• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Fípan fagra

 

CCF 48 B

TSB E 159

 

1 Skalli undir fjalli býr,

grarpar til hann ríða,

tað var honum til lukku lagað,

hann átti dóttur fríða.

 

2 Tað var honum til lukku lagað,

væna dóttur átti,

Fípan fagra var hon nevnd,

og væl so eita mátti.

 

3 Tað var henni til lukku lagað,

hon skuldi akur goyma,

frúgv sat úti árla og síðla,

kundi ei vinir gloyma.

 

4 Eitt kom æl av útsynningi,

heim til húsa at fýsa,

hon sá skip eftir havi koma,

higar í æli lýsa.

 

5 Kastar síni akkeri

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Eirikur kongur

sínum fótum á land.

 

6 Eirikur gekk frá strondum niðan

helst við ongar sveinar,

har sat frúgv við akur og skar,

hann talaði við hana eina.

 

7 Hann setti seg hjá frúnni niður

við ást og góðum vilja:

“Eg skal føra teg í ríki mítt

og teg við ánir skilja.”

 

8 Til tað svaraði Fípan fagra,

hin vitra og hin svinna:

“Tú manst ætla tær mætari moyggj,

og tær við sømdir at vinna.”

 

9 Tað var hin ungi Eirikur kongur.

snúgvar sítt skip í hav,

har kom annar aftaná,

sum ikki tí betri var.

 

10 Eitt kom æl av útsynningi,

heim til húsa at fýsa,

hon sá skip eftir havi koma,

higar í æli lýsa.

 

11 Kastar síni akkeri

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann risin

sínum fótum á land.

 

12 Henni vórðu føtur fastir við jørð,

hon vildi til húsa fara,

tað sker so mangt eitt neyðinsverk.

tá ið tú tað minst um varar.

 

13 Risin gekk frá strondum niðan

helst við ongar sveinar,

har sat frúgv við akur og skar,

hann talaði við hana eina.

 

14 Hann setti seg hjá frúnni niður

við ást og góðum vilja:

“Eg skal føra teg í helli mítt

og teg við ánir skilja.”

 

15 Hann setti seg hjá frúnni niður

við tí skeggi svarta,

Fípan fagra av møði grætur,

bleytt er barnsins hjarta.

 

16 Hann tekur hennara báðar hendur

aftur um bak at binda,

Fípan fagra av møði grætur,

næstum av harmi springur.

 

17 Vundu upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykaðu ei á bunka niður

fyrr enn við risans land.

 

18 Innarlaga í hellinum

ringla gamlar tenn:

“Manga hevur tú neyðina veitt,

ei leiðist tær tað enn.”

 

19 Risin fór út árla morgun

villini djór at beita,

kelling tokar í herin fram,

hon tekur til bond at greiða.

 

20 “Tú ríð tær hart, tú ríð tær snart

ígjøgnum ta grønu lund,

tá ið tú sært teg aftur um bak,

ei verður fegið sprund!

 

21 Tú ynsk fyri honum bjørg og vatn

og stóran eld at brenna,

tá ið tú sært teg aftur um bak,

sært tú risan renna!”

 

22 Risin kom frá skóginum heim,

hann saknar brúður úr bondum,

hann hevði eingi skamri ráð,

hann tók sína móður á hondum.

 

23 Hann tók hennara búk og bein,

leggur á hurðarás:

“Tú skalt mær,” segði risin,

“í kvøld til øskukrás.”

 

24 Hon reið hart, og hon reið snart

gjøgnum ta grønu lund,

tá ið hon sá seg aftur um bak.

ei varð fegið sprund.

 

25 Hon ynskti fyri honum bjørg og vatn

og stóran eld at brenna,

tá ið hon sá seg aftur um bak.

tá sá hon risan renna.

 

26 Vatnið tað drakk hann,

og sløkkja mundi hann bálið,

tá ið hann kom at bjørginum,

rivna mundi hann tá.

 

27 Hon reið gjøgnum tann djúpa dal

og gjøgnum tann skógin fríða,

hon sær høgar kongsborgir

og mangan riddara ríða.

 

28 Hon sær høgar kongsborgir

og mangan riddara ríða,

Eirikur kongur í kjortli reyð,

honum sømir so væl at bíða.

 

29 Hon gekk at teim durunum,

ið minst var mannatrongd,

hon biður ein av durasveinum

vísa sær inngongd.

 

30 Uttarlaga sær sessin tekur

burtur frá skemt og teiti,

bjarta brúður á beinki situr,

spyr, hvussu navnið eitur.

 

31 Til tað svaraði Fípan fagra,

ið mist hevði skemt og teiti:

“Tað er mítt tað hægsta navn,

eg Nævrakrasti eiti.”

 

32 “Navn hevur tú av neyðum fingið

og so tíni klæði skorin,

tað verður ikki, meðan tú livir,

at tú hevur tílíkt borið.”

 

33 Hon gekk at tí borðinum

at seyma tann dúkin dýra,

á skamri stund hon seymaði hann,

hon kundi væl nál at stýra.

 

34 Eirikur kemur frá skóginum heim,

hann sær tey merki stór:

“Hvør hevur her til hallar verið ,

síðan eg heiman fór?”

 

35 Svaraði hansara sæla móðir,

stendur í silki tvinna:

“Her hevur eingin til hallar verið

uttan ein fátæk kvinna.”

 

36 Eirikur heitir á sveinarnar

tvinnar ella tríggjar:

“Kalla mær moy í hallina inn,

sjálvur vil eg hana síggja!”

 

37 Tríggjar ferðir sveinarnir gingu,

áðrenn hon í hallina gekk,

Eirikur kongur á gólvi stendur,

ymsar litir fekk.

 

38 Hann reiv av henni børk og bein,

og ástin inn at hjarta,

kinnin var reyð sum hummarklógv

og hárið sum gullið bjarta.

 

39 “Tann lut, sum eg átti fyrr,

hann lovi eg at enda,

hesa skal eg festa mær

og hina aftur senda.”

 

40 Frúgvin bleiv sett á brúðarbonk.

Eirikur millum kallar,

nú kann eg ikki skemta meir.

nú man ríman halla.

 

41 Frúgvin bleiv sett á brúðarbonk.

Eirikur millum dreingir,

nú kann eg ikki skemta meir.

og ei er ríman longri.

 

CCF 48 B

TSB E 159

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [5].

 

Útgávur: 

1. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I. bind, s. 27.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 2, s. 166.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 11. bind, s. 136.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Elisabeth Christiane Schrøter (1803-1873), Vági, 1845. 

 

E 159 Fípan fagra (Girl carried off by giant escapes in magic flight)

Gentan Fípan noyðist at ansa eftir akrinum hjá pápa sínum, og henni leiðist.

Eirikur kemur við skipi, ber eyga við hana, og honum tykir synd í henni. Hann ber upp bønarorð. Tá ið hann hevur sagt henni, at hann fer at senda eitt annað skip eftir henni, fer hann. Stormur brestur á. Fípan roynir at koma sær heim, men varnast, at hon er fest til jarðar.

Eitt skip kemur við risa innanborða. Hann sigur henni, hvussu hon fær loyst seg, og síðani fer hann við henni í helli sítt. Hann bindur hana, tí hann ætlar sær at eta hana.

Hann fer úr hellinum, og meðan hann er burturi, loysir mamma hansara hana og lærir hana at skapa eitt fjall, vatn og eld. Fípan sleppur úr hellinum. Risin kemur aftur og sær, at hon er farin. Hann drepur mammu sína og fer at jagstra Fípuna. Hon kallar fram vatn, eld og fjøll á leið hansara, og at enda skrædnar hann, sum hann roynir at eta sær leið ígjøgnum fjallið.

Í dularbúna kemur hon í kongshøllina, meðan Eirikur er burturstaddur. Tá ið hann kemur aftur, fær hann tey at koma við henni. Hon verður latin úr dularbúnanum, Eirikur kennir hana aftur og giftist við henni.

á føroyskum: CCF 48 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019