• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Guttormur í Hattarmóti

 

Guttormur í Hattarmóti

 

CCF 58 B

TSB E 39

 

1 Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

hvussu mundi frú Margata

harma fá.

 

Inni hevur dansur

fingið sín rætt,

komin er tann leikalind,

tað vit høvum frætt.

 

2 Hana bað ein ungur maður,

hann hana fekk,

nevndur var hann Guttormur,

á skógvar gekk.

 

3 Hana bað ein ungur maður

vestan úr Fjón,

nevndur var hann Guttormur

í Hattarbót.

 

4 Tá ið tey høvdu saman verið

mánaðirnar tólv,

tá varð teim til veitslu boðið

suður í Hósló.

 

5 Margata drekkur mjøðin

yvir sín harras borð:

“Búgvast eingi svikini

undir drotningar orð?”

 

6 Tí svaraði ternan,

glógvar hon øll í gull:

“Tó at teg tykjast boðini,

við svikum eru full.”

 

7 Tí svaraði ternan,

drukkið hevði vín:

“Nær skal eg teg aftur vænta,

veldigi harri mín?”

 

8 Tí svaraði ternan,

drukkið hevði bjór:

“Nær skal eg teg aftur vænta,

veldigi harri góður?”

 

9 “Eri eg ikki afturkomin

á mikkjalsmessu í heyst,

tú skalt bryggja og baka

og gera fullgott treyst.

 

10 Eri eg ikki afturkomin

á Guds helgana í vetur,

ráði Gud faðir í himmiríki,

nær tað verður betur!”

 

11 Guttormur stýrir

síni snekkju for sær,

heilan biður eftir liva

Danmarkar her.

 

12 Tí svaraði skeinkisvein,

reydligt er hans hár:

“Grimir eru teir hestarnir,

eftir havinum gár.”

 

13 “Tað eru eingir hestar,

tað eru eingi ross,

tað eru grimar illgerningar,

ristar móti oss.”

 

14 Blóðug var tann bylgjan blá,

sandur á bunka lá,

so stýrir hann Guttormur,

hann beinan stevnir á.

 

15 Blóðug var tann bylgja blá,

sandur á bunka breyt,

so stýrir hann Guttormur,

at beinur knørrur fleyt.

 

16 Blóðug var tann bylgja blá,

hon høgt á borðið rís,

tá ið Guttormur rúnir risti,

hon slætnaði sum ein ís.

 

17 Guttormur tók sítt rúnarkelvi,

kastar út for borð,

ikki mátti illgerning vaksa,

magnaði vóru hans orð.

 

18 Guttormur tók sítt rúnarkelvi,

kastar út á sjógv,

ikki mátti illgerning vaksa,

tað slætnaði sum fyri lógv.

 

19 Seglini vóru av silki,

togini av hvíta lín,

kongur skundar til strandar oman

at heilsa mági sínum.

 

20 Bæði var hann Guttormur

følin og so nipin,

skundar at teirri borgini,

sum drotningin situr.

 

21 Hon skjýtur undir hann

gullbúgvin stól:

“Her skalt tú, Guttormur,

drekka í um jól.”

 

22 Guttormur setist

í drotningar stól,

bókina ritar hann

um øll tey jól.

 

23 Bókina ritar hann,

og yvir hana sá,

mangan mans ævi

tað setti hann har uppá.

 

24 Mangan mans ævi

tað setti hann har uppá,

síns sjálvs deyða

øðrumegin hjá.

 

25 Búgvið horn í hendi bar,

svørðið undir skinn,

tað sendir drotning

Guttormi inn.

 

26 Tað gjørdi Guttormur

í fyrsta mein,

hann vá frá borði

skeinkisvein.

 

27 Bæði var tá Guttormur

følin og so nipin,

fimtan vá hann edilingar,

síðan varð hann gripin.

 

28 Vógu teir Guttorm

við sævarstrond,

bókina kastaði hann

á fylgismoynnar fang.

 

29 Bókina kastaði hann

á fylgismoynnar klæði:

“Goym tú okkara unga son,

óføddur er í degi!”

 

30 Vógu teir Guttorm

í sævarstrond,

harranum Gudi

gav hann sína ond.

 

31 Vógu teir Guttorm

við reyðum skildri,

tá var alt gjørt,

sum drotning vildi.

 

32 Tók hann frúnna Margatu,

allan hennara eyð,

ongum mátti hon undan koma,

hon steig í ein kyrtli reyðum.

 

33 Tóku av frúnni Margatu

alt, hon ár,

ongum mátti hon undan koma,

hon steig í ein kyrtil blá.

 

34 Margata er á skógvi burtur

væl í fimtan vetur,

henni kom føði av himli niður,

tað hevur at týða betur.

 

35 Hon læt sær við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at teirri stundini líður,

hon føðir ein svein so baldan.

 

36 Hon læt sær við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at teirri stundini líður,

hon føðir ein svein so fríðan.

 

37 Nú er enn, sum ofta fyrr,

duld vóru døpur mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

38 Sveipar hon hann í klæði væl,

tá ið hann kom í heim,

Magnus bað hon nevna

tann gævuliga svein.

 

39 Sveipar hon hann í klæði væl,

tikin til góðar at evna,

síðan bað hon presti bera,

Magnus læt hon nevna.

 

40 Hann varð borin frá kirkjuni

aftur fyri móður sína,

meira læt hon røkta hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

41 Hann varð borin frá kirkjuni

aftur fyri móður knæ,

meira læt hon røkta hann

enn alt sítt gull og fæ.

 

42 So var junkar Magnus,

mikið gav hann tekk,

meira vóks hann í ein mánað

enn onnur børn í seks.

 

43 So var junkar Magnus,

mikið gav hann hól,

meira vóks hann í ein mánað

enn onnur børn í tólv.

 

44 Svaraði junkar Magnus,

hann mælir við seg ein:

“Hví eri eg so einliga

komin her í heim?”

 

45 “Tú ert ikki so einliga

komin her í heim,

eg havi fleiri riddarar

for uttan teg aleina.”

 

46 Hon klívur í tað grøna

viðartræ,

bókina tá leggur hon

Magnusi á knæ.

 

47 Tað var junkar Magnus,

í bókina sá,

mangans mans ævi

sá hann har uppá.

 

48 Mangans mans ævi

sá hann har uppá,

síns sjálvs faðirs deyða

øðrumegin á.

 

49 Tað var junkar Magnus,

er riðin í grøna lund,

føgur var sú dúgvan,

ið honum fleyg á fund.

 

50 Føgur var sú dúgvan,

ið honum fleyg á hand,

tað mundi vera Ata,

føðursystir hans.

 

51 “Er hetta Ata,

føðursystir mín,

legg so góð ráðini

fyri bróðursoni tín.”

 

52 “Eg veit eingi ráðini

at geva tær,

tí eg veit so fá

fyri sjálvari mær.

 

53 Tá ið tú kemur innan hallar,

tú fall upp á tíni knæ,

bið til tá hina illu vættri

nætur veita tær!

 

54 Tú kalla teg vera harra Stíg

vestan úr Fjón,

tá man frúgvin kalla teg

vera sín bróðurson.

 

55 Hoyr tú, junkar Magnus,

bróðursonur mín,

hon biður teg troða dans

fyri herkonum sínum.

 

56 Tú sig, tú ert so troyttur,

so gævuliga móður,

sum tú hevði troðið

tann grøna viðarskóg.

 

57 Hon skeinkir tær

tað eitur út í vín,

enntá hygg tú, Magnus,

at fingurgulli tínum!

 

58 Enntá hygg tú, Magnus,

at fingurgulli góð,

tá tekur alt at rodna

fingurgull í blóð.

 

59 Hon vísir tær tann borðbúnað,

ið tín faðirin ár,

bregð tú ikki litirnar

í kinnunum tá!”

 

60 Hann gekk sær tar innan hallar,

fellur upp á síni knæ,

hann bað til ta hina illu vættur

nætur veita sær.

 

61 Hann kallar seg vera harra Stíg

vestan úr Fjón,

tá mundi frúgvin kalla hann

at vera sín bróðurson.

 

62 “Nú siti eg í huganum

og hugsi um tað enn,

nær mín bróðir átti

tá synirnar fimm.”

 

63 “Ein eitur Stígur,

annar eitur Stavn,

bókin hevur sagt mær

beggja teirra navn.

 

64 Ein er í Lundi,

annar er í Trand,

triði er í Danmørk,

tað er kongins land.

 

65 Fjórði er heima

í ríkinum hjá mær,

her skalt tú hin fimta

við tínum eygum sjá.”

 

66 “Hoyr tað tú nú, harra Stíg,

broðursonur mín,

tú skalt troða dans í dag

fyri herkonum mínum!”

 

67 Hann segði, hann var so troyttur,

so gævuliga móður,

sum hann hevði troðið

tann grøna viðarskóg.

 

68 Hon skeinkir honum

eitur út í vín,

tá hyggur junkarin Magnus

at fingurgulli sínum.

 

69 Tá hyggur junkarin Magnus

at fingurgulli góð,

tá tók alt at rodna

fingurgull í blóð.

 

70 “Gud fyrigevi Margatu,

føðursystir mín,

at tú vilt so svíkja

bróðursoni tínum!”

 

71 “Enn siti eg í huganum,

hugsi um tað enn,

nær mín bróðir átti

tá synirnar fimm.”

 

72 “Ein eitur Stígur,

annar eitur Stavn,

bókin hevur sagt mær

beggja teirra navn.

 

73 Ein er í Lundi,

annar er í Trand,

triði er í Danmørk,

tað er kongins land.

 

74 Fjórði er heima

í ríkinum hjá mær,

og her skalt tú tann fimta

við tínum eygum sjá.”

 

75 Hon vísti honum tann borðbúnað,

ið hans faðir ár,

ikki brá hann litirnar

úr kinnunum tá.

 

76 Hon læsir [upp]

ta fyrstu búð,

hon er ongum innan av

uttan blóðreyðum skrúð.

 

77 Hon læsir upp ta øðru

øðrumegin hjá,

hon er ongum innan av

uttan øksirnir blár.

 

78 “Henda sama borðbúnaðin,

ið vit haldum á,

hann átti Guttormur,

kongungins mág.

 

79 Hann átti Guttormur,

konungins mág,

mangan havi eg móðursonin

svikið fyrr enn tá.

 

80 Fimmti havi eg kvinnur svikið,

tríati moyggjar,

eg skal svíkja annaðslíkt,

áður enn eg skal doyggja.”

 

81 “Fimmti hevur tú kvinnur svikið,

tríati moyggjar,

tú skalt svíkja onga,

áður tú skalt doyggja.”

 

82 Tí svaraði fylgismoyggin,

tar hon stóð í trong:

“Mongum hevur tungan verið

í heysinum long.”

 

83 “Mín kæra fylgismoy,

dyl tað við mær,

mítt skæra fingurgull

tað vil eg geva tær!

 

84 Mítt skæra fingurgull

tað vil eg geva tær,

síðan onga jomfrú ekta

uttan sjálva teg.”

 

85 “Hav tú sjálvur títt fingurgull,

bjóð tað ikki mær,

hevn tín faðir

í friði fyri mær!”

 

86 Svaraði junkar Magnus,

hann firrar ei reyðan skrúð:

“Eg kalli tað miklan fíggjarskaða

at brenna upp slíka búð.”

 

87 “Gud fyrigevi tær, harra Stíg,

bróðursonur mín,

hví fert tú so kindursliga

við orðunum tínum?”

 

88 Aftur mintist Magnus,

hvat verið hevði fyrr,

hann legði eld í borgina,

stokkar fyri dyr.

 

89 Hann legði eld í borgina,

stokkar fyri dyr,

brendi inni drotningina,

mátti verið fyrr.

 

90 Magnus hann tekur

í fylgismoynnar klæði,

logandi tá troðaðu tey

úr eldinum bæði.

 

91 Magnus hann tekur

í fylgismoynnar skeyt,

logandi tá troðaðu tey,

og eldin breyt.

 

92 Tað var junkar Magnus,

er riðin í grøna lund,

føgur var tann dúgvan,

honum fleyg á fund.

 

93 Føgur var tann dúgvan,

honum fleyg á hond,

tað mundi vera Ata,

føðursystir hans.

 

94 “Er hetta Ata,

føðursystir mín,

legg so góð ráðini

fyri bróðursoni tín!”

 

95 “Eg veit eingi ráðini

at leggja tær,

tí eg veit so fá

fyri sjálvari mær.

 

96 Kongur hevur

tær ódnirnar tvá,

eg óttist fyri, Magnus mín,

tú torir tær ikki at sjá.

 

97 Kongur hevur

tær ódnirnar tríggjar,

eg óttist fyri, Magnus mín,

tú torir tær ikki at síggja.

 

98 Tá ið teir úlvhundar

at tær leggja,

snarliga skalt tú vísa teim

ta bitru svørðsegg.

 

99 Tá ið hon hvítabjørnin

at tær leggur,

snarliga skalt tú vísa teim

ta bitru svørðsegg.

 

100 Tá ið hon staddan

at tær leggur,

snarliga skalt til vísa teim

ta bitru svørðsegg.”

 

101 Inn kemur yngsta ternan

og sigur frá:

“Eg síggi mann at borgurn ríða

miklan í brynju blá.”

 

102 “Sært tú mann at borgum ríða,

miklan í brynju blá,

ongum manni líkari

enn Guttormi at sjá.”

 

103 Tí svaraði kongur

fyrsta orðið tá:

“Tað man vera Magnus,

dóttursonur vár.”

 

104 Tí svaraði kongur

í øðrum orði tá:

“Loysið mær úlvhundarnar,

vita hvøssu gár!”

 

105 Tá ið teir úlvhundar

at honum løgdu,

snarliga mundi hann vísa teim

ta bitru svørðsegg.

 

106 Tá ið teir úlvhundar

svørðseggina sá,

teir fullu sær til jarðar niður

og møðug feldu tár.

 

107 Teir fullu sær til jarðar niður,

møðug feldu tár:

“Mín keri Magnus,

tú, meg ár.”

 

108 Tí svaraði kongur

í triðja orði tá:

“Loysið mær ta hvítabjørn,

vitið hvøssu gár!”

 

109 Tá ið tann hvítabjørn

at honum leggur,

tá mundi hann vísa henni

ta bitru svørðsegg.

 

110 Tá ið tann hvítabjørn

svørðseggina sá,

tá fell hon til jarðar niður,

møðug feldi tár.

 

111 Hon fell sær til jarðar niður,

møðug feldi tár:

“Mín keri Magnus,

tú meg ár.”

 

112 Tí svaraði kongurin

í fjórða orði tá:

“Loysið mær nú stadduna,

vita hvøssu gár!”

 

113 Tá ið hon staddan

mót honum leggur,

tá mundi hann vísa henni

ta bitru svørðsegg.

 

114 Bæði var hon staddan

galin og so óð,

allan hansara búnaðin

hon niður av honum tróð.

 

115 Bæði var hon staddan

galin og so vill,

vendi nú aftur á kongin sjálvan,

gjørdi honum mikið illa.

 

116 Magnus høgg,

meðan staddan ber,

høgdi niður allan

Danmarkar her.

 

117 Magnus høgg,

meðan staddan dró,

fimmti mans

fyri føtur tróð.

 

118 So ríður junkar Magnus

víðan vøllin fram,

hann kleyv hvønn um tvørar herðar,

ímóti honum rann.

 

119 Allan kleyv hann herin niður,

ongum gav hann grið,

sjálvur er riðin Magnus kongur

undir borgarlið.

 

120 Sjálvur er riðin Magnus kongur

undir borgarlið:

“Mín keri dótturson,

tú gev mær grið!

 

121 Mín keri dótturson,

tú gev mær grið,

eg bað ongan bóndason

á mínari ævi fyrr!”

 

122 “Slíkan skalt tú, kongurin,

griðin av mær fá,

sum tú lætst frú Margatu

at rættinum ná.

 

123 Slíkan skalt tú, kongurin,

griðin av mær tiggja,

sum tú lætst mín sæla faðir

á sínum lívi byggja.”

 

124 Tað var junkar Magnus,

sínum svørði brá,

síðan kleyv hann kongin

sundur í lutir tvá.

 

125 So ríður junkar Magnus

enn á grønu lund,

hvørki goyði tá eftir hann

heykur ella hund.

 

126 Tað var junkar Magnus,

fell upp á síni knæ,

meðan hann síni fylgismoy

til ektar festi sær.

 

127 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song

Magnus og hans vív.

 

128 Drukkið varð teirra brúdleypið,

alvæl sum hann mátti,

settist so í ríkið tað,

sum hans faðir átti.

 

Inni hevur dansur

fingið sín rætt,

komin er tann leikalind,

tað vit høvum frætt.

 

CCF 58 B

TSB E 39

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [6].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1942) Band  II, Teil 3, s. 382.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 14. bind, s. 104.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Daniel Joensen, Dánjal við Gjógvará (1789-1855), Vági, 1848.

 

E 39 Guttormur í Hattarmóti (Man kills grandparents to revenge his father’s death)

Margreta giftist Guttormi. Tey verða boðin til foreldur Margretu. Hóast tey gruna ilt, fara tey. (Frábr. B, D: Á ferðini brennur hann á, men Guttormur leggur sjógv niður.)

Tá ið tey koma, fær mamma Margretu, drotningin, Guttorm dripnan. Margreta eigur son, sum hon sendir burtur, so drotningin ikki skal fáa hendur á hann. (Frábr. A: Hon eigur eisini eina dóttur, og drotningin drepur bæði Margretu og dóttrina.)

Sonurin Magnus vil hevna deyða faðir síns. Pápasystirin Ata gevur honum ráðini, ið eru honum ein hjálp, tá ið sleppast skal undan royndunum hjá ommuni at eitra hann. Hann festir eld í húsini, og hon brennist til deyða. Síðani heldur Magnus av stað eftir abbanum. Ráðini frá Atu eru honum til hjálpar, tá ið hann heldur villini djórunum niðri, ið vaka yvir slottinum hjá abbanum, og síðani drepur hann hann. Hann verður kongur aftan á abban.

á føroyskum: CCF 58 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019