• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Haraldskjøldur á Miklagarði

 

Haraldskjøldur á Miklagarði

 

CCF 62 E

TSB E 84

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

kvøðið um eitt gjald,

kongur ræður fyri Miklagarði,

nevndur er Haraldskjøldur.

 

2 Haraldskjøldur av Miklagarði,

hildarmálmurin sterki,

bæði við gull og *gimsteinar

hann ber so ærligt merki.

 

3 Haraldskjøldur av Miklagarði,

hildarmálmurin mæti,

bæði við gull og *gimsteinar

hann ber so ærligt sæti.

 

4 Saman búgvast kongar tólv

út av eini borg,

góðan høvdu teir viljan til

at herja á Haraldskjøld.

 

5 Svaraði ein, ið fyri teim reið,

nú er um tað at fregna:

“Hví  eru tit so herklæddir,

á hvønn vilja tit stevna?”

 

6 “Vit vilja herja á Harald,

hann av lívi taka,

vit vita ongan í verðini

vera hans ovurmaka.”

 

7 “Hvat hevur Haraldur av Miklagarði

gjørt tygur helst til saka,

tit vilja Harald hildarmálm

tann kong av lívi taka?”

 

8 “Tað hevur Haraldur av Miklagarði

gjørt okkum helst til mein,

hann ber allar listir tær,

ið mann kunnu prýða ein.

 

9 Tað hevur Haraldur av Miklagarði

gjørt okkum helst til sút,

hann ber allar listir tær,

ið mann kunnu prýða út.”

 

10 Svaraði ein tann lítli svein,

svarar so fyri seg:

“Visti tað Haraldur av Miklagarði,

verja mundi hann seg.”

 

11 Ganga teir inn fyri Haraldskjøld,

siga honum frá:

“So er avtakið [á] Miklagarði,

ikki fannst tølur á.”

 

12 Ganga teir inn fyri Haraldskjøld,

spenna búgvin brand:

“So er avtakið [á] Miklagarði,

tað er helvtin av land.”

 

13 Út reið Haraldur av Miklagarði

eina morguntíð,

feldi niður eitt átjanhundrað

so glaður í grønari líð.

 

14 Út reið Haraldur av Miklagarði

eina morgunstund,

feldi niður eitt átjanhundrað

so glaður í grønari lund.

 

15 Haraldskjøldur av Miklagarði

hildarmálmurin sterki,

vegið hevur hann kongar tólv,

brotið so buðlungs merki.

 

16 Vegið hevur hann kongar tólv

glaður fyri uttan sorg,

kátur snúðist Haraldskjøld

aftur í sína borg.

 

17 Haraldur setst í hásæti,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vitið tygur mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

18 Sveinar svara sínum harra:

hví spyr hann so?

Best man hann vita við sjálvum sær,

hvar sín stár hugur á.

 

19 “Vit kunnu ikki sannari

siga tær ífrá,

hoyrt hava vit, at Vølunt keisari

sær væna dóttur ár.

 

20 Vølunt keisari í Frakklandi

eigur sær dóttur vísa,

kanst tú hana til ektar fá,

hon kann títt lív væl prísa.

 

21 Vølunt keisari dóttur eigur,

hana hava menn við orði,

henni er stólur av gulli gjørdur

framman fyri kongins borði.

 

22 Vølunt keisari dóttur eigur,

føgur er hon í brúnum,

flættað hár um herðar lagt

við silkibondum snúnum.

 

23 Vølunt keisari dóttur eigur,

føgur er hon í eygum,

flættað hár um herðar lagt

við silkibondum reyðum. "

 

24 “Er hon so væn og tekkilig,

sum tú sigur frá,

biðja skal dóttur Vølunts keisara,

tað stendst hvat av ið má.

 

25 Er hon so væn og tekkilig,

sum tú sigur til,

biðja skal dóttur Vølunts keisara,

tað stendst hvat av ið vil.”

 

26 So letur Haraldur av Miklagarði

síni skipini gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

27 So letur hann Haraldskjøldur

byggja skipini sín,

letur nú laða í bæði borð

virtur og so vín.

 

28 Bræddir vóru hans brandar,

borðini vóru ný,

gyltir ringar av reyðargulli

so hátt í miðal ský.

 

29 Bræddir vóru hans brandar,

skorin var hvør stokk,

stavnur og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

30 Vindur upp síni silkisegl,

gull við reyðan brand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Frankirsland.

 

31 Vindur upp síni silkisegl,

bæði gul og blá,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn á Frankirsvág.

 

32 Lítil drongur í líðum situr,

goymir at smalu og geit,

hann sær skip eftir havi koma,

havnir vil tað leita.

 

33 Allar rekur hann smalurnar

saman í grønan vøll,

síðan akslar kápu blá,

hann gár í kongins høll.

 

34 Síðan akslar kápu blá,

hann gár í kongins høll:

“Eg eri meg í einum luti

vísari, enn tit eru øll.

 

35 Eg eri meg í einum luti

vísari, enn tit eru øll,

eg síggi skip eftir havi koma,

seglini hvít sum mjøll.”

 

36 “Sært tú skip eftir havi koma,

seglini hvít av lín,

vera man onkur høvdingi

at biðja dóttur mína.

 

37 Sært tú skip eftir havi koma,

seglini gul og blá,

vera man onkur høvdingi

mína dóttur at fá.”

 

38 Hegar teirra snekkjur

kendu fagurt land,

lata síni akker falla

á so hvítan sand.

 

39 Lata síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Haraldskjøldur

sínum fótum á land.

 

40 Fyrstur stígur Haraldskjøldur

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir herkongar

undir hans høgru hand.

 

41 Ganga teir frá strondum niðan

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, og jørðin skalv,

teir settu sín knørr í neystið.

 

42 Mitt í miðjum grasagarði

aksla teir síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

43 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Vølunt keisari á borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

44 Haraldur gekk í hallina inn,

í forðum vár tann siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

45 Haraldur stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðu smá:

“Sit væl, reystur Vølunt keisari,

gev mær dóttur tína!”

 

46 Tí svaraði Vølunt keisari

fyrsta orðið tá:

“Fyrri skalt tú siga mær,

hvaðan tú ert frá.”

 

47 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

Gevur kongur av Einglandi

var sannur faðir vár.

 

48 Sjálvur heiti eg Haraldskjøldur,

ræður fyri borgum [og] brondum,

tað er Ringur, bróðir mín,

hann býr á Íralondum.

 

49 Sjálvur heiti eg Haraldskjøldur,

ræður fyri borgum og broddum,

tað er Ringur, bróðir mín,

hann býr á íraroddum. "

 

50 “Hoyrt havi eg frá Ringi kongi,

kappan eg ikki sá,

hoyr tað, Haraldur av Miklagarði,

væl troystar tú tær!

 

51 Tað var reystur Vølunt keisari,

sínum borðum skeyt,

allur tann hin brúni mjøður

á hállargólvi fleyt.

 

52 Tað var reystur Vølunt keisari,

sínum borðum brá,

allur tann hin brúni mjøður

á hallargólvi lá.

 

53 Vølunt sprakk um borðið fram

fast av miklum móði,

fimmti malaði hann silvursteyp,

á breiða borði stóðu.

 

54 Vølunt sprakk um borðið fram,

eg geri tað ei at loyna,

ætlaði hinum banasár,

sín odd í hjálmin royna.

 

55 Síðan bardust teir innan hallar,

øllum tókti undur,

niður skulvu drykkirnir,

borðini gingu sundur.

 

56 Mangari veittu teir móður

bæði angist og sút,

øvugur bardist Haraldskjøldur

av høgum borgum út.

 

57 Mangari veittu teir móður

bæði angist og sorg,

øvugur bardist Haraldskjøldur

út av glæstriborg.

 

58 Tað var ungi Haraldskjøldur,

var staddur í stórari trongd,

feldi niður eitt trýhundrað,

hann ruddi fyri sær gongd.

 

59 Upp steig ein av Vølunts monnum,

hinum snúðist til hond,

síðan stóðu teir tríggjar dagar,

teir ruddu fyri sær gongd.

 

60 Tað var hin ungi Haraldskjøldur,

var staddur í stórum vanda,

sundur gekk hans góða svørð

ímillum hans beggja handa.

 

61 Taka teir ungan Haraldskjøld,

leggja hann í bond,

spara nú hvørki stokk ei jarn

yvir hans ljósu hond.

 

62 Tóku teir ungan Haraldskjøld,

løgdu í band so fast,

ei var smáur líntvongur,

ið honum á beini brast.

 

63 Fimmti bóru kongins menn

sárið undir hond,

áður teir høvdu Haraldskjøld

í myrkastovubond.

 

64 Fimmti bóru kongins menn

sárið undir kinn,

áður teir høvdu Haraldskjøld

í myrkastovu inn.

 

65 Settu Harald í myrkastovu,

fingu honum annað at ráða,

hann hevur so mangan óvinin,

nú stár hans lív í váða.

 

CCF 62E

TSB E 84

 

Handrit: Savn Hammershaimbs  AM, Access. 4c I [7].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 30.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 15. bind, s. 82

 

Heimild: Úr Skúvoy: Joen Hansen, Jógvan í Búðini,  (1808-1890), Skúvoy, 1848. 

 

E 84 Haraldskjøldur á Miklagarði (Suitor is imprisoned by maiden’s father, escapes and returns to get maiden with brother’s help)

Tólv kongar søkja at Haraldi kongi í Miklagarði, tí teir øvunda honum ríkidømi hansara. Hann vinnur á teimum øllum.

Síðani fer hann til keisaran í Fraklandi og biður um dóttur hansara. Bønarorð hansara verða afturkastað, og keisarin setir hann í fongsul. (Frábr. A, B, D: Silkieik kongsdóttir biður pápa sín lova sær at giftast Haraldi, men hann sýtir. Ein skyldmaður Haralds sleppir honum út úr fongsli.)

Silkieik verður við barn við Haraldi og mælir honum til at fara av landinum. Keisarin varnast, at dóttirin er við barn, og ger til reiðar at brenna hana á báli. Kona, Hilda av navni, hóttir kong og noyðir hann at eira Silkieik. Haraldur fer eftir beiggja sínum Írlands Ringi, og í felag fara teir aftur til Fraklands.

Hesa ferð tekur keisarin við bønarorðum Haralds, og Haraldur giftist Silkieik.

á føroyskum: CCF 62 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019