• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Grimmars kvæði

 

CCF 51 D

TSB E 98

 

1 Haralds táttur

 

1 Grimmar kongur í Garðaríki

hann ber høgan krans,

har ríður so mangur í hans garð

til Hildu, dóttur hans.

 

2 Grimmar kongur í Garðaríki

kókaði sín faðir á skinni,

níggju gjørdi hann blódmørsindur,

tá var eg har inni.

 

3 Hilda droymdi dreymin tann,

hon duldi hann ikki leingi:

“Sunnan kom ein hvítur fuglur,

hann tók meg undir veingi.”

 

4 Grimmar ráddi dreymin tann,

tó hann beið tess harm:

“Sunnan kemur ein kristin kongur,

hann leggur teg í sín arrn.”

 

5 Grimmar ráddi dreymin tann,

tó hann beið tess kvíðu:

“Sunnan kemur ein kristin kongur,

hann leggur teg hjá síni síðu.”

 

6 Grimmar fór á skógvin burtur

at samla gull og fæ,

hann læt Hildu krúnu bera,

meðan hann burtur var.

 

7 Grimmar fór á skógvin burtur

við so lítlan gleim,

hann læt Hildu krúnu bera,

inntil hann kom heim.

 

8 Haraldur situr í hásæti,

talar til sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

9 Haraldur situr í hásæti,

talar til sínar menn:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað enn.”

 

10 Sveinar svara sínum harra,

alt er sum tað má:

“Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugin á.

 

11 Best manst tú vita við sjálvum tær.

hvar tín stár hugin á,

hoyrt havi eg gitið, at Grimmar kongur

væna dóttur ár.

 

12 Grimmar kongur dóttur eigur,

hava menn við orði,

henni er stólur av gulli gjørdur

framman for kongins borði.

 

13 Grimmar kongur dóttur eigur

væna og so mæta,

einans er hon arvingin

til góðs og landa at gæta.

 

14 Hon ber ikki bleika brá

undir sínum hári

heldur enn tann fagrasta summarsól,

sum fagurt skínur um várið.”

 

15 “Er hon so von og tekkilig,

sum tú sigur frá,

hagar skal eg streingja

mínum bønarorðum á.

 

16 Hagar skal eg streingja mínum

bønarorðum á,

biðja dóttur Grimmar kong,

tað stendst hvat av ið má.”

 

17 So letur Haraldur, Onglands kongur,

sínum skipum gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

18 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargull,

so var segl í topp.

 

19 Vindur hann upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykaði ei á bunkan niður

fyrr enn við Garðaríki.

 

20 Løgdu har at landinum,

sum Grimmars borgir stá,

har vóru stræti av reyðargulli

breiddir út at gá.

 

21 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,

sínum fótum á land.

 

22 Gingu so frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu og jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

23 Uppi í miðjum grasagarði

aksla teir síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

24 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Hilda drotning for borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

25 Haraldur gekk í hallina inn,

í forðum var tann siður,

hevur alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

26 Haraldur gekk í hallina inn,

í forðum var tann siður:

“Drotning, gev mær dóttur tína,

bæði von og vitur!”

 

27 Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,

sló so upp í gleim:

“Bíða mín, frægi ferðagarpi,

til faðir mín kemur heim!”

 

28 “Hvørki gull ei Garðaríki

skattar tú við tær,

hoyr tú, Hilda Grimmars dóttir,

tú skalt fylgja mær!”

 

29 Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,

sló so upp í gleim:

“Bíða mín, frægi ferðagarpi,

til faðir mín kemur heim!”

 

30 “Tú flytur ei gull av Garðaríki,

hvørki borg ei heiða,

vil hann tær onga heimgift geva,

Ongland skalt tú eiga.”

 

31 Tað er enn sum ofta er,

ilt er á at herja,

sveinar riðu í randarný,

teir vildu frúnna verja.

 

32 So fór Haraldur, Onglands kongur,

háttliga fram,

tok burt Hildu, Grimmars dóttur,

blóðgaði ikki mann.

 

33 So fór Haraldur, Onglands kongur,

háttliga við,

tók burt Hildu, Grimmars dóttur,

blóðgaði ikki lið.

 

34 Tað var Haraldur, Onglands kongur,

elvdi sær meiri harm,

hann tók Hildu gullkrúnu

og setti á borgararm.

 

35 Tað var Haraldur, Onglands kongur,

elvdi sær meiri kvíðu,

hann tók Hildu gullkrúnu

og setti á borgarsíðu.

 

36 Hann tók Hildu gullkrúnu

við frægum armi full,

setti hana so á borgararm,

hon skein sum reyðargull.

 

37 Svaraði Hilda, Grimmars drotning,

silki situr og tvinnar:

“Far væl, Haraldur, Onglands kongur,

hetta manst tú minnast!”

 

38 Silki og so perlur

var eftir vegnum prangað,

ei skuldi Hilda, Grimmars dóttir,

á bara jørðini ganga.

 

39 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð Hilda, Grimmars dóttir,

niður til strandar leidd.

 

40 Millum báðar stavnarnar

skín so fagur litur,

sum hon, Hilda Grimmars dóttir,

í lyftingini situr.

 

41 Millum báðar stavnarnar

skín so fagurt á,

sum hann Haraldur, Onglands kongur

frúnni situr hjá.

 

42 Vindur hann upp síni silkisegl,

gul við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Ongland.

 

43 Hegar hansara snekkja

kendi fagurt land,

lótu síni akker falla

á so hvítan sand.

 

44 Læt hann síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur

sínum fótum á land.

 

45 Fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur

sínum fótum á land,

so hon Hilda, Grimmars dóttir,

undir hans høgru hond.

 

46 Silki og so perlur

var eftir vegnum prangað,

ei skuldi Hilda, Grimmars dóttir.

á bara jørðini ganga.

 

47 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð Hilda, Grimmars dóttir,

niðan til hallar leidd.

 

48 Tað var Haraldur, Onglands kongur,

tók sær frúgv at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ei longur fresta.

 

49 Tað var Haraldur, Onglands kongur,

fall á síni knæ,

meðan hann Hildu, Grimmars dóttur,

til ektar festi sær.

 

50 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Haraldur og hans vív.

 

51 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi tveir sveinar fínar.

 

52 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi tveir sveinar baldar.

 

53 Tað er enn, sum ofta er,

dult er døpult mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir tveir ungar sveinar.

 

54 Sveipar hon teir í klæði væl,

gott skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Sjúrð og Halgir kalla.

 

55 Teir vórðu bornir frá kirkju heim

aftur for móður sín,

meiri læt hon røkta teir

enn alt sítt gull í skrín.

 

56 Gormundur var tann yngsti alvi,

síðst var borin í heim,

tá leið ikki longur um,

enn tá kom Grimmar heim.

 

57 Grimmar kemur av skógvum heim.

eykast meiri kvíða,

hann sær Hildu gullkrúnu,

hon glógvar á borgarsíðu.

 

58 Grimmar kemur av skógvum heim.

eykast meiri harm,

hann sær Hildu gullkrúnu,

hon glógvar á borgararm.

 

59 Grimmar kemur av skógvum heim,

sær tey merki stór:

“Hvør hevur her til hallar verið,

síðan eg heiman fór?”

 

60 Allir drýptu høvur niður,

eingin tordi tala

uttan hansara dýra drotning,

hon ræð honum aftur at svara.

 

61 “Her kom kongur av Onglandi

við hvøssum slíðraknívi,

eg svørji tann eið við mína trúgv.

hans líki er ei í lívi.

 

62 Her kom kongur av Onglandi

við hvøssum slíðrabrandi,

eg svørji tann eið við mína trúgv.

hans líki er ei í landi.

 

63 Her kom kongur av Onglandi,

klæddur væl í skreyt,

tók burt Hildu, dóttur tína,

borgir upp hann breyt.

 

64 Her kom kongur av Onglandi,

fór háttliga fram,

tók burt Hildu, dóttur tína,

blóðgaði ikki mann.

 

65 Her kom kongur av Onglandi,

fór háttliga við,

tók burt Hildu, dóttur tína,

blóðgaði ikki lið.”

 

66 Tí svaraði Grimmar kongur,

snarliga hann sær vendi:

“Illa var statt í Garðaríki,

teir kundu ikki verja eitt kvendi.”

 

67 So var reysti Grimmar kongur

sárur og sjúkur av ekka,

hann kundi ei á sjey náttum

tann brúna mjøðin drekka.

 

68 Tað svaraði Grimmar kongur

av so tungum stríði:

“Eg nái ikki til Onglanda,

meðan Hilda er á lívi.”

 

69 Tí svaraði Grimmar kongur,

tung gerst dømin vond:

“Eg nái ikki til Onglanda,

meðan Hilda ríkir ond.”

 

70 Haraldur klæðist for sína song

eina morgun snimma:

“Nú lystir meg í Garðaríki

mín verfaðir at finna.”

 

71 Tað var Hilda, Grimmars dóttir,

svaraði so frá sær:

“Kvittar tú til Garðaríki,

lat meg fylgja tær!”

 

72 Tað svaraði Haraldur kongur,

skortar ikki fíggja:

“Báran brýtur á blóman tín,

eg kann tað ikki síggja.”

 

73 Tí svaraði Haraldur kongur

fyrsta orðið tá:

“Báran brýtur á blóman tín,

eg kann tað ikki sjá.”

 

74 “Tú drístar teg á brynju tína,

gjørd er av silvuri hvíta,

væl kenni eg mín sæla faðir,

so brádliga man hann teg svíkja.”

 

75 “Gormundur hann skal eftir vera,

goyma gulli og landi,

Sjúrður og Halgir fylgja mær,

fremst í heri at standa.”

 

76 So læt Haraldur, Onglands kongur.

sínum skipum búgva,

allar læt hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

77 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

og so var segl í topp.

 

78 Vindur hann upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Garðaríki.

 

79 Legði har at landinum,

sum Grimmars borgir stá,

har vóru strætir av reyðargulli

breiddar út at gá.

 

80 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,

sínum fóti á land.

 

81 Fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,

sínum fóti á land,

Sjúrður og Halgir, synir hans,

undir hans høgru hand.

 

82 Gingu teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu knørr í neyst.

 

83 Uppi í miðjum grasagarði

aksla teir síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

84 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Grimmar kongur for borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

85 “Ver vælkomin, Haraldur kongur,

vilt tú mær tað trúgva,

lidnir eru fimtan vetrar,

síðan eg væntaði tín!”

 

86 Set teg niður, Haraldur kongur,

vilt tú mær tað trúgva,

lidnir eru fimtan vetrar,

síðan eg læt veitslu búgva!”

 

87 Ófrið vilti hann á sítt land

undan lindarsveita,

vita, um Haraldur, Onglands kongur.

dugnað vildi veita.

 

88 Ófrið vilti hann á sítt land

undan lindarskildri,

vita, um Haraldur, Onglands kongur.

dugnað veita vildi.

 

89 Haraldur helt í havið út

mót tann lindarskara,

oyðir skipini tvey og trý,

eftir havi fara.

 

90 Níggju vann hann herskipini

bæði við gleði og gleim,

síðan sigldi Haraldur kongur

til Garðaríki heim.

 

91 Svaraði Sjúrður, sonur hans,

fáir finnast slíkir:

“Siglið aftur til Onglanda,

men ikki til Garðaríki!”

 

92 Tá svaraði Haraldur kongur,

sló so upp í gleim:

“Siglið snart og skundiliga

til Garðaríki heim!”

 

93 Sjúrður so til orða tekur,

skortar ikki fíggja:

“Svikini vóru Grimmar kongi.

tað kann eg væl síggja.”

 

94 Tí svaraði Haraldur kongur,

skortar ei gullið reyða:

“Kongurin reystur, í herðum treystur,

óttast ei fyri deyða.”

 

95 Vant hann upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykaði ei á bunkan niður

fyrr enn við Garðaríki.

 

96 “Leggið her at landinum,

sum Grimmars borgir stá,

har eru stræti av reyðargulli

breiddar út at gá!”

 

97 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,

sínum fóti á land.

 

98 Fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,

sínum fóti á land,

Sjúrður og Halgir, synir hans,

undir hans høgru hond.

 

99 Tað var reystur Grimmar kongur,

illa gjørdi í tí,

hann læt borg av svikum gera,

meðan Haraldur var í stríð.

 

100 Tað var reystur Grimmar kongur,

illa gjørdi hann har,

hann læt borg av svikum gera,

meðan Haraldur burtur var.

 

101 Gingu teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu knørr í neyst.

 

102 Uppi í miðjum grasagarði

aksla teir síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

103 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Grimmar kongur for borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

104 “Tær gevi eg nú, Grimmar kongi,

herskipini sjey,

eg og frægir ferðagarpar

vit skulu hava tvey.”

 

105 Tað svaraði Grimmar kongur,

tóktist at vera í vanda:

“Hvør er faðir at ferðagørpum,

her fyri borði standa?”

 

106 Tá svaraði Haraldur kongur,

sló so upp í gleim:

“Eg eri faðir at ferðagørpum,

Hilda hevur borið í heim.”

 

107 “Sjúrða bjóði eg til fostur hjá mær.

vil hann tey boð tiggja,

ovast yvir mínum borði at sita,

hjá mær sjálvum at liggja.

 

108 Sjúrða bjóði eg til fostur hjá mær,

vil hann tey boð lova,

ovast yvir mínum borði at sita,

hjá mær sjálvum at sova.

 

109 Sjúrða bjóði eg til fostur hjá mær

við alskyns makt og prýði,

Haraldur, gakk í breiða hall

so kátur við dreingjalið!

 

110 Sjúrða bjóði eg til fostur hjá mær

við alskyns makt og teiti,

Haraldur, gakk í breiða hall

so kátur við dreingjaleiti!”

 

111 Grimmar biður falsaran

skeinkja eitur í vín,

bera so inn fyri Harald kong,

biðja hann drekka til sín.

 

112 So skeinkir hann falsarin

mjøðin fram í høll,

fyrstur sovnaði Haraldur kongur,

síðan hirðin øll.

 

113 So skeinkir hann falsarin

eitur út í vín,

fyrstur sovnaði Haraldur kongur

fram úr sessi sínum.

 

114 Falsarin rópar til kongin:

“Nú er liðið sovnað.”

“Tað skal kosta hálsbein títt,

letur tú mjøðin dovna.”

 

115 Enntá mintist Grimmar kongur,

hvat verið hevði fyrr,

legði eld í báðar galvar,

stokkar fyri dyr.

 

116 Legði eld í báðar galvar,

stokkar fyri dyr,

brendi inni Harald kong

við alt hans valdra lið.

 

117 Haraldur vaknar í bálinum,

tykist at vera í treyt,

hann brá upp sín bitra brand

og takið yvir sær breyt.

 

118 Tað var Haraldur, Onglands kongur,

skuldi úr báli ganga,

men so hevði kongurin rúnað hann,

han slapp ikki upp at standa.

 

119 Sjúrður klæðist for síni song

henda morgun snimma:

“Nú lystir meg í breiða hall

mín sæla faðir at finna.”

 

120 Grimmar rópar á falsaran,

biður hann ørvur skjóta:

“Latið ikki Sjúrða unga

Garðaríki njóta!”

 

121 Falsarin legði ørvu á strong,

tað ið vildi vera,

skeyt so bjartan buðlungsson

ímillum riv og herðar.

 

122 Úr sær reiv hann blóðiga ørvu,

alvæl sum hann kann,

sendi hana aftur í Grimmars her,

hann feldi ein merkismann.

 

123 Haraldur stendur í bálinum,

brendur upp til kníggja,

tykist ongar neyðir kenna,

hann sær sín son ei flýggja.

 

124 Grimmar rópar á falsaran,

biður hann ørvur skjóta:

“Latið ikki Sjúrða unga

Garðaríki njóta!”

 

125 Falsarin legði ørvu á strong,

tað ið vildi vera,

skeyt so bjartan buðlungsson

ímillum riv og herðar.

 

126 Úr sær reiv hann blóðiga ørvu,

alvæl sum hann kundi,

sendi hana aftur í Grimmars her.

so mangur lívið týndi.

 

127 Haraldur stendur í bálinum,

brendur upp til handa,

tykir sær ongar neyðir kenna,

hann sær sín son at standa.

 

128 Grimmar tók upp ørvuna,

honum var ilskan kunn,

eina for strong og aðra í hond,

ta triðju helt hann í munn.

 

129 Grimmar spenti upp ørvustrong,

slíkt var mikið undur,

skeyt so bjartan buðlungsson,

at hjartað tað brast sundur.

 

130 Úr sær reiv hann blóðiga ørvu,

hann sá sína hjartarót:

“Væl hevur faðir mín føðgað meg,

Gud ráði honum bót!”

 

131 Úr sær reiv hann blóðiga ørvu,

hann sá sínar hjartarøtur:

“Væl hevur faðir mín føðgað meg,

Gud ráði honum bøtur!”

 

132 Haraldur stendur í bálinum,

brendur mestur allur:

nú tykist hann sær neyðir kenna,

hann sær sín son at falla.

 

133 Hilda tók sín glógvahandska,

gjørdur var av fleim,

hon sá Harald í báli standa,

hon sá yvir allan heim.

 

134 Haraldur tók sín búgvin brand

við trega og tunga sorg,

tíggju favnar og tíati

hann sipar hann út av borg.

 

135 “Verði hann eingin njótandi,

tað standi hvat váði og stríð,

uttan Gormundur, sonur mín,

føddur í Onglands ríki!

 

136 Verði hann eingin njótandi,

tað standi hvat váði og vandi,

uttan Gormundur, sonur mín,

føddur í Onglandi!”

 

137 Tað svaraðu sveinarnir:

“Burtur er gleði og gleim,

snekkjan brúna for landi flýtur,

farið og siglið heim!”

 

138 Aftur hildu sveinarnir

við trega og tungan vanda,

strykaðu ei á bunkan niður

fyrr enn við Ongland.

 

139 Tað var hin ungi Gormundur,

hann kendi sær fullgott alvi,

tá ið snekkjan for landi fleyt,

sat hann í búnum talvi.

 

140 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

tá var hin ungi Gormundur

riðin niður til strand.

 

141 Tá var hin ungi Gormundur

riðin niður til strand:

“Hvar er mín hin sæli faðir,

hann kemur ei fyrstur á land?”

 

142 “Grimmar kongur í Garðaríki

brendi tín faðir inni,

níggju hundrað á glæstriborg.

ongan háttur minni.

 

143 Grimmar kongur í Garðaríki

gjørdi os meiri váða,

brendi inni níggju hundrað

og raskar brøður báðar.”

 

144 “Hvør er hann av mínum monnum,

hartil hevur hjarta

Hildu at siga frá Haralds deyð

for skínandi gullið bjarta?”

 

145 “Hann er eingin av tínum monnum,

hartil hevur mót

Hildu at siga frá Haralds deyð,

hann bíður tað ikki bót.”

 

146 Gormundur gekk frá strondum niðan

við trega og tungan vanda,

so kroysti hann talvið saman,

at blóð sprakk undan handa.

 

147 Gormundur gekk for sína móður,

sigur henni frá:

“Mín faðir er komin av Garðaríki

við alt tað lið, hann ár.”

 

148 “Hoyr tú, Gormundur, sonur mín,

elva mær onga sorg,

hann kemur ikki livandi

aftur í Onglands borg!”

 

149 Eingin veit á annans hug,

hvat sorgin klemmar fast,

beltið sprakk um Hildu lív,

í níggju lutir brast.

 

150 “Hoyr tú tað, mín sæla móðir,

lætta av angist og trá,

teg skal eingin kongur forsmá,

so leingi eg liva má!”

 

 

II. Sjúrðar kongs táttur

 

151 Nú skal lætta av um stund,

viljið tær dømin enda,

um Sjúrð kong av Sakslandi

har skal frøðið venda.

 

152 Nú skal lætta av um stund,

viljið tær dømin trúgva,

um Sjúrð kong av Sakslandi

har skal frøðið snúgva.

 

153 Sjúrður kongur situr í hásæti,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

154 Sjúrður kongur situr í hásæti,

talar við sínar menn:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað enn.”

 

155 Sveinar svara sínum harra:

“Hví spyrja tær so?

Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.

 

156 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á,

hoyrt havi eg gitið, at Gormundur

væna móður ár.

 

157 Gormundur ungi móður eigur,

hava hana menn við orði,

henni er stólur av gulli gjørdur

framman for sínum borði.

 

158 Gormundur ungi móður eigur,

væna og so vísa,

kanst tú hana til ektar fá,

tú kanst títt lív væl prísa.

 

159 Gormundur ungi móður eigur,

føgur er hon sum sól,

so er at líta á drotnings kinn,

sum droyrin drýpur á snjó.

 

160 Gormundur ungi móður eigur,

føgur er hon í brún,

flættað hár á herðum lagt,

við silkibondum snún.

 

161 Gormundur ungi móður eigur,

føgur er hon í eygum,

flættað hár á herðum lagt

við silkibondum reyðum.

 

162 Gormundur ungi móður eigur,

von er hon og vitur,

hon kann allar fuglalistir,

í høgum trøum situr.

 

163 Hon kann alt við hondum gera,

ið sámir væl ein kvinna,

hon kann bøkur og rúnarmál,

tað reyðargull kann hon spinna.

 

164 Hon kann alt við hondum gera,

tann frú væl læra má,

hon kann bæði at lesa og skriva

bøkur og rúnarmál.

 

165 Hon ber ikki bleika brá

undir sínum gula hári

heldur enn tann fagrasta summarsól,

fagurt skínur um várið.”

 

166 “Er hon so von og tekkilig,

sum tú sigur frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

tað standist hvat av ið má.

 

167 Er hon so von og tekkilig,

sum tú sigur til,

hagar streingi eg heiti mítt,

tað standist hvat av ið vil.”

 

168 So letur hann Sjúrður kongur

sínum skipum gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

169 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargull,

so var segl í topp.

 

170 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru blá,

stavn og stýri av reyðargull,

har skein sólin á.

 

171 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við ráir brann,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Ongland.

 

172 Hegar teirra snekkja

kendi fagurt land,

letur hann síni akker falla

á tann hvíta sand.

 

173 Lótu síni akker falla

á tann hvíta sand,

fyrstur stígur Sjúrður kongur

sínum fótum á land.

 

174 Gingu teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir drógu knørr í neystið.

 

175 Mitt í miðjum grasagarði

aksla teir síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

176 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Gormundur ungi for borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

177 Sjúrður kongur gekk í hallina inn,

í forðum var tann siður,

hevur alt á einum orði,

hann heilsar og hann biður.

 

178 Sjúrður kongur stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðu sína:

“Sit væl, reystur Gormundur,

gev mær móður tína!”

 

179 Leingi sat hann Gormundur,

ræður hann so at tala:

“Heinta mína móður í hallina inn

sjálv for seg at svara!”

 

180 Frúgvin varð bæði studd og leidd,

inn í hallina gekk,

fyrst hon hann við eygum sá,

hon vilja til hann fekk.

 

181 Fram gekk Hilda, Grimmars dóttir,

rætti fram ljósa hond,

lystiligt var at lýða á

teirra festarbond.

 

182 Fram gekk Hilda, Grimmars dóttir.

rætti hond yvir borð,

lystiligt var at lýða á

teirra festarorð.

 

183 Tað var reystur Sjúrður kongur

tók sær frú at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla.

læt ei longur fresta.

 

184 Tað var brúdleyp, ið boðið varð.

ikki mátti tvørra,

á báðum borgum boðið var,

tólv hundrað á hvørji.

 

185 Drukkið varð teirra brúdleypið.

hirðin var so fegin

sum tann fuglur, á viði situr,

glaður á ljósum degi.

 

186 Drukkið varð teirra brúdleypið

snart og ikki leingi,

reið so mangur hovmaður

sum fjøður á fuglaveingi.

 

187 Drukkið varð teirra brúdleypið.

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Sjúrður og hans vív.

 

188 Hon bleiv sett á beinkin,

hann á kallbekk,

mangur ríkur riddari

ímillum teirra gekk.

 

189 Tey vóru ikki leingi saman,

til tey gótu svein,

hann var á góðum stundum gitin.

so varð hann borin í heim.

 

190 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at hennara stundinn leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

191 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so fínan.

 

192 Tað er enn, sum ofta var,

dult er døpult mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

193 Sveipar hon hann í klæði væl,

gott skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Harald bað hon kalla.

 

194 “Haraldur kongur av Onglandi,

hann var hvør mans javni,

so skal kalla mín unga son

og geva honum Haralds navnið .”

 

195 Barnið varð borið frá kirkju heim

aftur for móður sína,

meiri legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

196 Hann vaks upp hjá síni móður

undir reyðum skildri,

lærdi allar listir tær,

ið meistarin kjósa vildi.

 

197 Hann vaks upp hjá síni móður,

Gud gav honum vøkst,

meiri vaks hann í ein mánað

enn onnur børn í seks.

 

198 Meistarin læt hann listir læra

bæði við svørð og boga,

hann gekk yvir allar aðrar,

væl mundi drongur duga.

 

199 Hann var ikki meiri enn tólv ár gamal,

tá bar hann svørð í fangi,

so gjørdist hann í høggum tungum,

hann bardi reystar dreingir.

 

200 Hilda tók sín unga son,

onga møði spardi,

lærdi hann so tann artikul,

sum Grimmar hana lærdi.

 

 

III. Gormunds táttur

 

201 Gormundur klæðist for sína song

eina morgun snimma:

“Nú lystir meg í Garðaríki

mín sæla ava at finna.”

 

202 Gormundur klæðist for sína song.

letst í brynju nýggja:

“Nú lystir meg í Garðaríki

mín sæla ava at síggja.”

 

203 So letur ungi Gormundur

sín faðirs snekkju búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

204 So letur ungi Gormundur

sín faðirs snekkju takla,

virtur, vín og svørðskistur

innan borða prakla.

 

205 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

206 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru blá,

stavn og stýri av reyðargulli,

har skein sólin á.

 

207 “Sjúrður skal mínum ríki stýra,

inntil eg komi til býggja,

føra skal aftur Grimmar kong

tín sæla faðir at síggja.”

 

208 Vant hann upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykaði ei á bunkan niður

fyrr enn við Garðaríki.

 

209 “Leggið her at landinum,

sum Grimmars borgir stá,

har eru stræti av reyðargulli,

breiddar út at gá.”

 

210 Glaður leggur Gormundur

skipini undir land,

høgar sær hann Grimmars borgir

í grønari lund.

 

211 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrst steig ungi Gormundur

sínum fótum á land.

 

212 Fyrst steig ungi Gormundur

sínum fótum á land,

sló so sínar herbúðir

skamt frá sjóvarstrand.

 

213 Gingu teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

214 Gormundur gekk frá strondum niðan,

eykast meiri vandi,

hann sær seg til báðar síður

ongar borgir standa.

 

215 Gormundur so til orða tekur:

“Nú man lukkan valla,

nú hevur Grimmar hvørvsjón kastað

yvir borgir allar.”

 

216 Gormundur gekk frá strondum niðan,

myrkt var honum for eygum,

settist niður á grønan vøll,

tóktist vera í neyðum.

 

217 “Harra Gud av himmaríki

lati meg ikki doy,

eg skal lata kirkju byggja,

komi eg lívs til oy!

 

218 Eg skal lata kirkju byggja

mitt í Onglands ríki,

eingin tann í Suðurlondum

skal vera hennara líki.”

 

219 So gekk Gormundur átta dagar.

væl ið tað hann mátti,

tá fekk hann tað búgvið svørð,

sum hans faðir átti.

 

220 Enn gekk Gormundur átta dagar,

tóktist lætta av vanda,

hann sær seg til høgru síðu

Grimmars borgir standa.

 

221 Uppi í miðjum grasagarði

akslar hann síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

222 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Grimmar kongur for borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

223 Tá svaraði Grimmar kongur,

hann sá ta kempu standa:

“Hvør er faðir at ferðagarpa,

fyri borði standa?”

 

224 Svaraði ungi Gormundur,

sló so upp í gleim:

“Hetta er tín dótturson,

Hilda hevur borið í heim.”

 

225 “Ver vælkomin, ungi dótturson,

gott er við frændar at ráða,

eingir tveir í verðini

skuldu vunnið økkum báðar.”

 

226 Grimmar hvarv úr sessi burt,

hann var maður reysti,

hann kom aftur uttan hallar

á kolsvørtum hesti.

 

227 Kongurin fleyg í loftið upp

fast við sínar veingir,

hagl fleyg av hans hvørji fjøður,

hann feldi reystar dreingir.

 

228 Gormundur tekur tann glógvuhandska,

Hilda honum fekk,

hann skuldi tann á hendi hava,

tá ið hann heiman gekk.

 

229 Gormundur tók sín glógvuhandska,

snúgviliga vendi,

so fleyg hann í loftið upp

og aftur mót honum rendi.

 

230 Fuglar tveir í lofti flúgva,

fast við veingjum smella,

hoyrast mátti langan veg,

rætt sum byrsur gella.

 

231 Fuglar tveir í lofti flúgva,

fast við veingjum banga,

hoyrast mátti langan veg,

rætt sum trummur ganga.

 

232 Tók hann Grimmar kongin,

legði á grønan vøll,

eingin sá hans hóttarfall,

uttan tungan lær so snjøll.

 

233 Tá svaraði Gormundur,

smílist undir lín:

“Eg havi ongar bøtur tikið

eftir faðir mín.”

 

234 Tíggju svór hann vrangar eiðir

alt á einum degi,

tá hann kom í loftið upp,

tá var hann hálvum verri.

 

235 Kongurin fleyg í loftið upp

fast við sínar veingir,

hagl fleyg av hans hvørji fjøður.

hann feldi reystar dreingir.

 

236 Gormundur tók sín glógvuhandska.

snúgviliga vendi,

so fleyg hann í loftið upp

og aftur mót honum rendi.

 

237 Fuglar tveir í lofti flúgva,

fast við veingjum smella,

hoyrast mátti langan veg,

rætt sum byrsur gella.

 

238 Gormundur skeyt mót Grimmar kongi,

við sítt nevið byrja:

“Nú man galda um Garðaríki,

tað munnu frægir spyrja.”

 

239 “Tú ert alt mín dótturson,

so ert tú lættur og ungur,

eg kann ei so snúgva mær,

tí eg eri gamal og tungur.

 

240 Eg havi mína dóttur lært

tað, hon kann at snakka,

tað tú kanst so snúgva tær,

hevur tú mær at takka.”

 

241 Tók hann Grimmar kongin,

legði á grønan vøll,

eingin sá hans hóttarfall,

uttan tungan bar so snjøll.

 

242 Svaraði ungi Gormundur

fyrsta orði tá:

“Nú man eg í Garðaríki

hava vold og ráð.”

 

243 Svaraði ungi Gormundur,

væl hann tað formátti:

“Nú skal boð til Onglands gera,

tó kaldur er kvinnu tokki.

 

244 Nú skal boð til Ongland gera

upp á Hildu náðir,

ikki skal eg drepa kongin

uttan við móðurráði.”

 

245 Hilda gekk í høgaloft,

henni var ilskan kunn,

hon tók upp sín yngsta son

og andaði í hans munn.

 

246 Haraldur fleyg av Onglandi,

kendi sær fullgott alvi,

hann tók Grimmar kongin

og sleit hann av um nalva.

 

247 Svaraði ungi Gormundur

av so tungum stríði:

“Hví tókst tú mín sæla ava

so brádliga av lívi?”

 

248 “Hevði hann dripið mín faðir sum tín

og brent teir ringar reyðar,

eingin kongur í verðini

skuldi tolt so harðan deyða.”

 

249 Haraldur fór til Onglands aftur

í sín faðirs stól,

Sjúrður kongur ráddi for Onglandi.

er mær á tí hól.

 

250 Tað er frætt so víða

yvir onnur lond,

deyður er kongur av Garðaríki,

og Gormundur aftur til kong.

 

CCF 51 D

TSB E 98

 

Handrit: Kvæðasavn hjá Svend Grundtvig, Dansk Folkemindesamling 68B, c1, nr. 1.

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras legði til rættis: Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1937-39, s. 138.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 2, s. 254.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 12. bind, s. 206.

4. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, s. 179, Rikard Long greiddi til útgávu 1982.

5. Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang, 2011, s. 103.

 

Heimild: Úr Suðuroy: J.P. Skaale, (1820-1860), Tórshavn, settur sýslumaður í Suðuroy 1846-1851, 1846. 

 

E 98 Grimmars kvæði (Man is killed by father-in-law for abducting bride but is revenged by son)

Haraldur, Onglands kongur, fer at biðja um Hildu, dóttur Grimmars, Garðaríkis kongs. Grimmar kongur er burturstaddur í krígsørindum.

Haraldur bíðar ikki eftir samtykki Grimmars, og hann og Hilda fara aftur til Onglands og giftast. Hilda fær tríggjar synir. Seinni vil Haraldur vitja Grimmar. Hann letur yngsta sonin, Gormund, vera eftir heima og hevur hinar báðar við sær.

Hann hjálpir Grimmari at vinna ein bardaga, men meðan hann er burturstaddur, ger Grimmar seg til at taka lívið av honum. Hann skeinkir Harald so fullan, at hann sovnar, og setir so eld á húsið. Haraldur og synir hansara láta lív.

Menn Haralds fara aftur til Gormunds og Hildu við tíðindunum. Seinni giftist Hilda við keisaranum Sjúrði og fær við honum sonin Harald.

Gormundur fer til Garðaríkis at hevna faðir síns deyða á Grimmar. (Frábr.: A: Við gandi roynir Grimmar at steðga skipi Gormunds.) Grimmar og Gormundur berjast, og báðir nýta gand hvør móti øðrum. At enda vinnur Gormundur á Grimmari, men eirir lívi hansara og sendir boð til Hildu. Hon sendir son sín Harald til Garðaríkis, har hann drepur Grimmar.

Gormundur verður kongur aftan á Grimmar, og Haraldur fer aftur til Onglands.

á føroyskum: CCF 51 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019