• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Haraldskjøldur á Miklagarði

 

Haraldskjøldur á Miklagarði

 

CCF 62 D

TSB E 84

 

1 "Vitugur og mektigur",

..............................

kongur ræður for Miklagarði,

nevndur er Haraldskjøld.

 

2 Haraldskjøld av Miklagarði,

'din' sonurin frægi,

bæði med gull og glinsteinar,

hann ber síni 'aldirs' stræti.

 

3 Haraldskjøld av Miklagarði

bæði med spekt og náðir,

bøndur og so búkallar

bað hann sita í ráðum.

 

4 Haraldskjøld av Miklagarði

'skrakne raj' hann full,

plantaðir eru hans víngarðar

við stræti av reyðargull.

 

5 Haraldskjøld av Miklagarði,

frægur við hvørjum manni,

hann kann allar listir tær,

sum ein situr í ranni.

 

6 Út búðust teir kongar tólv,

hvør í sínari høll,

fullan høvdu teir viljan til

at herja á Haraldskjøld.

 

7 Svaraði fyrsti, ímóti teim reið,

eftir ræð at fregna:

“Hví  eruð tær so klæddir út,

á hvønn viljið tær herja?”

 

8 “Vit vilja herja á Haraldskjøld,

hann er os mestur at meini,

hann kann allar listir væl,

sum her ganga í heimi.

 

9 Svaraði annar, ímóti teim reið,

eftir ræð at fregna:

“Visti tað Haraldur á Miklagarði,

frægur man seg verja.”

 

10 Inn kom ein av Haralds monnum,

sigur teimum frá:

“So er avtakið á Miklagarði,

ikki fæst tal uppá.”

 

11 Inn kom annar av Haralds monnum,

spennir upp búgvin brand:

“So er avtakið á Miklagarði,

ikki nær alt á land.”

 

12 Út reið Haraldur av Miklagarði,

vreiður var hann tá,

*sjeyti hann kongar vá

í einari útreið tá.

 

13 Út reið Haraldur av Miklagarði,

ginsonurin sterki,

hann hevur vigið kongar tólv

og brotið buðlungs merki.

 

14 Út reið Haraldur av Miklagarði,

mongum veitir hann sorg,

glaður snúðist Haraldskjøld

aftur í sína borg.

 

15 Haraldskjøld av Miklagarði

mælir við sínar dreingir:

“Hvar vitið tær mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

16 Svaraði ein av sveinunum,

tekur hann so uppá:

“Hoyrt havi eg gitið, Valind keisar

væna dóttur ár.

 

17 Valind keisari dóttur eigur,

eg veit eina moy so mæta,

hon er einans arvingin

til gulls og landa at gæta.

 

18 Valind keisari dóttur eigur,

eg veit eina moy so fríða,

hon kemur onga sól at sjá

uttan jóladag til tíðar.

 

19 Hon kemur onga sól at sjá

uttan jóladag til tíðar,

nevnd er svinna Silkieik,

hon ber so fagurt lív.”

 

20 Svaraði lítil smásvein

í fyrsta orði tá:

“Tað tykir mær vera sámiligt,

kunnuð tær hana fá.”

 

21 “Er hon seg so vitur og von,

sum tær sigið frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

og hana skal eg fá.

 

22 Hagar skal eg stunda

mínum bønarorðum til,

biðja til vonu Valinds dóttur,

standi hvat av ið vil!

 

23 Hagar skal eg stunda

mínum bønarorðum fram,

biðja til vænu Valinds dóttur,

standi hvat av ið kann!

 

24 Hagar skal eg stunda

mínum bønarorðum á,

biðja til vænu Valinds dóttur,

standi hvat [av] ið má!”

 

25 Inn kom ein av sveinunum,

dreingir løgdu í minni:

“Tú fært ikki, Haraldskjøld,

sigur í fyrsta sinni.”

 

26 Haraldur letur snekkju smíða,

eingin skal tað vita,

av gulli vóru borðini,

av silvuri vóru hans bitar.

 

27 Haraldur letur snekkju smíða

við so lítla ró,

av gulli vóru borðini

alt for oman sjó

 

28 So letur hann Haraldskjøld

byggja skipini stór,

tó hann siglir níggju vintur,

kostar hann ei at fóður.

 

29 So letur hann Haraldskjøld

byggja skipini síni,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so vín.

 

30 Bræddir eru brandar,

og skorin er hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so er segl í topp.

 

31 Bræddir eru brandar,

og borðiní eru ný,

forgyltir leika ringar hans

og upp í miðal ský.

 

32 Vindur hann upp síni silkisegl

bæði gul og blá,

stryka nú ei á bunkan niður

fyrr enn á Fraklands vág.

 

33 Bræddir eru brandar,

og skorin er lyfting blá,

so sigldi hann Haraldskjøld,

at geisla tóktist á.

 

34 Tóku teir havn í Frankaríki,

sum Valind keisari á,

har var stroytt við silvurmerki,

broddarnir alt við stál.

 

35 Higar ið hans snekkjan

kendi fagurt land,

kastaðu sínum ankarunum

á so hvítan sand.

 

36 Kastaðu sínum ankarunum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Haraldskjøld

sínum fót á land.

 

37 Fyrstur steig hann Haraldskjøld

og sínum fóti á land,

*tólv brynjaðir adilmenn*

upp undir hans hvørja hond.

 

38 *Tólv brynjaðir adilmenn*

upp undir hans hvørja hond,

sipaði hann væl eitt tólvhundrað

fram á hvítan sand.

 

39 Haraldur gongur frá strondum niðan,

við ærum var hann klæddur,

gullborin hjálm á høvdi á sær,

hann var seg einki ræddur.

 

40 Haraldur gongur frá strondum niðan,

eingin ið hann kendi,

gullborin hjálm á høvdi á sær,

ein búgvin brand í hendi.

 

41 Mitt út í tann borgargarð

tar akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgu hallir inn.

 

42 Og so búgvin gongur hann

í høgu hallir inn,

sum Valind keisar á borði sat

við manna hundrað fimm.

 

43 Haraldur gekk í hallina inn,

sum verið hevur siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

44 Hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður:

“Sit væl, reysti Valind keisari,

gev mær dóttur tína!”

 

45 Valind so til orða tók

við sínum liðarmeingi:

“Sig mær, frægur, eiti títt,

og hvaðan ert tú av landi?”

 

46 “Harald skalt tú nevna meg,

her for víggja skal,

Giðin kongur á Miklagarði

var frægur faðir vár.

 

47 Harald skalt tú nevna meg

her fyri búgvin brandi,

Ringur eitur bróðir mín,

hann býr á Íralandi.”

 

48 “Hoyrt havi eg gitið Ring kongin,

og kappan havi eg ei sæð,

hoyr tú, Haraldur av Miklagarði,

væl troystar tú tær!”

 

49 Valindur brá sínum bitra brandi

av tí ilskubræði,

oddar brustu brynjum næst,

tað rivnaðu buðlungs klæði.

 

50 Valindur brá sínum bitra brandi

av tí ilskusút,

øvigur bardist Haraldskjøld

og frægur av hallini út.

 

51 Valindur ríður í herin fram,

hann oyðir Haralds menn,

hann høggur so títt á báðar hendur,

hann vegur væl tveir í senn.

 

52 Haraldur ríður í herin fram,

hann oyðir Valinds menn,

hann høggur so títt á báðar hendur,

hann vegur væl fýra í senn.

 

53 Valindur ríður í herin fram,

hann oyðir hilmingstjóð,

feldi fyri Haraldskjøld

fult hundrað og tólv.

 

54 Har var ein av Valinds monnum,

hann gekk á Haralds hond,

so stóðu teir í átta dagar,

teir ruddu fyri sær gongd.

 

55 Valindur so til orða tók

við sínum liðarmeingi:

“Sláið manngarð um reystar kempur,

har hava staðið leingi!”

 

56 Haraldur varð á hondum tikin,

settur á grønan vøll,

eingin honum liturin brast,

tí tungan var so snjøll.

 

57 Haraldur varð tá á hondum tikin,

mangir at honum vóru,

færri vóru hans vinir enn frændur,

hann á alvi bóru.

 

58 Settu teir hann í myrkastovu,

fingu honum mann at gæta,

hann hevði so mangan óvinin

alt um sítt lív at træta.

 

59 Settu teir hann í myrkastovu,

fingu honum 'gepse got',

hann hevði so mangan óvinin,

nú stár hans lívið 'hort'.

 

60 Valindur keisari og herurin allur

stinnur var lystur at sova,

snúðist ein maður av hallini út,

hann festi hurð í klova.

 

61 Hann gekk seg í moynnasal

formedelst ongan vanda,

upp stóð væna Valinds dóttir,

hon bar honum drykk til handa.

 

62 “Vit skulu okkum innan høgaloft,

tað man ongan saka,

hoyr tað, hin væna Valinds dóttir,

vit skulu talvið taka!

 

63 Hoyr tað, hin væna Valinds dóttir,

tú sig mær satt ífrá:

íhvønn konga vildi tú kjósa,

hevði tú vald uppá?”

 

64 “Mín faðir vekir orrustuna,

hann er yvir mær,

hvønn dag hongur hans búgvin brandur

ovur mín tignarsal.

 

65 Mín faðir vekir orrustuna,

hann er yvir mær,

Haraldskjøld á Miklagarði

vildi eg kjósa mær.

 

66 “Tín faðir vekir orrustuna,

hoyr tað, hildarrín,

Haraldur situr í myrkastovu,

og tolir ta hørðu pínu.”

 

67 “Honum vildi eg givið mítt fingurgull

út av míni høgru hond,

Haraldskjøld av Miklagarði

loysti av fjøturbond.

 

68 Honum vildi eg givið mítt fingurgull

út av míni høgru hendi,

Haraldskjøld av Miklagarði

loysti av fjøturbandi!”

 

69 Hann gekk seg at myrkastovudurum,

gull bar seg á hond:

“Hoyr tað, Haraldur av Miklagarði,

vilt tú av fjøturbond?”

 

70 Hann gekk seg at myrkastovudurum,

gull bar seg á hendi:

“Hoyr tað, Haraldur av Miklagarði,

vilt tú av fjøturbandi?”

 

71 “Eg fari ikki av myrkastovu út,

tó svár er mín pína,

uttan tú sigur mær, góði garpi,

allar ættir tínar.”

 

72 “Nú skal loysa fjøturbond,

alla aðra pínu,

satt vil eg siga tær,

at morbróðir eri eg tín.”

 

73 Hann gekk seg at myrkastovudurum,

royndi 'geble' stál,

so beit hansara bitri brandur

rætt sum streymur í á.

 

74 Teir gingu seg innan moynnasal

formedelst ongan vanda,

tað var væna Valinds dóttir,

hon bar teim drykk til handa.

 

75 Hilda býr fyri handan á,

fosturmóðir var:

“Hoyr tað, Haraldur á Miklagarði,

hon grøðir øll tíni sár!”

 

76 “Býr hon Hilda handan fyri á,

grøðir hon øll míni sár,

fyrr skal eg, væna Valinds dóttir,

sova tær armi á.”

 

77 Tey vóru saman í moynnasal

allan vintur við gamni,

tá varð svinna Silkieik

keisarans dóttir við barni.

 

78 Inn kom Hilda handan um á,

er gingin for Harald at standa:

“Eg veit tær ikki betri ráð,

tú sigl burt hiðan av landi!”

 

79 “Mín faðir er so bráður maður,

letur á reiði renna,

salin og sjálva meg

hann letur í eldi brenna.

 

80 Haki býr fyri handan á,

fosturfaðir mín,

hann skal samla liðið sítt

og lindra so mína pínu.

 

81 Haki býr fyri handan á,

tað vil eg fyri tær greina,

hvønn dag tjena for borði hans

væl fimm hundrað sveinar.

 

82 Hann skal tær av landi samla

landamanna brúgv,

hoyr tað, Haraldur á Miklagarði,

royn so hvønn í trúgv!

 

83 Hann skal tær av landi samla

landamann av breyt,

hoyr so, Haraldur av Miklagarði,

royn so hvønn í treyt!

 

84 Haraldur sigldi av landi burtur

á tann sama dag,

sjálvur gongur Valind keisari

í sín dóttur sal.

 

85 Settist hann á sildarsong

mitt í liðarmeingi:

“Hoyr tað, hin svinna Silkieik,

hví svevur tú so leingi?

 

86 So er allur tín blómin følin,

talar av tungum treysti,

sum tú hevði serkir ein,

og blíant borið for brósti.

 

87 So er allur tín blómin følin,

talar av tungari trá,

sum tú hevði serkir ein,

og blíant borið á.

 

88 So er allur tín blómin følin,

talar av verildar gleim,

sum tú hevði serkir ein,

og blíant borið heim.”

 

89 Valindur er so harður maður,

letur á reiði renna,

salin og sína dóttur hann

biður í eldi brenna.

 

90 Sveinar fóru at kynda bál

við trega og tungan vanda,

fyrr vildu teir reystu hálsar

látið lív og anda.

 

91 Sveinar fóru at kynda bál

við trega og tunga sorg,

fyrr vildu teir reystu hálsar

látið lív í borg.

 

92 Inn kom Hilda handan um á,

hon fellur upp á síni knæ:

“Gerið tað for tygara æru vegna,

gev tað fljóðið mær!”

 

93 “Eg skal geva tær gull og silvur,

allar aðrar greinir,

tú fært ikki faldarís

for *verildar heim.”

 

94 “Fái eg ikki faldarís

her for dreingja lívi,

tú skalt ikki, Valindur keisar,

longur stýra ríkið.

 

95 Tú hevur ligið konu kalls,

sagt honum ikki til,

fyri tað skalt tú, Valind keisar,

missa lív og lið.

 

96 Tú hevur ligið konu kalls,

sagt honum ikki frá,

hann hevur vald á lívi tínum,

øllum tí, tú á.”

 

97 Studdist fram yvir stólunum,

allur í gulli skín:

“Ótøkk havi tú, Hilda svinna,

for higarkomu tína!”

 

98 Sveinar fóru at sløkkja bál,

prestar at lesa lestur,

tóku vonu Valinds dóttur,

gjørdu við sum best.

 

99 Haraldur letur mjøðin blanda,

fólki sínum at hæða,

hugsar nú bæði nátt og dag

at hevna tann dreingja skaða.

 

100 Samlar hann út av Miklagarði

tólv hundrað í skara,

nú er hann gingin í randarný,

hvat sum hin vil svara.

 

CCF 62 D

TSB E 84

 

Handrit: Savn Hammershaimbs  AM Access. 4c II [10].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 25.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 15. bind, s. 69

 

Heimild: Úr Mykinesi: Isach Jacobsen, Ísakur í Handanástovu (1807-1877), Mykines, 1832.

 

 

 

E 84 Haraldskjøldur á Miklagarði (Suitor is imprisoned by maiden’s father, escapes and returns to get maiden with brother’s help)

Tólv kongar søkja at Haraldi kongi í Miklagarði, tí teir øvunda honum ríkidømi hansara. Hann vinnur á teimum øllum.

Síðani fer hann til keisaran í Fraklandi og biður um dóttur hansara. Bønarorð hansara verða afturkastað, og keisarin setir hann í fongsul. (Frábr. A, B, D: Silkieik kongsdóttir biður pápa sín lova sær at giftast Haraldi, men hann sýtir. Ein skyldmaður Haralds sleppir honum út úr fongsli.)

Silkieik verður við barn við Haraldi og mælir honum til at fara av landinum. Keisarin varnast, at dóttirin er við barn, og ger til reiðar at brenna hana á báli. Kona, Hilda av navni, hóttir kong og noyðir hann at eira Silkieik. Haraldur fer eftir beiggja sínum Írlands Ringi, og í felag fara teir aftur til Fraklands.

Hesa ferð tekur keisarin við bønarorðum Haralds, og Haraldur giftist Silkieik.

á føroyskum: CCF 62 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019