• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Grímur á Bretlandi ella Løðar jall

 

Grímur á Bretlandi ella Løðar jall

 

CCF 53 D

TSB E 106

 

Fyrsti táttur

 

1 Eg havi eina rímu hoyrt,

inni hevur ligið leingi,

gjørd um reystan Løðar jall

og aðrar reystar dreingir.

 

Gyltan spora við mín fót eg spenni,

so temji eg mín gangara góða,

lati hann renna.

 

2 Løðar jall situr í hásæti,

hann mælir við sínar dreingir:

“Hvar vitið tær mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

3 Sveinar svara sínum harra,

alt var sum tað má:

“Best munnuð tær vita við sjálvum tygur,

hvønn tygur stár hugur á.

 

4 Best munnuð tær vita við sjálvum tygur,

hvønn tygur stár hugur á,

hoyrt havi eg gitið Svøríkis kong,

væna dóttur ár.”

 

5 So letur han Løðar jall

síni skipin gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

6 So letur hann Løðar jall

síni skipin búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

7 So letur hann Løðar jall

byggja skipini síni,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so vín.

 

8 So letur hann Løðar jall

byggja skipini stór,

um hann siglir fimtan vetur,

kortar hann ei fóður.

 

9 Tað var reystur Løðar jall

leggur sítt skip mót hav,

hann aktar ei, hvat heldur av,

náttin ella dagur.

 

10 Møttust teir í miðjum havi,

nú er um tað at røða,

Grimmar kongur og Løðar jallur

Svøríkis dóttur at biðja.

 

11 Yndug var tann snekkjan,

kendi fagurt land,

fyrstur steig hann Løðar jall

sínum fóti á land.

 

12 Gingu teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu sín knør í neystið.

 

13 Gingu teir frá strondum niðan,

í skarlak vóru teir klæddir,

gullborin hjálm á høvdi á sær,

teir vóru einki ræddir.

 

14 Løðar jall stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðu sína:

“Sit væl, reystur Svøríkis kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

15 Grímur gár for breiða borði,

ymsar litir fekk:

“Kongurin, gev mær dóttur tína,

bæði er hon vøn og tekk!”

 

16 Leingi sat tá Svøríkis kongur,

tyktist tá komin í vanda,

síðan bað hann sveinarnar

eftir moynni ganga.

 

17 Frúgvin varð bæði studd og leidd.

inn í hallina gekk,

Løðar jall stendur á hallargólvi,

ymsar litir fekk.

 

18 Kongurin tekur í hennara hond:

“Sæla dóttir mín,

vilt tú hesar riddarar lova,

komnir at biðja tín?”

 

19 “Takk havi tú, faðir mín,

for andsvarið tú mær gav,

Løðar jall úr Síggjaríki

hann kjósi eg mær.

 

20 Løðar jall ár Síggjaríki

hann vil eg mær kjósa,

Grím ikki fyri eygum síggja,”

segði tann liljan ljósa.

 

21 “Hoyr tú, reystur Løðar jall,

tú manst ognast vív,

kom á hólm og berst við meg

eina so lítla tíð!

 

22 Hoyr tú, reystur Løðar jall,

tú manst ognast sprund,

kom á hólm og berst við meg

eina lítla stund!”

 

23 Grimmar hvarv av høllu burtur,

hann var drongur ríki,

hann kom aftur uttan hallar

í óndum drekalíki.

 

24 Grimmar hvarv av høllu burtur,

hann var drongur versti,

hann kom aftur uttan hallar

á kolsvørtum hesti.

 

25 Undarligur var hesturin,

ið Grimmar hann reið á:

hógvarnir vóru hvítir,

oyruni vóru grá.

 

26 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sólin vegin rann.

 

27 Inntil tann hin triðja,

ið sólin vegin rann,

tá fell reystur Grimmar kongur,

tann menskur mann.

 

28 Tað var reystur Grimmar kongur,

tað mundi frættast víða,

hann hvarv aftur innan hallar,

hann kundi ei longur at stríða.

 

29 Tað var reystur Løðar jall

fellur upp á síni knæ,

meðan hann Maritu, Svøríkis dóttur,

til ektar festi sær.

 

30 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

fóru so bæði í eina song

Løðar og hans vív.

 

31 Silki og so perlur

var eftir veginum breitt,

so varð Marita, Svøríkis dóttir,

niður til strandar leidd.

 

32 Silki og so perlur

tað var eftir veginum prangað,

ikki má Marita, Svøríkis dóttir,

á berari jørðini ganga.

 

33 Millum báðar stavnarnar

har brá ein fagur litur,

sum hon Marita, Svøríkis dóttir,

í lyftingini situr.

 

34 Millum báðar stavnarnar

har ber ein litur á,

sum hann reystur Løðar jall

í lyftingini stár.

 

35 Vundu síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykaðu ei á bunkan niður

fyrr enn við Síggjaríki.

 

36 Yndug var tann snekkjan,

kendi fagurt land,

kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

37 Fyrstur steig hann Løðar jall

sínum fóti á land,

tá var Marita, Svøríkis dóttir,

undir hans høgru hond.

 

38 Silki og so perlur

tað var eftir veginum breitt,

so varð Marita, Svøríkis dóttir,

upp í hallina leidd.

 

39 So var tá, sum ofta er nú,

mongum er neyð í vari,

ikki livdi barn hjá teim

meiri enn eina nátt ella tvær.

 

40 Svaraði reystur Løðar jall,

tungu bar hann so snjalla:

“Fyrsta sonin, vit nú fáa,

Grím skulum vit hann kalla.”

 

41 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

inntil hennara stundin leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

42 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

inntil hennara stundin leið,

hon føðir ein svein so fríðan.

 

43 Sveipar hon hann í klæði góð,

væl skal ríkum evna,

síðan bað hon presti bera,

Grím bað hon hann nevna.

 

44 Sveipar hon hann í klæði góð,

væl skal ríkum falla,

síðan bað hon presti bera,

Grím bað hon hann kalla.

 

45 Hann var borin frá kirkjuni

og aftur fyri móður knæ,

meiri legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull og fæ.

 

46 So var hennara unga soni

gávan løgd á heyg,

meiri vóks hann á einum ári

enn onnur børn í sjey.

 

47 So var hennara unga soni

gávan løgd á gólv,

meiri vóks hann á einum ári

enn onnur børn í tólv.

 

48 Hann vóks upp hjá síni móður

skjótt og ikki leingi,

inntil hann gjørdist í høggum tungur.

hann bardist við kongins dreingir.

 

 

Annar táttur

 

49 Nú skal lætta ljóði av,

eg kvøði ei longur á sinni,

nú skal taka upp annan tátt

og betur leggja í minni.

 

50 Hann vóks upp á leikvøllum

undir reyðum skildri,

hann lærdi allar listirnar,

hann sjálvur kjósa vildi.

 

51 Hann vóks upp á leikvøllum,

hann bant sítt svørð við droyra,

allan sang og fuglamál

tað lærir hann, hvat hann hoyrir.

 

52 Niður settust sveinarnir,

vreiðir ið teir vóru:

“Líkari var tær konu at biðja

enn berja oss so stóra.

 

53 Grimmar kongur dóttur eigur,

føgur er hon sum sól,

so er hennara litur fagri,

sum droyrin dregur á snjó.”

 

54 “Er hon so von og tekkilig,

sum tær sigið frá,

hagar stundi eg eiti mítt,

og hana skal eg fá.

 

55 Hagar skal eg stunda

míni bønarorð á,

biðja dóttur Grimmars kongs,

standist hvat av, ið má!”

 

56 Sveinurin kastar vápn á vøll,

hann lystir ei longur at leika,

so gár hann for sína móður

við reyðar kinnar og bleikar.

 

57 Løðar jall gongur í hallina inn,

fagnar fyri fljóði:

“Nú lystir meg til Bretlanda

við okkara soni góða.”

 

58 “llt kom tær á hyggju upp,

tegið hevur tú leingi,

kongur hevur av lívi tikið

so mangar reystar dreingir.

 

59 Falla tit á Bretlandi

í hesum tunga stríði,

eg verði ikki hjartaglað,

meðan eg eri á lívi.”

 

60 So letur Grímur Løðarjals son

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

61 So letur Grímur Løðarjals son

byggja skipini stór,

um hann siglir fimtan vetur,

kortar hann ei fóður.

 

62 Tað var Grímur Løðarjals son,

leggur sítt skip mót hav,

hann aktar ei, hvat heldur av,

náttin ella dagur.

 

63 Lítil sveinur í markini gongur,

goymir smala og geit,

hann sær skip eftir havi koma,

havnir hann helt tað leita.

 

64 Savnar hann allar smalurnar

saman yvir vøll,

síðan akslar hann kápu blá,

hann gár á kongins høll.

 

65 Síðan akslar hann kápu blá,

hann gár á kongins høll:

“Eg eri meg á einum luti

vísari, enn tær eruð øll.

 

66 Eg eri meg á einum luti

vísari, enn tær eruð øll,

eg sær skip eftir havi koma,

seglini hvít sum mjøll.”

 

67 “Sást tú skip eftir havi koma,

seglini hvít sum lín,

vera man onkur ungur maður

at biðja dóttur mína.”

 

68 Grimmar beitti ørnirnar,

tær settust niður á sjó,

tað var mær av sonnum sagt,

tær veittu mikið blóð.

 

69 So var veðrið á sjónum hart,

ilt var ímót at líta,

so stýrdi hann Løðar jall

fram gjøgnum mjøllina hvíta.

 

70 So var veðrið á sjónum hart,

at sandur á bunka reyk,

so stýrdi hann Løðar jall,

at beinur knørrurin fleyt.

 

71 So var veðrið á sjónum hart,

søgur ganga frá,

bylgjan slerdi á bæði borð,

so sandur á bunka lá.

 

72 Svaraði ein so lítil svein,

bak við róðrið stár:

“Hvat er hatta fyri hestar,

eftir havinum gár?”

 

73 “Tað eru eingir hestar,

ei heldur nøkur ross,

tað eru Grimmars illgerningar,

hann setir móti oss.”

 

74 Átta dagar Grímur

í eysturmáli stóð,

jallurin stóð við stýrið,

úr skjúrtu vant hann blóð.

 

75 Átta daga Grímur

í eysturmáli stendur,

jallurin stóð við stýrið,

blóðutar vóru hendur.

 

76 Grímur tók sítt rúnarkelvi,

kastar út for borð,

ikki mátti ódnin vaksa,

mennilig vóru hans orð.

 

77 Grímur tók sítt rúnarkelvi,

kastar út á sjógv,

ikki máttu ódnir vaksa,

slætnaði sum ein lógv.

 

78 Tað var um ein árla morgun,

sólin roðar í ský,

glaður siglir Løðar jall

skipini undir líð.

 

79 Yndug var tann snekkjan,

kendi fagurt land,

kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

80 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Løðar jall

sínum fóti á land.

 

81 Gingu teir frá strondum niðan,

í skarlak vóru teir klæddir,

gullborin hjálm á høvdi á sær,

teir vóru ikki ræddir.

 

82 Grímur gongur for breiða borð,

hann ber fram kvøðu sína:

“Sit væl, reystur Grimmar kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

83 Leingi sat hann Grimmar kongur,

hugsaðu um tey ráð,

hvussu hann skuldi Grím hin unga

hánligt andsvar fá.

 

84 “Hoyr tú, Grímur Løðarjals son,

vilt tú tey boð tiggja,

far teg aftur í Síggjaríki

heim í árni at liggja!

 

85 Tú fært ikki, Grímur,

tað tú eftir stundar,

far teg aftur í Síggjaríki

verri enn nakar hundur!”

 

86 Tað var Grímur Løðarjals son

hann helt á ringi reyða:

“Áður eg eri á Bretlandi,

skal mangur síggja sín deyða!”

 

87 Tað var reystur Grimmar kongur,

øvutur svørðið skeyt,

tað fór gjøgnum breiða borð

og niður í gólvið breyt.

 

88 Tað var reystur Grimmar kongur

øvutur svørðið sendi,

tað fór gjøgnum breiða borð,

niður í gólvið rendi.

 

89 Fuglar tveir í lofti upp

fast við veingjum banga,

hoyrast mátti innan hallar

rætt sum trummur ganga.

 

90 Fuglar tveir í lofti upp

fast við veingjum møða,

Hildibrand og Løðar jall

nú er um teir at røða.

 

91 Løgdu teir sínum bardøgum

eftir hvøssum gróti:

“Tá ið eg var so ungur sum tú,

tá var eg maður ímóti.

 

92 Tá ið eg var so ungur sum tú,

tá mundi eg óræddur renna,

nú tekur elli at boyggja meg,

sjálvur má eg tað kenna.

 

93 Tá ið eg bardist í Síggjaríki,

tá var eg so ungur,

tó at tú nú mást sigra meg,

nú gerst mín skjøldur tungur.

 

94 Tá ið eg var sum faðir tín

um Maritu, Svøríkis dóttur,

hoyr tað, Hildibrand Grimmars son,

eg fór ikki undan við hótti!”

 

95 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

sólin vegin rann.

 

96 Inntil tann hin triðja,

sólin vegin rann,

tá fór reystur Løðar jall,

tann hin menski mann.

 

97 Tá ið hann Grímur hetta sá,

sær fell faðir frá,

ógvuligur við miklari vreið

í gjøgnum herin brá.

 

98 Eingin fuglur er so skjótur

eftir sløttum sandi

sum hann Grímur Løðarjals son

inni í kongins landi.

 

99 “Tú hevur dripið faðir mín,

grið lætst tú hann ei fá,

nú skal tín faðir deyðan tola,

javnir erum vit tá.”

 

100 Tað var Grímur Løðarjals son,

sínum svørði brá,

hann kleyv reystan Grimmar kong

sundur í lutir tvá.

 

101 Hann kleyv reystan Grimmar kong

sundur í lutir tvá,

við aðrari hendi hans systurson,

hann legði hann omaná.

 

102 “Festa vív og láta lív

eru tveir kostir ólíkir,

von er Sigrið, systir mín,

hon situr í Síggjaríki.”

 

103 “Eg gevi tær ikki mína systur,

fyrr láti eg mítt lív,

uttan vit taka lógvatak,

tú gev mær systur tína!”

 

104 Tað var um ein halgan dag,

fall so væl í lag,

síðan tóku teir lógvatak

og alt sum brøðralag.

 

105 Teir gingu seg so síðla heim,

sum moyar fyri teim stóðu,

úti stendur Sigrið kongsdóttir,

hon fagnar væl sín bróður.

 

106 “Syrg ikki, syrg ikki, systir mín,

syrg ikki, sára leingi,

maður er komin at biðja tín,

reystari er hann enn eingin!”

 

107 “Hann hevur dripið faðir mín,

tað syrgir mín móðir,

hann kemur ei í mína song,

tú ræður tað ei, mín bróðir!”

 

108 Tað var Sigrið kongsdóttir,

tók sær ker í hond,

so gongur hon í vínkjallaran,

sum mjøðurin fleyt í bland.

 

109 Tá ið hon hevði blandað honum

eitur út í vín,

ber so inn fyri Grím hin unga,

biður hann drekka til sín.

 

110 Tá ið hon hevði blandað honum

eitur út í bjór,

hansara góða fingurgull

tað rodnaði sum eitt blóð.

 

111 “Tú tarvt einki blanda mær

nakað av ilsku tíni,

vilt tú ikki vera mítt vív,

eg skal tínum lívi týna.”

 

112 Frúgvin var bæði gløgg og rødd,

hoyrdi riddarans orð,

grátandi Sigrið kongsdóttir

snúðist inn for borð.

 

113 Vundu upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykaðu ei á bunkan niður

fyrr enn á Síggjaríki.

 

114 Yndug var tann snekkjan,

kendi fagurt land,

kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand.

 

115 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

tá var Marita, Svøríkis dóttir,

riðin niður til strand.

 

116 Tað var Marita, Svøríkis dóttir,

kannar alt sítt lið,

saknar í jallins fylgi,

so sára grætur hon við.

 

117 “Syrg ikki, syrg ikki, móðir mín,

syrg ikki sára leingi,

maður er komin tína dóttur at biðja,

reystari er enn eingin!”

 

118 “Mær er ei um biðlasvein,

minni um giftarmál,

eg syrgi um mín veldiga harra,

av landi dró í ár.”

 

119 “Syrg ikki, syrg ikki, móðir mín,

tú ber ikki um tað trá,

tú skalt ráða fyri Síggjaríki

líka enn sum áður!”

 

120 Tað var Grímur Løðarjals son,

fellur upp á síni knæ,

meðan hann Silrið kongsdóttur

til ektar festi sær.

 

121 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song

Grímur og hans vív.

 

122 Silrið unti Hildibrand

og tað hitt væna vív,

síðan læt Grímur byggjast,

leiddist seint at stríðast.

 

Gyltan spora við mín fót eg spenni,

so temji eg mín gangara góða,

lati hann renna.

 

CCF 53 D

TSB E 106

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [6].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 2, s. 305.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 13. bind, s. 85.

 

Heimild: Úr Mykinesi: Rasmus Johannesen  (1808-1849), Mykinesi,  1847. 

 

E 98 Grimmars kvæði (Man is killed by father-in-law for abducting bride but is revenged by son)

Løðar jallur setir sær fyri at biðja um Maritu, kongsdóttrina í Svøríki. Um sama mundið kemur Grímur á Bretlandi í somu ørindum. Marita velur Løðar, og Grímur bjóðar honum av at berjast, men verður við undirlutan. 

Løðar og Marita giftast. Allir synir teirra doyggja á ungum aldri, til Marita nevnir ein teirra eftir Grími. Grímur ungi verður tilkomin, og mælt verður honum til at finna sær konu. Hann fer til Bretlands saman við pápa sínum Løðari at biðja um dóttur Grím. (Frábr. B: Áður enn hann fer, gevur mamma hansara honum ein ring.)

Ógvisligt ódnarveður elvt við galdraráðum er um at fáa skip teirra at ganga burtur, men Grímur ungi nýtir mótgand. Grímur ungi ber fram hjúnabandsbønarorð síni, men Grímur gamli vísir honum forhánisliga aftur, og bardagi spyrst burturúr.

Sonur Grím, Hildibrandur, drepur Løðar, og Grímur ungi drepur Grím gamla. Hildibrandur og Grímur ungi berjast í einvíggi, men at enda svørja teir hvør øðrum brøðralag. Nú biður Grímur um systur Hildibrand. Hon ber vín inn á borðið til hansara, men ringur Gríms sýnir honum, at vínið er eitrað. Hann noyðir hana at giftast við sær.

Hildibrandur fer heim við teimum og giftist við systur Grím.

á føroyskum: CCF 53 (bert á føroyskum). Eisini nevnt ”Løðar jall”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019