• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Norna-Grímur

 

CCF 56 D

TSB E 35

 

1 Kongurin eina dóttur eigur,

søgur ganga frá,

hon kann alt við hondum gera,

eyguni festa á.

 

2 Hon kann alt við hondum gera.

sámir væl ein kvinna,

hon kann bøkur og rúnarmál,

tað reyðargull kann hon spinna.

 

3 Henni buðust mangir menn,

bæði kongasynir og jallar,

hon var seg so biðlavond,

hon segði teir burtur allar.

 

4 Henni buðust mangir menn,

bæði kongasynir og sveinar,

hon var seg so biðlavond,

hon bað teir sita heima.

 

5 Árla var um morgunin,

sólin roðar á dal,

gingin er sjálvur Bretlands kongur

í sín dóttur sal.

 

6 Gingin er sjálvur Bretlands kongur

for sínar dóttur seingir:

“Gud signi teg, dóttir mín,

hví svevur tú so leingi?

 

7 Gud signi teg, dóttir mín,

hví eykar tú mær tann vanda,

at tú noktast hvørjum manni,

ið tær býðst til handa?

 

8 Gud signi teg, dóttir mín,

hví eykar tú mær ta sorg,

at tú noktast hvørjum manni,

sum ríður til tína borg?”

 

9 “Hoyr tað kongurin, faðir mín,

tað sigi eg av sonnum,

eg vil meg til nunnu geva,

giftast við ongum monnum.”

 

10 “Hoyr tað, tú mín sæla dóttir,

tað má ei so vera,

Bretlands kongur eitt barn eigur,

til nunnu letur ei gera!”

 

11 Men tað var tá, sum ofta er,

duld eru døpul mein,

drotningin gekk í høgaloft,

hon føddi ein ungan svein.

 

12 Dúkar vóru breiddir,

knívar væl framgreiddir,

so er mær við orðum greint,

at nunnur vóru heittar.

 

13 Dúkar vóru breiddir,

áðrenn upp rann sól,

nunnur gingu saman í ring

í ein sorgarstól.

 

14 Nunnur gingu í hallina inn,

kongurin gekk út frá,

eingin hann skal forvitnast,

hvat nunnur leggja á.

 

15 Svaraði fyrsta av nunnunum

av so góðum treysti:

“Tit eiga tykkum ein ungan son,

riddarin verður hann reystur.

 

16 Tit eiga tykkum ein ungan son,

riddari verði hann reysti!

Hann verður eingin á Bretland,

ið við hann situr á hesti.”

 

17 Svaraði onnur av nunnunum til,

so drotning mundi tað angra:

“Hann man ikki á síni ævi

út við hasum ganga.

 

18 Verður hann av Bretlands monnum

riddarin tann hin reysti,

so verður hann í lutum

gudssvikari verstur.”

 

19 Tað triðja legði hon omaná,

sum ikki ryggjast mátti:

“Níðingsverkini vinnur hann trý,

eg bæði fregni og frætti.”

 

20 Svaraði triðja nunnan til,

við tað gekk hon út:

“Hann skal verða faðirs bani

og móður eyka sút.”

 

21 Svaraði fjórða nunnan til,

so drotning mundi hoyra:

“Hann skal verða bani tann,

sum ringin ber í oyra.”

 

22 Hurðin brast í klova,

drotningin gekk at sova,

báðar hendur kerti treiv,

hon vildi ikki lata tað loga.

 

23 Árla var um morgunin,

sólin roðar á dal,

drotning heitir á Eystan jall

for seg í eintali.

 

24 “Tú flyt mítt barn á skógvin burt,

tú lindra mína kvíðu!

Hann má ikki fyri míni eygu koma,

so leingi eg eri á lívi.

 

25 Tú flyt mítt barn á skógvin burt,

tú lindra mína sorg!

Hann má ikki fyri míni eygu koma,

so leingi eg byggi í borg.”

 

26 Grím læt kempan kalla seg,

tó hann var ein heiðin hund,

ikki kemur tílíkur

á heilu Bretlands grund.

 

27 Tað var um ein halgan dag,

sólin skín so víða,

Grímur og hans fosturfaðir

búgvast út at ríða.

 

28 “Eg havi so leingi á skógnum verið,

lítið gott mær møtt,

eg havi ikki hoyrt á míni ævi

faðir ella móður gitt.”

 

29 “Faðir og móðir fjóna teg,

øll tín ætt og slag,

fyri teg hava nunnur kvøðið,

tú hevur ei frætt tí frá.

 

30 Faðir og móðir fjóna teg

og øll tín veldiga ætt,

fyri teg hava nunnur kvøðið,

tú hevur ei frá tí frætt.

 

31 Harra Gud av himmiríki

hann er øllum best,

Bretlands kongur er faðir at tær,

hann býr os manni næst.”

 

32 Gud lati ongan høviskan svein

sær tílíkar lutir lysta!

Tá vá hann sín fosturfaðir,

tá gjørdi hann roysnið fyrsta.

 

33 Tað var um ein annan dag,

sólin skein so víða,

Grímur saðlar gangara sín,

hann búgvist nú heim at ríða.

 

34 Grímur ríður í grasagarð,

er mær ei á tí hól,

sum Bretlands kongur yvir borði sat

við monnum hundrað tólv.

 

35 Grímur gekk í hallina inn,

kempan er hann stór:

“Hvat skal eg tann kongin biðja

ella tað væna fljóð?”

 

36 Men Grímur stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðju sína:

“Sit væl, reystur Bretlands kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

37 Upp steig reystur Bretlands kongur.

svarar so mót honum:

“Samborin eru tit systkin tvey

bæði til kals og konu.”

 

38 Gud lati ongan høviskan svein

til tílíkar lutir beiða!

Tá vá hann sín sæla faðir

og fimtan aðrar sveinar.

 

39 Men Grímur gekk í salin inn,

sum fyri sat lindin ljósa:

“Vilt tú meg ein høvdinga

fram fyri allar kjósa?”

 

40 Upp steig frúgvin Ingigerð

og svarar so mót honum:

“Samborin eru vit systkin tvey

bæði til kals og konu.”

 

41 Gud lati ongan høviskan svein

til tílíkar lutir beiða!

Tá vá hann sína sælu systur,

tá gjørdi hann roysnið triðja.

 

42 Svaraði frúgvin Svanild,

hon snúgvast við songum fram:

“Gud fyriláti tí kristnu sál,

ið hatta verkið vann!”

 

43 Grímur setst í hásæti,

leitar við sína móður ráð:

“Hvar veitst tú so væna jomfrú,

ið mær er sámi at fá?”

 

44 “Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvat tín stár hugur á,

hoyrt havi eg, at Serklands kongur

væna dóttur ár.

 

45 Hoyrt havi eg, at Serklands kongur

væna dóttur á,

hana tykir mær sámi títt,

kundi tú hana fá.”

 

46 “Er hon so von á øllum lutum,

sum tú sigur til,

hagar streingi eg eiti mítt,

tað stendst hvat av ið vil!

 

47 Hagar skal eg stevna

mínum bønarorðum fram,

biðja til dóttur Serklands kongs,

tað stendur hvat av ið kann.”

 

48 Grímur letur snekkju smíða

við so miklan ró,

av gulli málar hann borðini,

tey glógva for oman sjó.

 

49 Grímur letur snekkju smíða,

frægir mundu tað vita,

av gulli vóru mastrarnar,

av silvur vóru bitar.

 

50 Vant hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykaði ei á bunkan niður

fyrr enn við Serkland.

 

51 Higar ið hansara snekkja

kendi fagurt land,

læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

52 Kastar hann sínum ankørum

á so hvítan sand,

fyrst steig Grímur, kappin reysti.

sínum fótum á land.

 

53 Fyrst steig Grímur, kappin reysti,

sínum fótum á land,

dreingir lótu tjøldur slá

skamt frá sjóvarstrond.

 

54 Grímur gekk frá strondum niðan,

for ongum var hann ræddur,

gyltan hjálm á høvdi bar,

allur í jarni klæddur.

 

55 Grímur gekk frá strondum niðan

fast av miklum móði:

“Hvat skal eg tann kongin biðja

ella tað væna fljóð?”

 

56 Grímur gekk í moynnasal,

sum fyri sat lindin ljósa:

“Vilt tú meg ein høvdinga

fram fyri allar kjósa?”

 

57 “Tú hevur vigið faðir tín,

mangan reystan kappa,

útlagið hevur tú Bretland gjørt

og vunnið tær lítið til happa.

 

58 Tú hevur vigið faðir tín

og mangar reystar dreingir,

útlagið hevur tú Bretland gjørt,

sum gitið man verða leingi.”

 

59 Grímur stendur á hallargólvi,

av slíðrum dró hann knív:

“Hevði tú verið svein, sum tú ert moy,

so skuldi tú látið lív.”

 

60 Grímur stendur á hallargólvi,

ymsar litir fekk,

drotningin lyftir gullkrúnu,

hon sjálv úr stóli gekk.

 

6l. “Heiðin eri eg sum annar hundur,

menskur eri eg av alvi,

eg man eingin kongur vera

fyri mongum sorgarbragdi.”

 

62 Svaraði frúgvin Ingibjørg

í fyrsta orði tá:

“Gakk tú teg at Geldisbakka,

vaska tær og tvá!”

 

63 Hann fór land av landi,

so mangan villan stíg,

uppi undir Geldisbakka

har læt hann sítt lív.

 

64 Uppi undir Geldisbakka

har hvíla hans bein,

sálin fór til himmals upp,

hon fekk so góðan heim.

 

65 Ingibjørg situr á Serklandi,

hon líður tann harmin mesta,

hon vil ongan ediling lova

eftir tann Grím hin reysta.

 

66 Ingibjørg situr á Serklandi,

hon líður tann harmin tunga,

hon vil ongan ediling lova

eftir tann Grím hin unga.

 

CCF 56 D

TSB E 35

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [18].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 3, s. 354.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 14. bind, s. 33.

 

Heimild: Úr Sandoy: Ole Joensen, Óli í Kirkjugerði  (1810-1899), Skálavík. Kristian Joensen, Kristian í Búðini (1843-1924), sum var lærari á Sandi, skrivaði niður í 1873.

 

E 35 Norna-Grímur (Prophecy fulfilled when man kills foster-father and father)

Drotningin ber son undir belti. Spátt er, at hann fer at beina fyri faðir sínum og elva móðurini mikla sorg.

Tí verður drongurin Grímur sendur út í skógin at vera. Hann veksur til, og fosturfaðir hansara sigur honum frá um foreldrini og spádómin. Hann drepur fosturfaðirin og fer til pápa sín, kong. Frábr. B: Hann drepur kong og drotning, foreldur síni. Onnur frábr.: Hann biður kong um hond dóttur hans. Tá ið kongur greiðir frá, at hon er systir Grím, drepur Grímur bæði faðir og systur. Móðir hansara mælir honum til at biðja um eina aðra prinsessu. –

Grímur siglir til fremmant land og biður um kongsins dóttur. Hon minnir hann á allar syndirnar, hann hevur útint, og biður hann fara til eitt ávíst stað og vaska sær. Tá ið Grímur kemur hagar, doyr hann, og sál hansara fer til himmals.

á føroyskum: CCF 56 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019