• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Grimmars kvæði

 

CCF 51 Ca

TSB E 98

 

1 Haralds táttur

 

1 Grimmar kongur í Garðaríki

hann ber høgan krans,

tað ríður so mangur út í hans garð

for Hildu, dóttur hans.

 

2 Hilda droymdi dreymin tann,

hon duldi hann ikki leingi:

“Sunnan kom ein hvítur fuglur,

hann tók meg undir veingir.”

 

3 Hilda droymdi dreymin tann,

hon duldi hann ei fyri dvørgum:

“Sunnan kom ein hvítur fuglur,

hann bar meg yvir bjørgum.”

 

4 Grimmar ráddi dreymin tann,

tóast hann beið tess harm:

“Sunnan kemur ein kristin kongur,

hann leggur teg hos sín arm.”

 

5 Grimmar ráddi dreymin tann,

tóast hann beið tess kvíðu:

“Sunnan kemur ein kristin kongur,

hann leggur teg hos sín síðu.”

 

6 Grimmar fór á skógvin burt

at samla gull og fæ,

hann læt Hildu krúnu bera,

meðan hann burtur var.

 

7 Grimmar fór á skógvin burt

við so lítlan gleim,

hann læt Hildu krúnu bera,

inntil hann kom heim.

 

8 Haraldur situr í hásæti,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

9 Haraldur situr í hásæti,

talar við sínar menn:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað enn.”

 

10 Sveinar svara sínum harra:

“Hví spyrjið tær so?

Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.

 

11 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á,

hoyrt havi eg gitið, Grimmar kongur

væna dóttur ár.

 

12 Grimmar kongur dóttur eigur,

hava hana menn við orði,

henni er stólur av gulli gjørdur

framman for kongins borði.

 

13 Grimmar kongur dóttur eigur,

væna og so mæta,

einans er hon arvingur

til gulls og landa at gæta.

 

14 Hon ber ikki bleika brá

undir sínum gula hári

heldur enn tann fagrasta summarsól,

ið fagurt skín um várið.”

 

15 “Er hon so von og tekkilig,

sum tit sigið frá,

hagar skal eg streingja

mínum bønarorðum á.

 

16 Hagar skal eg streingja

mínum bønarorðum á,

biðja dóttur Grimmar kong,

tað stendst hvat av ið má.”

 

17 So letur Haraldur, Onglands kongur,

sínum skipum gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

18 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

19 Vindur hann upp síni silkisegl.

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Grimmars land.

 

20 Løgdu har at landinum,

sum Grimmars borgir stá,

har vóru strætir av reyðargulli,

breiddar út av stál.

 

21 Kastaðu síni ankørini

á so hvítan sand,

fyrst steig Haraldur, Onglands kongur,

sínum fótum á land.

 

22 Gingu teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

23 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

24 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Hilda drotning við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

25 Haraldur gekk í hallina inn,

í forðum var tann siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

26 Haraldur stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðu sína:

“Sit væl, Hilda, Grimmars drotning,

gev mær dóttur tína!”

 

27 Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,

sló so upp við gleim:

“Bíða nú, frægur ferðagarpi,

til faðir mín kemur heim!”

 

28 “Hvørki gull ei Garðaríki

skattar tú við tær,

men hoyr tað, Hilda, Grimmars dóttir,

tú skalt fylgja mær!”

 

29 Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,

sló so upp við gleim:

“Bíða mín, frægur ferðagarpi,

til faðir mín kemur heim!”

 

30 “Hvørki gull ei Garðaríki,

mentarsnót, við tær,

men vita tað, Hilda, Grimmars dóttir,

tú skalt fylgja mær!”

 

31 Tað er enn sum ofta var,

ilt er á at herja,

sveinar riðu í randarný,

teir vildu frúnna verja.

 

32 So fór Haraldur, Onglands kongur,

siðiliga fram,

hann tók burt Hildu, Grimmars dóttur,

blóðgaði ikki mann.

 

33 So fór Haraldur, Onglands kongur,

hóvliga við,

hann tók burt Hildu, Grimmars dóttur,

blóðgaði ikki lið.

 

34 Tað var Haraldur, Onglands kongur,

elvdi sær meiri harm,

hann tók Hildu gullkrúnu,

hann setti á borgararm.

 

35 Tað var Haraldur, Onglands kongur.

elvdi sær meiri kvíðu,

hann tók Hildu gullkrúnu,

hann setti á borgarsíðu.

 

36 Hann tók Hildu gullkrúnu

við frægum armi full,

setti hana so á borgararm,

hon skín sum reyðargull.

 

37 Svaraði Hilda, Grimmars drotning,

silki situr og tvinnar:

“Far væl, Haraldur, Onglands kongur.

á hatta manst tú minnast!”

 

38 Silki og so perlur

var eftir vegnum prangað,

ei skuldi Hilda, Grimmars dóttir.

á berum jørðum ganga.

 

39 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð Hilda, Grimmars dóttir,

niður til strandar leidd.

 

40 Millum báðar stavnarnar

skín so fagur litur,

sum hon Hilda, Grimmars dóttir,

í lyftingini situr.

 

41 Millum báðar stavnarnar

skín so fagurt á,

sum hann Haraldur, Onglands kongur,

frúnni situr hjá.

 

42 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Ongland.

 

43 Higar ið hansara snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

44 Læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrst steig Haraldur, Onglands kongur,

sínum fótum á land.

 

45 Fyrst steig Haraldur, Onglands kongur,

sínum fótum á land,

so hon Hilda, Grimmars dóttir,

undir hans høgru hand.

 

46 Silki og so perlur

var eftir vegnum prangað,

ei skuldi Hilda, Grimmars dóttir,

á berum jørðum ganga.

 

47 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð Hilda, Grimmars dóttir,

niðan til hallar leidd.

 

48 Tað var Haraldur, Onglands kongur,

læt ikki longur fresta,

brádliga læt til brúdleyps ætla,

tók sær frú at festa.

 

49 Drukkið varð teirra brúdleypið,

hirðin var so fegin

sum tann fuglur, á viði situr,

væri á ljósum degi.

 

50 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Haraldur og hans vív.

 

51 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so fínan.

 

52 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

53 Tað er enn, sum oftum var,

dult er døpult mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føddi tveir ungar sveinar.

 

54 Sveipar hon teir í klæði væl,

væl skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Sjúrður og Halgir kalla.

 

55 Teir vórðu bornir frá kirkju heim

aftur for móður sín,

meiri læt hon røkta teir

enn alt sítt gull í skrín.

 

56 Gormundur var tann yngsti,

síðst varð borin í heim,

tá leið ikki longur um,

enn tá kom Grimmar heim.

 

57 Grimmar kemur av skógnum heim,

eykast meiri kvíða,

hann sær Hildu gullkrúnu,

hon glógvar á borgarsíðu.

 

58 Grimmar kemur av skógnum heim,

eykast meiri harm,

hann sær Hildu gullkrúnu,

hon glógvar á borgararm.

 

59 Grimmar kemur av skógnum heim,

sær tey merki stór:

“Hvør hevur her til hallar verið,

síðan eg heiman fór?”

 

60 Allir drýptu høvur niður,

eingin tordi tala

uttan hansara dýra drotning,

hon ræður fyrst at svara:

 

61 “Her kom kongur av Onglandi

við hvøssum slíðraknívi,

eg svørji tann eið við mína trúgv,

hans líki er ei í lívi.

 

62 Her kom kongur av Onglandi

við hvøssum slíðrabrandi,

eg svørji tann eið við mína trúgv,

hans líki er ei í landi.

 

63 Her kom kongur av Onglandi,

klæddur væl í skreyt,

hann tók burt Hildu, tína dóttur.

borgir upp hann breyt.

 

64 Her kom kongur av Onglandi,

fór hóvliga við,

hann tók burt Hildu, tína dóttur.

blóðgaði ikki lið.

 

65 Her kom kongur av Onglandi,

fór hóvIiga fram,

hann tók burt Hildu, tína dóttur.

blóðgaði ikki mann.”

 

66 Tí svaraði Grimmar kongur,

snarliga hann sær vendi:

“Illa var statt í Garðaríki,

teir kundu ikki verja eitt kvendi.”

 

67 Grimmar gekk í hásæti

av so tungari trá,

hann kundi ei á sjey náttum

tann brúna mjøðin sjá.

 

68 So var reystur Grimmar kongur

sjúkur og sárur av ekka,

hann kundi ei á sjey náttum

tann brúna mjøðin drekka.

 

69 Tí svaraði Grimmar kongur

av so tungum stríði:

“Eg nái ikki til Onglanda,

meðan Hilda er á lívi.”

 

70 Tí svaraði Grimmar kongur,

tung gerst dømin vond:

“Eg nái ikki til Onglanda,

meðan Hilda ríkir ond.”

 

71 Haraldur klæðist for síni song

eina morgun snimma:

“Nú lystir meg til Garðaríki

mín verfaðir at finna.”

 

72, Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,

svarar so frá sær:

“Kvittar tú til Garðaríki,

lat meg fylgja tær!”

 

73 Tá svaraði Haraldur kongur

fyrsta orða tá:

“Báran brýtur á blóman tín,

eg kann tað ikki sjá.”

 

74 Tí svaraði Haraldur kongur,

skortar hann ikki fíggja:

“Báran brýtur á blóman tín,

eg kann tað ikki síggja.”

 

75 “Tú drístar teg upp á brynju tína,

gjørd er av silvuri hvíta,

so væl kenni eg mín sæla faðir,

so brádliga man hann teg svíkja.”

 

76 “Gormundur hann skal eftir vera

at goyma gulls og landa,

Sjúrður og Halgir fylgja mær,

fremstir í herin standa.”

 

77 So letur Haraldur, Onglands kongur,

sínum skipum búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

78 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru ný,

forgyltir leika veðurringar

høgt í miðjan ský.

 

79 Vindur hann upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn á Garðaríki.

 

80 “Leggið her at landinum,

sum Grimmars borgin stár,

her eru strætir av reyðargulli,

breiddar av við stál!”

 

81 Kastaðu síni ankørini

á so hvítan sand,

fyrst steig Haraldur, Onglands kongur,

sínum fótum á land.

 

82 Fyrst steig Haraldur, Onglands kongur.

sínum fótum á land,

Sjúrður og Halgir, synir hans,

undir hans høgru hand.

 

83 Gingu teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

84 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

85 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Grimmar kongur við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

86 “Ver vælkomin, Haraldur kongur.

higar nú til mín,

lidnir eru fimtan vetur,

síðan eg væntaði tín!

 

87 Ver vælkomin, Haraldur kongur,

vilt tú mær tað trúgva,

lidnir eru fimtan vetur,

síðan eg læt veitslu búgva!”

 

88 Ófrið vilti hann á sítt land

undir lindarsveita

at vita, um Haraldur, Onglands kongur,

dugnað vildi veita.

 

89 Ófrið vilti hann á sítt land

undir lævarskildri,

glaður Haraldur, Onglands kongur,

dugnað veita vildi.

 

90 Haraldur helt í havi út

[móti tann lindarskara,

oyðir skipini tvey og trý,

eftir havi fara.]

 

91 Tað er reystur Haraldur kongur,

skortar ei gullið reyða,

kongurin reystur, í herin treystur,

óttast ei for deyða.

 

92 Níggju vann hann herskipini

bæði við gleði og gleim,

síðan sigldi Haraldur kongur

til Garðaríkis heim.

 

93 Svaraði Sjúrður, sonur hans,

fáir finnast slíkir:

“Siglum aftur til Onglanda,

men ikki til Garðaríki!”

 

94 Tú svaraði Haraldur kongur,

sló so upp í gleim:

“Siglum snart og skundiliga

til Garðaríkis heim!”

 

95 Sjúrður so til orða tekur,

skortar ikki fíggja:

“Svikini vóru á Grimmar kongi,

tað kundi eg væl síggja.”

 

96 Vant hann upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn á Garðaríki.

 

97 “Leggið her at landinum,

sum Grimmars borgir stá,

her eru strætir av reyðargulli,

breiddar av við stál.”

 

98 Kastaðu síni ankørini

á so hvítan sand,

fyrst steig Haraldur, Onglands kongur

sínum fótum á land.

 

99 Fyrst steig Haraldur, Onglands kongur

sínum fótum á land,

Sjúrður og Halgir, synir hans,

undir hans høgru hand.

 

100 Tað var reystur Grimmar kongur.

illa gjørdi hann tá,

hann læt borg av svikum gera,

meðan hann burtur lá.

 

101 Tað var reystur Grimmar kongur,

illa gjørdi hann har,

hann læt borg av svikum gera,

meðan hann burtur var.

 

102 Ganga teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

103 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

104 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Grimmar kongur for borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

105 “Tær gevi eg nú, Grimmar kongur,

herskipini sjey,

eg og frægir ferðagarpar

vit skulu hava tvey.”

 

106 Tá svaraði Grimmar kongur,

tykist vera í vanda:

“Hvør er faðir at ferðagørpum,

her fyri borði standa?”

 

107 Tí svaraði Haraldur kongur,

sló so upp í gleim:

“Eg eri faðir at ferðagørpum,

Hilda hevur borið í heim.”

 

108 “Sjúrð bjóði eg í fostur hjá mær,

vil hann tað boð tiggja,

ovast yvir mítt borð at sita,

í mínum herbúgv liggja.

 

109 Sjúrð bjóði eg í fostur hjá mær,

vil hann tað boð lova,

ovast yvir mítt borð at sita,

hjá sjálvum mær at sova.

 

110 Sjúrð bjóði eg í fostur hjá mær

við alskyns mekt og prýði,

Haraldur, gakk í breiðan hall

so kátur við dreingjaliði!

 

111 Sjúrð bjóði eg í fostur hjá mær

við alskyns mekt og teiti,

Haraldur, gakk í breiðan hall

so kátur við dreingjaleiti!”

 

112 Grimmar biður falsaran

skeinkja teim eitur í vín:

“Ber so inn fyri Harald kong,

bið hann drekka til sín!”

 

113 So skeinkir hann falsarin

mjøðin út í vín,

fyrstur sovnaði Haraldur kongur

fram úr sessi sín.

 

114 So skeinkir hann falsarin

mjøðin fram í høll,

fyrstur sovnaði Haraldur kongur,

síðan hirðin øll.

 

115 Falsarin gongur for kongin:

“Nú er liðið sovnað.”

“Tað skal kosta hálsbein títt,

letur tú mjøðin dovna.”

 

116 Enntá mintist Grimmar kongur,

hvat verið hevði fyrr,

legði eld í báðar galvar,

stokkar fyri dyr.

 

117 Legði eld í báðar galvar,

stokkar fyri dyr,

brendi inni Harald kong

og alt hans valdra lið.

 

118 Haraldur vaknar í bálinum,

tyktist vera í treyt,

hann brá upp sín bitra brand.

takið yvir sær breyt.

 

119 Tað var reystur Haraldur kongur,

skuldi burt at ganga,

so hevði kongurin rúnað hann

fastan í báli standa.

 

120 Sjúrður klæðist for síni song

eina morgun snimma:

“Nú lystir meg í breiðar hall

mín sæla faðir at finna.”

 

121 Grimmar rópar á falsaran,

biður hann ørvur skjóta:

“Latið ikki Sjúrð hin unga

Garðaríki njóta!”

 

122 Falsarin legði ørv á strong,

tann ið vildi verða,

skeyt so bjartan buðlungsson

millum rivs og herða.

 

123 Úr sær reiv hann blóðigar ørvur,

alt væl sum hann kann,

sendi tær aftur í Grimmars her,

hon feldi ein merkismann.

 

124 Grimmar rópar á falsaran,

biður hann ørvur skjóta:

“Latið ikki Sjúrð hin unga

Garðaríki njóta!”

 

125 Falsarin legði ørvu for strong,

tann ið vildi verða,

skeyt so bjartan buðlungsson

millum rivs og herða.

 

126 Úr sær reiv hann blóðiga ørvu,

alt væl sum hann kundi,

sendi hana aftur í Grimmars her,

so mangur lívið týndi.

 

127 Haraldur stendur í bálinum,

brendur upp til kníggja,

tykist sær ongar neyðir kenna,

hann sær sín son ei flýggja.

 

128 Haraldur stendur í bálinum,

brendur upp til handa,

tykist sær ongar neyðir kenna,

hann sær sín sonin standa.

 

129 Grimmar tók upp ørvuna,

honum var ilskan kunnig,

eina for strong og aðra í hond,

ta triðju helt hann í munni.

 

130 Grimmar spenti ørvustrong,

øllum tókti undur,

skeyt so bjartan buðlungsson,

at hjartað tað gekk sundur.

 

131 Úr sær reiv hann blóðigar ørvur.

hann sá sína hjartarót:

“Væl hevur faðir føðgað meg,

Gud ráði honum bót!”,

 

132 Úr sær reiv hann blóðigar ørvur.

hann sá sínar hjartarøtur:

“Væl hevur faðir mín føðgað meg,

Gud ráði honum bøtur!”

 

133 Haraldur stendur í bálinum.

brendur mestur allur,

nú tykist hann til neyðir kenna,

hann sær sín sonin falla.

 

134 Hilda tekur sín glógvuhandska,

gjørd var út av flein,

tá sá hon, hvar Haraldur stóð,

og sá yvir allan heim.

 

135 Haraldur tók sín búgvin brand

við trega og tunga sorg,

tíggju favnar og tíggjuti

hann sipar hann út av borg.

 

136 “Verði hann eingin njótandi,

tað standi hvat vá og vandi,

uttan Gormundur, sonur mín,

føddur í Onglandi!

 

137 Verði hann eingin njótandi,

tað standi hvat vá og stríð,

uttan Gormundur, sonur mín,

føddur í Onglands ríki!”

 

138 Tí svaraðu sveinarnir,

burtur er gleði og gleim:

“Snekkjan brún for landi flýtur,

førum og siglið heim!”

 

139 Aftur sigla Haralds menn

við trega og tungan vanda,

stryka ei á bunkan niður

fyrr enn við Ongland.

 

140 Tað er ungi Gormundur,

hann kendi sær fullgott alvi,

tá ið snekkjan for landi fleyt,

sat hann í búnum talvi.

 

141 Kastaðu síni ankørini

á so hvítan sand,

tá var hin ungi Gormundur

riðin niður til strand.

 

142 Tá var hin ungi Gormundur

riðin niður til strand:

“Hvar er mín hin sæli faðir,

hann kemur ei fyrst á land?”

 

143 “Grimmar kongur í Garðaríkl

brendi tín faðir inni,

níggju hundrað í glæstriborg,

og ongan hóttur minni.

 

144 Grimmar kongur í Garðaríki

gjørdi os verri váða,

brendi inni níggju hundrað

og raskar brøður báðar.”

 

145 “Hvør er hann av mínum monnum,

hartil hevur hjarta,

Hildu sigur frá Haralds deyð

for skínandi gullið bjarta?”

 

146 “Hann er eingin av tínum monnum

hartil hevur mót,

Hildu sigur frá Haralds deyð,

hann bíður tað ikki bót.”

 

147 Gormundur gekk frá strondum niðan

við trega og tungan vanda,

so kroysti hann talvið saman,

at blóð sprakk undan handa.

 

148 Gormundur gár for sína móður,

sigur henni frá:

“Mín faðir er komin av Garðaríki

við alt tað lið, hann ár.”

 

149 “Hoyr tað, Gormundur, sonur mín

elv mær onga sorg,

hann kemur ikki livandi

aftur í Onglands borg!”

 

150 Eingin veit í annans hug,

hvat sorgin klemmar fast,

beltið breitt um Hildu lív

í níggju lutir brast.

 

151 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

lætta angist og trá,

teg skal eingin kongur biðja,

so leingi eg liva má!”

 

 

II. Um Sjúrð kong

 

152 Nú skal lætta av um stund,

viljið tær dømin enda,

um Sjúrð kong á Sakslandi,

hagar man frøðið venda.

 

153 Nú skal lætta av um stund,

viljið tær dømin trúgva,

um Sjúrð kong á Sakslandi,

hagar man frøðið snúgva.

 

154 Sjúrður kongur situr í hásæti,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

155 Sjúrður kongur situr í hásæti,

talar við sínar menn:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað enn.”

 

156 Sveinar svara sínum harra:

“Hví spyrjið tær so,

best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.

 

157 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á,

men hoyrt havi eg gitið, Gormundur,

so væna móður ár.

 

158 Gormundur ungi móður eigur,

hava hana menn við orði,

henni er stólur av gulli gjørdur

framman for kongins borði.

 

159 Gormundur ungi móður eigur,

væna og so vísa,

kanst tú hana til ektar fá,

hon kann títt lív væl prísa.

 

160 Gormundur ungi móður eigur,

føgur er hon sum sól,

so er at líta á drotnings kinn.

sum droyrin drýpur á snjó.

 

161 Gormundur ungi móður eigur,

føgur er hon í brúnum,

flættað hár á herðum lagt

við silkibondum snúnum.

 

162 Gormundur ungi móður eigur,

føgur er hon í eygum,

flættað hár á herðum lagt

við silkibondum beygum.

 

163 Gormundur ungi móður eigur,

von er hon og vitur,

hon kann allar fuglalistir,

í høga torni situr.

 

164 Hon kann alt við hondum gera.

sámir væl ein kvinna,

hon kann bøkur og rúnarmál,

tað reyðargull kann hon spinna.

 

165 Hon kann alt við hondum gera.

tann frúva læra má,

hon kann bæði lesa og skriva

bøkur og rúnarmál.

 

166 Hon ber ikki bleika brá

undir sínum gula hári

heldur enn tann fagrasta summarsól,

ið fagurt skín um várið.”

 

167 “Er hon so í øllum lutum,

sum tú sigur til,

hagar streingi eg eiti mítt,

tað stendst hvat av ið vil.

 

168 Er hon so í øllum lutum,

sum tú sigur frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

tað stendst hvat av ið má.”

 

169 So letur hann Sjúrður kongur

sínum skipum gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

170 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

171 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru blá,

stavn og stýri av reyðargulli,

har skín sólin á.

 

172 Vindur hann upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn á Garðaríki.

 

173 Higar ið hansara snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

174 Læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrst steig ungi Sjúrður

sínum fótum á land.

 

175 Gingu teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

176 Mitt í miðjum grasagarði

akslar síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

177 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Gormundur við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

178 Sjúrður kongur gekk í hallina inn,

í forðum var tann siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

179 Sjúrður kongur stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðju sína:

“Sit væl, reystur Gormundur,

gev mær móður tína!”

 

180 Leingi sat hann Gormundur,

áðrenn hann tordi tala:

“Heinta mína móður í hallina inn

sjálv for seg at svara!”

 

181 Frúgvin varð bæði studd og leidd.

inn í hallina gekk,

fyrst hon hann við eygum sá,

hon vilja til hann fekk.

 

182 Fram gekk Hilda, Grimmars dóttir,

rætti fram ljósan hand,

lystiligt var á at lýða

teirra festnarband.

 

183 Fram gekk Hilda, Grimmars dóttir,

rætti hond yvir borð,

lystiligt var á at lýða

teirra festnarorð.

 

184 Tað var reystur Sjúrður kongur

tók sær frú at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ei longur fresta.

 

185 Tað var brúdleyp, ið boðið varð,

ikki mátti tvørra,

báðum borgum boðið var,

tólv hundrað av hvørji.

 

186 Drukkið varð teirra brúdleypið,

hirðin var so fegin

sum tann fuglur, á viði situr,

væri á ljósum degi.

 

187 Drukkið varð teirra brúdleypið

snart og ikki leingi,

reið so mangur hovmann til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

188 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Sjúrður kongur og hans vív.

 

189 Hon varð sett á beinkir,

hann á kallbekk,

mangur ríkur riddari

ímillum teirra gekk.

 

190 Tey vóru ikki leingi saman,

til tey gótu svein,

hann var á góðum stundum gitin,

so var hann borin í heim.

 

191 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so fríðan.

 

192 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

193 Tað er enn sum oftum var,

dult er døpult mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

194 Sveipar hon hann í klæði væl,

komin til góðar at evna,

síðan læt hon presti bera,

Harald bað hon nevna.

 

195 Sveipar hon hann í klæði væl,

væl skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Harald bað hon kalla.

 

196 Barnið varð borið frá kirkju heim

aftur for móður sín,

meiri læt hon røkta tað

enn alt sítt gull í skrín.

 

197 Barnið varð borið frá kirkju heim

aftur for móður song,

meiri læt hon røkta tað

enn alt sítt gull og lond.

 

198 Barnið varð borið frá kirkju heim

aftur for móður knæ,

meiri læt hon røkta tað

enn alt sítt gull og fæ.

 

199 Hann vóks upp hjá síni móður,

Gud gav honum vøkst,

meiri veks hann í ein mánað

enn onnur børn í seks.

 

200 Hann vóks upp hjá síni móður

undir reyðum skildri,

lærdi allar listir tær,

ið meistarin kjósa vildi.

 

201 Hann vóks upp hjá síni móður

snart og ikki leingi,

til hann gjørdist í høggum tungur,

hann bardi reystar dreingir.

 

 

III. Um Gormund

 

202 Gormundur klæðist for síni song

eina morgun snimma:

“Nú lystir meg til Garðaríkis

mín sæla faðir at finna.”

 

203 Gormundur klæðist for síni song,

letst í brynju nýggja:

“Nú lystir meg til Garðaríkis

mín sæla ava at síggja.”

 

204 So letur ungi Gormundur

sínum skipum gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

205 So letur ungi Gormundur

sínum skipum búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

206 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargull,

so var segl í topp.

 

207 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru blá,

stavn og stýri av reyðargulli,

har skín sólin á.

 

208 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru ný,

forgyltir leika veðurringar

hátt í miðjan ský.

 

209 Tað var Hilda, Grimmars dóttir,

gull bar seg á hand,

fylgdi Gormundi, soni sínum,

niður til sjóvarstrand.

 

210 Hilda tók sín glógvuhandska.

snúgviliga vendi:

“Tak við, Gormundur, sonur mín,

slepp honum ei av hendi!”

 

211 Vindur hann upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn á Garðaríki.

 

212 “Leggið her at landinum,

sum Grimmars borgir stá,

her eru strætir av reyðargulli,

breiddar út av stál.”

 

213 Glaður leggur Gormundur

skipum undir lund,

høgar sær hann Grimmars borgir

í grønari lund.

 

214 Kastaðu síni ankørini

á so hvítan sand,

fyrst steig ungi Gormundur

sínum fótum á land.

 

215 Fyrst steig ungi Gormundur

sínum fótum á land,

sló so sínar herbúðir

fram við sjóvarstrand.

 

216 Ganga teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

217 Gormundur gekk frá strondum niðan,

eykast meiri vandi,

hann sær seg pá báðar síður

ongar borgir standa.

 

218 Gormundur gekk frá strondum niðan,

eykast meiri trá,

hann sær seg til báðar síður

ongar borgir stá.

 

219 Gormundur gekk frá strondum niðan,

myrkt var honum for eygum,

settist niður á grønan vøll,

hann tóktist vera í neyðum.

 

220 “Harra Gud í himmiríki

lati meg ikki doy,

eg skal lata kirkju gera,

komi eg aftur í oy!

 

221 Eg skal lata kirkju gera

mitt í Onglands ríki,

eingin tann á Suðurlondum

skal vera hennara líki.”

 

222 So gekk Gormundur átta dagar,

væl ið tað hann mátti,

tá fann hann tað góða svørð,

hans sæli faðir átti.

 

223 Enn gekk Gormundur átta dagar,

tekur at lætta av vanda,

hann sær seg til høgru síðu

Grimmars borgir standa.

 

224 Mitt í miðjum grasagarði

akslar síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

225 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Grimmar kongur for borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

226 Tí svaraði Grimmar kongur,

tóktist vera í vanda:

“Hvør er faðir at ferðagarpa,

ræður for borði standa?”

 

227 Svaraði ungi Gormundur,

sló so upp í gleim:

“Hetta er tín dótturson,

Hilda hevur borið í heim.”

 

228 “Ver vælkomin, mín dótturson.

so gott er við frændur at ráða,

eingir tveir í verðini

skuldu vunnið okkum báðar!”

 

229 Grimmar hvarv úr sessi burt,

hann var maður versti,

hann kom aftur uttan borgs

á kolsvørtum hesti.

 

230 Kongurin fleyg í loftið upp

fast við sínar veingir,

píl fleyg av hans hvørji fjøður,

hann feldi reystar dreingir.

 

231 Gormundur tók sín glógvuhandska,

snúgviliga vendi,

so fleyg hann í loftið upp,

aftur mót honum rendi.

 

232 Fuglar tveir í lofti flúgva,

fast við veingjum bróta,

hoyrast mátti langan veg,

rætt sum byrsur skjóta.

 

233 Fuglar tveir í lofti flúgva,

fast við veingjum bella,

hoyrast mátti langan veg,

rætt sum svørð á brynju gella.

 

234 Fuglar tveir í lofti flúgva,

fast við veingjum banga,

hoyrast mátti langan veg,

rætt sum trummur ganga.

 

235 Tók hann Grimmar kongin,

legði á grønan vøll,

eingin sá hans hóttarfall,

men tungan bar so snjøll.

 

236 Tí svaraði Gormundur,

smílist undir lín:

“Eg havi ongar bøtur tikið

eftir faðir mín.”

 

237 Tríggjar svór hann rangar eiðir,

allar á einum degi,

tá hann kom í loftið upp,

tá var hann hálvum verri.

 

238 Grimmar fleyg í loftið upp

fast við sínar veingir,

píla fleyg av hans hvørji fjøður,

hann feldi reystar dreingir.

 

239 Gormundur tók sín glógvuhandska.

snúgviliga vendi,

so fleyg hann í loftið upp,

aftur mót honum rendi.

 

240 Fuglar tveir í lofti flúgva,

fast við veingjum bróta,

hoyrast mátti langan veg,

rætt sum byrsur skjóta.

 

241 Fuglar tveir í lofti flúgva,

fast við veingjum bella,

hoyrast mátti langan veg,

sum svørð á brynjum gella.

 

242 Fuglar tveir í lofti flúgva,

fast við veingjum banga,

hoyrast mátti langan veg,

rætt sum trummur ganga.

 

243 Tók hann Grimmar kongin,

legði á grønan vøll,

eingin sá hans hóttarfall,

men tungan bar so snjøll.

 

244 Svaraði ungi Gormundur

fyrsta orðið tá:

“Ikki skal drepa kongin,

uttan Hildu spyrja til ráð.”

 

245 Svaraði ungi Gormundur,

væl ið tað hann mátti:

“Nú skal boð til Onglands gera,

tó kaldur er kvinnu tokki.

 

246 Nú skal boð til Onglands gera

upp á Hildu náðir,

ikki skal eg drepa kongin

uttan við móður ráði.”

 

247 Hilda gekk í høgaloft,

henni var leiðin kunn,

hon tók upp sín yngsta alva

og andaði í hans munn.

 

248 Haraldur fleyg úr Onglandi,

hann kendi sær fullgott alvi,

hann tók Grimmar kongin,

hann sleit hann av um nalva.

 

249 Svaraði ungi Gormundur

av so tungum stríði:

“Hví tókst tú mín sæla ava

so brádliga burt av lívi?”

 

250 “Hevði hann dripið mín faðir sum tín

og brent teir ringar reyð,

eingin kongur í verðini

skuldi tolt so harðan deyð.

 

251 Hevði hann dripið mín faðir sum tín

og brent teir ringar reyðar,

eingin kongur í verðini

skuldi tolt so harðan deyða.”

 

252 Tað er frætt so víða

yvir onnur lond,

deyður er kongur av Onglandl,

Gormundur aftur til kong.

 

CCF 51 Ca

TSB E 98

 

Handrit: Jóannes Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, Nr. 60, s. 627.

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras legði til rættis: Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1937-39, s. 138.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 2, s. 241.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 12. bind, s. 173.

4. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, s. 179, Rikard Long greiddi til útgávu 1982.

5. Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang, 2011, s. 103.

 

Heimild: Úr Sandoy: Súsanna Olesdatter,  (1777-1837), Sandi, f. í Dali, 1823. 

 

E 98 Grimmars kvæði (Man is killed by father-in-law for abducting bride but is revenged by son)

Haraldur, Onglands kongur, fer at biðja um Hildu, dóttur Grimmars, Garðaríkis kongs. Grimmar kongur er burturstaddur í krígsørindum.

Haraldur bíðar ikki eftir samtykki Grimmars, og hann og Hilda fara aftur til Onglands og giftast. Hilda fær tríggjar synir. Seinni vil Haraldur vitja Grimmar. Hann letur yngsta sonin, Gormund, vera eftir heima og hevur hinar báðar við sær.

Hann hjálpir Grimmari at vinna ein bardaga, men meðan hann er burturstaddur, ger Grimmar seg til at taka lívið av honum. Hann skeinkir Harald so fullan, at hann sovnar, og setir so eld á húsið. Haraldur og synir hansara láta lív.

Menn Haralds fara aftur til Gormunds og Hildu við tíðindunum. Seinni giftist Hilda við keisaranum Sjúrði og fær við honum sonin Harald.

Gormundur fer til Garðaríkis at hevna faðir síns deyða á Grimmar. (Frábr.: A: Við gandi roynir Grimmar at steðga skipi Gormunds.) Grimmar og Gormundur berjast, og báðir nýta gand hvør móti øðrum. At enda vinnur Gormundur á Grimmari, men eirir lívi hansara og sendir boð til Hildu. Hon sendir son sín Harald til Garðaríkis, har hann drepur Grimmar.

Gormundur verður kongur aftan á Grimmar, og Haraldur fer aftur til Onglands.

á føroyskum: CCF 51 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019