• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hermundur illi

 

CCF 66 F

TSB E 85

 

1 Atli vindur upp síni segl,

siglir millum fjarða,

festi hina ríku kongins dóttur

oman av Miklagarði.

 

*Løtum dans stíga, dreingir,

nú stásiliga stíga!

Ringurin stendur í væl, frúva.

*Løtum dans stíga, dreingir!

 

2 Festi frúnna Kristina,

føgur sum nøkur lilja,

hvørt eitt barn, í ríkinum var,

er riðið ta frúvu at fylgja.

 

3 Hvørt eitt barn, í ríkinum var,

fylgdi ta frúvu á leið,

faðir hennara og móðir

niður til strandar reið.

 

4 Jallin eigur tógva synir,

føddar á gævustund,

annan nevni eg Eirik,

annan Hermund.

 

5 Annan nevni eg Eirik,

annan Hermund illa,

tað er mær av sonnum sagt,

at sundur barst teirra millum.

 

6 Eirikur vaks í faðirs garði,

gull bar á hans heiði,

hann er so ræddur í sín huga,

hann torir ei síggja mann reiðan.

 

7 Eirikur vaks í faðirs garði,

gull ber á hans høvur,

hann er so ræddur í sín huga,

hann torir ei síggja mann bløða.

 

8 Eirikur vaks í faðirs garði

undir tí *tjaldi reyða,

í tí víggi vil hann ei vera,

sum hjørtin er sligin til deyða.

 

9 Hermundur vaks í faðirs garði,

við tí fór hann fram,

tann dag hann sær ikki tók,

hann blógvaði ikki mann.

 

10 Hermundur vaks í faðirs garði,

søgur ganga frá,

tann dag hann sær ikki tók,

hann blógvaði ikki ein ella tvá.

 

11 Tað var pá ein síðla dag,

kongur á heiði reið,

fimmti fann hann raskar kempur

sjúkar á síni leið.

 

12 Fimmti fann hann raskar kempur,

allar við deyðasár:

“Nú er hin illi Hermundur

í dag riðin til vár.”

 

13 Kongurin brynjar út

fjøruti lið,

Hermundur reið í herin ein,

og allar høgg hann niður.

 

14 Kongurin brynjar út

tólv hundrað og feiri,

Hermundur reið í herin ein,

og allar drap hann teir.

 

15 Kongurin gár í høgaloft inn,

sigur síni dóttur frá:

“Hermundur hevur os neisur vunnið,

tí stár hans lív í váða.

 

16 Hermundur hevur os neisur vunnið,

nú stár hans lív í váða,

hoyr tað, Helga dóttir mín,

tú skalt hans deyða ráða!”

 

17 Tí svaraði jomfrú Helga

bæði av ilsku og bræði:

“Latið Hermund á gálgan upp

at turka har síni klæði!”

 

18 Tí svaraði Hermundur,

tar ið hann stóð blant manna:

“Áðrenn tú meg á gálgan hevur,

tá skulu vit váknum kanna.”

 

19 Tað var pá ein annan dag,

kongur á heiði reið,

fimmti fann hann raskar kempur

sjúkar á síni leið.

 

20 Fimmti fann hann raskar kempur,

allar við deyðasár:

“Nú er hin illi Hermundur

í dag riðin til vár.”

 

21 Kongurin brynjar

út fjøruti lið,

Hermundur reið í herin ein,

allar høgg hann niður.

 

22 Kongurin brynjar út

tríati menn,

Hermundur reið í herin ein,

og allar drap hann enn.

 

23 Kongurin gár í hallina inn,

sigur síni dóttur frá:

“Hermundur hevur os neisur vunnið,

nú stár hans lív í váða.

 

24 Hermundur hevur os neisur vunnið,

nú stár hans lív í váða,

hoyr tað, Helga dóttir mín,

tú skalt hans deyða ráða!”

 

25 Tí svaraði jomfrú Helga:

“Hetta er mikil vandi,

gerið Hermund útlagnan

burt av vára landi!”

 

26 Tí svaraði Hermundur,

fagur sum nøkur kvinna:

“Far væl, jomfrú Helga,

tú manst væl á meg minnast!”

 

27 “Tað eru hvørki tjóvar ella trælar,

ið her fáa frið í landi,

fyri hvat skal eg minnast á teg,

útlagin veri *tú, hin* vandi!

 

28 Tað eru hvørki tjóvar ella trælar,

ið fáa frið her inni,

fyri hvat skal eg minnast á teg,

útlagin ver tú, hin illi!”

 

29 Tí svaraði Hermundur,

heldur á brýndum knívi:

“Vart tú sonur til faðir tín,

tá skuldi tú týnað lívið.”

 

30 Kongurin læt tað tingið setja,

mangur fór glaður av,

gjørdi Hermund útlagnan

á tann sama dag.

 

31 Hermundur vindur upp síni segl,

út í havið setti,

kongurin letur halda vakt

á hvørjum nesi eftir.

 

32 Rókust úti í myrkum havi

fullar mánar tvá,

ongar vættrar mundu teir

til nøkur lond at sjá.

 

33 Ongar vættrar mundu teir

til nøkur lond at sjá,

fyrsta land, hann fekk at sjá,

hans móðurfaðir var á.

 

34 Tí svaraði kongurin

í fyrsta orði tá:

“Latið ikki vár dótturson

av vára landi gá!”

 

35 Hermundur stendur á bunkanum,

allur í jarni klæddur:

“Sig tað mínum móðurfaðir,

eg eri ikki ov ræddur!”

 

36 Helga stendur innan høgaloft.

sínum orðum snýr:

“Hvat man gera Haki kall,

hjá mínum faðir býr?

 

37 Tríggjar eigur hann synir av sær,

onga eigur hann kúgv,

einans vættra føðir hann teir,

hann rør út á sjógv.”

 

38 Tað var jomfrú Helga,

sær bar gull á hand,

so gár hon úr høgaloft

niður til sjóvarstrand.

 

39 Tað var jomfrú Helga,

gár við strondum fram,

ramar ristir hon rúnirnar

niður í Haka stavn.

 

40 Ramar ristir hon rúnirnar

niður í Haka hettu:

“Ikki koma tit heilir heim,

fyrr enn tit hava Hermund sætt!”

 

41 Ramar ristir hon rúnirnar

niður í Haka bát:

“Ikki koma tit heilir heim,

 fyrr enn tit hava Hermund sjá!”

 

42 Rókust úti í myrkum havi

fullar mánar tvá,

sum tann høga boðaslóð

so feil tann bylgjan blá.

 

43 Haki stendur í fremra stavni,

tekur hans hold at spilla:

“Eg síggi skip eftir havi koma,

vera man Hermund illi.”

 

44 Tí svaraði Haki kall,

hann hevði ikki fleiri orð:

“Vit vita os ikki sømri ráð

enn stoyta os út for borð.”

 

45 Tí svaraði Eirikur,

ið yngstur var av teim:

“Frættið heldur tíðindi,

so føra vit nøkur heim!”

 

46 Hermundur stendur á bunkanum,

vera má dreingjamaki:

“Eg síggi segl eftir havi koma,

vera má kallmann Haki.”

 

47 Tað var Hermundur illi,

stendur í fremra stavn,

so tók hann í Haka bát,

hann setir á knørru fram.

 

48 “Set teg niður, Haki kall,

sig mær satt ífrá:

hvussu livir á Sakslandi

faðir og móðir í ár?”

 

49 “So livir hon móðir tín

við so mikið mein,

eingin kona á Sakslandi

syrgir teg meiri enn ein.”

 

50 “Set teg niður, Haki kall,

lat ikki hug tín skelva:

hvat er títt á Sakslandi?

livir jomfrú Helga?”

 

51 “So livir jomfrú Helga

við so mikið mein,

henni er sami riddari givin,

hertugin Hergeir.

 

52 So livir jomfrú Helga,

hetta er mikil villa,

alla sína ævina

syrgir hon Hermund illa.”

 

53 “Set teg niður, Haki kall,

hav ikki við tær grein,

tú vart sá maður á Sakslandi,

ið mær vann einki mein!”

 

54 Hann fór eftir tí drykkjusteypi,

kallinum drekka bar,

kall situr við *æru sína,

hann drekkur har ikki av.

 

55 Hann reiðir upp eina silkisong,

kallinum býður at sova,

kall situr við *æru sína,

hann vil ikki tey boð lova.

 

56 “Og so mikið reyðargull,

sum henda knørra kann bera,

hoyr tú tað nú, Haki kall,

tað vil eg tær geva!

 

57 Hoyr tú tað nú, Haki kall,

letur tú meg tað frætta,

eg svørji við meg og ei við Gud,

at lív skalt tú ikki vænta!”

 

58 Og so mikið reyðargull

hann letur í drykkju niður;

kallin skar so sára við:

“Hann søkkir os allar niður!”

 

59 Og so mikið reyðargull

hann *laðar í Haka bát,

síðan vendi Hermundur

síni skútu frá.

 

60 Vinda teir upp síni silkisegl,

gull í vovin rand,

strykar ei á bunka niður

fyrr enn við Saksland.

 

61 Kasta sínum ankørum

á tann hvíta sand,

fyrst steig Hermundur illi

sínum fótum á land.

 

62 Gingu teir frá strondum niðan

bæði við gleði og gleim,

alt var fólk í brúdleypi,

og har var eingin heima.

 

63 Alt var fólk í brúdleypi,

har var gingið í gildi,

uttan Eirikur, bróðir hans,

í høgalofti situr.

 

64 Jútskan læt hann sær hattin *síga

niður for gula lokk,

uttarlaga sær sessin tók,

sum sigist í kvinnuflokk.

 

65 Jútskan læt hann sær hattin síga

niður for gula hár,

uttarlaga sær sessin tók

stakkalinum hjá.

 

66 Eingin tann, ið inni var,

henda riddara kendi

uttan jomfrú Helga,

ið reyðargull bar á hendi.

 

67 Hermundur tekur sítt fingurgull,

letur í drykkju niður:

“Ber tað hasi fátæku kvinnu,

ytst við dyrnar situr!”

 

68 Hermundur tekur sítt fingurgull,

lokar yvir ker,

sendir so aftur for Helgu,

rætt sum boðið ber.

 

69 Beyðita stendur á hallargólvi,

heldur á mjaðarskál:

“Tað síggi eg á kvinnuorðum,

kallmans hevur hon mál.”

 

70 “Tegi, tú Beyðita,

far ikki við tí hátt,

hann hevur ofta í mínum sali

drukkið alvæl kátt!”

 

71 Tríati kerti

og fjøruti ljós,

tað fylgdi teirri ríku frú

í brúðarhús.

 

72 Tríati kerti

og fjøruti logar,

kongurin og hirðin øll

Hergeiri fylgdu at sova.

 

73 Tí var Hermundur illi,

ilt var skap at eggja,

tað var pá ein síðla dag,

hann kreyp millum stavs og veggja.

 

74 Tað svaraði Hergeiri,

tóktist vera kent:

“Sjálvur hin fanýti

hevur teg higar sent.”

 

75 “Eg eri einki fánýti

heldur enn sjálvur tú,

ert tú av rættum kongakyni,

vita, royn teg nú!”

 

76 “Tað segði eg tær, Hergeiri,

tá ið tú heiman fór,

illa mundi tú njóta mín,

og nú er á tí vón.

 

77 Tað segði eg tær, Hergeiri,

tá ið tú reið til ferða,

illa mundi tú njóta mín,

og nú man á tí verða.”

 

78 Hergeiri leyp úr seingini fram,

hugsaði sær til frama,

Hermundur fór eftir hallargólvi,

gav honum bráðan bana.

 

79 Beyðita stendur á hallargólvi,

rópar fólk til sín:

“Hermundur er í moynnasali,

hevur dripið bróður mín.”

 

80 Summir hús at ríva,

summir dyr at bróta:

“Latið ikki Hermund illa

jomfrú Helgu njóta!”

 

81 Tað var hin illi Hermundur,

tá var hann staddur í trongd,

feldi meiri enn hundrað mans,

hann ruddi fyri sær gongd.

 

82 Tað var Hermundur illi,

tá var hann staddur í vanda,

sundur gekk hans góða svørð

ímillum hans beggja handa.

 

83 Tóku teir unga Hermund,

settu hann í band,

spardu hvørki stokk ella stál

alt um hans ljósu hand.

 

84 Settu teir hann í myrkastovu,

góvu honum goyms og gæti,

hann hevði so mangan óvinin

alt um sítt lív at træta.

 

85 Settu teir hann í myrkastovu,

góvu honum goyms og gæt,

hann hevði so mangan óvinin,

tá stóð hans lív í 'Et'.

 

86 Tað var jomfrú Helga,

sær bar gull á hendi,

skrivar hon eitt so loyniligt bræv

og jallinum fram tað sendi.

 

87 Vil hann ikki av myrkastovu

hjálpa sínum sæla son,

loftini skulu í eldi brenna.

So var frúar orð.

 

88 Vil hann ikki av myrkastovu

hjálpa sínum soni sæla,

loftini skulu í eldi brenna.

So ræður frú at mæla.

 

89 Jallurin gár í høgaloft

for sín sæla son:

“Ótíð vart tú í heimin borin,

betri vart tú ein kona!”

 

90 Eirikur sprakk um borðið fram,

søgur ganga frá:

“Eg svørji við meg og ei við Gud,

nú skal eg blóðið sjá.”

 

91 Eirikur gongur at myrkastovudurum,

hvørki við sorg ella sút,

slítur upp hurðar av seigum jarni,

loysir sín bróður út.

 

92 Slítur upp hurðar av seigum jarni,

loysir út reystan fanga:

“Statt upp, Hermundur, bróðir mín,

ert tú førur at ganga!”

 

93 Tí svaraði Hermundur,

til ilsku var hann fús:

“Eg havi kongi skatt at *lúka

fyri tað myrka hús.”

 

94 Tí svaraði Hermundur,

hann trýstir á hjartað balda:

“Eg havi kongi skatt at *lúka

fyri tað jarnið kalda.”

 

95 Aftur mintist Hermundur,

hvat verið hevði fyrr,

legði eld í borgina

og stokkar fyri dyr.

 

96 Legði eld í borgina,

stokkar fyri dyr,

brendi inni kongin

og alt hans valdra lið.

 

97 Hermundur festi Helgu,

tað var minni vandi,

*en hann* Eirikur Beyðitu,

teir gjørdu so skil for landi.

 

98 Hermundur festi Helgu,

tað var minni váði,

*en hann* Eirikur Beyðitu,

teir gjørdu so brúdleyp báðir.

 

*Løtum dans stíga, dreingir,

nú stásiliga stíga!

Ringurin stendur í væl, fróva.

*Løtum dans stíga, dreingir!

 

CCF 66 F

TSB E 85

 

Handrit: Kvæðasavn úr Sandvík. Føroyamálsdeildin. Vol. II, Ne. 2. s. 20

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 83.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2000) 15. bind, s. 208.

 

Heimild: Úr Suðuroy:  Hans Pauli Johan-Petersen , Hanus í Lopra (1814-1886), Sandvík, 1837

 

E 85 Hermundur illi (Outlaw saves his beloved from an unwanted marriage) Hermundur, sonur ein jall, er eitt klandrivætti (cN: hann hevur dripið ein av beiggjum sínum), og tí hevur kongur koyrt hann í útlegd. Hann verður góður við Halgu, kongsdóttrina.

Hermundur, sonur ein jall, er eitt klandrivætti (cN: hann hevur dripið ein av beiggjum sínum), og tí hevur kongur koyrt hann í útlegd.

Hann verður góður við Halgu, kongsdóttrina. Við galdraráðum fær Halga ein boðbera at siga Hermundi, at pápi hennara vil, at hon giftist øðrum manni.

Hermundur kemur aftur og fer í brúdleypið (F, cN: í dularbúna). – F: Hann drepur brúðgómin. Hermundur verður tikin og settur fastur, og Halga sendir faðir hansara boð um hetta. Hann eggjar soninum Eiriki, sum verður mettur rædduskítur, at gera okkurt, og tað eydnast Eiriki at fría beiggja sín. Hermundur drepur kong og giftist Halgu, og Eirikur giftist tænastugentu hennara. – N: Hermundur drepur brúðgómin (cN: sum er ein beiggi hansara).

Tá ið kongur roynir at taka hann, vinnur Hermundur á honum og noyðir hann at geva sær dóttur sína.

á føroyskum: CCF 66 (eisini á norskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019