• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Fípan fagra

 

CCF 48 Da

TSB E 159

 

1 Kallin fyrr í forðum ráddi,

væna dóttur átti,

hon var Fípan fagra nevnd,

væl so eita mátti.

 

Fuglin í fjøruni

hann eitur más,

silkibleik er húgva hans,

sum knept er hans hár,

fuglin í fjøruni.

 

2 Skalli undir fjalli býr,

garpar til at ríða,

tað var honum til eydnu lagað,

hann átti moy so fríða.

 

3 Tað var frúgvin Fípan fagra,

skuldi akri goyma,

hon sat úti árla og síðla,

hon kundi hann ikki gloyma.

 

4 Frúgvin sat úti og seymaði

eina morguntíð,

hon sær skip av havi koma

inn fyri grøna líð.

 

5 Higar ið hansara snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

6 Læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Eirikur

sínum fótum á land.

 

7 Eirikur gekk frá strondum niðan

seg við ongar sveinar,

hann sá frú við akur sita,

talar við hana eina.

 

8 “Eg skal teg við sømdum vinna.

hevur tú allan vilja,

eg skal teg frá akri skilja,

heim til hallar skilja.”

 

9 “Tú manst vera ein mikil maður.

eg ein fátæk kvinna,

tú manst ætla tær aðra frú

við sømdum tær at vinna.”

 

10 Leggur hann hendur um frúnnar háls,

biður hana sæla sita:

“Hann man koma at vitja tín,

tú manst ikki vita.”

 

11 Frúgvin sat úti og seymaði

eina morguntíð,

hon sær skip av havi koma

inn for grøna líð.

 

12 Higar ið hansara snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

13 Risin gekk frá strondum niðan

seg við ongar sveinar,

hann sær frú við akur sita.

talar við hana eina.

 

14 Dregur at tí myrka æli,

trøll av trølskum veita,

frúgvin kastar saks og seym,

skuldi til húsa leita.

 

15 Frúgvin kastar seym á knæ,

skuldi til húsa ganga,

tá vórðu føtur fastir við jørð,

hon náddi ikki upp at standa.

 

16 “Eg skal teg við sømdum vinna,

hevur tú allan vilja,

flyta teg í helli mítt,

við stórar vánir skilja.”

 

17 Hon blásti at honum við einum strá,

meinti, tað skuldi ikki saka,

men hann kom á baki hennara,

mundi hana burtur taka.

 

18 Hann tók hennara báðar hendur

aftur um bak at binda,

frúgvin græt so møðuliga,

blóð sprakk undan linda.

 

19 Hann tók hennara báðar hendur,

bant við lindir fastar,

frúgvin græt so møðuliga,

bleytt er barnsins hjarta.

 

20 Hann tók frú á bak sítt upp,

dró tí stríð av lunni

fimtan fet í fjallið niðan,

tí honum var leiðin kunnig.

 

21 Innarlaga í heygnum

ringla gamlar tenn:

“Mongum hevur tú neyðir vunnið,

ikki leiðist tær enn.”

 

22 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir.

hvat eg sigi tær:

“Loysir tú hana av neyðini.

deyðan vænta tú tær!”

 

23 Risin fór á skógvin burt

villini djúr at veiða,

kelling kreyp úr vánum fram,

tekur bond at greiða.

 

24 Kelling kreyp úr vánum fram.

gjørdi fljóðið fegið:

“Nú er satt, hvat Jøkil segði,

komið at endadegi.

 

25 Tá ið tú kemur í skógvin fram,

sært tú risan renna,

ynsk tær bæði bjørg og vatn

og stóran eld at brenna!”

 

26 Risin kemur av skógnum heim,

saknar brúður úr bondum,

visti sær ikki sviðri ráð,

enn tók sína móður á hondum.

 

27 Hann tók um hennara bæði bein.

kastar á hurðargátt:

“Ligg nú her, hvat Jøkil segði,

til øskukrás í nátt!”

 

28 Hann tók um hennara bæði bein.

kastar á hurðarás:

“Ligg nú her, hvat Jøkil segði.

í kvøld til øskukrás!”

 

29 Frúgvin kom í skógvin burt.

sá nú risan renna,

ynskti sær bæði bjørg og vatn

og høgan eld at brenna.

 

30 Bjørgið fekk hann ikki gnagað,

legði seg at eini á,

eg svørji tann ei við mína trúgv,

hann brast í lutir tvá.

 

31 Frúgvin gongur skjótt og brátt,

helst av skundarbræði,

dregur upp á seg birkavið,

hon hevði ei onnur klæði.

 

32 Frúgvin gongur skjótt og brátt

við fagrar føtur og fríðar,

hon sær undir borgini

mangan riddaran ríða.

 

33 Hon sær undir borgini

mangan riddar og hestar,

hann var í reyðum skarlaksklæði,

frúnna skuldi festa.

 

34 Hon kom at teim durunum,

so mikla mannatrang,

hon fekk sær ein duravaktar

at vísa sær inngang.

 

35 Eirikur kemur av skógnum heim,

sær tey merki stór:

“Hvør hevur her til hallar verið,

síðan eg heiman fór?”

 

36 Svaraði hansara sæla móðir,

silki situr og tvinnar:

“Her hevur eingin til hallar verið

uttan ein fátæk kvinna.”

 

37 Frúgvin gekk í hallina inn,

mist hevði gleði og teiti,

bjarta brúður á beinki situr,

spyria, hvat navn hon eitur.

 

38 Bjarta brúður á beinki situr,

spyrja, hvat navn hon eitur:

“Tað er mítt hitt besta navn,

Nævrikosti eg eiti.”

 

39 Eirikur talar til sveinarnar

tógva ella tríggjar:

“Leiðið mær frú í hallina inn.

sjálvur vil eg hana síggja!”

 

40 Hann spretti av henni birkavið

niður frá hvítum enni,

allar tær, ið inni vóru,

bliknaðu fyri henni.

 

41 Tá svaraði Eirikur:

“Nú er aftur at venda,

hesa frúvu at festa mær

og hina aftur senda.”

 

42 Drukkið varð teirra brúdleypið.

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Eirikur og hans vív.

 

43 Hon varð sett á beinkir,

hann á kallbekk,

mangur ríkur riddari

ímillum teirra gekk.

 

44 Hon varð sett á beinkir,

hann ímillum dreingir,

nú man endast frøðið tað,

gitið man verða leingi.

 

CCF 48 Da

TSB E 159

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, Nr. 42, s. 472.

 

Útgávur: 

1. V.U. Hammershaimb: Færøsk Anthologi I. bind, s. 27.

2. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II. Rikard Long legði til rættis, 1982 s. 83

3. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 2, s. 171.

4. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 11. bind, s. 150.

 

Heimild: Úr Sandoy: Jens Jensen, Biritu-Janus (1786-1868), Sandi, 1822. 

 

E 159 Fípan fagra (Girl carried off by giant escapes in magic flight)

Gentan Fípan noyðist at ansa eftir akrinum hjá pápa sínum, og henni leiðist.

Eirikur kemur við skipi, ber eyga við hana, og honum tykir synd í henni. Hann ber upp bønarorð. Tá ið hann hevur sagt henni, at hann fer at senda eitt annað skip eftir henni, fer hann. Stormur brestur á. Fípan roynir at koma sær heim, men varnast, at hon er fest til jarðar.

Eitt skip kemur við risa innanborða. Hann sigur henni, hvussu hon fær loyst seg, og síðani fer hann við henni í helli sítt. Hann bindur hana, tí hann ætlar sær at eta hana.

Hann fer úr hellinum, og meðan hann er burturi, loysir mamma hansara hana og lærir hana at skapa eitt fjall, vatn og eld. Fípan sleppur úr hellinum. Risin kemur aftur og sær, at hon er farin. Hann drepur mammu sína og fer at jagstra Fípuna. Hon kallar fram vatn, eld og fjøll á leið hansara, og at enda skrædnar hann, sum hann roynir at eta sær leið ígjøgnum fjallið.

Í dularbúna kemur hon í kongshøllina, meðan Eirikur er burturstaddur. Tá ið hann kemur aftur, fær hann tey at koma við henni. Hon verður latin úr dularbúnanum, Eirikur kennir hana aftur og giftist við henni.

á føroyskum: CCF 48 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019