• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Grips kvæði

 

CCF 57 B

TSB E 150

 

1 [Viljið tær nú lýða á,

ljóð geva mær],

*Ringur er tann kongurin,

fyri Noregi ræður.

 

2 Átt hevur hann sær ungan son,

Eirik nevni eg hann,

hann var bæði vænur og vitur,

væl á boga kann.

 

3 Hvørki letur hann ráðast for sær

moyar ella mannavív,

so fór hann um í nakrar stundir,

í haska stóð hans lív.

 

4 Hvørki letur hann ráðast for sær

moyar ella mannakonur,

so fór hann um í nakrar stundir,

í haska mundi koma.

 

5 Kongurin letur tingið seta,

fell so væl í lag,

hann gjørdi sín son útlagnan,

so mangur glaður varð.

 

6 Eirikur gongur for systur sína,

leitar við hana ráð:

“Hvørt skal eg av Noregi út

ella móti stá?”

 

7 “Eg skal leggja tær ráðini góð,

tey skulu tær ikki tróta,

far tá heldur av Noregi út,

ti ilt er mót mongum at bróta!

 

8 Eg skal leggja tær ráðini góð,

tú kemur í ongan vanda,

far tú heldur av Noregi út,

tí ilt er mót mongum at standa! “

 

9 Eirikur gekk av Noregi,

úr sínum faðirs ranni,

fylgdi honum Torstein, skósvein hans,

og eingin annar mann.

 

10 So gingu teir átta dagar

klabbur og harðar kvistar,

eg fái ikki við orðum greint,

hvar ið teir nætur gista.

 

11 So gingu teir átta dagar

klabbur og harðar skógar,

til teir komu í avdalar,

teir vóru av øllum góðir.

 

12 Settust niður á grønum vølli,

vildu ikki longur ganga,

sóu sær pá høgru hond

høgar borgir standa.

 

13 Svaraði Eirikur kongins son:

“Úti skal eg ikki standa,

hvat ið her búgva fólk ella trøll.

eg skal her inn at ganga.”

 

14 Eirikur gekk í hallina inn,

tað var so síðla á kvøldi,

bóndin tar í beinki lá

alt undir sítt skinnafeldi.

 

15 Bóndin tar í beinki lá

undir sítt skinnafeldi:

“Hvaðan eru hesir fremmandu menn,

ið meg gista seint á kvøldi?”

 

16 “Eirik skalt tú nevna meg,

Noregis kongins son,

so var mær frá móður sagt,

at drotning væri hon.”

 

17 Hann reisist upp í beinkinum,

hann ræð á kvendi at heita:

“Tær skuluð fáa virtur og vín

og alla veitslu veita.”

 

18 Ein kom maður í hallina

inn við einum eggjateini,

eygað hevði hann eitt í heysi,

knept var brók á beini.

 

19 Heitan eld við fótum tróð,

síðan gekk hann út,

hann kom aftur á skamri stund,

var klæddur væl í skrúður.

 

20 Síðla var um aftanin,

teir drukku mjøð av skál,

so var sagt, at Gripur beiddi

Eirik fyrst til mál.

 

21 Síðla var um aftanin,

teir drukku mjøð ovur borð,

so var sagt, at Gripur beiddi

Eirik fyrst til orð.

 

22 “Hoyr tú, Eirikur, kongins son,

hvørt stendur tín ferð,­

yvrið bregðist at ætlan tín,

tú hevur í ráðagerð?

 

23 Tú ætlar tær til Svítjóðar

kongins dóttur at gilja,

tann hevur eingin aftur komið,

har hevur ørindi viljað.

 

24 Tú ætlar tær til Svítjóðar

kongins dóttur at fáa,

tann hevur eingin aftur komið,

har hevur skeiðir vágað.

 

25 Tá tarvt tú búgva tann virturin væl.

gyrða tín hest við gjørð,

meðan tú hevur eitt átjan hundrað,

tílíka rakar tú ferð.

 

26 Tá tarvt tú føra henni borðbúnaðin.

hjálm av høvdi hans,

tað verður ikki talv at leika,

spæla við frúvur í dans.

 

27 Tá tarvt tú føra henni borðbúnaðin.

væl til hana stár,

høvdið av Jarnskjøldi,

hjálmin omaná.”

 

28 Síðla var um aftanin,

teir festu hurð í klova,

Eirikur snýst av hallini út,

hann lysti frú at lova.

 

29 Tí svaraði Torstein, skó

svein hans,

hann var í huga sterk:

“Tú skalt ikki frúnna gilja,

vinna henni neyðisverk.”

 

30 Eirikur sprakk í seingina upp

at gilja fagurt sprund,

mangur fremur hvíluna

á tekkiligari stund.

 

31 Eirikur sprakk í seingina upp

at gilja fagurt vív,

mangur fremur hvíluna

á tekkiligari tíð.

 

32 Tá varð brak í Beyðu song,

naglar gingu sundur,

Gripur liggur og lýðir á,

hann vakir um langar stundir.

 

33 Tá varð brak í Beyðu song,

tann hin menskur mann,

opnan førdi hann Eirik unga

á hallargólvi fram.

 

34 “Hvat skalt tú á Svítjóðum gera,

ræddur ert tú og veikur,

lítla kenni eg vera tín makt

í hørðum handarleikum?”

 

35 Árla var um morgunin,

dagurin var ljús,

tá var Gripur bóndans son

til síni klæði fús.

 

36 Tá var Gripur bóndans son

til síni klæði fús,

klæddist innan høgaloft

alt við eitt kertiljós.

 

37 Tað var Gripur bóndans sonur,

sveipar hann seg í skinn,

so gekk hann í fjallið upp

for sína fostru inn.

 

38 “Hoyr tú, Gripur bóndans son,

tú ert so rask ein mann,

íhvørt stendur tín ferðin,

íhvar ríður tú fram?”

 

39 “Eg ætli meg til Svítjóðar

Eiriks sprund at fáa,

tar hevur eingin aftur komið,

har hevur skeiðir vágað.

 

40 Eg ætli mær so langt av leið

alt í eitt annað land,

tú skalt mínum faðir føra

vín og føðslu í hand.”

 

41 Tað var Gripur bóndans son,

læt síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

42 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavnar og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

43 Tað var Gripur bóndans son,

sveipar hann seg í skinn,

so gekk hann í høgaloft

for sín sæla faðir inn.

 

44 “Eg ætli meg til Svítjóðar

Eiriki at fylgja,

tar er eingin aftur komin,

har hevur ørindi viljað.

 

45 Eg ætli meg til Svítjóðar

Eiriks sprund at fáa,

tar er eingin aftur komin,

har hevur skeiðir vágað.”

 

46 Tí svaraði tann gamli kall,

tungu bar hann so snjalla:

“Illa skilst tú við faðir og móður,

enn nú søkir elli á kallin.”

 

47 “Virtur og vín og aldansvín,

hjørtin og skógvadýr,

skal hon tær til føðslu føra,

higar í fjalli býr.”

 

48 “Far væl heilur og happatryggur,

Gripur, mín sonur sæli,

verður tú staddur í nakrari neyð,

tú minst á fostru at tala!”

 

49 Tað var Gripur bóndason

hann gekk til sjóvarstrand,

fylgdi honum Beyða, systir hans,

reyðargull bar á hand.

 

50 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við reyðan brand,

strykar ikki á bunkan niður

fyrr enn við Svítjóðs land.

 

51 Halga stendur í glasgluggum,

bæði væn og vit,

tykir henni sum mjørkaflóki

dró fram yvir skip.

 

52 Halga stendur í glasglugga,

tekur so sárt at gráta:

“Tað sær eg í hesari ferð,

eg man mína fostru láta.”

 

53 Føgur var tann snekkjan,

kendi fagurt land,

letur hann síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

54 Letur hann síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrst steig Gripur bóndans son

sínum fótum á land.

 

55 “Hoyr tú, Eirikur, kongins son,

annað skalt tú njóta,

hvat vilt tú við risan berjast

ella við ørvum skjóta?”

 

56 “Krevur hvør tann kunnigasta,

fá eru andsvør veldig,

lítið eri eg á bogan kønur,

tí kjósi eg mær hann heldur.”

 

57 Uppi í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

58 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Jarnskjøldur á borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

59 “Ert tú her inni, Jarnskjøldur,

eg vil tær til brúdleyps bjóða,

virtur og vín og aldansvín,

oksakroppar sjóða.

 

60 Er hon Halga manni givin,

vant verður um tað vív,

tá skal eg henni til ketils føra

hjørtin og skógvadýr.

 

61. Er hon Halga manni givin,

vant verður um tað sprund,

tá skal eg henni til ketils føra

hjørtin úr grønari lund.”

 

62 Hann sprakk úr ranni og hurðarsvanni,

fátt mundi reystum meina,

ætlaði at koyra fríðan falk

út av Harrasteini.

 

63 Hann sprakk úr ranni hurðarsvanni,

fátt mundi reystum granda,

ætlaði at skúgva fríðan falk

út av Harralandi.

 

64 Eirikur sprakk at durunum,

var so snarur til beina,

tí hann sá, at Jarnskjøldur

var búgvin til ilt at greina.

 

65 Eirikur sprakk at durunum,

hann var so snarur til ferðar,

tí hann sá, at Jarnskjøldur

var búgvin til ilt at gera.

 

66 Eirikur sprakk at durunum,

hann var so snarur til fóta,

tí hann sá, at Jarnskjøldur

var búgvin til ilt at bróta.

 

67 Gripur loypur í fremra stavn,

av dró barnagaman,

vundu skip um miðju sundur,

síðan bórust saman.

 

68 Teir høgga títt, teir líva lítt,

teir troða jørð við kálva,

dvørgamál sang í hvørjum fjalli,

vørildin tók at skelva.

 

69 Einki tóktist Gripur hava

tá við risan at gera:

“Nú tá mundi mær meiri tørvur

á míni fostru vera.”

 

70 Fetbreiði kemur úr fjøllum oman,

Jarnskjøldri veitir hann skamm:

“Eg havi staðið her allan dag,

ikki náað fram.”

 

71 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin triðja,

sól til viðar gekk.

 

72 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

sól til viðar rann.

 

73 Inntil tann hin triðja,

sól til viðar rann,

tá fell risin Jarnskjøldur,

tann hin menski mann.

 

74 “Tú fært ikki hetta tíðindi føra,

fyrr enn eg komi til landa,

tí stíg ikki for forlag frítt,

tú lat meg sjálvan hjá standa!”

 

75 Tí svaraði Gripur bóndans son,

hann tekur til orða svá:

“Tú før henni høvdið av Jarnskjøldri.

hjálmin omaná!”

 

76 Tað var Eirikur kongins son,

so sveipar hann seg í skinn,

so gekk hann í høgaloft

for frúvur og jomfrúvur inn.

 

77 Tí svaraði Eirikur kongins sonur.

hann tekur til orða svá:

“Her hevur tú høvdið á Jarnskjøldri.

hjálmin omaná!”

 

CCF 57 B

TSB E 150

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [6].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 3, s. 362.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 14. bind, s. 54.

 

Heimild: Úr Suðuroy: J.H. Schrøter (1771-1851), Vági. 

 

E 150 Grips kvæði (Man seduces giant’s daughter on his way to propose to king’s daughter)

Eirikur, ein kongssonur, fær ikki latið konufólk vera í friði og verður tí rikin burtur úr landinum hjá faðirinum. Hann ætlar sær at biðja um kongsdóttrina í Svøríki, men á vegnum gistir hann heima hjá einum trølli (bónda). Hann svevur saman við trølladóttrini.

Beiggi hennara, Gripur, sær tey liggja saman og ger av at fáa sær ta svensku kongsdóttrina sjálvur. Hann fer við Eiriki til Svøríkis.

Sviakongur er eitt trøll. Bardagi verður millum hann og Grip. Fosturfaðir Grips kemur honum til hjálpar, og kongur verður dripin. Frábr. C, D: Eirikur giftist svensku kongsdóttrini. Frábr. A: Gripur giftist henni, meðan Eirikur giftist systur Grips.

á føroyskum: CCF 57 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019