• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hermundur illi

 

CCF B

TSB E 85

 

1 Atli vindur upp síni segl,

siglir millum fjarða,

festir hann frúnna Kristina

oman av Miklagarði.

 

2 Festi hana frúnna Kristina,

føgur sum nøkur lilja,

hvørt tað barn, í ríkinum var,

ræður ta frú at finna.

 

3 Hvørt tað barn, í ríkinum var,

fylgdi teirri frú á leið,

faðir og hennara móðir

niður til strandar reið.

 

4 Jallin eigur tógva synir,

føddir á gævustund,

annan nevni eg Eirik

og annan Hermund.

 

5 Annan nevni eg Eirik

og annan Hermund illa,

svørji tann eið á mína trú,

sundur bar teirra millum.

 

6 Eirikur vóks í faðirs garði,

gull bar yvir hans eið,

hann er so ræddur í sín hug,

hann torir ei sía mann vreið.

 

7 Eirikur vóks í faðirs garði,

gull bar yvir hans høvur,

í tí víggi vil hann ei vera,

sum hjørtur er sligin til deyða.

 

8 Hermundur vóks í faðirs garði,

við tað fór hann fram,

tann dag tók hann sær ikki heilan,

hann blóðgaði ikki mann.

 

9 Hermundur vóks í faðirs garði,

søgur ganga frá,

tann dag tók hann sær ikki heilan,

hann vá ikki ein ella tvá.

 

10 Kongurin útbrynjaði

fjøruti lið,

Hermundur ríður í herin ein,

allar kleyv hann niður.

 

11 Tað var um ein árla morgun,

kongur á heiði reið,

fimmti fann hann raskar kempur

sjúkar á sínari leið.

 

12 Kongurin gár for sína dóttur,

leitar við hana ráð:

“Hermundur hevur os neisir vunnið,

nú stár hans lív í váða.”

 

13 Svaraði jomfrú Helga

bæði av ilsku og bræði:

“Heingið hann á gálgan upp

at turka har síni klæði!”

 

14 Svaraði hin illi Hermundur,

hann stóð tá millum manna:

“Áðrenn tú meg á gálgan hevur,

skulu vit váknin kanna. “

 

15 Kongurin útbrynjaði

fjøruti menn,

Hermundur ríður í herin ein,

allar drap hann enn.

 

16 Tað var um ein árla morgun,

kongur á heiði reið,

fimtan sá hann raskar kempur

sjúkar á síni leið.

 

17 Kongurin gár for sína dóttur,

leitar við hana ráð:

“Hermundur hevur os neisir vunnið,

nú stár hans lív í váða.”

 

18 Svaraði jomfrú Helga:

“Tað er minni vandi,

gerið Hermund útlagnan

burtur av várum landi!”

 

19 Hermundur stendur á hallargólvi

undir kápu blá,

eingin maður á Sakslandi

vænari var at sjá.

 

20 Hermundur stendur á hallargólvi,

føgur sum nøkur kvinna:

“Sit væl, jomfrú Helga,

tú mást væl á meg minnast!”

 

21 “Tey eru hvørki tjóvar ella trælar,

ið her fáa frið í landi,

fyri hvat skal eg minnast á teg?

Útlagin verður tú, vandi.

 

22 Tað eru hvørki tjóvar ella trælar,

her fáa frið herinni,

fyri hvat skal eg minnast á teg?

Útlagin verður tú, illi.”

 

23 Hermundur stendur á hallargólvi,

heldur á brúnum knívi:

“Vart tú sonur faðir tín,

tá skuldi tú látið lívið.”

 

24 Kongurin letur tingið setja,

mangur fór glaður av,

gjørdi Hermund útlagnan

upp á tann sama dag.

 

25 Vant hann upp ein hvítan dúk,

út í havið setti,

mikil var tann mannamúgvi,

á landi stóð har eftir.

 

26 Rókust úti í myrkum havi

mánaðirnar tvá,

ongar vættrar munnu teir

til nøkur lond at sjá.

 

27 Ongar vættrar munnu teir

til nøkur lond at sjá,

fyrsta land hann fekk at sjá,

hans móðurfaðir var á.

 

28 Tí svaraði kongurin

í fyrsta orði tá:

“Latið ikki dóttursonin

at várum landi ná!”

 

29 Hermundur stendur á bunkanum,

allur í jarni klæddur:

“Eg sigi tær, mín móðurfaðir,

tú ver ikki á ræddur!”

 

30 Helga stendur innan høgaloft,

sínum orðum snýr:

“Hvat eigur hann, Haki kall,

hjá mínum faðir býr?”

 

31 “Tógva eigur hann synir sær,

onga eigur hann kúgv,

ongar vættrar vinnur hann teim,

hann rør sær út á sjógv.”

 

32 Tað var Helga, kongins dóttir,

gull bar sær á hand,

so gár hon úr høgaloft

niður til sjóvarstrand.

 

33 Tað var Helga, kongins dóttir,

gár við strandin fram,

ramar ristir hon rúnirnar,

hon sendir í Haka stavn.

 

34 Ramar ristir hon rúnirnar,

sendir í Haka hettu:

“Ikki komið tær heilir heim,

fyrr enn tær Hermund hava sætt!”

 

35 Rókust úti í myrkum havi

mánaðirnar tvá,

ongar vættrar munnu teir

til nøkur lond at sjá.

 

36 Ongar vættrar munnu teir

til nøkur lond at sjá

fyri tann høga boðaslóð

so fell tann bylgjan blá.

 

37 Sía so miklan skipaflota

liggja úti í hav:

“Dimmur er hesin døkki dagur,

vit komast har ikki av.”

 

38 Tí svaraði Haki kall:

“Eg havi ikki fleiri orð,

vit vita os ikki svinri ráð,

vit stígum út for borð.”

 

39 Tí svaraði Eirikur,

ið yngstur var av teim:

“Frættum heldur tíðindi,

so siga vit nøkur heim!”

 

40 Hermundur stendur á bunkanum,

hann er dreingja maki,

hann sær knørr eftir havi koma,

vera man kallmann Haki.

 

41 Tað var hin illi Hermundur,

eftir bunka rann,

tekur hann so í Haka bát,

hann setir á knørrin fram.

 

42 “Set teg niður, Haki kall,

tú hevur ei við tær grein,

einasti maður á Sakslandi,

ið mær vann einki mein!

 

43 Set teg niður, Haki kall,

sig mær satt ífrá:

hvøssu livir á Sakslandi

faðir og móðir, eg ár?”

 

44 “So livir tín hin sæla móðir

bæði við angist og mein,

eingin kona í Sakslandi

syrgir teg meiri enn ein.”

 

45 “Set teg niður, Haki kall,

lat ei hug tín skelva,

hvat er títt á Sakslandi,

og livir hon jomfrú Helga?”

 

46 “So livir jomfrú Helga

bæði við angist og mein,

henni er sami riddari givin,

hertugin Hergeir.

 

47 So livir jomfrú Helga,

tað er mikil villa,

alla sína ævina

syrgir hon Hermund illa.”

 

48 Hann fór eftir eini mjaðarskál,

kallinum ið hann bar,

kall situr við heri sínum,

drakk har ikki av.

 

49 Hann reiv upp eina silkisong,

takt við góða lín,

kall situr við heri sínum,

svav sær ikki í.

 

50 “Og so mikið reyðargull,

ið henda knørra kann bera,

skiftið tað væl og eiggiliga,

tað vil eg tær geva!

 

51 Og so mikið reyðargull,

til henda knørra er full,

lat tað ongan livandi vita,

hvat gest ið teg hevur flutt!

 

52 Tað sigi eg tær, Haki kall,

og fái eg tað at frætta,

svørji tann eið á mína trú,

lív skalt tú ikki vænta.”

 

53 Og so mikið reyðargull

hann laðar í knørru niður,

kallin skar so sára við:

“Hann søkkir os allar niður.”

 

54 Og so mikið reyðargull

hann laðar í Haka bát,

síðan vendi Hermundur

síni knørru frá.

 

55 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin brand,

strykar ei á bunka niður

fyrr enn við Saksland.

 

56 Letur hann síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Hermundur

sínum fótum á land.

 

57 Hermundur gár frá strondum niðan,

ein við ongar sveinar,

alt var fólk í brúdleypi,

har var eingin heima.

 

58 Alt var fólk í brúdleypi,

alt var gingið í gildi,

uttan Eirikur, bróðir hans,

í høgalofti situr.

 

59 Tað var hin illi Hermundur,

til ilsku var hann fús,

tað var upp á ein síðla dag,

hann fór í brúðarhús.

 

60 Jútskan letur hann hattin síga

niður for gula hár,

uttarlaga sær sessin tók,

stakkallunum hjá.

 

61 Jútskan letur hann hattin síga

niður for gula lokk,

uttarlaga sær sessin tók,

so køld eru kvinnu tokk.

 

62 Eingin var so innan hallar,

henda riddaran kendi,

uttan jomfrúin Halga,

ið reyðargull bar á hendi.

 

CCF B

TSB E 85

 

Handrit: Savn Hammershaimbs AM, Access. 4c I [7].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 60.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 15. bind, s. 149.

 

Heimild: Úr Suðuroy:  J. H. Schrøter (1771-1851), Vági.

 

E 85 Hermundur illi (Outlaw saves his beloved from an unwanted marriage) Hermundur, sonur ein jall, er eitt klandrivætti (cN: hann hevur dripið ein av beiggjum sínum), og tí hevur kongur koyrt hann í útlegd. Hann verður góður við Halgu, kongsdóttrina.

Hermundur, sonur ein jall, er eitt klandrivætti (cN: hann hevur dripið ein av beiggjum sínum), og tí hevur kongur koyrt hann í útlegd.

Hann verður góður við Halgu, kongsdóttrina. Við galdraráðum fær Halga ein boðbera at siga Hermundi, at pápi hennara vil, at hon giftist øðrum manni.

Hermundur kemur aftur og fer í brúdleypið (F, cN: í dularbúna). – F: Hann drepur brúðgómin. Hermundur verður tikin og settur fastur, og Halga sendir faðir hansara boð um hetta. Hann eggjar soninum Eiriki, sum verður mettur rædduskítur, at gera okkurt, og tað eydnast Eiriki at fría beiggja sín. Hermundur drepur kong og giftist Halgu, og Eirikur giftist tænastugentu hennara. – N: Hermundur drepur brúðgómin (cN: sum er ein beiggi hansara).

Tá ið kongur roynir at taka hann, vinnur Hermundur á honum og noyðir hann at geva sær dóttur sína.

á føroyskum: CCF 66 (eisini á norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019