• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Norna-Grímur

 

CCF 56 B

TSB E 35

 

1 Ringur kongur av Bretlandi

eigur so væna frú,

mikið leggur hann kappið á

at tjena Gudi trúr.

 

Nú fellur ríman

yvir breiðan fjørð,

har liggur ein bóndi

deyður í døkkari jørð.

Nú fellur ríman.

 

2 Mikið leggur hann kappið á,

Gudi trúr at tjena,

Ringur kongur av Bretlandi

eigur dóttur væna.

 

3 Henni buðust mangir menn,

konga synir og jalla,

hon var sær so biðlavond,

hon segði teir burtur allar.

 

4 Henni buðust mangir menn,

jallar og høviskir sveinar,

hon var sær so biðlavond,

hon bað teir sita heima.

 

5 “Hoyr tú, Ingibjørg, dóttir mín,

hví eykar tú mær tann vanda,

tú vilt ongan ediling lova

fyri Bretlandi at standa?”

 

6 “Hoyr tú tað, mín sæli faðir,

hugsað havi eg leingi,

eg skal meg til nunnu geva,

giftast ongum dreingi!”

 

7 “Hoyr tú, Ingibjørg, dóttir mín,

tað man einki vera,

Ringur kongur eitt barn eigur,

til nunnu lata gera!”

 

8 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

9 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so fínan.

 

10 Allar gingu moyggjarnar

út frá tí fagnaða fljóði,

nunnur settust saman í ring

á sínum sorgarstóli.

 

11 “Hann verður so vænur og vøksturligur,

riddarin ein hin besti,

so verður eingin í Bretlandi,

ið situr við hann á hesti.”

 

12 “Hann verður so vænur og vøksturligur,

riddarin ein hin besti,

so verður hann um alla ævi

gudssvikari versti.”

 

13 Svaraði triðja nunna til,

so drotning mundi hoyra:

“Hann skal verða bani hans,

sum gullið ber í oyra.”

 

14 Svaraði fjórða nunna til,

við tað fór hon út:

“Hann skal verða faðirs bani

og vinna móður sút.”

 

15 Hurðin fall úr klova,

og drotning vildi ei sova,

báðar hendur um kertu tók

og vildi ei lata loga.

 

16 Tað var árla um morgunin,

dagurin var klárur,

drotning kallar Eystur jall

fyri seg í einatal.

 

17 “Tú før mítt barn í skógin burt

og minst á mína trá,

kom ikki aftur fyri míni eygu,

meðan eg liva má!

 

18 Tú før mítt barn í skógin burt

og minst á mína hvílu,

kom ikki aftur fyri míni eygu,

meðan eg eri á lívi!”

 

19 Hann fór seg í skógin burt,

allar lutir valdi,

gjørdi væl í alla stykki,

sum fosturfaðir befaldi.

 

20 Tað var um ein árla morgun,

fátt var fólk á geingi,

Grímur og hans fosturfaðir

tveir á skógum ganga.

 

21 Tað var hann Grímur,

hann gjørdist um seg vitur:

“Tað er ikki um mínar ævir,

faðir og móðir meg gita.”

 

22 “Faðir og móðir fjóna teg

við tína ærligu ætt,

fyri tev hørðu nunnukvæði,

tey hava til tín frætt.”

 

23 Gud lati ongan ungan svein

slíkar leikir lysta!

Tá vá hann sín fosturfaðir,

tað var hansara fyrsta.

 

24 Tað var hann Grímur,

heim í garðin fór,

úti hansara sæli faðir

fyri honum stóð.

 

25 Til svaraði kongurin,

so tók hann uppá:

“Tú ert vænur og vøksturligur,

tílíkan ongan eg sá.”

 

26 Gud lati ongan ungan svein

slíkar leikir sanna!

Tá vá hann sín sæla faðir,

tað var hansara annað.

 

27 Grímur gongur í høgaloft,

sum frúgvin Ingibjørg situr,

*eingin kann síni forløg flý,*

so var hann um seg vitur.

 

28 Grímur stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðu sína:

“Vilt tú meg til konga

fyri Bretlandi kjósa?”

 

29 Svaraði hans sæla móðir,

má meg rætt um minna:

“Bæði eiga tit faðir ein

og móður alvæl svinna.”

 

30 Tað var hann Grímur,

sínum svørði brá,

hjó hann sína sælu móður

sundur í lutir tvá.

 

31 So letur hann Grímur

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

32 Vant hann upp síni silkisegl,

gull við ráina brann,

strykaði ei á bunka niður

fyrr enn við Serkland.

 

33 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Grímur

sínum fótum á land.

 

34 Uppi í miðjum grasagarði

akslar hann síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

35 Grímur gongur í hallina inn,

sum frúgvin Ingibjørg situr,

*eingin kann síni forløg flý,*

so var hann um seg vitur.

 

36 Grímur stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðu sína:

“Vilt tú meg til konga

fyri Serklandi kjósa?”

 

[Ørindini 37‑39 vanta].

 

40 “Heiðin eri eg sum annar hundur,

trøll eru mær at alvi,

eg gat ikki kongur verið

fyri mongum sorgarbragdi.”

 

41 Tað var hann Grímur,

fell á síni knæ,

meðan hann frúnna Ingibjørg

til ektar festi sær.

 

42 Tað var frúgvin Ingibjørg,

tók hon so uppá:

“Tú skalt fara í Jóndalsá

og vaska tær og tvá.”

 

43 Hann fór langt av landi,

mangan villan stíg,

tá hann kom til Jóndalsá,

tá læt hann sítt lív.

 

44 Uppi á Jóndalsbakka

har liggja hans bein,

sálin livir í himmiríki,

hon hevur har góðan heim.

 

45 Uppi á Jóndalsbakka

har liggur hans lík,

sálin livir í himmiríki,

hon hevur har góða hvílu.

 

Nú fellur ríman

yvir breiðan fjørð,

har liggur ein bóndi

deyður í døkkari jørð.

Nú fellur ríman.

 

CCF 56 B

TSB E 35

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [6].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 3, s. 348.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 14. bind, s. 18.

 

Heimild: Úr Viðoy: Ole Olsen  (1784-1866), Hvannasundi, 1853. 

 

E 35 Norna-Grímur (Prophecy fulfilled when man kills foster-father and father)

Drotningin ber son undir belti. Spátt er, at hann fer at beina fyri faðir sínum og elva móðurini mikla sorg.

Tí verður drongurin Grímur sendur út í skógin at vera. Hann veksur til, og fosturfaðir hansara sigur honum frá um foreldrini og spádómin. Hann drepur fosturfaðirin og fer til pápa sín, kong. Frábr. B: Hann drepur kong og drotning, foreldur síni. Onnur frábr.: Hann biður kong um hond dóttur hans. Tá ið kongur greiðir frá, at hon er systir Grím, drepur Grímur bæði faðir og systur. Móðir hansara mælir honum til at biðja um eina aðra prinsessu. –

Grímur siglir til fremmant land og biður um kongsins dóttur. Hon minnir hann á allar syndirnar, hann hevur útint, og biður hann fara til eitt ávíst stað og vaska sær. Tá ið Grímur kemur hagar, doyr hann, og sál hansara fer til himmals.

á føroyskum: CCF 56 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019