• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Haraldskjøldur á Miklagarði

 

Haraldskjøldur á Miklagarði

 

CCF 62 Ba

TSB E 84

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

meðan eg flyti fram,

Harald nevni eg kongin tann,

ið allar listir kann.

 

Nú lystir meg í dansin at gá,

meðan rósur og liljur

tær gróa væl.

 

2 Gevið ljóð og lýðið á,

mín man ríman falla,

Harald nevni eg kongin tann,

ið listir kundi allar.

 

3 Giðin kongur og Digdin kongur

hilmir eita gjøld,

kongur ráddi for Miklagarði,

eg nevni hann Haraldskjøld.

 

4 Haraldskjøldur á Miklagarði,

hildarmálmurin sterki,

av silvur er hansara borðbúni,

hann ber sítt orlógmerki.

 

5 Haraldskjøldur á Miklagarði

fer við spekt og náði,

bøndur og so búkallar

letur hann sínum ráða.

 

6 Haraldskjøldur á Miklagarði

ræður hann hvørjum manni,

hann vil ongan herja á,

sum eina situr í ranni.

 

7 Saman búgvast kongar tólv,

hvør av síni borg,

góðan høvdu teir viljan til

at herja á Haraldskjøld.

 

8 “Hvat hevur Haraldur á Miklagarði

gjørt teim mest til sút,

teir vilja har av skattir taka,

kongin at driva út?”

 

9 “Tað hevur Haraldur á Miklagarði

gjørt os mest til saka,

tak við unga Hilming jall,

kong av lívi taka.

 

10 Tað hevur Haraldur á Miklagarði

gjørt os helst til mein,

hann ber allar prýðirnar,

her ganga í heim.

 

11 Tað hevur Haraldur á Miklagarði

gjørt os mest til sút,

hann kann allar listir tær,

ið mann kann prýða út.”

 

12 Teir hildu upp undir Miklagarð

eina morguntíð,

sjógvurin var sum bál at líta,

skeiðir dynja í.

 

13 Teir hildu upp undir Miklagarð

eina morgunstund,

sjógvurin var sum bál at líta,

skeiðir dynja í lund.

 

14 Ganga teir inn fyri Haraldskjøld,

siga honum frá,

so er avtakið á Miklagarði,

ikki fæst tølur á.

 

15 Ganga teir inn fyri Haraldskjøld,

spenna tann búgvin brand,

so er avtakið á Miklagarði,

ei náar helvtin á land.

 

16 Út reið Haraldur á Miklagarði,

vreiður var hann tá,

fimm hyggi eg hann Hilmings jallar

í fyrstu atreiggj vá.

 

17 Út reið Haraldur á Miklagarði

eina morgunstund,

feldi niður tólv hundrað

í grønari lund.

 

18 Út reið Haraldur á Miklagarði

eina morguntíð,

feldi niður tólv hundrað

í grønari líð.

 

19 Út reið Haraldur á Miklagarði,

bæði av ilsku og bræði,

vunnið fekk hann kongar tólv,

tá rivnaðu buðlungs klæði.

 

20 Út reið Haraldur á Miklagarði,

hildarmálmurin sterki,

vunnið fekk hann kongar tólv

og brotið buðlungs merki.

 

21 Út reið Haraldur á Miklagarði,

mongum vann hann sorg,

glaður snúðist Haraldskjøldur

aftur í sína borg.

 

22 Út reið Haraldur á Miklagarði,

mongum vann hann sút,

glaður snúðist Haraldskjøldur

aftur í sína búð.

 

23 Haraldur situr í hásæti,

snakkar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

24 Allir drýptu høvur niður,

eingin tordi tala

uttan ein so lítil svein,

betur hevði tagað.

 

25 Sveinar svara sínum harra:

“Hví  spyrjið tær so?

Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.

 

26 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á,

hoyrt havi eg gitið Valind keisar,

væna dóttur ár.

 

27 Valindur keisar dóttur eigur,

hava hana menn við orði,

henni er stólur av gulli gjørdur

framman for kongins borði.

 

28 Valindur keisar dóttur eigur

væna og so mæta,

einans er hon arvingin

til góðs og landa at gæta.

 

29 Valindur keisar dóttur eigur

væna og so vísa,

kanst tú hana til ektar fá,

hon kann títt lív væl prísa.

 

30 Valindur keisar dóttur eigur,

føgur er hon sum sól,

so er at líta á jomfrúkinn,

sum droyrin drýpur á snjó.

 

31 Hon førir ikki bleika brá

undir sínum gula hári

heldur enn tann fagrasta summarsól,

ið fagurt skín um várið.”

 

32 “Er hon so von og tekkilig,

sum tú sigur frá,

hagar skal eg streingja mínum

bønarorðum á.

 

33 Hagar skal eg streingja mínum

bønarorðum á,

biðja dóttur Valind keisar,

tað stendst hvat av ið má.”

 

34 Haraldskjøld letur snekkju smíða,

dreingir munnu gita,

av gulli vóru mastrarnar,

av silvri vóru bitar.

 

35 Haraldskjøld letur snekkju smíða,

við so lítla ró,

av gulli málar hann borðini,

tey glógva for oman sjó

 

36 Haraldskjøld letur snekkju smíða,

so er greint fyri mær,

forgyltir ringar av reyðargulli

í hans homlum var.

 

37 Bræddir vóru brandar,

skorin hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

38 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru ný,

stavn og stýri av reyðargulli,

har skín sólin í.

 

39 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Frakland.

 

40 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

41 Læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Haraldskjøldur

sínum fótum á land.

 

42 Gingu teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu sín knørr í neystið.

 

43 Gingu teir frá strondum niðan,

herin vóru klæddir,

reyðargullhjálm á høvdi bóru,

vóru av ongum ræddir.

 

44 Mitt í midjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

45 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Valindur keisar við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

46 Haraldur gekk í hallina inn,

í forðum var tann siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

47 Haraldur stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðju sína:

“Sit væl, reystur Valindur keisar,

gev mær dóttur tína!”

 

48 Leingi sat hann Valindur keisar,

hugsaði um tey ráð,

hvussu hann skuldi Haraldskjøld

eitt hániligt andsvar fá.

 

49 Tí svaraði Valindur keisar,

gyrdur situr við brandi:

“Sig mær, frægur, eiti títt,

hvaðan ert tú av landi?”

 

50 Tí svaraði Haraldskjøldur,

svarar so frá sær:

“Giðin kongur av Miklagarði

var sannur faðir at mær.”

 

51 Haraldskjøld stendur á hallargólvi,

allur í gulli skín:

“Ringur kongur av Íralandi

hann er bróðir mín.”

 

52 “Ringur kongur av Íralandi

kappar eigur hann sær,

hoyr tú, Haraldur á Miklagarði,

væl troystar tú tær.”

 

53 Keisarin tók sín búgvin brand

alt fyri uttan sút,

øvigar bardust reystar kempur

av hallardurum út.

 

54 Mangari veittu teir móðurini

bæði angist og sút,

øvigar bardust reystar kempur

av hallardurum út.

 

55 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá hevði reystur Valindur keisar

brynjað út hundrað tólv.

 

56 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

leggja sínar bardagar

skamt frá kongins høll.

 

57 Valindur tokar í herin fram,

hann oyðir Haralds menn,

høggur so tungt pá báðar hendur,

hann vegur væl tveir í senn.

 

58 Haraldur tokar í herin fram,

hann oyðir Valinds menn,

høggur so tungt pá báðar hendur,

hann vegur væl fimm í senn.

 

59 Valindur tokar í herin fram,

hann oyðir Haralds menn,

høggur so tungt pá báðar hendur,

hann vegur væl tíggju í senn.

 

60 Haraldur tokar í herin fram,

hann oyðir Valinds menn,

høggur so tungt pá báðar hendur,

hann vegur væl tjúgu í senn.

 

61 Og so ríður Haraldskjøldur

lystiliga skjótt,

feldi niður frá Valinda keisar

hundraðini tólv.

 

62 Tí svaraði Valindur keisar

við sítt gæviga meingi:

“Sláið mær garð um reystar kempur,

her hava ligið leingi!”

 

63 Tóku teir reystan Haraldskjøld,

bundu hann so fast,

ei var smáur líntvongur,

ið honum á beini brast.

 

64 Settu teir hann í myrkastovu,

einum manni at ráða,

hann hevur so mangan óvinin,

tí stendur hans lív í váða.

 

65 Settu teir hann í myrkastovu,

einum manni til handa,

hann hevur so mangan óvinin,

tí stendur hans lív í vanda.

 

66 Keisarin og hirðin øll

vóru gingin tá at sova,

ein snúðist maður av durum út,

hann festi hurð í klova.

 

67 Deydligt er í ríkinum,

eingin gleði elvar:

“Hoyr tú, hin svinna Silkieik,

vit skulu fara at telva!

 

68 Hoyr tað, hin svinna Silkieik,

sig mær satt ífrá,

er hann nakar í hesum ríki,

tín stár hugur á?”

 

69 “Her er eingin í hesum ríki,

mín stár hugur á,

uttan Harald á Miklagarði,

hann kann eg ikki fá.

 

70 Faðir tín er so mikil maður,

mikla ilsku rín,

Haraldskjøld í myrkastovu

tolir so harða pínu.”

 

71 “Honum gevi eg silvurring,

gullringin av mín hand,

Haraldskjøld úr myrkastovu

loysir av fjøturband.”

 

72 Keisarin og hirðin øll

vóru gingin aftur at sova,

ein snúðist maður av durum út,

hann festi hurð í klova.

 

73 Tað var ungi Sjúrður,

gull ber seg á hand:

“Hoyr tú, Haraldur á Miklagarði,

vilt tú av fjøturband?”

 

74 “Eg fari ei úr myrkastovu,

hóast eg toli pínu,

fyrr enn tú sigur mær, gævigi garpi

allar ættir tínar.

 

75 Eg fari ei úr myrkastovu,

hóast eg toli trá,

fyrr enn tú sigur mær, gævigi garpi,

allar ættir frá.”

 

76 “Sjúrð skalt tú nevna meg,

Sigmundar son,

kynjaður eri eg av Sjólondum,

eg eri tín systurson.”

 

77 Tað var ungi Sjúrður

roynt hevði í víggi stál,

so beit hansara bitri brandur

rætt sum streymur í á.

 

78 Hann klývur hurðar av seigum jarni,

loysir reystan fanga:

“Kom út, Haraldur á Miklagarði,

ert tú førur at ganga!”

 

79 Haraldur fór í moynnasal

henda vetur við gamni,

tá varð hin svinna Silkieik,

keisarans dóttir, við barni.

 

80 Tað er hin svinna Silkieik,

er gingin fyri Harald at standa:

“Eg veit tær emgi *svinnri ráð,

tú sigl teg burt av landi!”

 

81 Haraldur stendur á hallargólvi,

komin til góðar at evna:

“Ognast tú ein ungan son,

Giðin skalt tú nevna.”

 

82 Burtur sigldi Haraldskjøldur

á tann sama dag,

aftur er gingin Valindur keisar

í sín dóttur sal.

 

83 Gingin er sjálvur Valindur keisar

for sínar dóttur seingi:

“Hoyr tú, hin svinna Silkieik,

hví svevur tú so leingi?

 

84 Tín er allur blómin fallin,

mælir av tungum harmi,

sum tú hevði, mín sæla dóttir,

sovið í kallmans armi.

 

85 Tín er allur blómin fallin,

mælir av tungum treysti,

sum tú hevði, mín sæla dóttir,

blíant borið for brósti.”

 

86 Svaraði hennara ternan,

stóð har skamt ífrá:

“Hon hevur fingið ein undarligan sting,

hann má frá brósti gá.”

 

87 Valindur er so mikil maður,

letur á reiði renna,

salin og sjálva hana

hann biður á báli brenna.

 

88 Sveinar fóru at kynda bál

av so tungum stríði,

heldur vildu reystar kempur

latið sínum lívi.

 

89 Sveinar fóru at kynda bál,

av so tungum harmi,

heldur vildu reystar kempur

latið lív við gamni.

 

90 Hilda kemur handan um á,

tekur við fótum at renna:

“Ei skal hin svinna Silkieik

á hesum báli brenna.”

 

91 Hilda kemur handan um á,

fell pá síni knæ:

“Hoyr tú, reystur Valindur keisar,

fljóðið gev tú mær!”

 

92 “Ríð teg burtur, vesalvætti,

eg vil teg ikki hoyra,

sámir ei mínum bitra brandi

at leika í kvinnu droyra! "

 

93 “Fái eg ikki foldargávu,

dømin ið eg tær sigi,

ikki skalt tú, Valindur keisar,

stýra lív og liði.

 

94 Fái eg ikki foldargávu,

tað verður ikki betur,

tú hevur sovið hjá konu kals

í allan henda vetur.

 

95 Tú hevur sovið hjá konu kals,

ikki sagt honum frá,

harfyri skalt tú, Valindur keisar,

missa lív og liði.

 

96 Tú hevur ligið hjá konu kals,

ikki sagt honum til,

harfyri skalt tú, Valindur keisar,

missa lív og lið.”

 

97 Studdist hann fram á blóman tann,

allur í gulli skín:

“Ótakk havi tú, Hilda,

for higarkoming tín!”

 

98 Sveinar fóru at sløkkja bál,

prestar at lesa lestur,

tóku hana svinnu Silkieik,

teir gjørdu við sum best.

 

99 Møttust teir í havinum,

kundu væl beita brandi,

Haraldur á Miklagarði,

Ringur av Íralandi.

 

100 “Vælkomin, mín sæli bróðir,

higar nú til mín,

tí fór eg av Írlandi

so frægur at hevna tín!

 

101 Vælkomin, mín sæli bróðir,

yvir hildarval,

tí fór eg av Írlandi,

so frægur tín hevna skal.”

 

102 Brynja út av Miklagarði

tólv hundrað í her,

annaðslíkt hevði Ring kongur

til hesa somu ferð!

 

103 Ringur sigldi av Íralandi,

ei var ferðin greið,

kvittar miðjum Írlands hav,

nálin vísti leið.

 

104 Vundu upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Frankaríki.

 

105 Higar ið tann snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

106 Læt hann síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Ringur

sínum fótum á land.

 

107 Fyrstur stígur Ringur

sínum fótum á land,

so hann Haraldur, bróðir hans,

undir hans høgru hand.

 

108 Gingu teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu knørr í neystið.

 

109 Gingu teir frá strondum niðan,

herin vóru klæddir,

reyðargullhjálm á høvdi bóru,

vóru av ongum ræddir.

 

110 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

111 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Valindur keisar við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

112 Haraldur stendur á hallargólvi,

hyggur niður for seg:

“Keisarin, gev mær tína dóttur,

eg biði ikki longur teg!”

 

113 Haraldur stendur á hallargólvi,

mælir so úr minni:

“Keisarin, gev mær tína dóttur,

eg biði ikki triðja sinni!

 

114 Vilt tú mær ikki tína dóttur

geva og so gifta,

eg bjóði tær eitt annað boð,

lív skal londum skifta."

 

115 Tí svaraði Valindur keisar,

litir man hann skifta:

“Eg man ikki mætari manni

mína dóttur gifta.”

 

116 Tað var reystur Valindur keisar,

tók sær frú at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

læt ei longur fresta.

 

117 Tað var brúdleyp, ið boðið var,

ikki mátti tvørra,

báðum borgum boðið var,

tólv hundrað av hvørji.

 

118 Fjøruti vóru kerti tendrað,

var so mikil logi,

fylgdu teirri ríku frú

fyrstu nátt at sova.

 

119 Drukkið varð teirra brúdleypið

við so mikið meingi,

keisarin og hirðin øll

fylgdu teim til seingir.

 

120 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Haraldur og hans vív.

 

121 Gingu bæði í eina song

Haraldur og hans vív,

síðan fór hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

122 Eg kann ikki kvøða longur,

enn kvøðið er fyri mær,

Ringur sigldi til Íraland,

men hin til Miklagarð.

 

Nú lystir meg í dansin at gá,

meðan rósur og liljur

tær gróa væl.

 

CCF 62 Ba

TSB E 84

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesaml. 68, Nr. 24, s. 297

 

Útgávur: 

1. R. Long: Sandoyarbók I, p. 160.

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 13.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 15. bind, s. 39

 

Heimild: Úr Sandoy: J. Michael Widerø, Mikal á Reyni (1787-1870), Sandi. 

 

E 84 Haraldskjøldur á Miklagarði (Suitor is imprisoned by maiden’s father, escapes and returns to get maiden with brother’s help)

Tólv kongar søkja at Haraldi kongi í Miklagarði, tí teir øvunda honum ríkidømi hansara. Hann vinnur á teimum øllum.

Síðani fer hann til keisaran í Fraklandi og biður um dóttur hansara. Bønarorð hansara verða afturkastað, og keisarin setir hann í fongsul. (Frábr. A, B, D: Silkieik kongsdóttir biður pápa sín lova sær at giftast Haraldi, men hann sýtir. Ein skyldmaður Haralds sleppir honum út úr fongsli.)

Silkieik verður við barn við Haraldi og mælir honum til at fara av landinum. Keisarin varnast, at dóttirin er við barn, og ger til reiðar at brenna hana á báli. Kona, Hilda av navni, hóttir kong og noyðir hann at eira Silkieik. Haraldur fer eftir beiggja sínum Írlands Ringi, og í felag fara teir aftur til Fraklands.

Hesa ferð tekur keisarin við bønarorðum Haralds, og Haraldur giftist Silkieik.

á føroyskum: CCF 62 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019