• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Grímur á Bretlandi ella Løðar jall

 

Grímur á Bretlandi ella Løðar jall

 

CCF 53 Ca

TSB E 106

 

1 Eina veit eg rímuna,

gjørd við nýtum orðum,

um hann Grím av Bretlandi,

sum kongur var í forðum.

 

Fuglin í fjøruni,

hann eitur már,

silkibleik er húgva hans,

og knept er hans hár.

 

2 Eina veit eg rímuna,

inni hevur ligið leingi,

gjørd um Grím av Bretlandi

og aðrar reystar dreingir.

 

3 Løðar jall situr í hásæti,

talar til sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

4 Sveinar svara sínum harra,

alt er sum tað má:

“Best munnu tygum vita við sjálvum tygum,

hvør tín stár hugin á.

 

5 Best munnu tygum vita við sjálvum tygum,

hvønn tín stár hugur á,

gitið havi eg hoyrt, at Svøríkis kongur

væna dóttur ár.

 

6 Svøríkis kongur dóttur eigur,

hava menn við orði,

henni eru stólar av gulli gjørdir

framman fyri kongins borði.

 

7 Svøríkis kongur dóttur eigur,

hann eigur dóttur vísa,

kanst tú hana til drotning fá,

tú kanst títt lív væl prísa.”

 

8 “Er hon so væn og tekkilig,

sum tit siga frá,

hagar skal eg streingja

míni bønarorð á.

 

9 Hará skal eg streingja

míni bønarorð til,

biðja dóttur Svøríkis kong,

tað standist hvat av ið vil.

 

10 Hagar skal eg streingja

míni bønarorð á,

biðja dóttur Svøríkis kong,

tað standist hvat av ið má.”

 

11 So letur hann Løðar jall

sínum skipum gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

12 So letur hann Løðar jall

sínum skipum búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

13 Løðar jall letur skipum gera,

dreingir munnu gita,

av gulli vóru mastrarnar,

av silvur vóru bitar.

 

4 So letur hann Løðar jall

byggja skipini sín,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so vín.

 

15 So letur hann Løðar jall

byggja skipini stór,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór.

 

16 Bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór,

um enn hann siglir í fimtan vetrar,

fattast honum ei fóður.

 

17 Bræddir vóru brandar,

skorið var á hvønn stokk,

stavnur og stýri av reyðargulli,

og so var segl í topp.

 

18 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru blá,

forgyltir leika veðurringar,

har skein sólin á.

 

19 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru ný,

forgyltir leika veðurringar

uppi í miðalský.

 

20 Fingu byrin blíða,

knørrurin rendi leið,

fingu byr í havið út,

sum sólin fagurt skein.

 

21 Vundu teir upp síni silkisegl,

gull við ráina brann,

strykaðu ei á bunka niður

fyrr enn við Svøríkis land.

 

22 Møttust úti í myrkum havi,

ilt er á ospi at tiga,

Løðar jall og Bretlands kongur

Svøríkis dóttur at biðja.

 

23 Lítil svein í líðini situr,

goymir smalur og geit,

hann sær skip eftir havi koma,

havn vildi tað leita.

 

24 Allar rekur hann smalurnar

saman á grønan vøll,

síðan akslar hann kápu blá,

hann gár í kongins høll.

 

25 Síðan akslar hann kápu blá,

hann gár í kongins høll:

“Eg eri meg í einum luti

vísari, enn tit eru øll.

 

26 Eg eri meg í einum luti

vísari, enn tit eru øll,

eg sá skip eftir havi koma,

seglini hvít sum bjøll.”

 

27 “Sært tú skip eftir havi koma,

seglini hvít sum lín,

vera man onkur høvdingur

at biðja dóttur mín.

 

28 Sært tú skip eftir havi koma,

seglini vovin blá,

vera man onkur høvdingur

at biðja dóttur vár.”

 

29 Havið rann tann snekkjan,

hon kendi fagurt land,

lótu teir sínum akker falla

á so hvítan sand.

 

30 Lótu teir sínum akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Løðar jall

sínum fóti á land.

 

31 Fyrstur steig hann Løðar jall

við sínum fóti á land,

tólv brynjaðir adilsmenn

undir hans hvørji hand.

 

32 Tólv brynjaðir adilssveinar

undir hans hvørji hand,

teir taldu tvinni átjan hundrað,

teir gingu eftir hvítum sand.

 

33 Gingu teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu sín knørr í neystið.

 

34 Gingu teir frá strondum niðan,

í skarlak vóru klæddir,

reyðargullhjálmar á høvdi bóru,

teir voru av ongum ræddir.

 

35 Uppi í miðjum grasagarði

aksla teir sítt skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

36 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Svøríkis kongur við borðið sat

við manna hundrað fimm.

 

37 Løðar jall stendur á hallargólvi,

ber fram søgu sína:

“Sit væl, reystur Svøríkis kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

38 Til svaraði Bretlands kongur,

á hallargólvi gekk:

“Kongurin, gev mær tína dóttur,

bæði er hon von og tekk!”

 

39 Leingi sat tá Svøríkis kongur,

hugsaði um tey ráð,

hvussu hann skuldi gørpum svara,

á hallargólvi stá.

 

40 Leingi sat tá Svøríkis kongur,

hugsaði um tann vanda,

hvussu hann skuldi gørpum svara,

á hallargólvi standa.

 

41 Til svaraði Svøríkis kongur

bæði av gleði og bragði:

“Frúgvin skal leiðast í hallina inn,

sjálv fyri seg at svara.

 

42 Frúgvin skal leiðast í hallina inn,

sjálv fyri seg at svara,

kjósa kappan, hvønn hon vil,

ið jomfrún vil hava.”

 

43 Og frúgvin varð bæði studd og leidd,

inn í hallina gekk,

Løðar jall sat fyri breiða borði,

ymsar litir fekk.

 

44 “Vælkomin, mín sæla dóttir,

higar nú til mín!

Vilt tú henda riddaran hava,

er komin at biðja tín?”

 

45 “Takk havi tú nú, faðir mín,

fyri andsvar, tú mær gav,

Løðar jall av Síggjaríki

hann kjósi eg mær!

 

46 Løðar jall av Síggjaríki

hann vil eg mær kjósa,

Grím eg ei við eygum vil síggja,”

segði tann lilja ljósa.

 

47 “Tað síggi eg á tær, Løðar jall,

at tær man ognast sprund,

kom av høll og berst við meg

eina so lítla stund.

 

48 Tað síggi eg á tær, Løðar jall,

at tær man ognast vív,

kom av høll og berst við meg

um eina so lítla tíð!”

 

49 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

teir løgdu sínum bardøgum

so skamt frá kongins høll.

 

50 Teir løgdu sínum bardøgum

eftir hvøssum gróti,

Grímur kongur og Løðar jall

teir riðu hvørjum øðrum ímóti.

 

51 Bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

tá sól á vegin rann.

 

52 Inntil tann hin triðja,

tá sól á vegin rann,

tá fell Grímur av Bretlandi

og tann hin menskur mann.

 

53 Tað var reystur Løðar jall

hann fall upp á síni knæ,

meðan hann Maritu, Svøríkis dóttur.

til ektar festi sær.

 

54 Tað var hann reystur Løðar jall

tók hana í sín favn,

leiddi hana til strandar oman,

setti hana í fremra stavn.

 

55 Silki og so perlur

tað var eftir vegnum prangað,

ikki kundi Marita, Svøríkis dóttir,

eftir baru jørðini ganga.

 

56 Silki og so perlur

tað var eftir vegnum breitt,

har varð Marita, Svøríkis dóttir,

niður til strandar leidd.

 

57 Vundu teir upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykaðu ei á bunkan niður

fyrr enn við Síggjaríki.

 

58 Hvørjumegin stavnin

brá tann fagur litur,

sum hon Marita, Svøríkis dóttir,

í lyftingini situr.

 

59 Hvørjumegin stavnin

brá tann litur á,

sum hann reystur Løðar jall

í lyftingini stár.

 

60 Hegar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

lótu teir síni akker falla

á so hvítan sand.

 

61 Lótu teir síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Løðar jall

við sínum fóti á land.

 

62 Fyrstur steig hann Løðar jall

sínum fóti á land,

tá var hon Marita, Svøríkis dóttir,

undir hans høgru hand.

 

63 Silki og so perlur

tað var eftir vegnum prangað,

ikki kundi Marita, Svøríkis dóttir,

á berari jørðini ganga.

 

64 Silki og so perlur

tað var eftir vegnum breitt,

so varð hon Marita, Svøríkis dóttir,

upp frá strondum leidd.

 

65 Lótu slakta neyt og seyð

helst út av tí besta,

snarliga lótu til brúdleyps ætla,

tey vildu ikki leingi fresta.

 

66 Lótu tá til brúdleyps ætla,

her var ei at tvørra,

átjan borgum boðið var

og tólv hundrað á hvørjum.

 

67 Lótu tá til brúdleyps ætla,

alt var komið til sanns,

átjan borgum boðið var,

og har var kongur av Frans.

 

68 Drukkið varð teirra brúdleypið,

herurin var so fegin,

sum tann fuglur, á kvisti situr,

er av ljósum degi.

 

69 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

bæði fóru í eina song

Løðar jall og hans vív.

 

70 Drukkið varð teirra brúdleypið,

so er komið til mín,

síðan fór hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

71 Tey vóru ikki leingi saman,

til tey gótu svein,

hann var á góðum stundum gitin,

so varð hann borin í heim.

 

72 Tað var tá, sum ofta er enn,

at duld eru døpur mein,

frúgvin er gingin í høgaloft

og føðir ein ungan svein.

 

73 Tey vóru ikki leingi saman,

mangt er teimum at baga,

tað livdi ikki teirra son

meiri enn eina nátt og dag.

 

74 Tey vóru ikki leingi saman,

til tey gótu svein,

hann var á góðum stundum gitin,

varð hann borin í heim.

 

75 Tað var tá, sum ofta er enn,

at duld eru døpur mein,

frúgvin er gingin í høgaloft

og føðir ein ungan svein.

 

76 Sveipar hon hann í klæði væl,

er borin til evna,

síðan bað hon presti bera:

“Grím skulu tit nevna.”

 

77 Hann varð seg frá kirkju borin

aftur á móður knæ,

meiri legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull og fæ.

 

78 Hann varð seg frá kirkju borin

aftur til móður sín,

meiri legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

79 Hann vaks upp hjá síni móður,

Gud gav honum vøkst,

meiri vaks hann í ein mánað

enn onnur børn í seks.

 

80 Hann vaks upp hjá síni móður,

Gud gav honum alv,

meiri vaks hann í ein mánað

enn onnur børn í tólv.

 

81 Hann var seg á leikvøllum,

meðan hann var ungur,

bardist og høgdist við kongins dreingir,

hann gjørdist í høggum tungur.

 

82 Niður settust sveinarnir,

vreiðir ið teir vóru:

“Líkari var tær konu at biðja

enn berja oss so stórum.”

 

83 Grímur situr í hásæti,

talar til sínar dreingir:

“Hvat vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

84 “Bretlands kongur dóttur eigur,

hava menn við orði,

henni eru stólar av gulli gjørdir

framman fyri kongins borði.

 

85 Bretlands kongur dóttur eigur,

hann eigur dóttur vísa,

kanst tú hana til drotning fá,

tú kanst títt lív væl prísa.”

 

86 “Er hon so von og tekkilig,

sum tær sigið frá,

hagar skal eg streingja

míni bønarorð á.

 

87 Hagar skal eg streingja

míni bønarorð til,

biðja dóttur Bretlands kongs,

tað standist hvat av ið vil!”

 

88 So letur hann Grímur ungi

sínum skipum gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

89 So letur hann Grímur ungi

sínum skipum búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

90 Grímur letur skipum gera,

dreingir mundu gita,

av gulli vóru mastrarnar,

av silvur vóru bitar.

 

91 Bræddir vóru brandar,

skorið var á hvønn stokk,

stavn og stýri av reyðargull,

og so var segl í topp.

 

92 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru blá,

forgyltir leika veðurringar,

har skein sólin á.

 

93 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru ný,

forgyltir leika veðurringar

uppi í meðal ský.

 

94 Grímur stendur á hallargólvi,

ikki er yvir at tiga:

“Nú lystir meg til Bretlanda

kongins dóttur at biðja.”

 

95 “Ilt kom tær á hyggju tá,

tú hevur tagt so leingi,

kongurin hevur av lívið tikið

so mangar reystar dreingir.”

 

96 Løðar jall stendur á hallargólvi,

talar av miklum móði:

“Nú lystir meg til Bretlanda

við okkara soni góða.”

 

97 “Falla tit á Bretlandi

í tí tunga stríði,

eg verði ikki hjartaglað,

tað eg eri á lívi.”

 

98 Vundu teir upp síni silkisegl,

gull við ráina brann,

strykaðu ei á bunkan niður

fyrr enn við Bretland.

 

99 Hildu upp undir Bretland

eina morguntíð,

tað var sum í bál at líta,

skeiðir dundu í.

 

100 Hildu upp undir Bretland

eina morgunstund,

tað var sum í bál at líta,

teir hoyrdu skeiðardund.

 

101 Fingu ein so stóran sjógv,

øllum tóktist undur,

ráin brast á bunkan niður,

togini gingu sundur.

 

102 Átta dagar Grímur ungi

í eysturmála stóð,

meðan stýrdi Løðar jall,

úr skjúrtu vant hann blóð.

 

103 Átta dagar Grímur ungi

í eysturmála stendur

meðan stýrdi Løðar jall,

so blóðutar vant hann hendur.

 

104 Átta dagar Grímur ungi

eysturmála fekk,

alt stýrdi hann Løðar jall,

so beinur knørrur gekk.

 

105 Spurdi smali smásvein,

frammi á bunka stár:

“Hvat er hatta fyri hestar,

eftir sjónum gár?”

 

106 “Hetta eru eingir hestar,

tó tað sýnist tær,

hetta eru ramar illgerningar,

ristar ímóti mær.

 

107 Hetta eru eingir hestar,

ei heldur nøkur ross,

hetta eru ramar illgerningar,

ristar ímóti oss.”

 

108 Grímur tekur sítt rúnarkelvi,

kastar út for borð,

ikki mátti illgerð vaksa,

so mektig vóru hans orð.

 

109 Grímur tekur sítt rúnarkelvi,

kastar út á sjógv,

spektist tá aldan

og stiltist á lógv.

 

110 Grímur stendur í grasagarði,

Gull bar sær í hendi,

tekur hann allar illgerningar,

út í havið sendi.

 

111 Ørnir tvær av landi koma,

settust á salta vatn,

Grímur tók mót báðum teim,

hann stóð í lyfting fram.

 

112 Grímur tók mót báðum teim,

hann stóð í lyfting fram,

sendi tær aftur á Bretland,

har feldu tær merkismann.

 

113 Hagar ið tann snekkjan

hon kendi fagurt land,

lótu teir síni akker falla

á so hvítan sand.

 

114 Lótu teir síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Grímur ungi

við sínum fót á land.

 

115 Fyrstur steig hann Grímur ungi

við sínum fót á land,

tá var hann reystur Løðar jall

við hans høgru hand.

 

116 Gingu teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu sín knør í neystið .

 

117 Gingu teir frá strondum niðan,

í skarlak vóru klæddir,

reyðargullhjálmar á høvdi bóru,

teir vóru av ongum ræddir.

 

118 Uppi í miðjum grasagarði

aksla teir sítt skinn,

og so búnir gingu teir

í høgar hallir inn.

 

119 Og so búnir gingu teir

í høgar hallir inn,

sum Bretlands kongur yvir borði sat

við manna hundrað fimm.

 

120 Kappin reikar um borgina,

í forðum var tann siður,

hevur alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

121 Leingi sat hann Bretlands kongur,

hugsaði um tey ráð,

hvussu hann skuldi Grím hin unga

eitt hániligt andsvar fá.

 

122 Til svarar hann Bretlands kongur,

øllum tykir undur:

“Far tú aftur til Síggjaríki

verri enn nakar hundur!”

 

123 Svaraði Hildibrand, sonur hans,

hann stóð har skamt ífrá:

“Svara gørpum høfliga,

á moynni hevur tú ráð.”

 

124 Til svarar hann Grímur ungi,

heldur á brandi reyða:

“Áðrenn eg eri av Bretlandi,

mangur sær sín deyða.”

 

125 Til svarar hann Grímur ungi,

heldur á brýndum knívi:

“Áðrenn eg eri av Bretlandi,

tá letur mangur lívið.”

 

126 Grímur brá sínum bitra brandi

alt for uttan vanda,

hann kleyv niður í breiða borð,

í miðjum í gólvi standa.

 

127 Fimmti menn frá borði leyp,

svørðið ætlaðu at fá,

Løðar jall tók mót øllum teim,

tá gingu kossir á.

 

128 Tað var hann reystur Løðar jall,

hann stóð í mannatrongd,

feldi niður sjey hundrað,

hann ruddi fyri sær gongd.

 

129 Grímur hvarv úr sessi burtur,

hann var maður reysti,

hann kom aftur uttan borgar

á kolsvørtum hesti.

 

130 So undarligur var hesturin,

ið Grímur hann reið á,

hógvarnir vóru hvítir,

oyruni vóru grá.

 

131 Tá ið Grímur hetta sá,

at manspell var á meingi,

skapti hann seg í dvørgalíki,

hann feldi reystar dreingir.

 

132 Fuglar tveir í lofti upp,

fast við vongum bróta,

hoyrast mátti innan hallar,

rætt sum byrsur skjóta.

 

133 Fuglar tveir í lofti upp

fast við vongum banka,

hoyrast mátti innan hallar,

rætt sum trummur ganga.

 

134 Fuglar tveir í lofti upp

fast við vongum møða,

Hildibrand og Løðar jall

nú er um teir at røða.

 

135 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

teir løgdu sínum bardøgum

so skamt frá kongins høll.

 

136 Teir løgdu sínum bardøgum

eftir hvøssum gróti,

Hildibrand og Løðar jall

teir riðu hvør øðrum ímóti.

 

137 “Tá ið eg bardist við faðir tín

um tað væna vív,

hoyr tú, Hildibrand Gríms son,

tá tyktist eg gott mítt lív!

 

138 Tá ið eg bardist við faðir tín

um Maritu, Svøríkis dóttur,

hoyr tú, Hildibrand Gríms son,

tá fór eg ei undan við hóttum.

 

139 Tá ið eg bardist við faðir tín,

tá mundi eg óræddur renna,

nú tekur elli at boyggja meg,

og tað má eg bekenna.

 

140 Tá ið eg bardist við faðir tín,

tá var eg so ungur,

um enn tú nú sigrar meg,

nú gerst mítt skjøld væl tungur.”

 

141 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

sól á vegin rann.

 

142 Inntil tann hin triðja,

sól á vegin rann,

tá fell reystur Løðar jall

og tann hin menskur mann.

 

143 Tá ið Grímur hetta sá,

at sær fell faðir frá,

ógvuliga við miklari vreiði

gjøgnum herin brá.

 

144 Eingin fuglur er so snarur

eftir sløttum sandi,

sum hann Grímur Løðarjals son,

tá hann var á kongins landi.

 

145 “Tú hevur dripið faðir mín,

grið lætst tú hann ei fá,

nú skal tín faðir deyða tola,

javnir eru vit tá.”

 

146 Grímur spennir ørvina,

tvær og ta triðju,

kongurin tók mót øllum teim,

beit tær av um miðju.

 

147 “Tú tarvt ikki, ungur maður,

tínum ørvum oyða,

um enn tú skjýtur allan dag,

tú fært meg ikki deyðan.”

 

148 Grímur kastar einbuga,

hann tók til brandin bjarta,

setti hann so fyri kongins bróst,

at oddurin stóð í hjarta.

 

149 Teir framdu sínum bardøgum,

sum fáir finnast líkir:

“Von er Sigrið, systir tín,

hon situr í Síggjaríki.”

 

150 “Tú fært ikki mína systur,

fyrr lati eg mítt lív,

uttan tú svørt mær trygdareið,

tú gev mær systur tín!”

 

151 Teir kastaðu sínum vákn á vøll

pá tann sama dag,

síðan svóru teir trygdareið

í stálbrøðralag.

 

152 Tað var hann Grímur Løðarjals son,

tá ið hann sá faðir sín:

“Hevði eg ikki svorið tær trygdareið,

so skyldi tú latið lív.”

 

153 Tað var Grímur Løðarjals son,

hann bar so tunga sorg,

hann gloymdi ikki faðir sín

at leggja hann í borg.

 

154 Tað vóru hesar reystu kempur

heim í garðin fóru,

úti stóð Silvur kongsdóttir,

umfavnar væl sín bróður.

 

155 Tað var hon Silvur kongsdóttir,

hon var í orðum veik:

“Tú hevur sár í víggi fingið,

tí er tín kinn so bleik.”

 

156 “Syrg ikki, syrg ikki, systir mín,

tú syrg ikki sára leingi,

maður er komin at biðja tín,

sum reystari finst hann eingin!”

 

157 “Hann hevur dripið faðir mín,

tað syrgir mín móðir,

hann kemur ikki í song við mær,

tú ræður tað ei, mín bróðir!”

 

158 Tað var hon Silvur kongsdóttir

hon tók sær ker í hond,

so fór hon í kjallaran,

sum mjøður fleyt í bland.

 

159 Tá hon hevði blandað

eitur út í vín,

ber hon fram for Grím hin unga,

biður hann drekka til sín.

 

160 Tá ið hon hevði blandað

eitur út í bjór,

hansara góða fingurgull

tað rodnaði sum eitt blóð.

 

161 “Tú tarvt einki blanda mær nakra

ilsku og eiturpínu,

vilt tú ikki vera mítt vív,

eg skal tínum lívi týna.”

 

162 Tá ið hon hoyrdi

riddarans orð,

grátandi Silvur kongsdóttir

hon snúðist út frá borð.

 

163 Silki og so perlur

tað var eftir vegnum prangað,

ikki kundi Silvur kongsdóttir

á bara jørðini ganga.

 

164 Silki og so perlur

tað var eftir vegnum breitt,

so varð hon Silvur kongsdóttir

niður til strandar leidd.

 

165 Tað var hann Grímur Løðarjals son

tók hana í sín favn,

leiddi hana so til strandar oman.

hann setti hana í fremra stavn.

 

166 Hvørjumegin stavnin

brá tann fagur litur,

sum hon Silvur kongsdóttir

í lyftingini situr.

 

167 Hvørjumegin stavnin

brá tann litur á,

sum hann Grímur Løðarjals son

i lyftingini stár.

 

168 Vundu teir upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykaðu ei á bunkan niður

fyrr enn við Síggjaríki.

 

169 Hegar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

lótu teir síni akker falla

á so hvítan sand.

 

170 Lótu teir síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig Grímur Løðarjals son

við sínum fót á land.

 

171 Fyrstur steig Grímur Løðarjals son

við sínum fót á land,

tá var hon Silvur kongsdóttir

undir hans høgru hond.

 

172 Tá var hon Silvur kongsdóttir

undir hans høgru hond,

har var Marita, Svøríkis dóttir,

riðin niður til strond.

 

173 Tað var Marita, Svøríkis dóttir,

skyldi kanna liðið,

saknaði jall úr lyftingi burtur,

fell í óviti niður.

 

174 “Hoyr tú tað, mín sæla móðir,

tú leika tær ei so trá,

tú skalt ráða fyri Síggjaríki

líka enn sum áður!”

 

175 Silki og so perlur

tað var eftir vegnum prangað,

ikki kundi Silvur kongsdóttir

eftir bara jørðini ganga.

 

176 Silki og so perlur

tað var eftir vegnum breitt,

so varð hon Silvur kongsdóttir

upp frá strondum leidd.

 

177 Tað vóru hesar reystu kempur,

inn í garðin fóru,

úti stóð Sigrið jallsdóttir,

umfavnar væl sín bróður.

 

178 Tað var hon Sigrið jalsdóttir,

hon var í orðum veik:

“Tú hevur sár í víggi fingið,

tí er tín kinn so bleik.”

 

179 “Syrg ikki, syrg ikki, systir mín,

tú syrg ikki sára leingi,

maður er komin at biðja tín,

sum reystari finst hann eingin!”

 

180 “Hann hevur dripið faðir mín,

tað syrgir mín móðir,

hann kemur ikki í song við mær.

tú ræður tað ei, mín bróðir!”

 

181 Tað var hon Sigrið jalsdóttir,

hon inn í hallina gekk,

fyrsta hon hann við eygum sá,

hon yndi til hann fekk.

 

182 Lótu slakta neyt og seyð

helst út av tí besta,

snarliga lótu til brúdleyps ætla,

tey vildu ikki leingi fresta.

 

183 Lótu tá til brúdleyps ætla,

tá var ei at tvørra,

átjan borgum boðið var,

og tólv hundrað á hvørjum.

 

184 Lótu tá til brúdleyps ætla

skjótt og ikki leingi,

har kom so mangur hovmaður til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

185 Drukkið varð teirra brúdleypið,

herurin var so fegin

sum tann fuglur, á kvisti situr,

er á ljósum degi.

 

186 Drukkið varð teirra brúdleypið

bæði úti og inni,

drukku mjøð og kláran vín,

glaðir á hvørjum sinni.

 

187 Drukkið varð teirra brúdleypið,

gott var teirra lív,

gingu so í eina song

Hildibrand og hans vív.

 

188 Bæði gingu í eina song

Hildibrand og hans vív,

men hon Silvur kongsdóttir

hon væntaði sær til stríð.

 

Fuglin í fjøruni,

hann eitur már,

silkibleik er húgva hans,

og knept er hans hár.

 

CCF 53 Ca

TSB E 106

 

Handrit: Savn hjá Svend Grundtvig. Dansk folkemindesamling 68B, c 3.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 2, s. 296.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 13. bind, s. 61.

 

Heimild: Úr Suðuroy: J.P. Skaale (1820-1860), f. í Tórshavn, settur sýslumaður í Suðuroy 1846-51, 1846. 

 

E 98 Grimmars kvæði (Man is killed by father-in-law for abducting bride but is revenged by son)

Løðar jallur setir sær fyri at biðja um Maritu, kongsdóttrina í Svøríki. Um sama mundið kemur Grímur á Bretlandi í somu ørindum. Marita velur Løðar, og Grímur bjóðar honum av at berjast, men verður við undirlutan. 

Løðar og Marita giftast. Allir synir teirra doyggja á ungum aldri, til Marita nevnir ein teirra eftir Grími. Grímur ungi verður tilkomin, og mælt verður honum til at finna sær konu. Hann fer til Bretlands saman við pápa sínum Løðari at biðja um dóttur Grím. (Frábr. B: Áður enn hann fer, gevur mamma hansara honum ein ring.)

Ógvisligt ódnarveður elvt við galdraráðum er um at fáa skip teirra at ganga burtur, men Grímur ungi nýtir mótgand. Grímur ungi ber fram hjúnabandsbønarorð síni, men Grímur gamli vísir honum forhánisliga aftur, og bardagi spyrst burturúr.

Sonur Grím, Hildibrandur, drepur Løðar, og Grímur ungi drepur Grím gamla. Hildibrandur og Grímur ungi berjast í einvíggi, men at enda svørja teir hvør øðrum brøðralag. Nú biður Grímur um systur Hildibrand. Hon ber vín inn á borðið til hansara, men ringur Gríms sýnir honum, at vínið er eitrað. Hann noyðir hana at giftast við sær.

Hildibrandur fer heim við teimum og giftist við systur Grím.

á føroyskum: CCF 53 (bert á føroyskum). Eisini nevnt ”Løðar jall”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019