• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Grímur á Bretlandi ella Løðar jall

 

Grímur á Bretlandi ella Løðar jall

 

CCF 53 Ba

TSB E 106

 

Fyrsti táttur

 

1 Eina veit eg rímuna,

inni hevur ligið leingi,

gjørd um Grím á Bretlandi

og aðrar reystar dreingir.

 

Trínið lættliga dansin!

Dagurin skín so fagurliga,

komin er hægst á summarið.

 

2 Eg havi eina rímu hoyrt,

inni hevur ligið enn,

gjørd um Grím á Bretlandi

og aðrar reystar menn.

 

3 Eg havi eina rímu hoyrt,

gjørd við nýtum orðum,

um hann Grím á Bretlandi,

sum kongur var í forðum.

 

4 Løðar jall er á leikvølli,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

5 Løðar jall er á leikvølli,

talar við sínar menn:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað enn.”

 

6 Sveinar svara sínum harra:

“Hví spyrjið tær so?

Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.

 

7 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á,

hoyrt havi eg gitið Svøríkis kong,

so væna dóttur ár.

 

8 Svøríkis kongur dóttur eigur,

mektiga og so mæta,

annar er hon arvingin

til góðs og lond at gæta.

 

9 Svøríkis kongur dóttur eigur,

væna og so vísa,

kanst tú hana til ektar fá,

hon kann títt lív væl prísa.”

 

10 “Er hon so von og tekkilig,

sum tær sigið frá,

hagar skal eg streingja

mínum bønarorðum á.

 

11 Hagar skal eg streingja

mínum bønarorðum á,

biðja dóttur Svøríkis kongs,

tað stendst hvat av ið má.”

 

12 So letur reystur Løðar jall

síni skipin gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

13 So letur hann Løðar jall

síni skipin búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

14 So letur hann Løðar jall

byggja skipin sín,

letur laða í bæði borð

virtur og so vín.

 

15 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

16 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru ný,

forgyltir leika veðurringar

hátt í miðjum ský.

 

17 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Svøríkis land.

 

18 Heiman kvittaði Løðar jall

Svøríkis dóttur at biðja,

har kom Grímur á Bretlandi,

læt herlið omaná treða.

 

19 Heiman kvittaði Løðar jall

Svøríkis dóttur at fá,

har kom Grímur á Bretlandi,

læt herlið omaná slá.

 

20 Heiman kvittaði Løðar jall

Svøríkis dóttur at gilja,

har kom Grímur á Bretlandi,

læt herlið omaná skilja.

 

21 Møttust teir í havinum,

kunnu væl beita brandi,

Løðar jall av Síggjaríki,

Grímur av Bretlandi.

 

22 Møttust teir í havinum,

so er nú frá at siga,

báðir fylgdust til Svøríkis

kongins dóttur at biðja.

 

23 Møttust teir í havinum

eina morgunstund,

báðir fylgdust til Svøríkis

at biðja tað væna sprund.

 

24 Teir hildu upp undir Svøríki

eina morgunstund,

tað var sum í bál at líta,

skeiðir dynja í lund.

 

25 Teir hildu upp undir Svøríki

eina morguntíð,

tað var sum í bál at líta,

skeiðir dynja í.

 

26 Higar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

27 Lótu síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Løðar jall

sínum fótum á land.

 

28 Gingu teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

29 Gingu teir frá strondum niðan,

herir vóru klæddir,

reyðargullhjálm á høvdi bóru,

vóru av ongum ræddir.

 

30 Mitt í miðjum grasagarði

aksla teir síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

31 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Svøríkis kongur við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

32 Løðar jall gekk í hallina inn,

í forðum var tann siður,

hevur alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

33 Løðar jall stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðju sína:

“Sit væl, reystur Svøríkis kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

34 Tá leið ikki longur um

enn eina so lítla stund,

tá kom Grímur á Bretlandi

at biðja tað væna sprund.

 

35 Tá leið ikki longur um

enn eina so lítla tíð,

tá kom Grímur á Bretlandi

at biðja tað væna vív.

 

36 Tí svaraði Grímur kongur,

fyri breiða borði gekk:

“Kongurin, gev mær tína dóttur,

bæði er von og tekk!”

 

37 Tá svaraði Løðar jall,

fyri breiða borði situr:

“Kongurin, gev mær tína dóttur,

bæði er von og vitur!”

 

38 Tí svaraði Grímur kongur,

fyri breiða borði stóð:

“Kongurin, gev mær tína dóttur,

tað hitt væna fljóð!”

 

39 Kongurin so til orða tók,

ei skal slíkum spara:

“Heinta mína dóttur í hallina inn

sjálv for seg at svara!”

 

40 “Ver vælkornin í hallina inn,”

kongurin ræður at tala,

“kjós tær kappan, hvønn tú vilt,

dóttir mín hin sæla!”

 

41 “Takk havi tú, mín sæli faðir,

ið mær andsvar gav,

Løðar jall av Síggjaríki

hann kjósi eg mær!”

 

42 Løðar jall av Síggjaríki

vildi tann frú sær kjósa,

Grím vil hon ei við eygum sjá,

segði tað sprundið ljósa.

 

43 “Eg havi ikki Grím av Bretlandi,

hann er so leitt eitt trøll,

so er faðir, og so er móðir,

og so er hirðin øll.”

 

44 “Tað sær eg á tær, Løðar jall,

tú manst ognast sprund,

kom á hólm og berst mót mær

eina so lítla stund!

 

45 Tað sær eg á tær, Løðar jall,

at tú manst ognast vív,

kom á hólm og berst mót mær

eina so lítla tíð!”

 

46 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

leggja sínar bardagar

skamt frá kongins høll.

 

47 Bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar gekk.

 

48 Bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann.

 

49 Inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann,

tá fell Grímur á Bretlandi,

tann hin raska mann.

 

50 Svaraði reystur Løðar jall,

heldur á brýndum knívi:

“Hoyr tú, Grímur á Bretlandi,

nú havi eg vald á vívi!”

 

51 Svaraði Grímur á Bretlandi:

“Tað skal eg nú valda,

hóast vit hava roysni roynt,

vit latum nú hvønngan gjalda.”

 

52 Svaraði reystur Løðar jall

í annað orðið tá:

“Hóast vit hava roysni roynt,

lív skalt tú væl fá.

 

53 Eg havi staðið í bardøgum,

har havi eg meg møtt,

skal eg nu festa tað væna vív,

so dýrt havi eg hana keypt.”

 

54 Tá ið frúgvin rætti sína

hond yvir borð,

lystiligt var á at lýða

teirra festnarorð.

 

55 Fram gekk frúgvin Marita,

rætti fram ljósan hand,

lystiligt var á at lýða

teirra festnarband.

 

56 Silki og so perlur

var eftir vegnum prangað,

ei mátti Marita, Svøríkis dóttir,

á berum jørðum ganga.

 

57 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð Marita, Svøríkis dóttir,

niður til strandar leidd.

 

58 Vindur hann upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn á Síggjaríki.

 

59 Millum báðar stavnarnar

skín so fagur litur,

sum hon Marita, Svøríkis dóttir,

í lyftingini situr.

 

60 Millum báðar stavnarnar

brýtst ein litur á,

sum hann reystur Løðar jall

frúnni situr hjá.

 

61 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

62 Læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Løðar jall

sínum fótum á land.

 

63 Fyrstur stígur Løðar jall

sínum fótum á land,

so hon Marita, Svøríkis dóttir,

undir hans høgru hand.

 

64 Silki og so perlur

var eftir vegnum prangað,

ei mátti Marita, Svøríkis dóttir,

á berum jørðum ganga.

 

65 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð Marita, Svøríkis dóttir,

niðan til hallar leidd.

 

66 Tað var reystur Løðar jall,

tók sær frú at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ikki longur fresta.

 

67 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Løðar jall og hans vív.

 

68 Ráddu fyri á Síggjaríki

væl altíð og leingi,

tað var teim til lukku lagað,

børn áttu tey eingi.

 

69 Ráddu fyri á Síggjaríki,

tugdu vetrarvist,

so var teirra eydnu lagað,

børn høvdu tey mist.

 

70 Ráddu fyri á Síggjaríki,

so er greint fyri mær,

einki livdi hjá jallinum meir

enn eina nátt ella tvær.

 

71 Har kundi eingin sonur liva

meir enn eina nátt ella tvær,

voldi tað Grímur á Bretlandi,

hann illgerðsmaður var.

 

72 Svaraði Marita, Svøríkis dóttir,

tóktist vera í váða:

“Ognast vit ein ungan son,

sjálv skal eg navni ráða.”

 

73 Svaraði Marita, Svøríkis dóttir,

tung man sorgin falla:

“Ognist eg ein ungan son,

Grím skal eg hann kalla.”

 

74 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

inntil henni at stundum leið,

hon føðir ein svein so fínan.

 

75 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so baldan.

 

76 Sveipar hon hann í klæði væl,

væl skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Grím biður hon kalla.

 

77 Barnið varð borið frá kirkju heim

aftur for móður sín,

meiri læt hon røkta tað

enn alt sítt gull í skrín.

 

78 Hann veks upp hjá síni móður

snart og ikki leingi,

til hann gjørdist í høggum tungur,

hann bardi reystar dreingir.

 

79 Hann var seg á leikvølli

burt hjá øðrum sveinum,

hvønn tann tíð, teir vreiðir vóru,

stóð teim stríð á meini.

 

80 Niður settust sveinarnir,

reiðir ið teir vóru:

“Líkari var tær konu at biðja

enn berja oss so stórum.”

 

81 Niður settust sveinarnir,

vreiðir vóru báðir:

“Líkari var tær konu at biðið

enn berja oss so sára.”

 

82 Svaraði Grímur Løðarjals son,

fyrsta orðið tá:

“Hvar vita tit so væna jomfrú,

ið mær er sámi at fá?”

 

83 “Hoyr tú, Grímur Løðarjals son,

tú kanst mítt mál væl skilja,

Bretlands kongur dóttur eigur,

hon er tær sámi at gilja!

 

84 Hoyr tað, Grímur Løðarjals son,

tú kanst mítt mál forstá,

Bretlands kongur dóttur eigur,

hon er tær sámi at fá!”

 

85 Tað var Grímur Løðarjals son,

heim í garðin fór,

úti hansara sæli faðir

fyri honum stóð.

 

86 “Ver vælkomin, mín sæli son,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

87 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvæl minni um vín,

onnur havi eg ørindini

higar í dag til tín.

 

88 Hoyr tú, mín hin sæli faðir,

tú kanst mítt mál væl skilja,

eg ætli mær til Bretlanda

kongins dóttur at gilja!

 

89 Hoyr tú, mín hin sæli faðir,

tú kanst mítt mál forstá,

eg ætli mær til Bretlanda

kongins dóttur at fá!”

 

90 “Fátt er tær í huga komið,

tú hevur tagað leingi,

kongurin hevur av lívi tikið

so mangar reystar dreingir.

 

91 Fátt er tær í huga komið,

tú hevur tagað enn,

kongurin hevur av lívi tikið

so mangar reystar menn.

 

92 Tá mást tú búgva tín virtur væl

og spenna tín hest við gjørð,

um enn tú hevur eitt átjan hundrað.

tílíka rakar tú ferð.

 

93 Tá mást tú búgva tín virtur væl

og spenna tín hest við brandi,

um enn tú hevur eitt átjan hundrað,

hann jagar teg út av landi.

 

94 Tá mást tú búgva tín virtur væl

og gyrða tín hest við geira,

um enn tú hevur eitt átjan hundrað,

skyldi tær tvinni fleiri.

 

95 Tá mást tú búgva tín virtur væl

og spenna tín hest við spora,

um enn tú hevur eitt átjan hundrað,

royndi eg kongin í forðum.”

 

 

Annar táttur

 

96 Jallurin gekk í hallina inn,

mælir for vonum fljóði:

“Nú lystir meg til Bretlanda

við okkra soni góða.”

 

97 Svaraði Marita, Svøríkis dóttir,

tók so sárt at gráta:

“Fellur tú á Bretlandi,

lívið man eg láta.

 

98 Fellur tú á Bretlandi

í tí tunga stríði,

eg beri ikki hjarta glatt

tann stund, eg eri á lívi.

 

99 Fellur tú á Bretlandi

frá tí gullinum reyða,

siti eg eftir á Síggjaríki,

so syrgi eg meg til deyða.”

 

100 So letur Grímur Løðarjals son

síni skipin gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

101 So letur Grímur Løðarjals son

síni skipin búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

102 So letur Grímur Løðarjals son

byggja skipin sín,

letur laða í bæði borð

virtur og so vín.

 

103 Bræddar hevði hann brandar,

skorin var hvør stokk,

stavnar og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

104 Bræddar hevði hann brandar,

borðini vóru ný,

forgyltir leika veðurringar

høgt í miðjum ský.

 

105 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru blá,

stavn og stýri av reyðargulli,

har skín sólin á.

 

106 Tað var Marita, Svøríkis dóttir,

gull bar seg á hand,

fylgdi Grími, soni sínum,

niður til sjóvarstrand.

 

107 Hon fekk honum tað fingurgull,

snúliga vendi:

“Tak við, Grímur, sonur mín,

slepp tí ei av hendi!”

 

108 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Bretland.

 

109 Lítil maður á smaluheiði

goymir at smalu og geit,

hann sær skip av havi komið,

havnir vilja leita.

 

110 Allar rekur hann smalurnar

út á grønan vøll,

síðan akslar kápu blá,

hann gár í kongins høll.

 

111 Síðan akslar kápu blá,

hann gár í kongins høll:

“Eg eri meg á einum luti

vísari, enn tit eru øll.

 

112 Eg eri meg á einum luti

vísari enn tit eru øll,

eg sær skip av havi koma,

seglini hvít sum bjøll.”

 

113 “Sært tú skip eftir havi koma,

seglini av hvíta lín,

vera man Grímur Løðarjals son

at biðja dóttur mín.”

 

114 Grímur gongur í grasagarði,

reyðargull bar á hendi,

tekur upp tær erlur tvær

og út í sjógvin sendi.

 

115 Erlur flugu av Bretlandi,

settust á saltan sjó,

Grímur tók mót báðum teim,

vakti kalvablóð.

 

116 Erlur flugu av Bretlandi,

settust á saltan vand,

Grímur tók mót báðum teim,

hann steig yvir lyfting fram.

 

117 Grímur tók ímót báðum teim,

hann steig yvir lyfting fram,

sendi tær aftur á Bretland,

tær feldu ein merkismann.

 

118 Grímur gongur í grasagarði,

reyðargull bar á hendi,

tekur nú upp tær aðru tvær

og út í havið sendi.

 

119 Erlur flugu av Bretlandi,

tær settust á saltan vand,

Grímur tók mót báðum teim,

hann steig yvir lyfting fram.

 

120 Grímur tók mót báðum teim,

hann steig yvir lyfting fram,

sendi tær aftur á Bretland,

tær feldu ein merkismann.

 

121 Svaraði Regin á Bretlandi,

lítur seg út mót oy:

“Eg skal Grím av lívi taka,

vinna ta vonu moy.”

 

122 Svaraði Regin á Bretlandi,

lítur seg út í sund:

“Eg skal Grím av lívi taka,

vinna tað væna sprund.”

 

123 Grímur gongur í grasagarði,

reyðargull ber á hendi,

tekur hann upp tær triðju tvær,

út í havið sendi.

 

124 Erlur flugu av Bretlandi,

settust á saltan vand,

Grímur tók mót báðum teim,

hann steig yvir lyfting fram.

 

125 Grímur tók mót báðum teim,

hann steig yvir lyfting fram,

sendi tær aftur á Bretland,

tær feldu ein merkismann.

 

126 Svaraði ein av sveinunum,

mangt var honum ímóti:

“Nú sá eg á Bretlandi,

hvar Regin kastaði fótum.”

 

127 Svaraði Grímur Løðarjals son,

hann lítur seg upp í ætt:

“Tá mást tú kallast ein spámaður,

sigur tú hatta satt.”

 

128 Grímur gongur í grasagarði,

aftur er komin erva:

“Nú er at brynja út Bretlands lið

og vera til víggja før.”

 

129 Grímur gongur í grasagarði,

reyðargull ber á hendi,

ramar ristir hann illgerningar,

út í havið sendi.

 

130 Tríggjar dagar Grímur ungi

í eysturmáli stóð,

meðan stýrdi Løðar jall,

úr skjúrtu vant hann blóð.

 

131 Tríggjar dagar Grímur ungi

í eysturmáli stendur,

meðan stýrdi Løðar jall,

at blóðigar vindur hann hendur.

 

132 So var veður á sjónum hart,

at ódnin mátti kalla,

so stýrdi hann Løðar jall,

at hvørgum borði hallar.

 

133 So var veður á sjónum hart,

ódnin mátti eita,

so stýrdi hann Løðar jall,

úr skjúrtu vant hann sveita.

 

134 So var veður á sjónum hart,

Løðar jall stóð við stýri,

aldan breyt í bæði borð,

tá bliknaðu dreingir dýrir.

 

135 So var veður á sjónum hart,

sandur á tiljum breyt,

so stýrdi hann Løðar jall,

alt tað ið knørrur fleyt.

 

136 So var veður á sjónum hart,

sandur á tiljum lá,

aldan breyt í húnbor hátt,

tá fell so bylgjan blá.

 

137 So var veður á sjónum hart,

eldurin rýkur av tongum,

hvítar gæs við grunni gingu,

tá tognaði seymur í rongum.

 

138 So var veður á sjónum hart,

ógvuligt á at líta,

so stýrdi hann Løðar jall,

at frá dró bjøllin hvíta.

 

139 So var veður á sjónum hart,

grótið reis frá grunni,

voldi tað Grímur á Bretlandi,

hann illgerningar kundi.

 

140 Svaraði ein av sveinunum,

bak á bunka stár:

“Hvat eru tað for einir avrekshestar.

eftir havi gár?”

 

141 “Hatta eru eingir hestar,

og hatta eru eingi ross,

hatta eru Grimmars illgerningar,

hann ristir móti oss.”

 

142 Grímur tók sítt rúnarkelvi,

kastar út á sjó,

ikki mátti gerning vaksa,

slætnaði sum á ló.

 

143 Grímur tók sítt rúnarkelvi,

kastaði út fyri borð,

ikki mátti gerning vaksa,

megnaði vóru hans orð.

 

144 Ísland treyt, og báran breyt,

tað hurrar í hvørjum streingi,

teir fingu tó havn á Bretlandi,

sum gitið man verða leingi.

 

145 So var veður á sjónum hart,

tað brakaði í bondum og borðum,

fingu tó havn á Bretlandi,

sum gitið var í forðum.

 

146 Higar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

147 Lótu síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrst steig Grímur Løðarjals son

sínum fótum á land.

 

148 Fyrstur steig hann Grímur

sínum fótum á land,

so hann Løðar jall, faðir hans,

undir hans høgru hand.

 

149 Eingin hestur er so skjótur

eftir sløttum sandi

sum hann Grímur Løðarjals son,

hann kvittar í kongins landi.

 

150 Svaraði Grímur á Bretlandi,

snarliga hann sær vendi:

“Hvat er tað fyri ein ungur maður,

har ber svørð í hendi?”

 

151 Svaraði Hildibrand, sonur hans,

fyrsta orðið tá:

“Hevur tú ikki hoyrt, at Løðar jall

so raskan son hann ár?”

 

152 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

153 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Grímur kongur við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

154 Grímur gekk í hallina inn,

í forðum var tann siður,

hevur alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

155 Grímur stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðju sína:

“Sit væl, reystur Grímur kongur,

tú gev mær dóttur tína!”

 

156 Hann bar upp síni bønarorð,

sum alt sat fólk yvir borði:

“Hoyr tú, Grímur á Bretlandi,

so gjørdu vit í forðum!”

 

157 Svaraði hin ungi Hildibrandur

fyrsta orðið tá:

“Svara nú gørpum høviskliga,

á moynni hevur tú ráð!”

 

158 Leingi mundi Grímur á Bretlandi

eftir teim orðum fara,

visti ikki, hvussu hániligt andsvar

hann skuldi honum svara.

 

159 Leingi mundi Grímur á Bretlandi

eftir teim orðum leita,

visti ikki, hvussu hániligt andsvar

hann skuldi honum veita.

 

160 Grímur sat yvir breiða borði,

tagdi eina stund:

“Far tú aftur til Síggjaríki

verri enn nakar hundur!

 

161 Hoyr tú, Grímur Løðarjals son,

vilt tú míni orð tiggja,

far tú aftur til Síggjaríkis

so vanur í árni at liggja!”

 

162 Grímur stendur á hallargólvi,

orna tók hans blóð,

tá tonktu kempur innan hallar:

“Ei gerast leikir góðir.”

 

163 Grímur stendur á hallargólvi,

ei mundi ilskan tróta,

ætlaði konginum banahøgg,

sítt svørð í hjálmi bróta.

 

164 Grímur stendur á hallargólvi,

ei mundi ilskan loyna,

ætlaði konginum banahøgg,

sítt svørð í hjálmi royna.

 

165 Grímur gav so stórt eitt høgg

alt fyri uttan vanda,

hann hjó niður í breiða borð.

í miðjum gólvi standa.

 

166 Hildibrandur frá borðinum leyp.

meinti um svørðið at fá,

Grímur vá av durum út,

tá gingu kostir á.

 

167 Kongurin fleyg í loftið upp

fast við sínar veingir,

píla fleyg av hans hvørji fjøður.

hann feldi reystar dreingir.

 

168 Tá ið Grímur hetta sá,

at mannspell var á meingi,

skapti hann seg í flogdreka líki,

hann fleyg í lofti við veingi.

 

169 Fuglar tveir í lofti flúgva,

fast við veingjum bróta,

hoyrast mátti langan veg,

rætt sum byrsur skjóta.

 

170 Fuglar tveir í lofti flúgva,

fast við veingjum banga,

hoyrast mátti innan hallar,

rætt sum trummur ganga.

 

171 Løgdust teir á jørðina niður,

báðar sókti møði,

Hildibrandur og Løðar jall,

nú er um teir at røða.

 

172 “Tá eg bardist við faðir tín

um Maritu, Svøríkis dóttur,

hoyr tú, Hildibrand Grimmars son,

eg fór ikki undan við háttri.

 

173 Tá eg bardist við faðir tín,

tá var eg so ungur,

tú skuldi tí ikki sigrað meg,

nú gerst mín skjøldur tungur.

 

174 Tá eg bardist við faðir tín

um tað væna vív,

hoyr tað, Hildibrand Grimmars son,

nú søkir elli mín.

 

175 Tá eg var so ungur sum tú,

mundi eg óræddur renna,

nú tekur elli at boyggja meg,

sjálvur man eg tað kenna.”

 

176 Bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar gekk.

 

177 Bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann.

 

178 Inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann,

tá fell reystur Løðar jall,

tann hin raska mann.

 

179 Tað var hin ungi Hildibrandur,

sínum svørði brá,

hann kleyv reystan Løðar jall

sundur í lutir tvá.

 

180 Tá ið Grímur hetta sá,

at sín fell faðir frá,

ógvuligur við miklari vreiði

fram í herin brá.

 

181 Ógvuliga við miklari vreiði

fram í herin brá:

“Nú skal tín faðir lívið lata,

javnir eru vit tá.”

 

182 Tað var Grímur Løðarjals son

sínum svørði brá,

hann kleyv Grím á Bretlandi

sundur í lutir tvá.

 

183 Tað var upp á ein halgan dag,

fell so væl í lag,

síðan tóku lógvatak,

teir slógust í stálbrøðralag.

 

184 Svaraði Hildibrand Grimmars son,

sló so upp í gleim:

“Verða vit staddir í atreið teirri,

tá standa vit tveir for ein.”

 

185 Svaraði Hildibrand Grimmars son,

so glaður í fremra ráði:

“Verða vit staddir í atreið teirri,

tá skulu vit standa báðir.”

 

186 Grímur reikar um grønan vøll

við trega og tunga sorg,

leitar nú eftir faðir síns líki

at leggja tað inn í borg.

 

187 Svaraði Grímur Løðarjals son,

tá hann sá faðirs síns lík:

“Høvdu vit ikki tikið lógvatak,

her skuldi tú latið lív.”

 

188 “At festa vív og lata lív

eru tveir kostir líkir,

von er Signild, systir tín,

hon situr í Síggjaríki.”

 

189 Teir komu seg so síðla á degi,

sum moyggjar fyri teim stóðu,

úti stóð Silviri, kongins dóttir,

fagnar hon sín bróður.

 

190 Svaraði Silviri, kongins dóttir,

í orðum var hon veik:

“Tú hevur fingið í víggi sár,

hvi er tín kinn so bleik?”

 

191 Svaraði Silviri, kongins dóttir,

fyrsta orðið tá:

“Tú hevur fingið í víggi sár,

hví er tín kinn so blá?”

 

192 “Tegi, tegi, systir mín,

syrg ikki sára leingi,

maður er komin at biðja tín,

reystari finst hann eingin!

 

193 Maður er komin at biðja tín,

reystari finst hann eingin,

tað er hann Grímur Løðarjals son,

reystur yvir allar dreingir.”

 

194 “Hann hevur vegið faðir mín,

derfor grætur mín móðir,

hann kemur ikki í song við mær,

tað ræður tú ei, mín bróðir.

 

195 Hann hevur vegið faðir mín,

so mangan reystan kappa,

útlagt hevur hann Bretland gjørt,

vunnið sær lítið til takka.

 

196 Hann hevur vegið faðir mín

og mangar reystar menn,

útlagt hevur hann Bretland gjørt,

sum gitið man verða enn.

 

197 Hann hevur vegið faðir mín

og mangar reystar dreingir,

útlagt hevur hann Bretland gjørt,

sum gitið man verða leingi.”

 

198 Tað var Silviri, kongins dóttir,

tók sær ker í hand,

so gekk hon í kjallaran,

sum mjøðurin fleyt í bland.

 

199 Blandaði hon mjøðin,

blandaði hon vín,

og so mikið eiturið

tað læt hon har útí.

 

200 Og so mikið eiturið

tað læt hon har útí,

bar so inn fyri Grím hin unga,

bað hann drekka til sín.

 

201 Bar so inn fyri Grím hin unga,

bað hann drekka til sín,

enntá hugdi Grímur

at fingurgulli sínum.

 

202 Enntá hugdi Grímur

at fingurgulli góð,

sveitkast hansara fingurgull,

tað rodnaði sum eitt blóð.

 

203 “Tú tarvt mær einki eitur at blanda,

onga ilsku sýna,

vilt tú ikki vera mítt vív,

eg skal tínum lívi týna.”

 

204 Tað var tá, sum oftum er enn,

køld er kvinnu tala,

hon snúðist aftur at borðinum,

hon segði, hon skuldi hann hava.

 

205 Silki og so perlur

var eftir vegnum prangað,

ei mátti Silviri, kongins dóttir,

á berum jørðum ganga.

 

206 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð Silviri, kongins dóttir,

niður til strandar leidd.

 

207 Vindur hann upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Síggjaríki.

 

208 Tað var Marita, Svøríkis dóttir,

hon skuldi kanna liðið,

saknaði jallin úr lyftingini,

hon seig í óvit niður.

 

209 Higar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

210 Læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Grímur

sínum fótum á land.

 

211 Fyrstur stígur Grímur ungi

sínum fótum á land,

so hon Silviri, kongins dóttir,

undir hans høgru hans.

 

212 Silki og so perlur

var eftir vegnum prangað,

ei mátti Silviri, kongins dóttir,

á berum jørðum ganga.

 

213 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð Silviri, kongins dóttir,

niðan til hallar leidd.

 

214 “Hoyr tú, mín hin sæla móðir,

ber ikki um tað trá,

tú skalt ráða for Síggjaríki

líka enn sum áður!”

 

215 Tað var Grímur Løðarjals son,

tók sær frú at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ikki longum *fresta.

 

216 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song

Grímur og hans vív.

 

217 Tað var Hildibrand Grimmars son,

tók sær frú at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ikki longur fresta.

 

218 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Hildibrand og hans vív.

 

219 Signild unti Hildibrandi

sum sínum egna lívi,

Silviri læt tá Grími unga

lætta seint av stríði.

 

220 Signild unti Hildibrandi,

so er mær greint ífrá,

Silviri læt tá Grími unga

lætta seint av trá.

 

Trínið lættliga dansin!

Dagurin skín so fagurliga,

komin er hægst á summarið.

 

CCF 53 Ba

TSB E 106

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk folkemindesamling 68, Nr. 10, s. 137.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 2, s. 284.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 13. bind, s. 32.

3. Jóannes í Króki: Sandoyarbók I, 1968. Rikard Long legði  til rættis s. 76.

 

Heimild: Úr Sandoy: Hans Johannesen, Hanus í Koytu (1779-1864), Sandi, 1821. 

 

E 98 Grimmars kvæði (Man is killed by father-in-law for abducting bride but is revenged by son)

Løðar jallur setir sær fyri at biðja um Maritu, kongsdóttrina í Svøríki. Um sama mundið kemur Grímur á Bretlandi í somu ørindum. Marita velur Løðar, og Grímur bjóðar honum av at berjast, men verður við undirlutan. 

Løðar og Marita giftast. Allir synir teirra doyggja á ungum aldri, til Marita nevnir ein teirra eftir Grími. Grímur ungi verður tilkomin, og mælt verður honum til at finna sær konu. Hann fer til Bretlands saman við pápa sínum Løðari at biðja um dóttur Grím. (Frábr. B: Áður enn hann fer, gevur mamma hansara honum ein ring.)

Ógvisligt ódnarveður elvt við galdraráðum er um at fáa skip teirra at ganga burtur, men Grímur ungi nýtir mótgand. Grímur ungi ber fram hjúnabandsbønarorð síni, men Grímur gamli vísir honum forhánisliga aftur, og bardagi spyrst burturúr.

Sonur Grím, Hildibrandur, drepur Løðar, og Grímur ungi drepur Grím gamla. Hildibrandur og Grímur ungi berjast í einvíggi, men at enda svørja teir hvør øðrum brøðralag. Nú biður Grímur um systur Hildibrand. Hon ber vín inn á borðið til hansara, men ringur Gríms sýnir honum, at vínið er eitrað. Hann noyðir hana at giftast við sær.

Hildibrandur fer heim við teimum og giftist við systur Grím.

á føroyskum: CCF 53 (bert á føroyskum). Eisini nevnt ”Løðar jall”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019