• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Fípan fagra

 

CCF 48 C

TSB E 159

 

1 Skalli undir fjalli býr,

garpar til hans ríða,

tað var honum til lukku lagað,

hann átti dóttur fríða.

 

2 Tað var honum til lukku lagað,

hann sær dóttur átti,

Fípan fagra var hennar navn,

so væl hon eita mátti.

 

3 Tað var henni til lukku lagað,

hon skuldi akur goyma,

hon situr úti árla og síðla,

kann ikki vinir gloyma.

 

4 Frúgvin sat úti og seymaði

eina morguntíð,

hon sá skip eftir havi koma

fyri grønari líð.

 

5 Frúgvin sat úti og seymaði

eina morgunstund,

hon sá skip eftir havi koma

fyri grønari lund.

 

6 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig Eirikur

sínum fótum á land.

 

7 Eirikur gongur frá strondum niðan

ein við ongar sveinar,

henda frú við akur situr,

hann talar við hana eina.

 

8 Eirikur stendur á teiginum,

hann letur so orðum byrja:

“Hví situr tú so eina her?”

Tað ræður hann fyrst at spyrja.

 

9 “Tað er mær til lukku lagað,

at eg skal akur goyma,

tí siti eg úti árla og síðla,

eg kann ikki vinir gloyma.”

 

10 “Eg vil teg við sømdir fá,

ást og góðan vilja,

føra teg so til hallar heim

og teg frá ánum skilja.”

 

11 Hann legði hendur á frúnnar háls,

bað hana sæla sitja:

“Skipið er tætt, tað liggur í ætt,

tín kemur annar at vitja.”

 

12 Eitt kom æl av útnorðri,

trøll og trylskir veita,

frúgvin kastar saks og seym,

hon skuldi til húsa leita.

 

13 Frúgvin kastar saks og seym,

hon skuldi til húsa ganga,

henni vórðu føtur fastir við jørð,

hon slapp ikki upp at standa.

 

14 Frúgvin kastar saks og seym,

hon skuldi til húsa fýsa,

hon sá skip eftir havi koma,

tá ið ælið tók at lýsa.

 

15 Kastar sínum akkeri

á so hvítan sand,

fyrstur steig risin

sínum fótum á land.

 

16 Risin gongur frá strondum niðan

heim við ongar sveinar:

“Eg sá frú við akur sita.”

Hann talar við hana eina.

 

17 Risin stendur á teiginum,

letur so orðum byrja:

“Hví sitið tær so eina her?”

Tað ræður hann fyrst at spyrja.

 

18 “Eg vil teg við sømdum fá,

ást og algott vilja,

føra teg so til hallar heim

og so frá ánum skilja.”

 

19 Risin stendur á teiginum,

ristir skeggið svarta,

Fípan fagra møðug grætur,

bleytt er barnsins hjarta.

 

20 Risin stendur á teiginum,

letur so orðum víkja:

“Blás tú mær á einum strá!”

So mundi hann fljóðið svíkja.

 

21 Hon blæs honum á einum strá,

hon meinti, ei skuldi saka,

síðan vuksu sorgirnar,

hann mundi hana burtur taka.

 

22 Hann tók hana í fang sítt upp,

ongum segði frá,

hann bar hana til strandar oman

mót teirri bylgju blá.

 

23 Hann tekur hennara gula hár,

hann fast við súðir bindur,

Fípan fagra møðug grætur,

hon næst av harmi springur.

 

24 Løgdu undan Álafossi

heim við ongar árar,

so var at líta á vørir hans,

sum vindur fýkur bárur.

 

25 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig risin

sínum fótum á land.

 

26 Hann tekur hana á bakið upp.

honum man einki bella,

bar hana so í fjallið upp,

tað eitur í Oknarhelli.

 

27 Innarlaga í heygginum

har ringla gamlar tenn:

“Mangari hevur tú neyðir veitt,

og ei leiðist tær enn.”

 

28 Hann tekur hennara gula hár,

hann fast við bondum bindur,

Fípan fagra møðug grætur,

hon næst av harmi springur.

 

29 Risin legðist við árni fram,

fullur av øskukrási:

“Grát ikki, Fípan, fárligt fljóð,

tí fátt verður tær á vási!”

 

30 Risin fer á skógvar burt

villini djór at veiða,

kelling vappar úr vánum fram.

hon tekur nú bond at greiða.

 

31 Kelling vappar úr vánum fram.

nú gerst fljóðið fegið,

nú man vera fyri Gjøtilsheyg

og komin at endadegi.

 

32 Kelling vappar úr vánum fram,

hon tekur fljóði at fagna:

“Tríggjar ynskir skal eg tær geva,

og allir skulu tær gagna.

 

33 Tá ið tú kemur í skógvin fram,

tá gerst tú fegin,

tú rív upp á teg børkuvið,

tú hevur væl onnur klæði!

 

34 Tá ið tú kemur í skógvin fram,

sært tú risan renna,

tú ynsk tær bæði bjørg og vatn

og høgar eldar brenna!”

 

35 Risin kemur av skógvi heim,

saknar fljóð úr bondum,

hann sær sær ikki sømri ráð,

hann tók sína móður á hondum.

 

36 Hann tekur hennar búk og bein,

førir á hurðarás:

“Ligg nú her fyri Gjøtilsheyg

í kvøld til øskukrás!”

 

37 Risin tekur jarnstong upp,

stikar skjótt um stund,

fljóðið varð fegið við,

tað leit seg aftur á fund.

 

38 Tá ið hon kom í skógvin fram,

tá gjørdist hon fegin,

hon reiv upp á seg børkuvið,

hon hevði væl onnur klæði.

 

39 Tá ið hon kom í skógvin fram,

sá hon risan renna,

ynskti sær bæði bjørg og vatn

og høgan eld at brenna.

 

40 Drekka mundi hann vatnið.

sløkkja mundi hann bál.

tá ið hann kom at bjørginum.

springa mundi hann tá.

 

41 Fljóðið gongur í skógnum fram.

fagrar fløtur og fríðar,

hon sá heima í kongins garði

mangar riddarar ríða.

 

42 Hon sá heima í kongins garði

mangar litaðar hestar,

hann var í reyðum skarlaksklæðum.

ið frúnna skuldi festa.

 

43 Hon gekk sær at durunum,

sum mikil var mannatrongd,

hon bað ein duravaktara

veita sær inngongd.

 

44 Uttarlaga hon sessin tók,

ið mist hevði gleði og teiti,

brúður bjørt á beinki situr,

spyr, hvat navn hon eitur.

 

45 Brúður bjørt á beinki situr,

spyr, hvat navn hon eitur,

tað er hennar hægsta svar,

at “Nævurbussa eg eiti.”

 

46 “Navn hevur tú av neyðum fingið.

so tíni klæði skorin,

tað er ikki á tínari ævi,

tú hevur tey tílík borið.”

 

47 Hon gekk sær at borðinum.

hon tók tann dúkin dýra,

hon seymaði skjótt á skamri stund,

hon kundi teirri nál at stýra.

 

48 Eirikur kemur av skógvi heim,

sær tey merki stór:

“Hvør er higar til hallar komin,

síðan eg heiman fór?”

 

49 Svaraði hans sæla móðir,

silki fagurt tvinnar:

“Her er eingin til hallar komin

uttan ein fátæk kvinna.”

 

50 Eirikur stendur á hallargólvi,

talar til frúvu svá:

“Leiðið mær frú í høllina inn,

latið meg sjálvan sjá!”

 

51 Tveir vóru teir sveinar,

ið eftir frúnni gekk,

Eirikur stendur á hallargólvi,

hann ymsar litir fekk.

 

52 Hann reiv av henni børkuvið

niður frá ljósum enni,

allar tær, ið inni vóru,

bliknaðu fyri henni.

 

53 Eirikur stendur á hallargólvi,

honum var ást í hjarta,

kinnin er reyð sum hummarklógv

og hárið sum gullið bjarta.

 

54 “Eg havi lovað heitstreingi,

tað fari eg at enda,

hesa frúvu at festa mær

og hina aftur at senda.”

 

55 Frúgvin varð sett á brúðarbonk

og Eirikur á kallbekk,

so mangur stoltur riddari

millum teirra gekk.

 

56 Frúgvin varð sett á brúðarbonk

og Eirikur millum dreingja,

eg kann ikki kvøða tað,

ið hoyrt er ikki longri.

 

57 Frúgvin varð sett á brúðarbonk

og Eirikur millum jalla,

eg kann ikki kvøða tað,

nú man ríman halla.

 

CCF 48 C

TSB E 159

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [5].

 

Útgávur: 

1. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I. bind, s. 27.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 2, s. 168.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 11. bind, s. 142.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Daniel Joensen, Dánjal við Gjógvará (1789-1855), Vági, føddur í Sumba, 1848. 

 

E 159 Fípan fagra (Girl carried off by giant escapes in magic flight)

Gentan Fípan noyðist at ansa eftir akrinum hjá pápa sínum, og henni leiðist.

Eirikur kemur við skipi, ber eyga við hana, og honum tykir synd í henni. Hann ber upp bønarorð. Tá ið hann hevur sagt henni, at hann fer at senda eitt annað skip eftir henni, fer hann. Stormur brestur á. Fípan roynir at koma sær heim, men varnast, at hon er fest til jarðar.

Eitt skip kemur við risa innanborða. Hann sigur henni, hvussu hon fær loyst seg, og síðani fer hann við henni í helli sítt. Hann bindur hana, tí hann ætlar sær at eta hana.

Hann fer úr hellinum, og meðan hann er burturi, loysir mamma hansara hana og lærir hana at skapa eitt fjall, vatn og eld. Fípan sleppur úr hellinum. Risin kemur aftur og sær, at hon er farin. Hann drepur mammu sína og fer at jagstra Fípuna. Hon kallar fram vatn, eld og fjøll á leið hansara, og at enda skrædnar hann, sum hann roynir at eta sær leið ígjøgnum fjallið.

Í dularbúna kemur hon í kongshøllina, meðan Eirikur er burturstaddur. Tá ið hann kemur aftur, fær hann tey at koma við henni. Hon verður latin úr dularbúnanum, Eirikur kennir hana aftur og giftist við henni.

á føroyskum: CCF 48 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019