• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Norna-Grímur

 

CCF 56 C

TSB E 35

 

1 Bretlands kongur dóttur eigur,

hon kann saks og seym,

fleiri hevur hon biðlarnar,

enn snekkjan rennur í streyma.

 

2 Bretlands kongur dóttur eigur,

lærir so mangt at vinna,

hon kann bøkur og rúnarmál,

tað reyðargull kann hon spinna.

 

3 Hana buðust so mangir

kongasynir og jallar,

hon var seg so biðlavond,

hon segði teir burtur allar.

 

4 Hana bóðu so mangir menn,

kongasynir og sveinar,

hon var seg so biðlavond,

hon bað teir sita heima.

 

5 Árla var um morgunin,

sól skín bjørt á dag,

sjálvur er riðin Bretlands kongur

í sín dóttur sal.

 

6 “Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,

hví eykar tú mær ta sorg,

at tú noktar hvørjum ráði,

higar kemur í borg?”

 

7 “Hoyr tað, mín hin sæli faðir,

hugsað havi eg tað leingi,

geva meg inn í nunnukleystur,

geva meg ongum dreingi!

 

8 Hoyr tað, mín hin sæli faðir,

hugsað havi eg tað eina,

geva meg inn í nunnukleystur,

gifta meg ongum sveini!

 

9 Hoyr tað, mín hin sæli faðir,

eg sigi tær av tí sanna,

geva meg inn í nunnukleystur,

gifta meg ongum manni!”

 

10 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so baldan.

 

11 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so fríðan.

 

12 Tað var enn, sum oftum er,

duld eru døpul mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

13 Sveipar hon hann í klæði,

væl skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Grím bað hon kalla.

 

14 Sveipar hon hann í klæði rein,

komin til góðar at evna,

síðan læt hon presti bera,

Grím bað hon nevna.

 

15 Barnið varð borið frá kirkjuni

aftur fyri móður knæ,

meiri legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull og fæ.

 

16 Barnið varð borið frá kirkjuni

aftur fyri móður sín,

meiri legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

17 Barnið varð borið frá kirkju heim

aftur fyri móður gáttir,

eg svørji tann eið á mína trúgv,

hon duldi hann, alt hon mátti.

 

18 Svaraði fyrsta nunnan til,

drotning mundi rósa:

“So verði hann í øllum lutum,

sum faðir og móðir kjósa!”

 

19 Svaraði onnur nunnan til,

drotning mundi rósa:

“So verði hann í øllum,

sum faðir og móðir kjósa!”

 

20 Svaraði triðja nunnan til,

við tað gekk hon út:

“Hann skal verða faðirs bani,

valda móður sút.”

 

21 Síðan legði hon omaná,

tað ikki ryggjast mátti:

“Trý vinnur hann níðingsverk,

øll fái eg at frætta.”

 

22 Síðan legði hon omaná,

tað ikki ryggjast má:

“Trý vinnur hann níðingsverk,

øllum eg frætti frá.”

 

23 Hurðin brast í klova,

drotning vildi sova,

báðar hendur um kertið treiv,

hon vildi ikki lata tað loga.

 

24 Árla var um morgunin,

sól skín bjørt á dag,

frúgvin krevur Ostin jall

fyri seg á tali.

 

25 “Tú flyt mín son á skógvin út,

lina so mínum kvíða,

lat hann ikki koma fyri míni eygu,

meðan eg eri á lívi!

 

26 Tú flyt mín son á skógvin út,

lina so míni trá,

lat hann ikki koma fyri míni eygu,

so leingi eg liva má!”

 

27 Grímur vóks á skógnum burtur

undir reyðum skildri,

lærdi allar listir tær,

sum riddarar kjósa vildu.

 

28 Árla var um morgunin,

sólin skein so víða,

Grímur og hansara fosturfaðir

báðir á skógvin ríða.

 

29 “Leingi havi eg á skógnum verið,

mangt ilt fekk at vita,

eg havi ikki hoyrt á míni ævi

faðir og móður gitið.”

 

30 “Faðir og móðir fjóna teg,

alt tað lið, tú ár,

fyri tær hava nunnur kvøðið,

tú hevur ei frætt ífrá.

 

31 Faðir og móðir fjóna teg

og øll tín høga ætt,

fyri tær hava nunnur kvøðið,

tað hevur tú ikki frætt.”

 

32 Gud lati ongan tílíkan son

til tílíkar lutir frista!

Tá vá hann sín fosturfaðir,

tað gjørdi hann tað fyrsta.

 

33 Árla var um morgunin,

sólin skein so víða,

Grímur klæðist fyri síni song,

hann býður seg út at ríða.

 

34 Mitt í miðjum grasagaråi

akslar síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

35 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Bretlands kongur á borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

36 Grímur gekk í hallina inn,

í forðum var tann siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

37 Grímur stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðu sína:

“Sit væl, reysti Bretlands kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

38 “Hoyr tað, ungi Grímur,

siga vil eg tær inni,

bæði eiga tit faðir ein

og móður fullvæl svinna!”

 

39 Gud lati ongan tílíkan son

til tílíkar lutir sanna!

Tá vá hann sín sæla faðir,

tá gjørdi hann tað annað.

 

40 Gud lati ongan tílíkan son

til tílíkar lutir greina!

Tá vá hann sín sæla faðir

við fimtan skutilsveinar.

 

41 Tað var ungi Grímur,

sveipar seg í skinn,

so gekk hann í høgaloft

fyri sína móður inn.

 

42 “Sit væl, frúgvin Ingibjørg,

kurteis sum hin ljósa!

Vilt tú ikki ein høvdinga

tær fyri Bretland kjósa?”

 

43 “Hoyr tað, ungi Grímur,

siga vil eg tær eina,

bæði eiga vit faðir ein

og móður fullvæl reina!

 

44 Hoyr tað, ungi Grímur,

siga vil eg tær inni,

bæði eiga vit faðir ein,

og móður fullvæl svinna!”

 

45 Gud lati ongan tílíkan son

tílíkar lutir biðja!

Tá vá hann sína sælu systur,

tá gjørdi hann tað triðja.

 

46 Svarar hansara sæla móðir,

steig um kirkju fram:

“Aldri náði Gud sálini,

sum hetta verkið vann!”

 

47 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

sig mær satt ífrá:

hvar á landi er tann vív,

sum mær er sámi at fá?”

 

48 “Serklands kongur dóttur eigur,

har vil eg tær vísa,

kanst tú hana til konu fá,

hon kann títt lív væl prísa.

 

49 Serklands kongur dóttur eigur,

hava hana menn við orði,

henni er stólur av gulli gjørdur

framman av kongins borði.”

 

50 So letur ungi Grímur

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

51 So letur ungi Grímur

byggja skipini stór,

bæði letur hann á tey leggja

virtur og so bjór.

 

52 So letur ungi Grímur

byggja skipini síni,

bæði letur hann á tey leggja

virtur og so vín.

 

53 Vant hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Serkland.

 

54 Føgur var tann snekkjan,

kendi fagurt land,

læt hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

55 Tað var hin ungi Grímur

heim í garðin fór,

úti frúgvin Ingibjørg

fyri honum stóð.

 

56 “Statt væl úti, frú Ingibjørg,

hin kurteisa og ljósa!

Vilt tú ikki meg ein høvding

tær fyri landi kjósa?”

 

57 Svaraði frúgvin Ingibjørg,

sló tað upp í gamni:

“Ert tú nakað borin til

at taka við konganavni?”

 

58 “Heiðin eri eg sum annar hundur.

trølli líkari sum træli,

eg fái ikki kongur verið

fyri manga synda bragði.”

 

59 “Tú hevur dripið faðir tín

og aðrar reystar menn,

illa hevur tú Bretland reitt,

sum gitið man verða enn.

 

60 Tú hevur dripið faðir tín

og aðrar reystar dreingir,

illa hevur tú Bretland reitt,

sum gitið man verða leingi.”

 

6l. Svaraði frúgvin Ingibjørg

fyrsta orði tá:

“Far tú tær at Jaltrisá

og vaska tær og tvá!”

 

62 Hann fór land av landi fram,

mangan villini stíg,

uppi undir Geldisbakka

har læt hann sítt lív.

 

63 Uppi undir Geldisbakka

legði hann síni bein,

sálin spælir í himmiríki,

hon hevur so góðan heim.

 

64 Ingibjørg situr á Serklandi,

líður tann harmin tunga,

hon vil ongan ediling lova

eftir tann Grím hin unga.

 

65 Ingibjørg situr á Serklandi,

hon líður tann harmin mesta,

hon vil ongan ediling hava

eftir Grím hin reysta.

 

CCF 56 C

TSB E 35

 

Handrit: Savnið hjá Napoleon Nolsøe. Føroya Landsbókasavn F IV vol. I, Nr. 9 s. 53.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 3, s. 351.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 14. bind, s. 24.

 

Heimild: Úr Nólsoy: Napoleon Nolsøe  (1809-1877), Tórshavn, 1840.

 

E 35 Norna-Grímur (Prophecy fulfilled when man kills foster-father and father)

Drotningin ber son undir belti. Spátt er, at hann fer at beina fyri faðir sínum og elva móðurini mikla sorg.

Tí verður drongurin Grímur sendur út í skógin at vera. Hann veksur til, og fosturfaðir hansara sigur honum frá um foreldrini og spádómin. Hann drepur fosturfaðirin og fer til pápa sín, kong. Frábr. B: Hann drepur kong og drotning, foreldur síni. Onnur frábr.: Hann biður kong um hond dóttur hans. Tá ið kongur greiðir frá, at hon er systir Grím, drepur Grímur bæði faðir og systur. Móðir hansara mælir honum til at biðja um eina aðra prinsessu. –

Grímur siglir til fremmant land og biður um kongsins dóttur. Hon minnir hann á allar syndirnar, hann hevur útint, og biður hann fara til eitt ávíst stað og vaska sær. Tá ið Grímur kemur hagar, doyr hann, og sál hansara fer til himmals.

á føroyskum: CCF 56 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019