svav tá, inntil sól skein bjørt,

rætt sum hann hevði einki gjørt.

 

20 Finnbogi suður við Sandoy rør,

í skemmu sita møðgur tvær.

 

21 Í skemmu sita møðgur tvær,

sárliga gráta báðar tær.

 

22 “Sannheit skalt tú siga meg:

hvør mundi flyta norðan teg?”

 

23 “Álvur bóndi flutti meg,

so var lokið, eg sló hann í hel.”

 

24 Gráta tók tá Grímaskor,

leit so niður á skútunnar borð.

 

25 Grátið nú bæði konur og kall:

hetta man koma fyri Hákun jall.

 

26 Finnbogi seg til ferju bjó,

skjýtur skútu út á sjó.

 

27 Tóku havn á Nøríkisvág,

síðan mundi fyri jallin gá.

 

28 “Sannheit skalt tú siga meg:

hvør var hann, sum flutti teg?”

 

29 “Álvur bóndi flutti meg,

so var lokið, eg sló hann í hel.”

 

30 Jallurin svór og rætti upp hond:

“Tú skalt berjast mót blámann.”

 

31 Blámann hann á hondum tekur,

búkin niður í stein hann rekur.

 

32 “Tú skalt teg á Tarvatjørn,

royna roysni við hvítubjørn.”

 

33 Jallurin sló tá dýrið á granar,

dýrið legði seg út og svam.

 

34 Eitt gekk upp og annað niður,

kavaði undir bjørnsins síðu.

 

35 Finnbogi hugsar við sjálvum sær,

tók til muddin, móðir hans gav.

 

36 Finnbogi kavar djúpt í sjógv,

stingur dýrið inn undir bógv.

 

37 Heldur nú fast í bjørnsins skinn.

letur so sárið bløða inn.

 

38 Dýrið søkk tá niður at grunni.

Finnbogi leikar glaður á sundi.

 

39 Finnbogi reikar fyri jallin inn:

“Loystar eru treytir um sinn.”

 

40 Tá róstu honum allir og jallurin sjálvur:

“Hetta er betri maður enn Álvur.”

 

CCF 47 C

TSB E 59

 

Handrit: AM Rask 113.

 

Útgávur: 

1. Útvalg, Tórshavn 1986, I, nr. 3.

2. Dimmalætting 1885, nr. 9f.

3. Chr. Matras (legði til rættis.): Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1937-1939 s. 42.

4. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 151.

5. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 11. bind, s. 99

 

Heimild: Úr Nólsoy: Jákup Nolsøe (1776-1869), Tórshavn, f. í Nólsoy, 1823.

 

E 59 Finnboga ríma (Man escapes penalty for manslaughter by accomplishing difficult tasks)

Finnbogi úr Føroyum hittir mannin Álv, sum leggur á hann við øks. Finnbogi fær hendur á øksini og drepur Álv við henni. (Frábr. A, B, D-G: Hann hittir kvinnu, sum syrgir deyða Álvs. Finnbogi uggar hana og giftist við henni.)

Hákun jallur í Noregi frættir, at Finnbogi hevur dripið mann, og sendir boð eftir honum. Hann býður Finnboga at berjast ímóti einum riddara og einari hvítabjørn, og hetta eydnast honum væl at fullgera. Frábr.: A, D-F: Jallurin ger hann til skattkrevjara í Føroyum.

á føroyskum: CCF 47 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019