• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Finnboga ríma

 

CCF 47 D

TSB E 59

 

1 . Í Skopun býr ein menskur mann,

Álvur bóndi eitur hann.

 

2 Álvur hann er jalsins mann

at føra skatt av Føroyaland.

 

3 Álvur førir jalli skatt,

eingin segði, tað var rætt.

 

4 Álvur hann er váknum før,

heldur nú ferðina norður um fjørð.

 

5 Fyri situr Finnhogi á Siglisoy,

honum lystir at søkja moy.

 

6 Finnbogi situr á Siglisoy,

nú býst hann at biðja moy.

 

7 Finnbogi mælti so orðum vítt:

“Álvur, lova mær í ferju títt!”

 

8 “Gjarna læni eg tær ferju mítt

til tín farm at føra frítt.”

 

9 Finnbogi fór sær niður til strand,

ferjan lá har skamt frá land.

 

10 Finnbogi inn í skutin stígur,

skútan niður um nagla nígur.

 

11 Vindur hann segl so hátt í rá,

siglir so inn á Tóravág.

 

12 Leggur hann skútuna fram í gjálv,

nú rør Finnbogi ein og Álv.

 

13 Siglir hann fram við grønari líð.

heldur so í tann streym so stríð.

 

14 Siglir hann fram við grøna lund.

heldur so beint á Høvdasund.

 

15 Sjógvurin brýtur sum boðaslóð.

báran oman fyri stýrið stóð.

 

16 Náddi hann ikki um sundið fram.

vendi so aftur á Skopunar land.

 

17 Vendi so aftur á Skopunar land.

sum Álvur búði har við strand.

 

18 “Álvur, læna mær loftlð títt

til mín farm úr ferju frítt!”

 

19 “Gjarna læni eg tær loftið breitt

til tín farm úr ferju greitt.

 

20 Gjarna læni eg tær loftið tað.

Finnbogi, far ei hiðan í dag!”

 

21 Tá var teim so mangt til mál,

meðan teir drukku mjøð av skál.

 

22 Dagurin tók at kvølda tá.

“Finnbogi, far ikki hiðanífrá!”

 

23 Har var hvørki eld ella ljós,

Finnbogi sat í myrka hús.

 

24 “Hvat heldur vilt tú, kempan høg.

kveikja eld enn søkja løg?”

 

25 Ikki tyktist kempan høg

kunnigt vera at søkja løg.

 

26 Heldur kvaðst tá kempan høg

kveikja eld enn søkja løg.

 

27 Finnbogi blæsur byr á burr,

brenniviður var illa turr.

 

28 Bílan stendur bak við vegg,

fýra spannir fyri skegg.

 

29 Fýra spannir fyri skegg,

bani hvøns, sum møtir egg.

 

30 Álvur skreiðir øksi við lær,

Finnbogi hugsar við sjálvum sær.

 

31 Finnbogi hugsar við sjálvum sær:

“Hesa man hann ætla mær.”

 

32 Álvur reiggjar øksi hátt,

Finnbogi bar seg undan brátt.

 

33 Ferjan sakk í gólvið hálv,

Finnbogi loypur aftur á Álv.

 

34 Berjast teir við nevum tá,

hvørgin spardi annan á.

 

35 Berjast teir við nevum. hart,

hvørgin gat tá annan spart.

 

36 Bróstið møtti beinan sting,

tá leyt bringan ganga inn.

 

37 Brotnaði riv og bringan hálv,

Finnbogi leggur nú á Álv.

 

38 Tá var ikki kyrt um kvøld,

ketil stoyttist niður í eld.

 

39 Tá var ikki kvirt um stundir,

síðan brutu teir ketilin sundur.

 

40 Finnbogi við síni longu bein

springur hann niður við jarðarmein.

 

41 Springur hann niður við jarðarmein,

rykkir nú Álvin fram um stein.

 

42 Snarliga seg eftir øksi brá,

høgdi so Álvins høvur frá.

 

43 Gróv hann hann í Grikkjulág,

gekk í song og tók sær náð.

 

44 Har svav hann, til sól skein bjørt.

sum hann hevði einki gjørt.

 

45 Finnbogi gekk sær niður til strand.

ferjan lá har skamt frá land.

 

46 Finnbogi inn í skutin steig,

skútan niður um naglar neig.

 

47 Leggur hann skútuna fram í gjálv,

nú rør hann ein og ikki Álv.

 

48 Seggurin fram við landi rør,

tá búðu í skemmu moyar tvær.

 

49 Finnbogi heldur inn á sand,

har stígur hann sín fót á land.

 

50 Finnbogi gongur frá strondum heim.

moyggjar halda sær á gleim.

 

51 Finnbogi gongur í hallina inn,

moyggjar blikna undir skinn.

 

52 Tann yngra heilsar honum fyrr,

ferjumanni eftir spyr.

 

53 “Sannan vil eg siga við teg,

Álvur bóndi flutti meg.”

 

54 Moyggin flutti so sítt orð:

“Sást tú Álv í Skopun norð?”

 

55 “Sjáldan skiljast vær vinir væl,

so bar mær til, eg sló hann í hel.”

 

56 Sára græt hon Guðrun Skor,

svímaði niður for skemmuborð.

 

57 “Blíða brúður, ver nú kát!

Eg vil ikki hoyra tín grát.

 

58 Yndibrúður, unna meg!

Eg vil ikki reiðast við teg.”

 

59 Tók hana upp í favn á sær,

snarliga niður til strandar bar.

 

60 Sigldi so aftur á Siglisoy

við teirri føgru fríðu moy.

 

61 Hetta frættist út í hall,

haðan inn for Hákun jall.

 

62 Mongum mundi jallurin elva sút:

Finnbogi skal av landi út.

 

63 Tá komu tíðindi helst til sút,

at Finnbogi skuldi av landi út.

 

64 Finnbogi gekk sær niður til strand,

ferjan lá har skamt frá land.

 

65 Finnbogi inn í skutin steig,

skútan niður um naglar neig.

 

66 Vindur hann segl so hátt í rá,

síðan helt hann londum frá.

 

67 Síðan helt hann londum frá,

siglir so inn á Berinar vág.

 

68 Síðan gekk hann suður um fjall,

haðan inn for Hákun jall.

 

69 Finnbogi tekur í jalsins hand:

“Eg føri skatt av Føroyaland.”

 

70 Finnbogi heldur í jalsins hand,

hann biður um frið til Føroyaland.

 

71 “Tú hevur dripið í Føroyum ein mann.

Álvur bóndi eitur hann.”

 

72 Finnbogi svarar, sum hann kann:

“Álvur var mín undirmann.”

 

73 Jallurin svør á sína trú:

“Álvur var frægari maður enn tú.”

 

74 Jallin talar orðum treyst:

“Tá skalt berjast við blámann fyrst.

 

75 Ei skalt tú koma hiðan tvist,

berjast skalt tú við blámann fyrst.”

 

76 Tá ið teir fóru borgum frá,

gríðskur var tá blámann at sjá.

 

77 Finnbogi upp í bringu tók,

grúkin niður á steinin sló.

 

78 Finnbogi upp í bringu tekur,

grúkin niður í steinar rekur.

 

79 Finnbogi gekk fyri jallin tá:

“Vunnin er treytin, tær løgdu á.”

 

80 Finnbogi tekur í jallins hand.

biður um frið til Førøyaland.

 

81 “Tú hevur dripið í Føroyum ein mann,

Álvur bóndi eitur hann.”

 

82 Sígur tá á jallin ivrin mestur:

“Tú vá Álv í Skopun vestur.

 

83 Tú skalt fara á Tarvatjørn,

royna sund við hvítabjørn.

 

84 Tá ið tú stígur um henda garð,

øll tíni klæði leggur tú har.

 

85 Øll tíni klæði leggur tú har,

ikki hevur hvast hjá tær.

 

86 Tú skalt stíga um jarðarmeinið

og berjast við bjørn í skjúrtu eini.”

 

87 Tá ið hann steig um henda garð,

øll síni klæði legði hann av.

 

88 Finnbogi hevði ein lítlan knív,

seymar hann inn í skjúrtu sína

 

89 Dýrið fell for jallin í knæ,

tað vildi ikki drýpast í kav.

 

90 Jallurin sló tað dýrið á granar,

so legðist tað á vatnið og svam.

 

91 Tá var ikki meira við,

eitt fór upp og annað niður.

 

92 Tá ið bjørnin hetta sá,

hon leysa seg úr vatni brá.

 

93 Bjørnin brá úr vatni upp,

Finnbogi kavar niður á botn.

 

94 Snarliga seg við grunni brá,

kom har upp, sum bjørnin lá.

 

95 Nú skal gera lítið av,

brá tann knív, ið móðir gav.

 

96 Stakk hann undir bjarnar bógv,

tað var skaði meir enn nógv.

 

97 Finnbogi gjørdi meir um sinn.

helt fyri uttan, læt bløða inn.

 

98 Dýrið sakk í døkkan sand,

Finnbogi kom sær upp á land.

 

99 Finnbogi gongur for jallin tá:

“Vunnin er treyt, tær løgduð á.”

 

100 Finnbogi tekur í jallins hand,

biður um frið til Føroyaland.

 

101 Allir lova hann og jallin sjálvur:

“Hetta er mætari maður enn Álvur. ‑

 

102 Finnbogi førir nú jalli skatt,

allir søgdu, at so var rætt.

 

CCF 47 D

TSB E 59

 

Handrit: FLB (Føroya Landsbókasavn) Savn Hammershaimbs F I, 5-02 [7].

 

Útgávur:

1. Útvalg, Tórshavn 1986, I, nr. 3.

2. Dimmalætting 1885, nr. 9f.

3. Chr. Matras (legði til rættis.): Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1937-1939 s. 42.

4. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1941) Band  II, Teil 1, s. 152.

5. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 11. bind, s. 102.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Hendrik Schrøter (1771-1851), Hvalba.

 

 

 

E 59 Finnboga ríma (Man escapes penalty for manslaughter by accomplishing difficult tasks)

Finnbogi úr Føroyum hittir mannin Álv, sum leggur á hann við øks. Finnbogi fær hendur á øksini og drepur Álv við henni. (Frábr. A, B, D-G: Hann hittir kvinnu, sum syrgir deyða Álvs. Finnbogi uggar hana og giftist við henni.)

Hákun jallur í Noregi frættir, at Finnbogi hevur dripið mann, og sendir boð eftir honum. Hann býður Finnboga at berjast ímóti einum riddara og einari hvítabjørn, og hetta eydnast honum væl at fullgera. Frábr.: A, D-F: Jallurin ger hann til skattkrevjara í Føroyum.

á føroyskum: CCF 47 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019