• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hermundur illi

 

CCF 66 Ea

TSB E 85

 

1 Tað var fyrst í fyrndini,

fostbrøður vóru tveir,

Atli kongur og Sigur jall

fyri Sakslandi ráddu teir.

 

2 Atli kongur og Sigur jall

fostbrøður vóru báðir,

svørji tann eið á mína trú,

fyri Saksland mundu teir ráða.

 

3 Jallur átti sær tógva synir,

gitnir á gævustund,

annar eitur Eirikur

og annar Hermund.

 

4 Jallin átti sær tógva synir,

skil ber har ímillum,

annar eitur Eirikur

og annar Hermundur illi.

 

5 Eirikur vóks í faðirs garði,

við tað fór hann fram,

hann tykist ikki liva tann dag,

hann blóðgar ikki mann.

 

6 Hann er so ræddur í sínum huga,

hann torir ei síggja mans reiði,

vil ei vera í tí víggi,

sum hjørtur er skotin til deyða.

 

7 Hermundur vóks í faðirs garði

sínum faðir íhjá,

hann tóktist ei vera handaheilur,

hann drap ikki ein og tvá.

 

8 Hermundur vóks í faðirs garði,

glaður for uttan fíggja,

hann tóktist ei vera handaheilur,

hann drap ei tveir og tríggjar.

 

9 Hann var ei meiri enn tólv ára gamal

hann keypti sær brynju og svørð,

hann legði seg upp mót Atla liði,

hann skoytti ei, hvat hann gjørði.

 

10 Kongurin eigur eina dóttur,

runnin er upp í ský,

hagar leggur Hermundur

allar ástir í.

 

11 Kongurin eigur eina dóttur,

runnin er upp sum lilja,

hagar leggur Hermundur

ástir og allan vilja.

 

12 Tá leið ikki longur um

enn eina so lítla stund,

nú leggur hann ást við Halgu

í teirri grønu lund.

 

13 Tá leið ikki longur um

enn eina so lítla tíð,

nú leggur hann ást við Halgu

í grønu líð.

 

14 Árla var um morgunin,

ið kongur á skógvin reið,

níggju fann hann berserkir

allar á síni leið.

 

15 Níggju fann hann berserkir,

allir skotnir til deyða:

“Her hevur ungi Hermundur

skift teir ringar reyðar.”

 

16 Níggju fann hann berserkir,

allir høvdu sár:

“Hevur ungi Hermundur

verið á land hjá vár.”

 

17 Kongur letur brynja út

seksti menn,

Hermundur reið á skógvin burt,

hann vá teir allar í senn.

 

18 Kongur letur brynja út

hálvt sítt lið,

Hermundur reið á skógvin fram,

hann hjó teir allar niður.

 

19 Tað var um ein halgan dag,

ið kongur á skógvin reið,

møtir honum ungi Hermundur

mitt á sínari leið.

 

20 Kongur heitir á sínar menn,

biður teir basta og binda,

háðuliga Hermundi

í myrkastovu skynda.

 

21 Tóku teir ungan Hermund,

bundu hann so fast,

ikki var smáur líntvongur,

ið honum um beinið brast.

 

22 Tóku teir ungan Hermund,

løgdu hann í bond,

teir spardu honum hvørki stál ei band

alt um hans ljósu hond.

 

23 Settu teir hann í myrkastovu,

honum ein mann at ráða,

hann hevði so mangan óvinin,

tí stóð hans lív í váða.

 

24 Árla var um morgunin,

ið roðar fyri sól,

sjálvur er gingin Atli kongur

í sín dóttur stól.

 

25 Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at skína,

sjálvur er gingin Atli kongur

í sal for dóttur sína.

 

26 “Hermundur hevur os neisur vunnið,

stendur hans lív í váða,

hoyr tað, Halga, dóttir mín,

tú skalt hans deyða ráða!

 

27 Hoyr tað, Halga, dóttir mín,

nú er ei at fresta,

antin hann á gálgan føra

ella slíta hann millum hestar!”

 

28 “Hoyr tað, tú mín sæli faðir,

tað er minni vandi,

ger hann heldur útlagnan

burtur av hesum landi!”

 

29 Kongurin læt tá tingið seta,

mangur reið glaður av,

gjørdu Hermund útlagnan

alt á tann sama dag.

 

30 Hermundur snúðist av sali út

á tí sama sinni:

“Sit væl, jomfrú Halga,

tú mást væl á meg minnastl”

 

31 Hermundur snúðist av sali út,

burt av teirri borg,

meira beið honum Halgu orð

enn øll hans onnur sorg.

 

32 “Tað eru bæði tjóvar og trælar,

her fáa friðin inni,

fyri hvat skal eg minnast á teg?

Útlagin ert tú á sinni.

 

33 Tað eru bæði tjóvar og trælar,

her drekka mjøð í blandi,

hví skal eg nú minnast á teg?

Útlagin ert tú av landi.”

 

34 Hermundur snúðist av sali út:

“Dreingir, leggið í minni,

har var jomfrú Halga,

atskild erum vit á sinni!”

 

35 Hermundur gekk av sali út,

tað fell so væl í lag,

aftur kom hertugin Hergeiri

á tann sama dag.

 

36 Aftur kom hertugin Hergeiri

kongins dóttur at biðja,

tað er illi Hermundur,

letur herlag um hana trega.

 

37 Aftur kom hertugin Hergeiri

kongins dóttur at fá,

tað var illi Hermundur,

læt herlag um hana slá.

 

38 Hermundur gekk til strandar oman,

Halga hon var eftir,

vindur hann upp ein hvítan dúk,

hann út í havið setti.

 

39 Hermundur gekk til strandar oman,

Halga eftir var,

vindur hann upp ein hvítan dúk,

hann siglir út í hav.

 

40 Vindur hann upp ein hvítan dúk,

hann siglir út í hav,

kongurin letur halda vakt

nátt sum ljósan dag.

 

41 Vindur hann upp ein hvítan dúk,

hann út í havið setti,

kongurin letur halda vakt

hvørja nátt hereftir.

 

42 Hermundur leggur í havið út,

tjaldrar sær við lín,

eingin siglir so suður og norð,

hann býður ikki heim til sín.

 

43 Hermundur leggur í havið út,

so er greint fyri mær,

eingin siglir so suður og norð,

hann býður ikki heim við sær.

 

44 Halga situr í sínum sali,

runnin er upp sum lilja,

tað man eingin livandi vita,

hvat hon man hugsa og vilja.

 

45 Halga situr í sínum sali,

runnin er upp sum ský:

“Hvat man feila Haka kall

í várs faðirs bý?

 

46 Fæ hevur hann lítið,

børn hevur hann nóg,

einki tess verk tað vinnur hann,

rør hann ikki út á sjó.”

 

47 Tað var jomfrú Halga,

hon akslar kápu blá,

so gekk hon til strandar oman,

hvar Haka bátur lá.

 

48 Ramar ristir hon rúnirnar

niður í Haka bát:

“Kom ikki fyrr til landa,

sum Hermundur er í ráð!”

 

49 Ramar ristir hon rúnirnar

niður í Haka hettu:

“Kom ikki fyrr til landanna,

fyrr enn Hermundur fylgir eftir!”

 

50 Ramar ristir hon rúnirnar,

hon setir í bátin niður:

“Kom ikki fyrr til landanna,

enn Hermundur fylgir við!”

 

51 Vetur líður, summarið kemur,

letur so frøðið byrja,

Haki kall á Sakslandi

*býr seg út at sigla.

 

52 Haki siglir í sjógvin út,

ífrá man frættast víða,

hann sær ein so stóran knørr

í havinum mót sær líða.

 

53 Haki so til orða tekur,

hevur ei fleiri orð:

“Eg veit mær ikki betri ráð,

eg stígi út for borð.”

 

54 Svaraði Sjúrður, sonur hans,

elstur var av teim:

“Frættum heldur tíðindi,

so føra vit nøkur heim!”

 

55 Hermundur gongur eftir bunkanum

við sínar góðu gripir,

tekur hann so í Haka bát,

setir hann upp á skipið.

 

56 Hermundur gongur eftir bunkanum,

ið søgur ganga frá,

tað var skjótt á skamri ferð,

hann setti tann knørr uppá.

 

57 Hermundur gongur eftir bunkanum,

hann legði ei megin eftir,

tók hann so í Haka bát,

hann upp á skipið setti.

 

58 “Set teg niður, Haki kall,

sig mær satt ífrá,

hvussu livir á Sakslandi

faðir og móðir í ár?

 

59 Set teg niður, Haki kall,

lat ikki hugan balda,

hvussu livir á Sakslandi

móðir og jomfrú Halga?”

 

60 “So livir tín sæla móðir,

hon minnist væl á sín son,

ein er frúin á Sakslandi,

sum syrgir meira enn hon.

 

61 So livir jomfrú Halga,

slíkt er mikil villa,

alla sína ævina

tað syrgir hon Hermund illa.

 

62 So livir jomfrú Halga,

skortar hon ikki fíggja,

hon er einum riddara givin,

kann ei við eygum síggja.”

 

63 Haki so til orða tekur:

“Tað vil tann jomfrú meira,

hon er einum riddara givin,

hertuganum Hergeiri.”

 

64 Hann læt honum drykkin bera

á eini mjaðarskál,

Haki svór við æru sína,

hann drakk tað ikki á.

 

65 Hann læt honum seingina reiða

av tí hvíta lín,

Haki svór við æru sína,

hann svav har ikki í.

 

66 Tólv merkur í reyðargulli

hann kastar í bátin niður,

Haki svór við æru sína:

“Hann søkkir os allar niður.”

 

67 Tólv merkur í reyðargulli

hann kastar í Haka bát,

síðan vendi Hermundur

sínum skipi frá.

 

68 Vinda teir upp síni silkisegl,

tað fell so væl í lag,

tá hevði hertug Hergeiri

sín fyrsta brúdleypsdag.

 

69 “Eg vóks upp á Sakslandi,

ein so lítil svein,

vita tað tú, mín Haki kall,

eg vann tær ikki mein!

 

70 Eg vóks upp í Sakslandi,

eitt so lítið barn,

vita tað tú, mín Haki kall,

eg vann tær ongan harm!

 

71 Letur tú nakran livandi vita

av gestinum, tú hevur flutt,

viti tað tú, mín Haki kall,

at tú hevur lívið brutt!

 

72 Letur tú nakran livandi vita

av gestinum, tú førir til halla,

vita tað tú, mín Haki kall,

at lívið mást tú ikki vænta!”

 

73 Hermundur klæðist við strondum niðri,

hann klæðir seg so mætan,

innan undir er ringabrynja,

yvir er konuklæði.

 

74 Hermundur klæðist við strondum niðri,

hann klæðir seg so prúðan,

innan undir í ringabrynju,

uttan yvir í skrúður.

 

75 Hermundur gekk í hallina inn,

eingin ið hann kendi

uttan jomfrú Halga,

ið reyðargull bar á hendi.

 

76 Jútskan letur hann hattin síga

niður [á] gular lokkar,

uttarlaga sessin tekur

ytst við kalla flokkar.

 

77 Jútskan letur hann hattin síga

niður á gullhár,

uttarlaga sessin tekur,

stakkalum íhjá.

 

78 Hermundur eigur kápuna,

ið sett er við randir víðar,

jútskan letur hann hattin síga

yvir sítt andlit fríða.

 

79 Halga tekur sítt fingurgull,

grípur í drykkin niður:

“Skeinkið hasi fátæku kvinnu,

uttast við dyrnar situr!”

 

80 Fimmti vóru kerti tendrað,

seksti vaksljús,

fylgdu teirri ríku frúvu

inn í brúðarhús.

 

81 Fimmti vóru kerti tendrað

við brennandi loga,

fylgdu tá teirri ríku frúvu

fyrstu nátt at sova.

 

82 Hermundur stendur á hallargólvi,

ilt er skap at eggja,

hann komst inn í brúðarhús

ímillum stavs og veggja.

 

83 Hermundur reikar um brúðarhús,

hann læt síni orð so byrja:

“Statt upp, hertug Hergeir,

lýtur tú frúvu at verja!”

 

84 “Tað spáddi eg tær, Hergeir,

tá ið tú búðist til ferðar,

tú mundi ikki njóta mín,

nú man tað so vera.”

 

85 Upp steig hertugin Hergeir,

hann fevnir um fríða frú:

“Hoyr tað, tú mín veldiga søta,

óttast ikki nú!”

 

86 Fram gekk ungi Hermundur,

sínum svørði brá,

hann kleyv hertugan Hergeira

sundur í lutir tvá.

 

87 Tað er hon jomfrú Beyða,

hon rópar alvæl hátt:

“Hermundur er í brúðarhúsi,

hevur dripið Geira í nátt.”

 

88 “Tegið, tegið, Beyða,

far ikki við so hátt,

hann hevur ofta í mínum sali

drukkið alvæl kátt!”

 

89 Tað var jomfrú Beyða,

tá var hon stødd í tvang,

ofta hevur manni verið

tungan nógv ov long.

 

90 Summir lupu í glugga,

summir lupu í dyr,

tá kom mangur í brúðarhús,

sum ei hevði verið fyrr.

 

91 Summir vildu hurðar klúgva,

summir vildu bróta:

“Latið ikki Hermund illa

ta vonu Halgu njóta!”

 

92 Tóku teir illan Hermund,

bundu hann so fast,

ikki var smáur líntvongur,

honum um beinið brast.

 

93 Tóku teir ungan Hermund,

løgdu hann í bond,

spardu nú hvørki stál ei jarn

alt um hans ljósu hond.

 

94 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

sjálvur er gingin Atli kongur

í sín dóttur stól.

 

95 Árla var um morgunin,

sól tók fagurt at skína,

sjálvur er gingin Atli kongur

í sal for dóttur sína.

 

96 “Hermundur hevur os neisur vunnið,

tað stendur hans lív í váða,

hoyr tað Halga, dóttir mín,

tú skalt hans deyða ráða!

 

97 Hoyr tað Halga, dóttir mín,

nú er ikki at fresta,

antin hann á gálgan føra,

ella slíta hann millum hesta!”

 

98 “Hoyr tað, tú mín sæli faðir,

ger os ei tann vanda,

jallur unnar væl sínum syni,

illa man okur tað standa!

 

99 Hoyr tað, tú mín sæli faðir,

tað er vandi minni,

set hann heldur í myrkastovu,

svølt hann brádliga inni!”

 

100 Settu teir hann í myrkastovu,

honum ein mann at ráða,

hann hevði so mangan óvinin,

tí stóð hans lív í váða.

 

101 Settu teir hann í myrkastovu,

honum ein mann til handa,

hann hevði so mangar óvinir,

tí stóð hans lív í vanda.

 

102 Settu teir hann í myrkastovu,

fingu honum goymt at gæta,

hann hevði so mangar óvinir

alt um sítt lív at træta.

 

103 Halga tekur ternu sína,

klæðir hana væl í skrúður:

“Eg havi teg í øllum roynt,

at tú hevur verið mær trú.”

 

104 Halga tekur ternu sína,

klæðir hana væl í skreyt:

“Eg havi teg í øllum roynt

og allramest í treyt.

 

105 Tú skalt fara til Sigur jall,

bera honum boð til handa:

Hermundur er í myrkastovu,

staddur í stórum vanda.

 

106 Tú skalt fara til Sigur jall,

bera honum boðini tey:

Hermundur er í myrkastovu,

staddur í stórari neyð.

 

107 Tú skalt fara til Sigur jall

á hesum sama sinni:

Hermundur er í myrkastovu,

hann svøltur brádliga inni.

 

108 Vil hann ikki loysa út

sonin sín hin sæla,

Halga skal eld í loftið seta,

ráði eg sjálv at tala.

 

109 Vil hann ikki loysa út

sonin sín hin dýra,

Halga skal eld í loftið seta,

brenna upp borgir fýra.”

 

110 Tá leið ikki longur um

enn eina so lítla tíð,

Halga sendir ternu sína

ígjøgnum grøna líð.

 

111 Tá leið ikki longur um

enn eina so lítla stund,

Halga sendir ternu sína

á Sigur jalsins fund.

 

112 Beyða fór sum snarast var

við so lítið veldi,

stóð fyri Sigur jall

á tí sama kvøldi.

 

113 Tað var jomfrú Beyða,

heim í garðin fór,

úti sjálvur Sigur jall

fyri henni stóð.

 

114 “Ver vælkomin, Beyða,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

115 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálvum minni um vín,

onnur havi eg ørindini

higar í dag til tín.”

 

116 Beyða so til orða tekur

á tí sama sinni:

“Hermundur er í myrkastovu,

hann svøltur brádliga inni.

 

117 Hoyr tað sjálvur, Sigur jall,

eg beri tær boðini tey:

Hermundur er í myrkastovu,

staddur í stórari neyð!

 

118 Hoyr tað sjálvur, Sigur jall,

eg beri tær boð til handa:

Hermundur er í myrkastovu,

staddur í stórum vanda!

 

119 Vilt tú ikki loysa út

sonin tín hin sæla,

Halga skal eld í loftið seta,

ræður tann jomfrú tala.

 

120 Vilt tú ikki loysa út

sonin tín hin dýra,

Halga skal eld í loftið seta,

brenna upp borgir fýra.”

 

121 Jallur gongur í høgaloft,

hann mælir við sín son:

“[Í] ótíð vart tú til verðina borin,

betur væri ein kona!

 

122 Tí kom eg í høgaloft

hagar nú til tín,

Hermundur er í myrkastovu,

tolir so harða pínu.”

 

123 Eirikur varð so illa við,

tekur til sín knív:

“Eg skal loysa út bróður mín

ella láta lív.”

 

124 Eirikur klæðist árla morgun,

fer í brynju nýggja:

“Svørji tann eið á mína trú,

nú má eg blóðið síggja.”

 

125 Eirikur tekur sítt skjøld og svørð

fast av miklum móði:

“Í ótíð var eg til verðina borin,

nú noyðist eg vekja blóðið.”

 

126 Svaraði jomfrú Beyða:

“Eg skal undan ríða,

mær eru kunnig lokabrøgð

og allir loynistígir.”

 

127 Eirikur reikar um borgina,

hann fann ikki inn at ganga,

hann klývur upp hurðar av seigum jarni,

hann loysir út reystan fanga.

 

128 Klývur upp hurðar av seigum jarni,

hann loysir út reystan fanga:

“Statt upp, Hermundur, bróðir mín,

ert tú førur at ganga!”

 

129 Hermundur sprakk av myrkastovu,

til ilsku var hann fús:

“Eg havi kongi skatt at lúka

fyri tað myrka hús.”

 

130 Hermundur sprakk av myrkastovu,

til ilsku var hann baldur:

“Eg havi kongi skatt at lúka

fyri tað jarnið kalda.”

 

131 Hermundur sprakk av myrkastovu,

sló so upp við gleim:

“Eins mans hálsi vildi eg nátt,

áður enn eg reið heim.”

 

132 Hermundur gongur for Atla kong

við alskyns spekt og prýði:

“Statt upp, Atli, og klæð teg væl,

eg bjóði tær út at stríða!

 

133 Tú vildi ikki tína dóttur

geva mær og gifta,

nú bjóði eg tær eitt annað boð,

lív skal londum skifta.

 

134 Tú vildi [ikki] tína dóttur

gifta í mín haga,

tað skal verða deyðin tín,

fleiri dreingjum at skaða.”

 

135 Hermundur so til orða tekur,

hann gerst nú nýtur drongur:

“Statt upp, Atli, og klæð teg væl,

og dvølst nú ikki longur!”

 

136 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

teir leggja sínar bardagar

skamt frá kongins høll.

 

137 Árla var um morgunin,

sólin roðar í grótið,

leggja teir stríð frá kongins høll

við hvøssum glavarspjóti.

 

138 Leggja teir sínar bardagar

kongins høllum hjá,

Halga stóð í glasgluggum,

fullgjølla hon tað sá.

 

139 Leggja teir sínar bardagar

fram eftir hvøssum gróti,

Hermundur og Eirikur

ríða har ímóti.

 

140 Hermundur og Eirikur

ríða har ímóti,

búkar fullu á jørðina niður,

sum tey varpa gróti.

 

141 Hermundur ríður í herin fram,

Eirikur honum næst,

hundrað heilt og hartil hálvt

tað fell í fyrsta kasti.

 

142 Hermundur tokar í herin fram,

letur av brandi rúka,

náir ikki á jørðina niður,

hann treður á manna búkar.

 

143 Eirikur tokar í herin fram,

fáur reið honum ímóti,

hvør sum fyri hans hendur kom,

har hevði hann høvur á spjóti.

 

144 So ríður hann Eirikur

víðan vøllin fram,

klývur hvønn um tvørar av,

ímóti honum rann.

 

145 Klývur hvønn um tvørar av,

ímóti honum rann,

eftir stendur Atli kongur

við sín triðja mann.

 

146 Nú er hann gingin, Atli kongur,

undir borgarlið:

“Mín keri Eirikur,

tú gev mær grið!”

 

147 “Gjarna gevi eg tær grið og frið,

kundi tú hann fá.”

Har kom illi Hermundur,

hann hjó hans høvur frá.

 

148 Har kom illi Hermundur,

hann hjó hans høvur frá,

síðan báðar sveinarnar

legði hann honum hjá.

 

149 Halga stóð og sá hará,

slíkt er mikil villa,

einki syrgir hon faðirs deyða,

livir Hermundur illi.

 

150 Halga stóð og sá hará,

slík eru mikil undur,

einki skoytir hon faðirs deyða,

livir Hermundur.

 

151 Hermundur fór til hallar heim,

tók sær frúvu at festa,

snarliga læt til brúdleyps ætla,

hann læt ikki longur fresta.

 

152 Hermundur festi Halgu,

tá var lokin vandi,

Eirikur festi Beyðu,

teir gjørdu so skil fyri landi.

 

153 Hermundur festi Halgu

bæði við semju og sátti,

settist aftur í stólin tann,

ið Atli kongur átti.

 

154 Drukkið varð teirra brúdleyp

bæði við mjøð og vín,

Eirikur førdi Beyðu

til Sigur jall, faðir sín.

 

CCF 66 Ea

TSB E 85

 

Handrit: Savn Hammershaimbs AM, Access. 4c I [7].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 76.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 15. bind, s. 188.

 

Heimild: Úr Sandoy:  Johannes Lukassen (1791-1884), Skálavík, 1847

 

E 85 Hermundur illi (Outlaw saves his beloved from an unwanted marriage) Hermundur, sonur ein jall, er eitt klandrivætti (cN: hann hevur dripið ein av beiggjum sínum), og tí hevur kongur koyrt hann í útlegd. Hann verður góður við Halgu, kongsdóttrina.

Hermundur, sonur ein jall, er eitt klandrivætti (cN: hann hevur dripið ein av beiggjum sínum), og tí hevur kongur koyrt hann í útlegd.

Hann verður góður við Halgu, kongsdóttrina. Við galdraráðum fær Halga ein boðbera at siga Hermundi, at pápi hennara vil, at hon giftist øðrum manni.

Hermundur kemur aftur og fer í brúdleypið (F, cN: í dularbúna). – F: Hann drepur brúðgómin. Hermundur verður tikin og settur fastur, og Halga sendir faðir hansara boð um hetta. Hann eggjar soninum Eiriki, sum verður mettur rædduskítur, at gera okkurt, og tað eydnast Eiriki at fría beiggja sín. Hermundur drepur kong og giftist Halgu, og Eirikur giftist tænastugentu hennara. – N: Hermundur drepur brúðgómin (cN: sum er ein beiggi hansara).

Tá ið kongur roynir at taka hann, vinnur Hermundur á honum og noyðir hann at geva sær dóttur sína.

á føroyskum: CCF 66 (eisini á norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019