• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Gríms ríma

 

Gríms ríma

 

CCF 52 B

TSB E 125

 

1 Ein er ríman skrivað í land

um hann Grím, son Hildibrand.

 

Alt meðan lindin hon stendur væl.

Tar stendur ein lind í mín faðirs garð,

hon er seg alt med rósur væl.

Alt meðan lindin hon stendur væl.

 

2 Ein er ríman skrivað í líð,

hon man vara eina korta tíð.

 

3 Ein er ríman skrivað í lund,

hon man vara eina korta stund.

 

4 Hann letur sær skip av nýggjum gera,

lystir ei longur inni at vera.

 

5 Hann letur sær skip av nýggjum byggja,

lystir ei longur inni at liggja.

 

6 Grímur hann læt til strandar stilla,

har møtti honum Ásmundur illi.

 

7 Eyguni hvør at øðrum rendi,

hvørgin kappin annan kendi.

 

8 Ásmundur svør á sína trú:

“Sig mær, hvussu eitur tú?”

 

9 Grímur svarar honum á stand:

“Eg eiti Grím, son Hildibrand.”

 

10 Grímur svør á sína trú:

“Sig mær, hvussu eitur tú?”

 

11 Ásmundur svarar honum so:

“Eg eiti Ásmundur kellingarson.”

 

12 Ásmundur bar upp málið fyrst:

“Kanst tú nakað at ríða dyst?”

 

13 Grímur svarar honum so and:

“Dystin eg væl ríða kann.”

 

14 Tann fyrsta stingin, hann fyri honum legði

Ásmundur leysur úr saðli fleyg.

 

15 Hin annan stingin, Grímur stakk,

Ásmundur leysur úr saðli sprakk.

 

16 Men Grímur dvaldist ei longur har,

vindur upp segl og siglir í hav.

 

17 Ásmundur gongur í grasgarð,

ramar ristir hann rúnir har.

 

18 Grímur út í havið sigldi,

stormur og mjørki honum fylgdi.

 

19 Hann sigldi í dagar, sigldi í tvá,

hann fekk einki land at sjá.

 

20 Hann sigldi í dagar, sigldi í tríggjar,

hann fekk einki land at síggja.

 

21 Grímur tók rúnarbók í hand,

tá fekk hann at síggja land.

 

22 Grímur tók rúnarbók í hond,

tá fekk hann at síggja lond.

 

23 Hann legði at landi har,

sum stórur risi fyri var.

 

24 Hann legði at landi við kristnari trú,

sum stórur risi fyri búði.

 

25 Hann gekk í hellið hyggin og vitur,

gomul kelling við eldin situr.

 

26 Kelling svør á sína trú:

“Sig mær, hvussu eitur tú?”

 

27 Grímur svarar henni pá stand:

“Eg eiti Grím, son Hildibrand.”

 

28 Grímur inn í hellið gekk,

risin ymsar litir fekk.

 

29 “Hoyr tú, risin, eg tali til tín,

hvar er hann risin, sonur tín?”

 

30 Risin tók tey orð við reiði:

“Mín son er á djúraveiði.”

 

31 Risin skoðar sín steikitein:

“Bíða, til sonur mín kemur heim!

 

32 Bíða tú eftir soni mínum,

hann skeinkir fyri teg bæði mjøð og vín!”

 

33 Grímur hann svørð av slíðrum dró,

risin rodnaði sum eitt blóð.

 

34 Kellingin talar ikki eitt orð:

“Nú vil Grímur gera rnorð.”

 

35 Grímur við sínum svørði brá,

hjó so risans høvur frá.

 

36 Grímur dvaldist ei longur har,

vindur upp segl og setir í hav.

 

37 Hann sigldi av landi við gleði og gleim,

tá kom risans sonur heim.

 

38 Risin inn í hellið sá,

hansara faðir í blóði lá.

 

39 Risin inn í hellið leyp,

hansara faðir í blóði fleyt.

 

40 “Hoyr tú, kelling, eg tali til tín:

hvør hevur dripið faðir mín?”

 

41 Kelling svarar honum á stand:

“Tað var Grím, son Hildibrand.”

 

42 Risin heldur á stálstong stinnu:

“Grím, son Hildibrand, skal eg finna.”

 

43 Risin oman til strandar gekk,

stór stálstong á økslum hekk.

 

44 Risin oman til strandar fór,

stór stálstong á økslum dró.

 

45 Risin út í havið leyp,

stórar sjógvar frá sær breyt.

 

46 Risin út í havið vóð,

stórar sjógvar frá sær sló.

 

47 Risin veður nú fram við land,

nú gongur Grímur for honum á sand.

 

48 Grímur talar til skósvein sín:

“Nú mást tú hava blandað vín.

 

49 Nú mást tú hava blandað vín,

stórur gestur kemur til tín.

 

50 Nú mást tú hava mjøðin blandað,

nú kemur risin av Bláland.”

 

51 Tá ið mjøðurin fleyt í bland,

tá kom risin av Bláland.

 

52 Risin inn í høllina gekk,

Grímur ymsar litir fekk.

 

53 “Hoyr tú, Grímur, eg tali til tín,

tú hevur dripið faðir mín!”

 

54 “Eg vá tín faðir, og tað var vist,

eg kann væl ríða mót tær ein dyst.”

 

55 Risin hann við síni jarnstong slær,

Grímur um annan endan fær.

 

56 Í høllini var so mikil duni,

har royndu teir sínar sterku bunur.

 

57 Í høllini var so mikið dundur,

síðan brutu teir stongina sundur.

 

58 Risin við sín stubba sló,

Grímur hann helt sín ímót.

 

59 Stóra hurð av hongslum gekk,

Grímur um annan endan fekk.

 

60 Tá var Grímur staddur í vanda,

hann fekk ikki brandin í sín hand.

 

61 Grímur talar til skósvein sín:

“Tú heinta mær higar brandin mín!”

 

62 Sveinur skuldi brandin syfta,

hann var ikki maður at lyfta.

 

63 Sveinur bæði dró og bar,

Grímur um annan endan fær.

 

64 Grímur við sínum svørði brá,

hjó so risans høvur frá.

 

65 Grímur bant sítt svørð við síðu,

snarliga beyð sær út at ríða.

 

66 Hann reið eftir Lindarfjalli,

har møtti honum garpin snjalli.

 

67 Eyguni hvør at øðrum rendi,

hvørgin kappin annan kendi.

 

68 Grímur svør á sína trú:

“Sig mær, hvussu eitur tú?”

 

69 Sjúrður svarar honum so:

“Eg eiti Hjalpreks fosturson.”

 

70 “Eitur tú Hjalpreks fostursvein,

títt sagn gongur víða í heim.”

 

71 Sjúrður svør á sína trú:

“Sig mær, hvussu eitur tú?”

 

72 Grímur svarar honum á stand:

“Eg eiti Grím, son Hildibrand.”

 

73 Sjúrður bar upp málið fyrst:

“Kanst tú nakað at ríða dyst?”

 

74 Grímur svarar honum so and:

“Dystin eg væl ríða kann.”

 

75 Tann fyrsta dystin, teir vekk,

hvørgin kappin úr saðli gekk.

 

76 Tann annan dystin, teir riðu tá,

tá fekk Grímur eitt lítið sár.

 

77 Tá ið hann sviðan at sær kendi,

ógvuliga mót Sjúrði rendi.

 

78 Hann rendi móti Sjúrði so fast,

spjótið ímillum báðar brast.

 

79 “Hevði eg havt rúnir í munni,

tú skuldi ikki, Grímur, vunnið.”

 

80 “Eg síggi, tú ert ein menskur mann.

tó at tú ongar rúnir kann.

 

81 Eg síggi, tú ert ein menskur mann,

sig so, Sjúrður, at tú vann!”

 

82 Teir skiltust har við gleði og gleim,

riðu so báðir til hallar heim.

 

83 Teir drukku bæði mjøð og vín,

reið so hvør í høll til sín.

 

CCF 52 B

TSB E 125

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [6].

 

Útgávur:

 1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 2, s. 278.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 13. bind, s. 14.

3. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, s. 94, Rikard Long greiddi til útgávu 1982.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Thomas Joensen, Tummas við Kráir (1815-1887), Vági, 1848. 

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019