• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ísmal fræga kempa

 

Ísmal fræga kempa

 

CCF  5 Ba

TSB E 74

 

1 Mangar bróta í havinum

brattar og bláar bylgjur,

Ísmali kom tá síðst í hug

formann sín at spyrja.

 

2 Ísmali kom tá síðst í hug

formann sín at spyrja:

“Vit skulum okkum í Hjaltriks garð

kongins dóttur at gilja.”

 

3 Út varð loystur gangarin

undir hallarvegg,

prýddur var hann við skarlak

niður á hóvarskegg.

 

4 Út varð loystur gangarin,

ið Ísmal skuldi á ríða,

prýddur var hann við skarlak

niður á miðal síðu.

 

5 Ísmal leyp í saðilin upp

yvir leysan loga,

studdist hvørki við skjøld ei svørð,

ei við saðilboga.

 

6 So reið Ísmal, fræga kempa,

lystiliga fram,

forgyltir leika ringarnir,

hans góði gangari rann.

 

7 Mitt í miðjum grasagarði

akslar hann síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

8 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Hjalprekur kongur við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

9 Ísmal gekk í hallina inn,

í forðum var tann siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

10 Ísmal stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðu sína:

“Sit væl, reystur Hjalprekur kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

11 Frúgvin eigur ein raskan bróður,

eitur Sjúrður svein,

stóð hann við tína høgru síðu,

tá vart tú ikki ein.

 

12 Frúgvin eigur ein raskan bróður,

eitur Sjúrður frægi,

stóð hann við tína høgru síðu,

hann tóktist vera tín maki.”

 

13 Ísmal leyp í saðilin upp

yvir leysan loga,

studdist hvørki við skjøld ei svørð,

ei við saðilboga.

 

14 Tað var Ísmal fræga kempa,

burt á skógvin reið,

møtti hann Sjúrði Sigmundarsoni

mítt á síni leið.

 

15 Svaraði Ísmal fræga kempa,

flest alt veit hann skil:

“Tær bjóði eg nú, Sjúrður,

mítt brúdleyp at koma til.”

 

16 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

heldur á brúnum knívi:

“Hvaðan av landi hevur tú fest

tað inniliga vívið?”

 

17 “Hjalprekur eitur hennara faðir,

Hjerdi hennara móðir,

so er mær av sonnum sagt,

tú ert hennara hálvbróðir.”

 

18 “Tað plagar eingin ærligur maður

so sína dóttur burt geva,

eg vildi, títt hálsbein sundur í tvey

varð sligið við mínum neva.”

 

19 Svaraði Ísmal fræga kempa,

ilt er skap at eggja:

“Hvørjar eru tær fyrstu treytir,

tú vilt á meg leggja?”

 

20 “Frammi á tann grøna vøll

liggja ormar seks,

allar skalt tú deyðar hava,

tú stígur á brúðarbekk.

 

21 Frammi á tann grøna vøll

liggja ormar tólv,

allar skalt tú deyðar hava,

tú stígur á brúðargólv.”

 

22 “Frammi á tann grøna vøll

liggja ormar tveir,

sig mær, Sjúrður Sigmundarson,

hvussu langir eru teir?”

 

23 “Átjan alin er ein av teim,

hartil tríggjar og tvá.”

“Eri eg sonur Samsons sterka,

ræðist eg ongan tá.”

 

24 “Átjan alin er ein av teim,

hartil tríggjar og tjúgu.”

“Eri eg sonur Samsons sterka,

ræðist eg ongan nú.”

 

25 Allar vá hann ormarnar,

tað var honum eingin treyt,

Finnin spýði eitur á hann,

hann náddi ikki burt av breyt.

 

26 Allar vá hann ormarnar,

tað var honum eingin vandi,

Finnin spýði eitur á hann,

hann náddi ikki burt at ganga.

 

27 Sjúrður kemur av skógnum heim,

hann kendi sær fullgott alvi,

setti seg upp í hásætið,

so hallarborgin skalv.

 

28 Fram gekk Svanhild sólarljóm,

føgur yvir allar kvinnur:

“Sjúrður hevur ráðalagt

Ísmali neisur vinna.”

 

29 Sjúrður leyp í saðilin upp,

hann er dreingja maki,

so reið hann á skógvin burt

fyri systur sínar sakir.

 

30 Ísmal liggur á grønum vølli,

staddur í orma vanda,

fegin varð hann, tá hann hoyrdi

Grana hógvar ganga.

 

31 Ísmal liggur á grønum vølli,

staddur í orma blóði,

fegin varð hann, tá hann hoyrdi,

Grani bresti hóvum.

 

32 Tekur hann í saðilin upp,

førir heim til hallar:

“Tak við, Svanhild sólarljóm,

grøð tann garpin snjalla!”

 

33 Grøddi hon hann um dagin,

grøddi hon hann um tvá,

inntil tann hin triðja,

tá fór hann í brynju blá.

 

34 Inntil tann hin triðja,

tá fór hann í brynju blá,

so gekk hann í hallina inn,

so vænur var garpi at sjá.

 

35 Tey lótu tá til brúdleyps ætla,

ikki mátti tvørra,

báðum borgum boðið var,

tólv hundrað av hvørji.

 

36 Ikki fattaðist Ísmali

brúðmannin ein,

høgrumegin Gunnar kongur

og vinstru Sjúrður svein.

 

37 Ikki fattaðist Svanhild

brúðkonur prúð,

høgrumegin Buðla dóttir,

vinstru Guðrun Júka.

 

38 Tríati silvurføt,

annaðslíkt av skálum,

tað leyp av á brúðarbeinki,

alt var sett í málum.

 

39 Gamal maður harpu slár,

eitur Ørvaroddur,

Hjálmar kappi frægari var,

men Sjúrður moynna studdi.

 

CCF  5 Ba

TSB E 74

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, Nr. 23, s. 293.

 

Útgávur:

1. R. Long: “Sandoyarbók I”, s. 158.

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 257.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 122

 

Heimild: Úr Sandoy. Hans Johannessen, Hanus í Koytu (1779-1864), Sandi, 1822

 

E 74 Ísmal fræga kempa (Suitor is put to the test by future brother-in-law)

Ísmal fer til Hjálprek kongs og biður um dóttur hansara, Svanhild. Tikið verður við bønarorðum hansara.

Síðani fer Ísmal at bjóða hálvbeiggja Svanhildar, Sjúrði, í brúdleyp. Men tá ið teir hittast, vil Sjúrður royna Ísmal og áleggur honum setningin at drepa nakrar stórar eiturormar. Tað eydnast Ísmali at drepa allar, men so illa fyri er hann av eitrinum frá teimum, at hann verður liggjandi á staðnum.

Sjúrður fer heim at siga systur síni frá tí, sum hent er, og hon er so ørkymlað, at Sjúrður fer eftir Ísmali. Svanhild lekir hann, og tey giftast.

á føroyskum: CCF 5 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019