• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Haraldskjøldur á Miklagarði

 

Haraldskjøldur á Miklagarði

 

CCF 62 C

TSB E 84

 

1 Mektugur og so vitugur,

so vitugur harra gjald,

kongur ræður for Miklagarði,

nevndur Haraldskjøld.

 

Gyltan spora við mín fót eg spenni,

so temji eg mín gangara góð

og lati renna.

 

2 Haraldskjøld av Miklagarði

frítt er ovan full,

plantar hann teir víngarðar,

teir skína sum reyðargull.

 

3 Haraldskjøldur av Miklagarði

fer við spektum ráðum,

bøndur og so búmenn

teir letur hann sita í náðum.

 

4 Haraldskjøldur av Miklagarði

fer við spektum fram,

hann vil ikki herja á tann,

sum eina situr í rann.

 

5 Heima kvitta kongar tólv

hvør úr sínari høll,

allir hava tann óviljan

at herja á Haraldskjøld.

 

6 “Vær skulum herja á Haraldskjøld,

honum má lívið taka,

vær vitum ongan í vørildini

at vera hans ovurmaka.

 

7 Vær skulum herja á Haraldskjøld,

hann er os mest til mennar,

hann kann allar listirnar,

ið har prýðir henni.

 

8 Ganga teir inn for Haraldskjøld

og siga honum frá:

“Nú er so takin Miklagarður,

 ei koma tølur á.”

 

9 Ganga teir inn for Haraldskjøld,

spenna for búnan brand:

“Nú er so takin Miklagarður,

ei nær hálvt á land.”

 

10 Haraldur kongur á Miklagarði,

vreiður varð hann tá,

so vórðu teir Húnakongar,

*í einari atreið vá.*

 

11 Út reið Haraldur á Miklagarði,

tann hildarmálmurin sterki,

vunnið hevði hann kongar tólv

og brotið buðlungs merki.

 

12 Vunnið hevði hann kongar tólv

alt for uttan sorg,

kátur snýr Haraldur skjøld

aftur í sína borg.

 

13 Haraldur situr í gullstólinum,

talar til sínar dreingir:

“Hvar vita tit mær javngott vív?

Hugsað havi eg leingi.”

 

14 Haraldur situr í gullstólinum,

talar til sínar menn:

“Hvar vita tit mær javugott vív?

Hugsað havi eg enn.”

 

15 Allir droyptu høvdi niður,

eingin tordi at tala

uttan hansara ráðgevari,

hann fórst ikki við at svara.

 

16 Uttan hansara ráðgevari,

hann fórst ikki við at svara:

“Best mást tú vita við sjálvum tær,

hvar tær stendur hugur at fara.

 

17 Vitugur maður í Gjøtlandi

og so væna dóttur ár,

so hana tykir mær tín javnling vera,

kanst tú hana fá.

 

18 Vitugur maður í Gjøtlandi

hann eigur dóttur svinna,

hana tykir mær tín javnling vera,

kanst tú hana vinna.”

 

19 “Er hon seg so von og vitug,

sum tú nú sigur frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

tað stendur mær hugur á.

 

20 Er hon seg so vitug og von,

sum tú nú her sigur,

hagar streingi eg eiti mítt,

og hana skal eg biðja.”

 

21 So letur Haraldur skjøld

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

22 So letur ungi Haraldur skjøld

búgva skipini síni,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so vín.

 

23 So letur ungi Haraldur skjøld

búgva skipini stór,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór.

 

24 Bæði letur hann á tey laða

virtur og so bjór,

tó hann siglir í fimtan vetur,

fattast hann ikki fóður.

 

25 Bræddu reyðar brandar,

skorin var hvør stokk,

stevnið og stýrið av reyðargulli,

so var seglið í topp.

 

26 Bræddu reyðar brandar,

borðini tey vóru ný,

forgyltir leikaðu ringarnir

upp í miðal ský.

 

27 Bræddu reyðar brandar,

borðini tey vóru blá,

stevnið og stýrið av reyðargulli,

har skein sólin á.

 

28 Ganga teir til strandar oman

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

tá knørr var drigið úr neysti.

 

29 Vundu teir upp síni silkisegl,

gul og vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Gjøtland.

 

30 Vundu teir upp síni silkisegl

bæði gul og blá,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Gjøtlands vág.

 

31 Kasta teir sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig ungi Haraldur skjøld

sínum fótum á land.

 

32 Fyrstur steig hann Haraldur skjøldur

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir adilsmenn

undir hans høgru hond.

 

33 Uppi í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn.

 

34 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallir inn,

sum Valindur keisar á borði sat

við mann og hundrað fimm.

 

35 Haraldur stendur á hallargólvi,

sum fyrr hevur verið siður,

hevur alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

36 Haraldur stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðu sína:

“Sit væl, reysti Valind keisar,

gev mær dóttur tína!”

 

37 Hartil svaraði Valind keisar,

tyktist vera komin í vanda:

“Sig mær navn og eiti títt,

hvaðan ert tú av landi?”

 

38 “Eg kann ikki nú sannari

og siga tær ífrá,

enn Ring kongur av Írlandi

var farbróðir vár.”

 

39 “Gitið havi eg Ring kong hoyrt,

eg havi ikki kappan sæð,

hoyr tú, Haraldur av Miklagarði,

væl troystar tú tær!”

 

40 Valind tokar í herin fram,

hann heitir á hilmars menn,

felt hevur hann for Haraldskjøld

væl fimm hundrað í senn.

 

41 Haraldur tokar í herin fram,

hann heitir á hilmars menn,

felt hevur hann for Valind keisar

væl fimm hundrað í senn.

 

42 Valind tokar í herin fram,

hann heitir á hilmars menn,

felt hevur hann fyri Haraldskjøld

væl tólv hundrað í senn.

 

43 Felt hevur hann fyri Haraldskjøld

væl full hundrað tólv,

einsamallur buðlasonur

á víðum vølli stóð.

 

44 Tóku teir unga Haraldskjøld,

settu á grønan vøll,

eingin sá á honum litir,

uttan tungan bar so snjøll.

 

45 Tóku teir unga Haraldskjøld,

bundu hann í línur og bond,

spardu hvørki línur og leinkjur

um hans hvítu hond.

 

46 Settu teir hann í myrkastovu,

nú er til mans at ráða,

hann hevur so mangan óvinin,

nú stendur hans lív í váða.

 

47 Settu teir hann í myrkastovu,

nú er til mans at taka,

hann hevur so mangan óvinin

um sítt lív at træta.

 

48 Settu teir hann í myrkastovu

og vunnu honum tann ekka,

lótu honum hvørki til laga føra

matin ella drekka.

 

49 Tað var hin svinna Silkieik,

hon loysti sveinsins pínu,

hon læt honum til laga føra

bodnar skálir og vín.

 

50 Níggju mánar í salinum var

bæði við gleði og gamni,

tá varð svinna Silkieik,

keisarans dóttir, við barn.

 

51 “Mín faðir er so grummur maður,

hann letur á reiði renna,

salin og so sjálvan meg

hann biður í eldi brenna.

 

52 Hoyr tað, Haraldur á Miklagarði,

tað er minni vandi,

tað vil eg fyri sonnum siga,

flyta teg burtur av landi!”

 

53 Haraldur sigldi seg burtur av landi

upp á tann sama dag,

sjálvur gekk hann Valind keisar

í sín dóttur sal.

 

54 Valind setst hjá frúnni niður,

við so fagur kvinnu:

“Svara, tann væna Silkieik,

hví svevur tú so inni?

 

55 So er alt tann blóma følin,

talar av tungari trá,

sum tú hevði tann serkjararm

so blíðum borið á.

 

56 So er alt tann blómi av,

talar av tungum treysti,

sum tú hevði tann serkjararm

so blíðum borið fyri brósti.”

 

57 Valind er so grimur maður,

hann letur á reiði renna,

salin og so sína dóttur

hann biður í eldi brenna.

 

58 Sveinar fóru at kynda bál

av so tungum harm,

fornir vóru teir reystu rekkar,

lata so lív í gamni.

 

59 Sveinar fóru at kynda bál,

neyðiga so vildu teir til,

alt má liðugt og ljótt vera,

sum hann Valind keisar vil.

 

60 Hilda kemur sær handan um á,

tekur til at renna:

“Ikki skal svinna Silkieik

á hesum báli brenna.”

 

61 Hilda kemur sær handan um á,

fellur upp á síni knæ:

“Gerið tað fyri tygra æru skyld,

fljóðið vísti tú mær!

 

62 Fái eg ikki faldirís,

meðan í mær er lív,

tú skalt ikki, Valind keisar,

longur fyri ríki stýra.

 

63 Tú hevur ligið hjá konu kals,

ei segði tú honum frá,

harfyri skalt tú, Valind keisar,

missa bæði lív og ráð.

 

64 Tú hevur ligið hjá konu kals,

hann ei av at vita,

harfyri skalt tú, Valind keisar,

missa bæði lív og ríki.”

 

65 Studdist hann fram á hjálman,

hann allur við gulli skínur:

“Ótøkk havi tú, Hilda, nú

for higarkomu tína!”

 

66 Sveinar fóru at sløkkja bál,

prestar at lesa lestur,

tóku hana svinnu Silkieik

og gjørdu við sum besta.

 

67 Møttust teir á miðjum havi,

størsta stríð og vanda,

Haraldur skjøldur á Miklagarði

og Ringur av Íralandi.

 

68 Lítil svein í markina út

hann goymir smalur og geit,

hann sær skip eftir havi koma,

havnina vil tað leita.

 

69 Allar rekur hann smalur sínar

saman á grønan vøll,

síðan akslar hann kápu blá,

hann gár í kongins høll.

 

70 Síðan akslar hann kápu blá,

hann gár í kongins høll:

“Eg eri meg av einum luti

vísari enn tær í øll.

 

71 Eg eri meg av einum luti

vísari enn tær í øll,

eg sær skip eftir havi koma,

seglini hvít sum mjøll.”

 

72 “Sært tú skip eftir havi koma,

seglini gul og blá,

tað er hin ungi Haraldskjøld,

er komin at vitja vár.”

 

73 Valind gár til strandar oman,

skip fyri bryggju liggur,

býður hann út sín friðarskjøld,

og friðin vil hann tiggja.

 

74 Valind gár til strandar oman,

skip fyri bryggju lá,

býður hann út sín friðarskjøld,

og friðín vil hann fá.

 

75 Til svaraði Ring kongur,

so tók hann uppá:

“Eg gevi tær ei annan frið,

enn Ring skal fyri ráða.

 

76 Vilt tú ikki tína dóttur

geva honum í giftu,

tað skal kosta lívið títt

og mangar dreingir reystar.”

 

77 Kastar hann sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrst steig ungi Haraldskjøld

sínum fótum á land.

 

78 Fyrst steig ungi Haraldskjøld

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir adilsmenn

undir hans høgru hond.

 

79 Uppi í miðjum grasagarði

har aksla teir síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

80 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Valind keisar á borði sat

við mann og hundrað fimm.

 

81 Haraldur skjøld stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðu sína:

“Sit væl, reysti Valind keisar,

gev mær dóttur tína!”

 

82 Til svaraði Valind keisar,

tykist vera komin í vanda:

“Sig mær, frægur, eiti títt,

hvaðan ert tú av landi?”

 

83 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

Ring kongur av Írlandi

er farbróðir vár.”

 

84 Leingi sat hann Valind keisar,

tonkti seg til ráð,

hvøssu hann skuldi Haraldskjøld

eitt vinligt andsvar fá.

 

85 Tí svaraði hann Valind keisar:

“Ei skal slíkum spara,

leiðið frúnna í hallina inn,

og sjálv má fyri seg svara!”

 

86 Frúgvin varð leidd í hallina inn

í sítt faðirs veldi,

so skein hennara gula hár,

sum skygdi av tignareldi.

 

87 Frúgvin varð leidd í hallina inn,

so fyri faðir sín,

tá skein hennara gula hár,

sum gullið glógvar í skrín.

 

88 “Ver vælkomin, sæla dóttir,

tú skalt nú biðlinum svara,

Haraldur skjøld av Miklagarði

vil teg til ektar hava!”

 

89 Tað var svinna Silkieik,

hon rekkir hvíta hond,

so lystiligt var at lýða á

teirra fastnarbond.

 

90 Tað var ungi Haraldskjøld,

hann rekkir hond yvir borð,

so lystiligt var at lýða á

teirra fastnarorð.

 

91 Tað var ungi Haraldur skjøld,

tók sær frúnna at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

og læt ikki longur fresta.

 

92 Lótu tá til brúdleyps ætla,

tá var ei at tvørra,

átjan borgum biðið var,

og tólv hundrað á hvørji.

 

93 Lótu tá til brúdleyps ætla

við so mikið meingi,

tá kom so mangur hovmaður til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

94 Lótu tá til brúdleyps ætla,

sum tá var komið til sanns,

átjan borgum biðið var,

har kom kongin av Frans.

 

95 Drukkið varð teirra brúdleypið,

og gott var teirra lív,

bæði gingu í eina song,

hann Haraldskjøld og hans vív.

 

96 Gingu so bæði í eina song

Haraldskjøld og hans vív,

síðan hvør, sum biðin var,

haðan heim til sín.

 

97 Tríati silvurføt

og annaðslíkt av skálum,

tá var breitt á kongins borði,

tá alt var sett í máli.

 

98 Frúgvin varð leidd eftir bryggju oman

við klingurskorið klæði,

so varð hon til strandar leidd

við vina og frænda ræði.

 

99 Silki og so perlur

tað var eftir vegnum prangað,

ei mátti svinna Silkieik

á beri jørðini ganga.

 

100 Silki og so perlur

tað var eftir vegnum breitt,

so var svinna Silkieik

niður til strandar leidd.

 

101 Valind gekk til strandar oman,

har var einki til mein,

fylgdi síni sælu dóttur

á ytsta sjóvarstein.

 

102 Vundu upp tey silkisegl,

gull og 'glasbarea' brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Íraland.

 

103 Vundu upp tey silkisegl,

hildu so út í hav,

strykaðu ei á bunkan niður

fyrr enn við Miklagarð.

 

104 Vundu upp tey silkisegl,

gull og 'glaskarar' brand,

Haraldur skjøld av Miklagarði,

Ringur av Íraland.

 

Gyltan spora við mín fót eg spenni,

so temji eg mín gangara góð

og lati renna.

 

CCF 62 C

TSB E 84

 

Handrit: Hanus Hanusson: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 5, s. 35.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 20.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 15. bind, s. 55

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus (1794-1854), Hattarvík. 

 

E 84 Haraldskjøldur á Miklagarði (Suitor is imprisoned by maiden’s father, escapes and returns to get maiden with brother’s help)

Tólv kongar søkja at Haraldi kongi í Miklagarði, tí teir øvunda honum ríkidømi hansara. Hann vinnur á teimum øllum.

Síðani fer hann til keisaran í Fraklandi og biður um dóttur hansara. Bønarorð hansara verða afturkastað, og keisarin setir hann í fongsul. (Frábr. A, B, D: Silkieik kongsdóttir biður pápa sín lova sær at giftast Haraldi, men hann sýtir. Ein skyldmaður Haralds sleppir honum út úr fongsli.)

Silkieik verður við barn við Haraldi og mælir honum til at fara av landinum. Keisarin varnast, at dóttirin er við barn, og ger til reiðar at brenna hana á báli. Kona, Hilda av navni, hóttir kong og noyðir hann at eira Silkieik. Haraldur fer eftir beiggja sínum Írlands Ringi, og í felag fara teir aftur til Fraklands.

Hesa ferð tekur keisarin við bønarorðum Haralds, og Haraldur giftist Silkieik.

á føroyskum: CCF 62 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019