• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Grimmars kvæði

 

CCF 51 E

TSB E 98

 

1 Vilja tær ljóð og lýða á,

ei man frøðið falla,

Grimmar nevndi eg kongin tann,

ið kunstir kundi allar.

 

2 Grimmar kongur í Garðaríki

hann bar reyðan krans,

tað ríður so mangur í hans garð

for Hildu, dóttur hans.

 

3 Jomfrúin vaknar um midnátt,

sigur sín dreym so brátt:

“Undarligt hevur fyri meg borið

alla hesa nátt.”

 

4 “Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,

ikki er yvir at tiga,

hvat tær hevur í dreymar borið,

tað letur tú siga!”

 

5 Hon læt honum dreymin siga,

fyri fórst hon leingi:

“Eystan kom ein svartur dreki,

hann tók meg undir veingir.”

 

6 Kongurin ráddi dreymin sjálvur

við so miklan harm:

“Eystan kemur kongur sá,

ið moynna leggur á arm.”

 

7 Svaraði Grimmar kongurin

av so tungum stríði:

“Teg skal eingin kongur biðja,

meðan eg eri á lívi.”

 

8 Kongurin fór á skógvar burt

við gyltum slíðraflein:

“Hilda skal bera korða og krónu.

til eg komi heim.”

 

9 Haraldur er á leikvøll,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vita tykur mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

10 Allir drýptu høvdi niður,

eingin tordi tala

uttan ein av sveinunum,

hann kvaðst ikki við at svara:

 

11 “Hoyr tað, mín hin veldigi harri.

hví spyrja tær so?

Best veitst tú við sjálvum tær,

hvar tín stendur hugur á.

 

12 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stendur hugur á,

hava tær hoyrt, at Grimmar kongur

væna dóttur ár?

 

13 Grimmar kongur dóttur eigur.

fagra og so vísa,

har kanst tú ta drotning fáa,

ið títt kann land væl prísa.

 

14 Grimmar kongur dóttur eigur,

fagra og so mæta,

har kanst tú ta drot

ning fáa.

ið títt kann land væl gæta.”

 

15 “Er hon so von og tekkilig,

sum tær siga frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

og hana skal eg fáa.”

 

16 Haraldur gongur for faðir sín,

leitar við hann ráð:

“Hvar vita tygur so væna jomfrú,

ið mær er sámi at fáa?”

 

17 “Hoyr tað, mín hin sæli son,

hví spyrt tú tað so?

Best veitst tú við sjálvum tær,

hvar tín stendur hugur á.”

 

18 “Grimmar kongur dóttur eigur,

sveinarnir siga frá,

hana tókti mær sámiliga,

kundi eg hana fá.”

 

19 “Lítt kom tær á hyggju upp,

og tagað hevur tú leingi,

Grimmar hevur av lívi tikið

so mangar raskar dreingir.”

 

20 Haraldur snúðist av hallini út,

hann tekur tað orð við vreiði:

“Tó skal eg í Garðaríki,

og komi ikki aftur í teirri.”

 

21 So letur Haraldur, Onglands kongur,

sínum skipum búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

22 So letur Haraldur, Onglands kongur,

búgva skipin sín,

letur hann laða í bæði borð

virtur og so vín.

 

23 Haraldur gongur til strandar oman,

var hann við ærum klæddur,

gullreyðan hjálm á høvdi bar,

hann var fyri ongum ræddur.

 

24 Haraldur gongur til strandar oman,

var hann í herðum stór,

fylgir honum Ívint, bróðir hans,

og níggju hundrað av tjóð.

 

25 Vindur hann upp síni silkisegl,

fáir finnast dreingir slíkir,

stryka ei á bunkan niður

fyrr enn við Garðaríki.

 

26 Kasta sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur

sínum fótum á land.

 

27 Fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,

sínum fótum á land,

og hann Ívint, bróðir hans,

undir hans høgru hand.

 

28 Haraldur gongur frá strondum niðan

var hann við ærum klæddur,

gullreyðan hjálm á høvdi bar,

hann var fyri ongum ræddur.

 

29 Haraldur gongur frá strondum niðan,

var hann við ærum stór,

fylgir hann Ívint, bróðir hans,

og níggju hundrað væl tjóð.

 

30 Fylgir honum Ívint, bróðir hans,

níggju hundrað væl tjóð:

“Hvat skulu vit kongin fagna

ella fárlig fljóð?”

 

31 Úti í miðjum grasgarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

32 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Grimmar kongur á borði situr

við manna hundrað fimm.

 

33 Haraldur stendur á hallargólvi,

fyrr var so forðum siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

34 Haraldur stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðju sína:

“Sit væl, Grimmar kongurin,

gev mær dóttur tína!”

 

35 Leingi tagdi Grimmar kongur,

hugsar hann um tey ráð,

hvussu hann skuldi Haraldi kongi

hánligt andsvar fá.

 

36 Haraldur stendur á hallargólvi,

kundi væl tukt og sinni:

“Sig mær antin nei ella ja,

eg biði ikki triðja sinni!”

 

37 Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,

gyrd sat hon við brandi.

“Sig mær ætt og eiti títt,

og hvaðan ert tú av landi?”

 

38 “Harald skalt tú nevna meg,

væl til víggja at stá,

Gormundur kongur av Onglandi

var frægi faðir vár.”

 

39 Haraldur stendur á hallargólvi,

heldur á mjaðarskál:

“Kallmanna hevur tú yvirbragd,

men kvinnu hevur tú mál.”

 

40 Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,

sló tað í ein gleim:

“Bíða mær, frægi ferðagarpi,

til faðir mín kemur heim!”

 

41 Svaraði fyrsti av sveinunum,

hann heldur á búnum knívi:

“Bíðar tú eftir Grimmar kongi,

hann tekur teg skjótt av lívi.”

 

42 Svaraði annar av sveinunum,

tað fell so væl í lag:

“Bíður tú eftir Grimmar kongi,

tað stendur eitt stríð í dag.”

 

43 Svaraði triði av sveinunum,

fáir finnast slíkir:

“Skyndum os skjótt og skundiliga

út av Garðaríki!”

 

44 “Nógv er gull í Garðaríki,

víða hvar at skifta,

kalli tað mikið teiti at vera,

sjálv skal eg meg gifta.”

 

45 “Tú førir ei gull av Garðaríki,

væntast nógv við tær,

hoyr tað, Hilda, Grimmars dóttir,

tú skalt fylgja rnær!”

 

46 Upp lupu teir kongins menn,

ilt er á at herja,

dreingir rjóða í randargný,

vilja nú frúnna verja.

 

47 Upp stóð Haraldur, Onglands kongur,

frægur í huga full,

hann setti gullkrónu á borgararm við,

av skínandi gulli.

 

48 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð Hilda, Grimmars dóttir,

niður til strandar leidd.

 

49 Silki og so perlur

vóru eftir vegnum prangað,

ei mátti Hilda, Grimmars dóttir,

á berari jørðini ganga.

 

50 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ikki á bunka niður

fyrr enn við Ongland.

 

51 Kasta sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Haraldur kongur

sínum fótum á land.

 

52 Fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,

sínum fótum á land,

og hon Hilda, Grimmars dóttir,

undir hans høgru hand.

 

53 Silki og so perlur

vóru eftir vegnum breitt,

so varð Hilda, Grimmars dóttir,

upp í hallina leidd.

 

54 Tað var Haraldur, Onglands kongur,

fell upp á síni knæ,

meðan hann Hildu, Grimmars dóttur,

til ektar festi sær.

 

55 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Haraldur og hans vív.

 

56 Drukkið varð teirra brúdleypið,

hirðin var so fegin

sum tann fuglur, á viði situr,

var á ljósum degi.

 

57 Untust saman í Onglandi,

søgur ganga frá,

hann gat við Hildu, Grimmars dóttur.

raskar synir tvá.

 

58 Untust saman í Onglandi

eina so lítla tíð,

hann gat við Hildu, Grimmars dóttur.

raskar synir trí.

 

59 Gormundur var tann yngsti,

nevndur var av teim,

nú man at teim stundum líða,

kongurin kemur heim.

 

60 Kongurin kemur av skógnum heim,

hann tyktist vera komin í vanda,

hann sær gullkrónu av síni dóttur

á borgararmi standa.

 

61 Kongurin kemur av skógnum heim,

hann sær tey merki stór:

“Hvør er her til hallar komin.

síðan eg heiman fór?”

 

62 “Her kom kongur av Onglandi,

klæddur var við skreyt,

hann tók tygara sælu dóttur,

burtur av borgum breyt.

 

63 Her kom kongur av Onglandi,

vegur við eggjabrandi,

svørji tann eið á mína trú,

at slíkur er eingin í landi.

 

64 Her kom kongur av Onglandi,

vegur við eggjateini,

svørji tann eið á mína trú,

at slíkur er eingin í heimi.

 

65 Her kom eitt so mikið fólk,

vænt var tað at sjá,

kongurin hann bar yvir tað prís

bæði á brún og brá.”

 

66 Vreiður varð Grimmar kongurin,

snarliga hann sær vendi:

“Illa er flutt á Garðaríki,

teir kundu ikki verja eitt kvendi.”

 

67 Svaraði Grimmar kongurin,

ilt er á at herja:

“Hevði eg verið í ríkinum heima,

beyð eg meg til at verja.”

 

68 So var Grimmar kongurin

møddur av tann trá,

hann gat ikki í sjey nætur

tann brúna mjøð at sjá.

 

69 So var Grimmar kongurin

møddur av tann ekka,

hann gat ikki í sjey nætur

tann brúna mjøð at drekka.

 

70 Inn kemur Haraldur árla morgun,

eina morgun snimma:

“Nú lystir meg í Garðaríki

mín verfaðir at finna.”

 

71 Svaraði Hilda, Grimmars dóttir,

honum stóð so nær:

“Kvittar tú í Garðaríki,

eg skal fylgja tær.”

 

72 Svaraði Haraldur, Onglands kongur.

henni stóð íhjá:

“Báran brýtur á blóman tín,

eg kann tað ikki sjá.

 

73 Gormundur hann skal eftir vera.

goyma góðs og landa,

Sjúrður og Helgi skulu fylgja mær

í hernaðin at standa.”

 

74 So letur Haraldur, Onglands kongur

sínum skipum búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

75 Haraldur gongur til strandar oman,

var hann við ærum klæddur,

gullreyðan hjálm á høvdi bar,

hann var fyri ongum ræddur.

 

76 Haraldur gongur til strandar oman,

var hann í herðum stór,

fylgir honum Ívint, bróðir hans,

níggju hundrað av tjóð.

 

77 Tað var Hilda, Grimmars dóttir,

reyðargull bar í hand,

síðan fylgdi hon Haraldi kongi

niður til sjóvarstrand.

 

78 Leggur hann hendur um frúnnar háls,

hann myntist við hana blíða.

skiltist so frá Lundiniborg,

tey sóust ikki síðan.

 

79 Vindur hann upp síni silkisegl.

kátur for uttan sorg,

grátandi snúðist Hilda drotning

aftur í glæstriborg.

 

80 Vindur hann upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykaði ei á bunkan niður

fyrr enn við Garðaríki.

 

81 So var veðrið á sjónum hart,

at grótið reistist frá grunni,

tað voldi Grimmar í Garðaríki,

hann mikla illgerð kundi.

 

82 So var veðrið á sjónum hart,

at illgerð mátti kallast,

so stýrir Haraldur, Onglands kongur,

ikki meir at halla.

 

83 Sigla fram fyri Garðaríki,

sum Grimmar kongur ár,

har stóðu stræti við silvurmerki,

broddar av við stál.

 

84 Kasta sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,

sínum fótum á land.

 

85 Fyrstur steig Haraldur, Onglands kongur,

sínum fótum á land,

Sjúrður og Helgir, synir hans,

undir hans høgru hand.

 

86 Haraldur gongur frá strondum niðan,

var hann við ærum klæddur,

gullreyðan hjálm á høvdi bar,

hann var fyri ongum ræddur.

 

87 Haraldur gongur frá strondum niðan,

var hann í herðum stór,

fylgir honum Ívint, bróðir hans,

níggju hundrað av tjóð.

 

88 Haraldur gongur frá strondum niðan

við trega og tunga sorg,

hann sær sær á høgru hond

horvna kongins borg.

 

89 “Nú skal lata kirkju gera

mitt í Onglands ríki,

eingin tann á Suðurlondum

skal vera hennar javnlíki.

 

90 Nú skal lata kirkju gera

við so mikið noss

og í hvørjum hyrninum

gera Gudi kross.”

 

91 Haraldur stendur á grønum vølli

við tregan og tunga sorg,

hann sær sær á høgru hand

standa kongins borg.

 

92 Úti í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

93 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Grimmar kongur við borðið sat

við manna hundrað fimm.

 

94 Haraldur stendur á hallargólvi,

kátur við mikla list:

“Sit væl, Grimmar kongurin,

tú veit os vetrarvist!”

 

95 “Ver vælkomin, mín sæli mágur,

har til góðs at ráða,

veit tann ongan føddan vera.

ið okur sigrar báðar!”

 

96 Hvør sum hugsar fals og svik,

fær hann tað at vita,

steig so upp úr sínum sessi,

bað so mágin sita.

 

97 Svaraði Grimmar kongurin,

hann tóktist vera komin í vanda:

“Hvør er faðir at ferðagørpum,

her fyri borði standa?”

 

98 Svaraði Haraldur, Onglands kongur,

hann sló tað í ein gleim:

“Eg eri faðir at ferðagørpum,

Hilda hevur borið í heim.”

 

99 Ófríður gekk á kongins land

undir lævarskildri:

“Hoyr tað, Haraldur, Onglands kongur,

tú mær dugna, mildur!

 

100 Sjúrð bjóði eg í fostur hjá mær,

kátur for uttan vanda,

Helgi hann skal fylgja tær

í hernaðin at standa.”

 

101 Haraldur legst í hernað út

mót teirri bylgju blá,

so mangan raskan høvdingin

har firrar hann londum frá.

 

102 Haraldur legst í hernað út

mót teirri bylgju breið,

so mangan raskan høvdingin

har firrar hann burtur av leið.

 

103 So mangan raskan høvdingin

har firrar hann londum frá,

níggju vann hann herskipini,

fimur garpi tá.

 

104 Tað var Grimmar kongurin,

illa gjørdi hann tað,

hann læt byggja skaðaborg,

meðan Haraldur burtur var.

 

105 Níggju vann hann herskipini

bæði við gleði og gleim,

glaður siglir Haraldur kongur

í Garðaríki heim.

 

106 “Faðir, siglið til landa aftur

við edars skjøldin fríða,

tygur hava kongi roysni vunnið,

hirðin man tað sía!”

 

107 “Hoyr tað, mín hin sæli son,

tú lat tær handskar liggja,

kongurin hevur os veitslu boðið,

hana skulu vit tiggja.”

 

108 “Faðir, sigl til landa aftur

við tykkra røsku dreingir,

stríðir tú fyri Grimmar kongi,

tú verður ei kongur leingi!

 

109 Hoyr tað, mín hin sæli faðir,

eg sigi tær satt ífrá,

kongurin var við svikum fullur,

so gjølla eg tað sá.”

 

110 Vindur hann upp síni silkisegl.

fáir finnast slíkir,

skundar nú skjótt og skundiliga

inn á Garðaríki.

 

111 “Tú tak við, Grimmar kongurin

við herskipini sjey,

eg eri frægi ferðagarpi,

eg skal hava tvey.”

 

112 “Tað stendur ein borg í mínum garði,

er takt við dýrar steinar,

har skalt tú, Haraldur, inni sova

við allar tínar sveinar.

 

113 Sjúrð bjóði eg í fostur hjá mær,

kátur við miklum frið,

Haraldur, gakk í breiða høll

við alt títt dreingjalið!”

 

114 So skeinkir hann falsarin

mjøðin og so vín,

fyrstur sovnaði Haraldur kongur

fram úr sessi sínum.

 

115 Grimmar talar til falsaran,

meðan hirðin sovnar:

“Harðan skalt tú deyðan tola,

letur tú mjøðin dovna.”

 

116 Falsarin teimum mjøðin skeinkir,

teimum inni í høll,

fyrstur sovnaði Haraldur kongur,

síðan hirðin øll.

 

117 Falsarin gongur for Grimmar kong,

sigur honum frá:

“Nú svevur kongur av Onglandi

við alt tað lið, hann ár.”

 

118 Tað var hansara dýra drotning,

hon gongur for kong at standa:

“Drep ikki kong av Onglandi,

og elv ikki Hildu vanda!”

 

119 Hann hevði upp sína høgru hond,

gav henni høgg á tenn,

blóðið dreiv í barmin niður,

sóu tað mangir menn.

 

120 Grimmar biður falsaran

leggja eld í borg:

“Fyri unti mær Haraldur kongur

trega og tunga sorg.”

 

121 Aftur mintist falsarin,

hvat verið hevði fyrr,

legði eld í báðar galvar,

stokkar fyri dyr.

 

122 Fyrstur vaknaði Haraldur kongur

av øllum Onglands tjóð,

hann brá við sínum búgvin brand,

hann timbrið yvir sær hjó.

 

123 Fyrstur vaknaði Haraldur kongur

av øllum Onglands liði,

hann brá við sínum búgvin brand.

hann timbrið yvir sær høgdi.

 

124 Svaraði Haraldur, Onglands kongur,

tá ið eldur tók at brenna:

“Hevði eg vitað av svikunum,

harma má eg kenna.”

 

125 Frætti tað Sjúrður í hallina inn,

at hans var faðir trongdur,

snarliga kastaði ker úr hond,

hann brá so brúnum brandi.

 

126 Hann feldi meiri enn hundrað mans

niður for kongins knæ,

annaðslíkt á grønum vølli,

so er greint fyri mær.

 

127 Tá hopaði liðið av hallini út,

tí mikil var mannatrongd,

hann feldi meiri enn hundrað

hann ruddi fyri sær gongd.

 

128 Haraldur stendur í heita báli,

brendur upp til kníggja,

hann tóktist ikki til neyð at kenna,

hann fekk sín son at síggja.

 

129 Haraldur stendur í heita báli,

brent er av honum hár,

hann tóktist ikki til neyð at kenna,

hann fekk sín son at sjá.

 

130 So ríður hann Sjúrður ungi

víðan vøllin fram,

klývur hann hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann.

 

131 Svaraði Grimmar kongurin,

tað er, sum tað var:

“Alt tað liðið á Garðaríki

tað hevur hann deytt á bræði.”

 

132 Grimmar rópar á týðingarpar,

biður við ørvum skjóta:

“Latið ikki Sjúrð hin unga

Garðaríki njóta!”

 

133 Niður legði hann ørvini,

hann tók tann teinin bjarta,

so skeyt hann fyri buðlungs herðum,

at oddurin stóð í hjarta.

 

134 Hann reiv úr sær blóðigt svørð,

hvít um hjartarót:

“Væl hevur faðir mín føðgað meg,

Gud ráði honum bót!”

 

135 Hann reiv úr sær blóðigt svørð,

hvít um hjartarøtur:

“Væl hevur faðir mín føðgað meg,

og Gud ráði honum bøtur!”

 

136 Hann reiv úr sær blóðigt svørð,

tann sorgarteinin dýra,

skeyt so aftur í kongins høll,

at hilmar týndu lívi.

 

137 Deyður fell tá týðingarpi

inn á bálið bjarta,

kongurin stóð tá eftir longst,

ið væl bar hug og hjarta.

 

138 Haraldur tekur sín búgvin brand

við trega og tunga sorg,

níggju mílir floygdi hann hann

út av glæstriborg

 

139 “Verði tín eingin njótandi,

vaksin er við tær vandi,

uttan hin yngsti arvingi mín,

Gormundur av Onglandi!

 

140 Verði tín eingin njótandi,

vaksið er við tær mein,

uttan hin yngsti arvingi mín,

so frægur í Onglandi ein!”

 

141 Hilda tekur um glógvarnar,

gjørdir vóru av fleim,

tá sá Hilda, Grimmars dóttir

so vítt ovur allan heim.

 

142 Niður leggur hon glógvarnar,

møðig fellur hon tár,

hon sær unga Harald kong,

í eldi tar ið hann stár.

 

143 Aftur sigla kongins menn

við so lítið geingi,

bæði eldur og brendur roykur

liggur í teirra streingi.

 

144 Út kemur Gormundur árla morgun,

lítist um so víða:

“Eg síggi skip eftir havi koma,

faðirs merki fríða.”

 

145 Kasta sínum akkerum

á so hvítan sand,

Gormund er gingin úr høgaloft

niður til sjóvarstrand.

 

146 Svaraði hin ungi Gormundur,

sær bar gull á hand:

“Hvar er mín hin sæli faðir,

hann leyp ikki fyrstur á land?”

 

147 “Grimmar kongur í Garðaríki

hann brendi tín faðir inni,

níggju hundrað í glæstriborg,

ongum háttri minni.

 

148 Grimmar kongur í Garðaríki

brendi tín faðir á báli,

níggju hundrað í glæstriborg

og raskar brøður báðar.”

 

149 Tað var hin ungi Gormundur

so snarliga hann sær vendi,

so kroysti hann búgvin brand,

at brýnt stóð jarn í hendi.

 

150 Tað var hin ungi Gormundur

hann snúðist teimum frá,

so kroysti hann búgvin brand,

at hugsað fekk hann tá.

 

151 “Er her nakar av mínum monnum,

so ber hug og hjarta,

siga vil Hildu Haralds deyða

for skínandi gullið bjarta?

 

152 Er her nakar av mínum monnum,

elva torir tann váða,

siga Hildu Haralds deyða,

raskar brøður báðar?”

 

153 “Hann er eingin av tínum monnum.

so ber hug og hjarta,

sigur Hildu Haralds deyða

for skínandi gullið bjarta.

 

154 Hann er eingin av tínum monnum.

ið elva torir tann váða,

siga Hildu Haralds deyða,

tá bjørtu beygaskál.”

 

155 Gormund er gingin innan høgaloft,

hann sigur síni móður frá:

“Komin er kongur av Onglandi

við alt tað lið, hann ár.”

 

156 “Tú tarvt ikki, mín sæli son,

elva mær ta sorg,

hann kemur ikki livandi

aftur í glæstriborg.”

 

157 Hvør sum elskar ein dyggan drong,

gævan hevði staðið í happi,

lindin tann, um Hildu lá,

í tógvar lutir brast.

 

158 Svaraði hin ungi Gormundur

av tí tunga stríði:

“Teg má eingin kongur biðja,

so leingi eg eri á lívi.”

 

159 Nú skal falla niður um stund,

vilja tær dømi trúgva,

um Sjúrð keisar av Sakslandi

og hagar við frøði snúgva.

 

160 Sjúrð keisar situr í hásæti

og talar við sínar dreingir:

“Hvat vita tygur mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

161 Allir drýptu høvdi niður,

eingin tordi tala

uttan ein av sveinunum,

hann kvaðst ikki við at svara.

 

162 Uttan ein av sveinunum,

hann stóð honum skamt ífrá:

“Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.

 

163 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á,

hava tygur hoyrt, at Haraldur kongur

væna drotning ár?

 

164 Hava tygur hoyrt, at Haraldur kongur

væna drotning ár,

Grimmar kongur í Garðaríki

skildi tey at tá.”

 

165 “Er hon so væn og tekkilig,

sum tær siga frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

og hana skal eg fá.

 

166 Hagar streingi eg eiti mítt,

og hana skal eg fá,

biðja drotning Haralds kongs,

tað standist hvat av ið má.”

 

167 So letur hann Sjúrð keisar

sínum skipum búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

168 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Ongland.

 

169 Kasta sínum akkerum

á so hvítan sand,

Sjúrð keisar av Sakslandi

hann steig har fótum á land.

 

170 Fyrstur stígur Sjúrð keisar

[sínum fótum á land etc.].

 

CCF 51 E

TSB E 98

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [6].

 

Útgávur: 

1. Chr. Matras legði til rættis: Svabos Færøske Visehaandskrifter, 1937-39, s. 138.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 2, s. 267.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 12. bind, s. 238.

4. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, s. 179, Rikard Long greiddi til útgávu 1982.

5. Hentzasavn – kvæðasavnið hjá Jóannesi í Króki frá 1819. Eivind Weyhe legði útgávuna til rættis og skrivaði inngang, 2011, s. 103.

 

Heimild: Úr Suðuroy: J.H. Schrøter, (1771-1851), Vági, ættaður úr Havn.

 

 

 

E 98 Grimmars kvæði (Man is killed by father-in-law for abducting bride but is revenged by son)

Haraldur, Onglands kongur, fer at biðja um Hildu, dóttur Grimmars, Garðaríkis kongs. Grimmar kongur er burturstaddur í krígsørindum.

Haraldur bíðar ikki eftir samtykki Grimmars, og hann og Hilda fara aftur til Onglands og giftast. Hilda fær tríggjar synir. Seinni vil Haraldur vitja Grimmar. Hann letur yngsta sonin, Gormund, vera eftir heima og hevur hinar báðar við sær.

Hann hjálpir Grimmari at vinna ein bardaga, men meðan hann er burturstaddur, ger Grimmar seg til at taka lívið av honum. Hann skeinkir Harald so fullan, at hann sovnar, og setir so eld á húsið. Haraldur og synir hansara láta lív.

Menn Haralds fara aftur til Gormunds og Hildu við tíðindunum. Seinni giftist Hilda við keisaranum Sjúrði og fær við honum sonin Harald.

Gormundur fer til Garðaríkis at hevna faðir síns deyða á Grimmar. (Frábr.: A: Við gandi roynir Grimmar at steðga skipi Gormunds.) Grimmar og Gormundur berjast, og báðir nýta gand hvør móti øðrum. At enda vinnur Gormundur á Grimmari, men eirir lívi hansara og sendir boð til Hildu. Hon sendir son sín Harald til Garðaríkis, har hann drepur Grimmar.

Gormundur verður kongur aftan á Grimmar, og Haraldur fer aftur til Onglands.

á føroyskum: CCF 51 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019