• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Grips kvæði

 

CCF 57 D

TSB E 150

 

1 Vilja tær nú lýða á,

ljóð geva mær,

Ólav nevni eg kongin tann,

for Nøríki ræður.

 

Har var leikur, har var troðið,

har vóru trodnar organspípur

millum Jútlanda og Rípur.

 

2 Átt hevur hann sær ungan son,

Eirik nevni eg hann,

hann er vænur og vøksturligur,

væl hann bogan kann.

 

3 Hvørki læt hann ráða for sær

moyggjar ella mannakonu,

so fór hann um í nakra tíð,

í vanda mundi hann koma.

 

4 Hvørki læt hann ráða for sær

moyggjar ella mannavív,

so fór hann um í nakra tíð,

í vanda stóð hans lív.

 

5 Kongurin læt tað tingið setja,

mangur fór glaður av,

gjørdi Eirik útlagnan

á tann sama dag.

 

6 Eirikur gár for systur sína,

sigur henni frá:

“Hvat heldur skal eg av Nøríki fara

ella ímóti stá?”

 

7 “Eg skal leggja tær ráðini góð,

meðan tú spyrt meg so,

heldur manst tú av Nøríki fara,

tí ilt er mót mongum at stá.

 

8 Eg skal leggja tær ráðini góð,

tú skalt tey ei fortróta,

heldur manst tú av Nøríki fara,

tí ilt er mót mongum at bróta.”

 

9 Eirikur gekk av Nøríki

av sínum faðirs veldi,

fylgdi honum Torstein skósvein hans,

so frægur í Oknarhelli.

 

10 Eirikur fór av Nøríki

úr sínum faðirs ranni,

fylgdi honum Torstein skósvein hans,

og eingin við teim annar.

 

11 So ganga teir henda dag

klubbur og harðar kvistar,

eg kann ei við støvum greina,

hvar teir um nætur gista.

 

12 So ganga teir henda dag

klubbur og harðar skógar,

koma so niður í Uppdølum

og tað í øllum góðum.

 

13 Eirikur hugsar við sjálvum sær:

“Úti skal eg ikki standa,

antin her búgva fólk ella trøll,

eg fari her inn at ganga.”

 

14 Eirikur gekk í hellið inn,

tað var so síðla á kvøldi,

bóndin tar í beinki lá

alt undir sítt skinnafeldi.

 

15 “Eg eri bæði haltur og blindur,

mong eru míni mein,

hvaðan eru hesir komnir menn,

mín hava gist nú heim?”

 

16 “Kongins son av Nøríki,

sum teir Eirik kalla,

eg kann ikki skemta longur,

tí nú má ríman falla.”

 

17 Bóndin reisist úr beinki upp,

ræður á kvendi at heita:

“Tit skulu seggja føðslu føra,

alla virði veita.”

 

18 Ein kom maður í hellið inn,

eingin ið hann kendi,

eygað hevði hann eitt í heysi,

menskan boga í hendi.

 

19 Ein kom maður í hallina inn,

vegur við eggjateini,

eygað hevði hann eitt í heysi

kneptur av brókabeini.

 

20 Heitan eld við fótum tróð,

tar ið hann gekk á breyt,

hann kom aftur á skamri stund,

var klæddur væl í skreyt.

 

21 Heitan eld við fótum tróð,

tar ið hann gekk har út,

hann kom aftur á skamri stund,

var klæddur væl í skrúð.

 

22 Tað var síðla um aftanin,

alt fór fólk til borð,

so varð sagt, at Gripur kravdi

Eirik fyrst til orð.

 

23 “Enntá skalt tú siga mær,

íhvar víkur tín ferð,

yvrið veit eg ætlana,

tú hevur í ráð at gera.

 

24 Tú býst tær til Svítjóðar

kongins dóttur at fáa,

hann hevur ikki aftur komið,

sum har hevur skeiðir vágað.

 

25 Tú býst tær til Svítjóðar

kongins dóttur at gilja,

hann hevur ikki aftur komið,

ið har hevur skeiðir viljað.”

 

26 Tað var síðla um aftanin,

alt fór fólk at sova,

Eirikur talar til skósvein sín:

“Mær lystir jomfrúvur at lova.”

 

27 Hann steig upp í Beyðu song

at gilja fagurt sprund,

frægir fremja hvíluna

á tekkiligari stund.

 

28 Tá varð brak í Beyðu song,

naglar gingu sundur,

Gripur liggur og lýðir á,

hann vakir um langar stundir.

 

29 Tí svaraði Gripur bóndans son:

“Hvat man eg hava í vón,

har er ein harður handaleikur,

sipar hann allar í fjón?

 

30 Áðrenn tú hevur á borðbúnað

hjálmahøvdið hans,

tað verður ikki talvaleikur

at leika við frúvur í dans.

 

31 Eg fari mær til Svítjóðar,

tað er ein leið so long,

tú skalt mínum faðir føra

vín og føðslu í hond.”

 

32 Bóndin reisist úr beinki upp,

nú taka hans klæði at falla:

“Illa skilst tú við faðir og móður,

nú tekur elli at kalla.”

 

33 “Virtur og vín og aldansvín,

hjørt og skógvardýr,

tað skal hann tær til føðslu føra,

her í fjalli býr.”

 

34 Bóndin reisist úr beinki upp,

ræður hann til at mæla:

“Tá ið tú verður í ríki staddur,

minst á fostru at tala!”

 

35 So letur Gripur bóndans son

sínum skipum búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

36 So letur Gripur bóndans son

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli skera.

 

37 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull í vovin rand,

strykar ei á bunka niður

fyrr enn við Svítjóðs land.

 

38 Helga stendur í glasglugga,

væn er hon og vitig,

tóktist henni, sum skuggaflóki

dró fram yvir skipið.

 

39 Helga stendur í glasglugga,

tekur so heitt at gráta:

“Tað síggi eg á hesi ferð,

eg má mína fostru láta.”

 

40 Tar ið hansara snekkja

kennir fagurt land,

letur hann síni ankør falla

á tann hvíta sand.

 

41 Letur hann síni ankør falla

á tann hvíta sand,

fyrst steig Eirikur kongins son

sínum fótum á land.

 

42 Fyrstur steig Eirikur kongins son

sínum fótum á land,

og hann Gripur bóndans son

upp undir hans høgru hand.

 

43 Úti í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

44 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Jarnskjøld risi á borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

45 “Sitið tær inni, Jarnskjøldur,

eg vil tær til brúdleyps bjóða,

virtur og vín og aldansvín

og oksakropp at sjóða!”

 

46 “Er hon Helga manni givin,

vant verður um tað vív,

eg skal henni til brúdleyp slakta

hjørt og skógvardýr.”

 

47 Hann leyp og rann í urðasvann,

fátt kann illum granda,

aktar at skúgva fríðan falk

út av Harralandi.

 

48 Eirikur snúðist av hallini út,

hann tordi ei fyri vera,

tí hann sá, at Jarnskjøldur

var búgvin til ilt at gera.

 

49 “Hoyr tú, Eirikur kongins son,

tað skal eg nú bjóða,

hvat heldur vilt tú við risan berjast

ella við ørvur skjóta?”

 

50 “Krevur hvør tann kunnigast,

mongum er andsvar veldig,

lítið eri eg á bogan kendur,

tó kjósi eg mær hann heldur.”

 

51 Gripur stendur í fremra stavni,

søgur ganga frá,

vundu skip í miðjum sundi,

síðan bardust á.

 

52 Gripur gár eftir bunkanum fram,

hevur ei handahógv,

so tekur hann risans menn,

hann varpar út á sjógv.

 

53 Niður feldu teir risans menn,

tað var ei barnagaman,

Gripur sterki og Jarnskjøld risi

tá bar báðum saman.

 

54 Teir høgdu títt, teir spardu lítt,

teir troða jørð til kálva,

dvørgamál sang í hvørjum hamri,

vørildin tók at skelva.

 

55 Teir høgdu títt, teir spardu lítt,

ei var barnagaman,

eldur reyk úr svørðunum,

tá oddar bóru saman.

 

56 Teir høgga títt, teir líva lítt,

teir troða jørð til kníggja,

Gripur stóð mót risanum

fullar dagar tríggjar.

 

57 Risin høgdi ógvuliga,

grammur var hann í huga,

so flýgur eldur av hans brynju,

sum tað var ein lugi.

 

58 Risin sínum svørði brá,

hann høgdi av miklari reiði,

Gripur skákaði undan honum,

hann ramdi hann ikki í teirri.

 

59 Einki kundi Gripur tá

gera við henda púka,

Fetbreiði kom úr dølunum,

tekur á skalla at rúka.

 

60 Fetbreiði kom úr dølunum,

risanum veitir hann skamm:

“Eg havi staðið her allan dag

og ikki náað fram.”

 

61 Tað var risin Fetbreiði

sínum svørði brá,

hann kleyv risan Jarnskjøld

sundur í lutir tvá.

 

62 “Fá tú hetta tíni frúvu,

tú kemur heim til landa,

stíg ikki fyri farmafrítt,

lat meg sjálvan hjá standa!”

 

63 Eirikur gekk í hallina inn,

tók sær sess við borð,

Gripur ruddi fyri sær gongd,

hann talar ikki eitt orð.

 

64 Gripur stendur á hurðarbaki,

vavdur í skinnabjálva,

hettan síð for eygum hekk,

so moyggjar tóku at skelva.

 

65 “Lítið var tær til valdra manna

heiman úr Nøríkis ríki,

tá ið tú førdi tað trøllabarn,

var brotið av illum líki.

 

66 Lítið var tær til valdra manna

heiman úr Nøríkis veldi,

tá ið tú førdi tað trøllabarn,

brotið av illum haldi.”

 

67 “Tú kalla hann einki trøllabarn,

ei vil hann tað vera,

var hann heima í sínum ríki,

ilt mundi hann tær gera.

 

68 Tú kalla hann einki trøllabarn,

ei vil hann tað eita,

var hann heima í sínum ríki,

ilt var til hans at leita.”

 

69 Eirikur festi Helgu

alvæl sum hann mátti,

settist aftur í ríkið tað,

ið Jarnskjøld risin átti.

 

Har var leikur, har var troðið,

har vóru trodnar organspípur

millum Jútlanda og Rípur.

 

CCF 57 D

TSB E 150

 

Handrit: Kvæðasavn úr Sandvík. Føroyamálsdeildin. Vol. II, Nr. 1. s. 5.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 3, s. 370.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 14. bind, s. 76.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Hans Pauli Johan-Petersen, Hanus í Lopra (1814-1886), f. í Sandvík, 1837. 

 

E 150 Grips kvæði (Man seduces giant’s daughter on his way to propose to king’s daughter)

Eirikur, ein kongssonur, fær ikki latið konufólk vera í friði og verður tí rikin burtur úr landinum hjá faðirinum. Hann ætlar sær at biðja um kongsdóttrina í Svøríki, men á vegnum gistir hann heima hjá einum trølli (bónda). Hann svevur saman við trølladóttrini.

Beiggi hennara, Gripur, sær tey liggja saman og ger av at fáa sær ta svensku kongsdóttrina sjálvur. Hann fer við Eiriki til Svøríkis.

Sviakongur er eitt trøll. Bardagi verður millum hann og Grip. Fosturfaðir Grips kemur honum til hjálpar, og kongur verður dripin. Frábr. C, D: Eirikur giftist svensku kongsdóttrini. Frábr. A: Gripur giftist henni, meðan Eirikur giftist systur Grips.

á føroyskum: CCF 57 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019