• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Grips kvæði

 

CCF 57 Ca

TSB E 150

 

1 Viljið tit nú lýða á,

ljóð geva mær,

kongur ráddi for Noregi,

Ólavur æt.

 

Glymur dansur í høll,

dans sláið í ring!

Glaðir ríða Norðmenn

at halda várting.

 

2 Átt hevur hann ein ungan son,

Eirik nevni eg hann,

hann er vænur og vøksturligur,

væl á bogan kann.

 

3 Hvørki læt hann ráðast for sær

moyggjar, ei mannakonur,

so fór hann um í nakrar stundir,

í vanda mundi hann koma.

 

4 Hvørki læt hann ráðast for sær

moyggjar, ei mannavív,

so fór hann um í nakrar stundir,

í haskheit stóð hans lív.

 

5 Kongurin letur tingið seta,

fell so væl í lag,

gjørdi sín son útlagnan

pá tann sama dag.

 

6 Eirikur gongur for sína systur,

leggur við hana ráð:

“Hvat skal eg av Noregi fara

ella ímóti stá?”

 

7 “Eg skal leggja tær ráðini góð,

kom tær ei í vanda,

far teg heldur av Noregi út,

tí ilt er mót mongum at standa!

 

8 Eg skal leggja tær ráðini góð,

tey skulu ikki tróta,

far teg heldur av Noregi út,

tí ilt er mót mongum at bróta!”

 

9 Eirikur gekk seg haðan burt

úr sínum faðirs ranni,

fylgdi honum Torstein skósvein hans,

og eingin annar manna.

 

10 So gingu teir í átta dagar

um knubbur og harðar skógar,

til teir komu í avdalin,

teir vóru av ongum góðir.

 

11 Eirikur reikar um avdalin,

langa leið og drúgva,

hann sær eld í høgum fjalli,

stórar neistar flúgva.

 

12 Eirikur hugsar við sjálvum sær:

“Úti fari eg ikki at standa,

antin her búgva fólk ella trøll,

her fari eg inn at ganga.”

 

13 Eirikur gekk í hellið inn,

var so síðla á kvøldi,

bóndin frammi í beinki sat,

undir sítt skinn hann feldi.

 

14 Bóndin frammi í beinki sat,

undir sítt skinn hann feldi:

“Hvaðan eru hesir fremmandu menn,

meg gista seint á kvøldi?”

 

15 “Eirik skalt tú nevna meg,

Noregis kongins son,

so er mær frá móður sagt,

at drotning væri hon.

 

16 Kongins son av Noregi,

tann teir Eirik kalla,

meg lystir ei at skemtast longur,

nu man ríman falla.”

 

17 “Eg eri bæði blindur og deyvur,

mong eru míni mein,

meg hava ikki í fimtan vetur

gist tveir slíkir sveinar.

 

18 Eg eri bæði blindur og deyvur,

mong eru míni verstu,

meg hava ikki í fimtan vetur

gist tveir slíkir gestir.”

 

19 Bóndin reistist úr beinkinum,

ræður á kvendi at heita:

“Tær skuluð fáa virtur og vín

og alla førslu veita.”

 

20 Ein kom maður í hallina inn,

eingin ið hann kendi,

eittans eyga í heysi bar,

ein finskan boga í hendi.

 

21 Heitan eld við fótum tróð,

síðan gekk hann út,

hann kom aftur á skamri stund,

var klæddur væl í skrúður.

 

22 Heitan eld við fótum tróð,

síðan gekk av breyt,

hann kom aftur á skamri stund,

klæddur var væl í skreyt.

 

23 Síðla var um aftanin,

teir drukku mjøð av skál,

so var sagt, at Gripur beiddi

Eirik fyrst til mál.

 

24 Síðla var um aftanin,

teir drukku mjøð við borð,

so var sagt, at Gripur beiddi

Eirik fyrst til orð.

 

25 “Hoyr tað, Eirikur kongins son,

hvar stendur tín ferð,

yvrið veit eg *ætlana,

tú hevur í ráðagerð.”

 

26 “Eg ætli mær til Svítjóðar

kongins dóttur at fáa,

har hevur eingin aftur komið,

hava skeiðir vágað.

 

27 Eg ætli mær til Svítjóðar

kongins dóttur at gilja,

har hevur eingin aftur komið,

har hava ørindi viljað.”

 

28 Síðla var um aftanin,

alt gekk fólk at sova,

Eirikur snúðist av hallini út,

hann festi hurð í klova.

 

29 Eirikur snúðist av hallini út,

hann festi hurð í klova,

hann talar til Torstein, skósvein sín:

“Meg lystir frú at lova.”

 

30 Hann steig upp í Beyðu song

at gilja fagurt vív,

mangur fremur hvíluna

tekkiligari tíð.

 

31 Eirikur steig í seingina upp

at gilja fagurt sprund,

mangur fremur hvíluna

tekkiligari stund.

 

32 Tá var brak í Beyðu song,

naglar gingu sundur,

Gripur liggur og lýðir á,

hann tegir um langar stundir.

 

33 Tá var brak í Beyðu song,

tann hin menskur mann,

øvigan hevði hon Eirik kong

á hallargólvi fram.

 

34 “Hvat skalt tú á Svítjóðum gera,

ræddur ert tú og veikur,

lítlan kenni eg vera tín máttur

í hørðum handaleikum.”

 

35 Svaraði Eirikur kongins son,

gull ber seg á hand:

“Gripur, tú skalt fylgja mær

suður á Svítjóðland!”

 

36 Tað er Gripur bóndans son,

sveipar at sær skinn,

og so búgvin gongur hann

inn fyri faðir sín.

 

37 “Eg ætli mær til Svítjóðar

Eiriki at fylgja,

har hevur eingin aftur komið,

har hava ørindi viljað.

 

38 Eg ætli mær til Svítjóðar

Eiriki sprund at fáa,

har hevur eingin aftur komið,

har hava skeiðir vágað.”

 

39 Hann reistist upp úr beinkinum.

tung man sorgin falla:

“Illa skilst tú við faðir og móður,

nú tekur elli at kalla.”

 

40 “Virtur og vín og aldansvín,

hjørtur og skógvardýr,

skal hon tær til føðslu føra,

higar í fjalli býr.”

 

41 Hann dró av sær skarlaksklæði,

fór í silvdragin skinn,

so gekk hann í fjallið niðan

for sína fostru inn.

 

42 “Eg ætli mær til Svítjóðar

Eiriki at fylgja,

har hevur eingin aftur komið,

har hava ørindi viljað.

 

43 Eg ætli mær til Svítjóðar

Eiriki sprund at fáa,

har hevur eingin aftur komið,

har hava skeiðir vágað.

 

44 Virtur og vín og aldansvín,

hjørtur og skógvadýr,

skalt tú mínum faðir føra,

her við fjallið býr.

 

45 Eg fari meg til Svítjóðar,

tað er ein leið so long,

tú skalt mínum faðir føra

vín og førslu í hond.”

 

46 “Hoyr tú, Gripur bóndans son,

tær man lukkast valla,

verður tú staddur í nakrari neyð,

minst á fostru at kalla!”

 

47 Tað var Beyða, systir hans,

gull bar seg á hand,

fylgdi Gripi, bróður sínum,

niður til sjóvarstrand.

 

48 Letur sær av lunni draga

eina gylta skeið,

sigldu so í havið út

ta hina longu leið.

 

49 Vundu upp ein hvítan dúk,

út í havið settu,

tað var Beyða systir hans,

hon græt so møðuliga eftir.

 

50 Vundu upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Svítjóðland.

 

51 Halga stendur í glasgluggum,

bæði von og vitur,

tykir henni sum mjørkaflóki

dró fram yvir skip.

 

52 Halga stendur í glasgluggum,

tekur so sárt at gráta:

“Tað síggi eg á hesari ferð,

eg má mína fostru láta.”

 

53 Higar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

54 Lótu síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrst steig Eirikur kongins son

sínum fótum á land.

 

55 Fyrst steig Eirikur kongins son

sínum fótum á land,

so hann Gripur bóndans son

undir hans høgru hand.

 

56 Svaraði Gripur bóndans son,

væl kann randir rjóða:

“Eirikur, gakk til hallar heim,

risanum oman bjóða!”

 

57 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

58 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Jarnskjøldur við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

59 “Sit væl, risin Jarnskjøldur,

eg vil tær til brúdleyps bjóða,

virtur og vín og aldansvín,

oksakropp at sjóða!

 

60 Er hon Halga manni givin,

vant verður hon hans vív,

tó skal eg henni til ketils føra

hjørt úr grønari líð,

 

61 Er hon Halga manni givin,

vant verður hon sum sprund,

tó skal eg henni til ketils føra

hjørt úr grønari lund.”

 

62 Eirikur snúðist av hallini út,

hann tordi ei fyri vera,

tí hann sá, at Jarnskjøldur

var búgvin til ónt at gera.

 

63 Eirikur snúðist av hallini út,

hann var ei sein til fóta,

tí hann sá, at Jarnskjøldur

var búgvin til ilt at bróta.

 

64 Tað var Eirikur kongins son,

snúðist av hallini út,

tað var Gripur bóndans son,

snúðist honum ímót.

 

65 “Hoyr tú, Gripur bóndans son,

annað manst tú njóta:

hvat vilt tú við risan berjast

ella við ørvum skjóta?”

 

66 “Krevur hvør tann kunnigasta,

fá eru hans veldi,

lítið er mær á bogan kønur,

tó kjósi eg mær hann heldur.

 

67 Krevur hvør tann kunnigasta,

lítið er sigri at rósa,

lítið er mær á bogan kønur,

tó vil eg hann kjósa.”

 

68 Hann sprakk og rann í urðasvann,

fátt man reystum meiða,

ætlar at koyra fríðan falk

út av Harrasteini.

 

69 Hann sprakk og rann í urðasvann,

fátt mundi reystum granda,

ætlar at koyra fríðan falk

út av Harralandi.

 

70 Gripur stóð við fremra stavn,

søgur ganga frá,

vundu skip í miðjum sundur,

síðan ráddust á.

 

71 Gripur stóð við fremra stavn,

av dró barnagaman,

vundu skip í miðjum sundur,

síðan ráddust saman.

 

72 Høgga títt og líva lítt,

dreingir spæla í gíggju,

Gripur ungi blóði sputtar,

hvørgin vildi flýggja.

 

73 Einki kundi Gripur

hava við risan at gera:

“Enn mundi mær meiri tørvur

á míni fostru vera.”

 

74 Einki kundi Gripur hava

at gera við henda púka,

Fetbreiði kemur úr fjøllum oman,

tekur av skalla at rúka.

 

75 Fetbreiði kemur úr fjøllum oman,

Jarnskjøldi veitir skamm:

“Eg havi staðið í allan dag

ikki náað fram.”

 

76 Bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar gekk.

 

77 Bardust fullar tógvar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann.

 

78 Inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann,

tá fell risin Jarnskjøldur,

tann hin raska mann.

 

79 Eirikur gekk í hallina inn,

setir seg upp um borð,

Gripur ruddi fyri sær gongd,

hann talar ikki eitt orð.

 

80 Gripur stendur við hurðarbak,

klæddur í skinnbjálva,

hettan niður for eygu hekk,

moyggjar tóku at skelva.

 

81 “Fátt var tær til valdra sveina

heiman av Noregis landi,

tá ið tú hevði tað trøllabarn,

brotið av illum bragdi.”

 

82 Svaraði Eirikur kongins son,

hann tagdi ikki leingi:

“Hóast hann er ikki fríður at sjón,

góður er dugur í dreingi.”

 

83 Tað var Eirikur kongins son,

tók sær frú at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ei longur fresta.

 

84 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Eirikur og hans vív.

 

85 Eirikur festi Halgu,

teim er lokin vandi,

Torstein festi Beyðu,

teir gjørdu so skil for land.

 

86 Eirikur festi Halgu,

so er komið til mín,

síðan sigldi Gripur

aftur til faðir sín.

 

Glymur dansur í høll,

dans sláið í ring!

Glaðir ríða Norðmenn

at halda várting.

 

CCF 57 Ca

TSB E 150

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, Nr. 30, s. 360.

 

Útgávur: 

1. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, 1968, s. 19. Rikard Long greiddi til útgávu.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 3, s. 366.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 14. bind, s. 64.

 

Heimild: Úr Skúvoy: Joen Eriksen, Eiriks-Jógvan, eldri (1752-1831), Skúvoy, 1822. 

 

E 150 Grips kvæði (Man seduces giant’s daughter on his way to propose to king’s daughter)

Eirikur, ein kongssonur, fær ikki latið konufólk vera í friði og verður tí rikin burtur úr landinum hjá faðirinum. Hann ætlar sær at biðja um kongsdóttrina í Svøríki, men á vegnum gistir hann heima hjá einum trølli (bónda). Hann svevur saman við trølladóttrini.

Beiggi hennara, Gripur, sær tey liggja saman og ger av at fáa sær ta svensku kongsdóttrina sjálvur. Hann fer við Eiriki til Svøríkis.

Sviakongur er eitt trøll. Bardagi verður millum hann og Grip. Fosturfaðir Grips kemur honum til hjálpar, og kongur verður dripin. Frábr. C, D: Eirikur giftist svensku kongsdóttrini. Frábr. A: Gripur giftist henni, meðan Eirikur giftist systur Grips.

á føroyskum: CCF 57 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019