• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hilmars tættir

 

Hilmars tættir

 

CCF 68 B

TSB E 78

 

(I)

 

1 Eina veit eg rímuna,

gjørd við nýtum orðum,

Hilmar nevni eg kongin tann,

ið ráddi for Botnum norður.

 

Tundur, tundur, leyvartundur,

leyvur frammanundir,

lat ikki grúsa saðilin

á hersið leyvartundur!

Tundur, tundur, leyvartundur,

leyvur frammanundir.

 

2 Hilmar situr í hásæti,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

3 Sveinar svara sínum harra:

“Hví spyrjið tær so?

Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.”

 

4 Hilmar so til orða tekur,

gull ber seg á hand:

“Nú er eingin í heiminum,

sum er mín ovurmann!”

 

5 Svaraði Hilmars merkismaður:

“Tala ikki slíkt,

tað er einki í heimi til,

ið annað er ikki líkt!

 

6 Tað er einki í heimi til,

ið annað er ikki líkt,

Tundur kongur á Kurtlandi

býður sær til slíkt.

 

7 Hvønn dag mann á grønum vøll

høggur hann niður við list,

við leyvum prýðir hann hestbúnan

niður av sypriskvist.”

 

8 Hilmar letur snekkjur smíða,

djúpar og so langar,

hvíta fjøður við munn á sær,

ringdan seym til rangar.

 

9 Hilmar skundar síni ferð,

vindur segl í topp,

sigldi so á Suðurlond

ta døkku vetrarnátt.

 

10 Hilmar skundar síni ferð,

segl vant upp í ský,

sigldi so á Suðurlond

ta døkku vetrartíð.

 

11 Higar ið teirra snekkjan

kendi fagurt land,

lótu síni ankør falla

á so hvítan sand.

 

12 Lótu síni ankør falla

á so hvítan sand,

fyrstur stígur Hilmar ungi

sínum fótum á land.

 

13 Hilmar so til orða tekur,

heldur á stáli stinna:

“Sjálvur skal eg til hallar fara

kong á máli finna.

 

14 Helvtin hon skal eftir vera

her av mínum liði,

meðan eg fari til hallar heim

og kongins dóttur biði.”

 

15 Gingu teir frá strondum niðan,

herin vóru klæddir,

reyðargullhjálm á høvdi bóru,

vóru av ongum ræddir.

 

16 Hilmar gekk frá strondum niðan

eina beina leið,

hann sá ein so ljótan orm,

í grasi har hann skreið.

 

17 Hilmar gekk frá strondum niðan

fremstur av sínum liði,

dró hann av sín [búgvin] brand

og hjó hann av um miðju.

 

18 Mitt í miðjum grasagarði

aksla síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn.

 

19 Og so búnir ganga teir

í høgar hallir inn,

sum Kurtlands kongur for borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

20 Hilmar stendur á hallargólvi,

í forðum var tann siður,

hevur alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

21 Hilmar stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðju sína:

“Sit væl, reystur Tundur kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

22 Leingi sat hann Kurtlands kongur,

hugsaði um tey ráð,

hvussu hann skuldi Hilmari

eitt hániligt andsvar fá.

 

23 Hilmar stendur á hallargólvi,

blítt bar merki á sær,

snarliga gekk at borðum fram:

“Kongur, veit mær svar!”

 

24 Kongurin so til orða tók,

gull bar seg á hendi:

“Eg gevi ei mína dóttur burt

tann mann, eg ikki kenni.”

 

25 Hilmar so til orða tók,

var ei til tess sein:

“Eg skal tær í øllum lutum

allar ættir greina.

 

26 Ásmund kalla teir faðir mín,

menskur maður av sonnum,

so er mær frá móður [sagt],

at hon hæt frúgvin Anna.

 

27 Ásmund kalla teir faðir mín,

menskur maður av sonnum,

hann var tann fyrsti í Botnum norður

av øllum kristnum monnum.”

 

28 Kongurin so til orða tók,

í skarlak var hann klæddur:

“Far tú aftur í Botnar norður

við tínar sveinar allar.”

 

29 Svaraði Hilmars merkismaður,

letur brandar bíta:

“Kongurin, gev honum svarið gott,

sum vær kunnum á at líta!”

 

30 Vreiður upp frá borðum steig

kongurin Leyvartundur:

“Far teg aftur í Botnar norður

verri enn nakar hundur!”

 

31 “Vilt tú mær ikki tína dóttur

geva mær og gifta,

eg bjóði tær eitt annað boð,

lív skal londum skifta.

 

32 Eg kom meg úr Botnum norðan,

hugsaði at fara við frið,

kongurin, kom av hallini út,

brynja út alt títt lið!”

 

33 Hilmar út av durum gekk,

gull bar seg á hond,

síðan skundaði ferðina

aftur til sjóvarstrand.

 

34 Hilmar gekk frá strondum niðan,

Tundur út av høll,

hann hevði samlað eitt garpalið

saman um dalir og fjøll.

 

35 Hilmar gekk frá strondum niðan,

kongurin honum møtti,

síggjast mundi blóðismerki,

hvør tann gang hann høtti.

 

36 Høgga títt og loyva lítt,

hvørgin vildi víkja,

høggini geva teir mong og tung,

sýnast í hjarta níta.

 

37 Hilmar ríður á grønum vøll,

reystur blant sínar menn,

feldu niður Kurtlands kappar,

tíggju um í senn.

 

38 Hilmar ríður á grønum vøll,

kappin tann hin fríði,

hann var eingin av Kurtlands brøgdum,

tordi honum høgg at bíða.

 

39 Kongurin gongur í grasagarði,

hugsast ikki um frið,

allar eigur hann Kurtlands bragdir,

heldur hann hetta við.

 

40 Kongurin gongur í grasagarði,

gerst so nýtur drongur:

“Nú eru eingi svinnari ráð

 enn heita á Óðin kong!”

 

41 Eitt kom æl av útnorðri

við høgl og harðar nøtur,

niður feldu Hilmars menn,

sum leyvið fellur um vetur.

 

42 Hilmar ríður á grønum vøll,

tykist vera í neyð:

“Fallið er mítt valdra lið,

líður nú fast at deyð.

 

43 Tynnir í tað myrka æl,

lýsir av fjøllum harða,

Hilmar aftur um brandin treiv,

letur ei høggum spara.

 

44 Hilmar vá upp brandin sín,

søgur ganga frá,

sundur gekk hans góða svørð,

tað brast í lutir tvá.

 

45 Hilmar sá eitt lindarblað,

tað rann við eggini fram,

tað er mær av sonnum sagt,

hann var í hug so gramm.

 

46 Hilmar sá eitt lindarblað,

á grønari heiði stóð,

trívur um eina stóra eik

og rívur upp við rót.

 

47 Hilmar vá upp eikina,

hon var ikki lætt at flyta,

feldi niður Kurtlands kappar,

tíggju for hvørja sipu.

 

48 Kongurin ríður á grønum vøll,

tann hin garpin knáur:

“Hjálp nú, Óðin, tað ið tú kanst,

sum tú í forðum áður!”

 

49 Óðin kom av Skildrarheiði,

hvast bar hann í munni,

Hilmar stóð á grønum vøll

og møtti við eikirunni.

 

50 Heiðin undan brynju hvarv,

tekur í fjøllum skramla,

nú skal taka upp annan tátt

og heita á Óðin gamla.

 

(II)

 

51 Ein kom maður á víðan vøll,

spjót bar hann á nakka,

tekur at oyða Hilmars menn

sum villini djór for bakka.

 

52 Ein kom maður á víðan vøll,

fáur var hans javni,

tekur at oyða Hilmars menn

sum dúgvur fyri ravni.

 

53 Nú skal taka upp ráðini,

sum faðir gjørdi í forðum,

Hilmar sendi bønir upp

til himna við nýtum orðum.

 

54 “Tað var mær av sonnum sagt,

so gjørdi faðir í forðum,

tá hann vá tey ljótu trøll,

ið bygdu í Botnum norður.

 

55 Har hevur eingin kongur búð

úr nakrari kristnari ætt

fyrr enn Ásmundur, faðir mín,

við Guði og góðari makt.

 

56 Fyrr enn Ásmundur, faðir mín,

við Guði og góðari makt,

tí var hann kallaður Trøllabani,

sum frægir hava frætt.”

 

57 Hilmar gav so vænt eitt høgg,

hann miklar ódnir biður,

Óðin undan brynju neig,

hann stoyttist í jørðina niður.

 

58 Óðin stoyttist í jørðina niður,

tonn og lungu feldi:

“Tær gevi eg nú, Fávnisbani,

fagran sigur í hendi.”

 

59 Kongurin gongur í grasagarði,

svør á sína sann:

“Nú er einki til ráða at taka,

eingin dugna kann.”

 

60 Kongurin gongur í grasagarði,

heldur á stáli stinna:

“Nú er at taka upp onnur ráð,

Hilmar á máli finna.

 

61 Hoyr tað, reystur Hilmar ungi,

gevið nú yvir hetta,

fylg tú mær til hallarborg

mína dóttur at ekta.”

 

62 Svaraði Hilmars merkismaður,

tann teir Torstein nevna:

“Latið hann ikki boðini bera,

svikini hevur hann innað!”

 

63 Hilmar so til orða tekur,

fáir finnast slíkir:

“Statt upp, reystur Kurtlands kongur,

verj nú lív og ríki!”

 

64 Kongurin sprakk í saðilin upp

av so grimum huga,

høgg til Hilmars merkismann,

ei vildu svikum duga.

 

65 Høgga títt og loyva lítt,

hvørgum mundi bella,

Hilmar kom í víggið fram,

tá Torstein tók at hella.

 

66 So rann blóð á Kurtlandi

sum fossur av høgum fjalli,

Hilmar ríður í herin fram

og oyðir bragdir allar.

 

67 So rann blóð á Kurtlandi

sum streymur á slættum sandi,

kongurin tapti liðið alt,

tað var so mikil vandi.

 

68 “Tað batar ei, tín kurtalson,

at prýða tín hest við blað,

um enn hann var av brendsilvur,

tú lata skal lív í dag.”

 

69 “Tá eg sat á hersi mínum,

kundi eg dyst at ríða,

hann var eingin á Suðurlondum,

tordi mær høgg at bíða.”

 

70 Svaraði ein av kongins monnum,

á vølli tar hann stendur:

“Latið ei kongins hestbúnað

falla í trøllahendur!”

 

71 “Er hann komin úr Trøllabotni

at royna meg á vølli,

ei skal hann flyta mín hestbúnað

aftur í Oknahelli!”

 

72 Kongurin brá sín brand á loft,

ætlaði hinum at sæta,

Hilmar honum ímóti tók,

so tað vildi einki bata.

 

73 “Tað batar ei, tín kurtalson,

at prýða tín hest við leyv!”

Torstein gav ei longur *frest,

hann kongin í lutir kleyv.

 

74 Hilmar reið til hallar heim

at festa fagurt sprund,

mangur fremur hvíluna

tekkiligri stund.

 

75 Hilmar festi Ingibjørg,

flutti til sína búð,

tað er mær av sonnum sagt,

hon var bæði von og prúð.

 

76 Hilmar festi Ingibjørg,

vænur var hann av dreingjum,

sigldi so í Botnar norður

og var har kongur leingi.

 

77 Týðað havi eg frøðið alt,

greint frá hvørjum orði,

Kurtlands krúna sútir ber,

tí oytt er fólk av borði.

 

78 Týðað havi eg frøðið alt,

alt fyri uttan sorg,

Kurtlands krúna sútir ber,

tí oytt er fólk úr borg.

 

79 Týðað havi eg frøðið alt,

so best sum eg kann gera,

Kurtlands krúna sútir ber,

tí hana vil eingin bera.

 

80 Torkil hetta frøði gjørði,

Hjálmar av Uppsakinni,

mangur ræður í heiminum,

tó er maður minni.

 

Tundur, tundur, leyvartundur,

Ieyvur frammanundir,

lat ikki grúsa saðilin

á hersið leyvartundur!

Tundur, tundur, leyvartundur,

leyvur frammanundir.

 

CCF 68 B

TSB E 78

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c I [7].

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 98.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 16. bind, s. 31.

 

Heimild: Úr Sandoy: Johannes Clemensen. Jóannes í Króki (1794-1869), Sandi, 1848

 

E 78 Hilmars tættir (Christian suitor kills heathen king to get his daughter)

Hilmar byggir skip og siglir til Gunnar kongs at biðja um dóttur hansara. Gunnar sigur seg ikki vilja geva manni, sum hann ikki kennir, dóttrina, og síðani greiðir Hilmar frá, at pápi hansara er kristin.

Gunnar háðar hann, og Hilmar bjóðar Gunnari av at berjast. Har verður hart stríð, og Gunnar biður Óðin um hjálp.

Heglingsæl ger av við fleiri av Hilmars monnum. Hilmar biður til himmals við orðum, sum pápin hevur lært hann, og fær megi at sigra á Óðini. Hann drepur Gunnar og giftist við dóttur hansara.

á føroyskum: CCF 68 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019