• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Hilmars tættir

 

Hilmars tættir

 

CCF 68 C

TSB E 78

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

meðan eg greini frá orðum,

Hilmar nevni eg kongin tann,

ið ráddi for Botni norður.

 

            Konungssons snekkja,

hon ber rætt og fram,

hon vil hava ein

so raskan stýrimann.

 

2 Hilmar situr í hásæti,

snakkar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka,

tað havi eg hugsað leingi.”

 

3 Sveinur svarar sínum harra:

“Hví spyrji tær so?

Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.

 

4 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á,

hoyrt hava vær gitið, Kurtlands kongur

væna dóttur ár.

 

5 Kurtlands kongur dóttur eigur,

væna og so vísa,

kanst tú hana til ektar fá,

hon kann væl lív títt prísa.”

 

6 “Er hon so von og tekkilig,

sum tit siga frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

og hana skal eg fá.”

 

7 Hilmar gár for faðir sín,

sigur honum frá:

“Hvar veitst tú so væna jomfrú,

ið mær er sámi at fá?

 

8 Kurtlands kongur dóttur eigur,

sveinar siga frá,

hana tókti mær sámiliga,

kundi eg hana fá.”

 

9 “Lætt kom tær at hyggja upp,

tagað hevur tú leingi,

kongurin hevur av lívið tikið

so mangar raskar dreingir.”

 

10 Hilmar so til orða tekur,

gull bar sær á hond:

“Eg veit tað ongan í verðini,

ið er mín yvirmann.”

 

11 Svaraði Hilmars merkismaður:

“Tala ikki slíkt,

tað er eingin í verðini,

ið ikki hevur funnið sær líkt!”

 

12 Tí svaraði Hilmar ungi,

talar orðum svá:

“Tó skal eg ta jomfrú biðja,

tað stendst hvat av ið má!”

 

13 Hilmar letur knørru smíða,

djúpa og so stóra,

hvítar gæs við grunni fara,

vitran svein til róðra.

 

14 Summir bóru mat í skip,

summir bóru vatn,

vóru so snart til ferðar fúsir

á tí somu nátt.

 

15 Hilmar skundar síni ferð,

vindur segl í topp,

siglir so í Suðurlond

ta døkku vetrarnátt.

 

16 Hilmar skundar síni ferð,

vindur segl í ský,

siglir so í Suðurlond

ta høgu vetrartíð.

 

17 Fagur var tann snekkjan,

tar ið hon fleyt á sundi,

dreingir lata ankør falla

niður á slættan grunn.

 

18 Fagur var tann snekkjan,

tar ið hon fleyt á fjørð,

dreingir lata ankør falla

niður í bæði borð.

 

19 Hilmar stendur á skipabunka,

heldur á stáli stinna:

“Sjálvur skal eg til hallar heim

kongin á máli finna.

 

20 Helvtin hon skal eftir vera

her av mínum liði,

meðan eg fari til hallar heim

kongins dóttur at biðja.”

 

21 Hilmar gekk at borgini

ta hina longu leið,

hann sær tann hin grimma orm,

fyri sær í gøtu skreið.

 

22 Hilmar gekk at borgini

fremstur av sínum liði,

hann hevði upp sín búgvin brand,

hann hjó hann av um miðju.

 

23 Úti í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallar inn.

 

24 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallar inn,

sum Gunnar kongur á borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

25 Hilmar stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðu sína:

“Sit [væl], reysti Gunnar kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

26 Leingi tagdi Gunnar kongur,

hugsaði um tey ráð,

hvussu hann skuldi Hilmari

eitt háðuligt andsvar fá.

 

27 Leingi tagdi *Gunnar kongur,

hugsaði um tann trega,

hvussu hann skuldi Hilmari

eitt háðuligt andsvar geva.

 

28 Hilmar stendur á hallargólvi,

blítt for brósti bar,

gongur hann fram at breiða borði:

“Kongur, veit mær svar!”

 

29 Tí svaraði Gunnar kongur,

gull bar sær á hendi:

“Hvussu skal eg mína dóttur geva

honum, eg ikki kendi?”

 

30 Hilmar so til orða tekur,

til tað var hann ei sein:

“Eg skal tær frá avkomi

og øllum slektum greina.

 

31 Ásmundur var faðir at mær,

sigi eg tær av sanni,

tað var mær til móður sagt,

at hon æt frúgvin Anna.

 

32 Ásmundur er faðir at mær,

sigi eg tær av sonnum,

fyrsti tann, ið Botnar vann,

av øllum kristnum monnum.”

 

33 Tí svaraði Gunnar kongur

bæði av ilsku og bræði:

“Far teg aftur í Botnar norður,

so vanur í svínalagi!”

 

34 Tí svaraði Hilmars merkismaður,

so tók hann uppá:

“Svara kongi høviskliga,

far eftir faðir tíns ráð!”

 

35 Tí svaraði Gunnar kongur,

slíkt var mikil undur:

“Far teg aftur í Botnar norður,

verri enn nakar hundur!”

 

36 “Eg fór mær av Botni norður,

búðist mær við frið,

statt upp, reysti Gunnar kongur,

brynja út alt títt lið!”

 

37 Hilmar gekk til strandar oman,

Gunnar út av høll,

samla letur hann liðið saman

bæði um dalar og fjøll.

 

38 Hilmar gekk av hallini út,

Gunnar honum møtti,

tað mátti síggjast blóðigt merki,

hvønn tann gang hann høtti.

 

39 Gunnar gekk av hallini út,

Hilmar niðan frá flóð,

tað mátti síggjast blóðigt merki,

hvønn tann gang hann hjó.

 

40 Teir høgdu títt, teir lívdu lítt,

hvørgin vildi víkja,

so fella teir høggini tung,

tað tyktist í beinið níta.

 

41 Teir høgga títt, teir líva lítt,

hvørgin mundi bella,

so fýkur roykur av teirra hjálmum,

sum neistar av árni fella.

 

42 Gunnar gekk í grasagarð,

hugsar lítið um frið,

allar oyðir hann Kurtlands menn,

teir fullu for kongi niður.

 

43 Gunnar gekk í grasagarð,

um síðu rann honum sveiti,

tríggjar reisir í lúður blæs,

til illgerning at veita.

 

44 Eitt kom æl av útnorðri

við hagl og harðar nøtur,

so fellur fólk frá Hilmar kongi,

sum leyvið fellur um vetur.

 

45 Hilmar stendur á grønum vølli,

staddur er hann í neyð,

fallið er hans liðið alt,

og sjálvur staddur í deyð.

 

46 Tynnir nú í tað dimma ælið,

lýsir í fjallið harða,

Hilmar tekur sín búgvin brand,

hann vil hann ikki spara.

 

47 Hilmar høgg so vænt eitt høgg,

við báðum hondum vá,

sundur høgdi hann Gunnars svørð,

tað brast í lutir tvá.

 

48 Hilmar sá á lindarblaðið,

hann gekk við eggini fram,

tað var mær av sonnum sagt,

hann var í huga gramm.

 

49 Hilmar sær á lindarblað,

hann hevði so frítt eitt mót,

so tekur hann um lindarblað,

hann reiv upp eik við rót.

 

50 Rívur hann upp ta tjúkku eik,

hon var ikki lætt at flyta,

niður feldi hann Gunnars menn,

tó kundi honum eingin bíða.

 

51 Gunnar so til orða tekur,

stendur á grønum vølli:

“Fyrr var hann illur at líta á,

men nú er hann óður av øllum.”

 

52 Gunnar stendur á grønum vølli,

heldur á gyltum hjálmi:

“Nú skal taka upp annan hátt

og heita á Óðin sjálvan.”

 

53 Óðin kom úr jørðini upp,

fáur er hansara javni,

so tók at falla Hilmars lið

sum dúgva fyri ravni.

 

54 Óðin kom úr jørðini upp,

spjót bar hann á nakka,

so tók at falla Hilmars lið

sum villini 'Vugji' for rakka.

 

55 Óðin kom úr jørðini upp

við hvøssum spjót í munni,

Hilmar stendur á grønum vølli,

hann vá við eikirunni.

 

56 Hilmar stendur á grønum vølli,

bað til himla við orðum,

tað er mær av sonnum sagt,

so gjørdi faðir í forðum.

 

57 Tað er mær av [sonnum] sagt,

so gjørdi hans faðir í forðum,

tá hann vá tey leiðu trøll,

sum búðu í Botni norður.

 

58 Hilmar gav so vænt eitt høgg,

væl mundi drongur duga,

sundur hjó hann Óðins brynju,

so skógvurin stóð í loga.

 

59 Hilmar gav so vænt eitt høgg,

tað mundi drongur valda,

Óðins brynja sundur brast,

væl mundi eikin halda.

 

60 Óðin stoyttist til jørðina niður

í tað fúla lag:

“Tær gevi eg nú, Hilmar kongur,

fagran sigur í dag.”

 

61 Óðin stoyttist til jørðina niður

í tað tunga feldi:

“Tær gevi eg nú, Hilmar kongur,

sigur og fagurt heldi.”

 

62 Gunnar so til orða tekur,

svør á sína sann:

“Nú er fátt til ráða at taka,

Óðin ei dugna kann.”

 

63 Gunnar stendur á grønum vølli,

heldur á stáli stinna:

“Nú skal taka upp listir tær,

Hilmar á máli finna.

 

64 Hoyr tað, Hilmar, reysti garpi,

nú er av tað versta,

nú skalt tú fara til hallar heim

mína dóttur at festa!”

 

65 Svaraði Hilmars merkismaður,

Torstein vit hann kalla:

“Lat hann ikki boðini bera

hiðan heim til hallar!”

 

66 Hilmar so til orða tekur,

fáir finnast slíkir:

“Statt væl, reysti Gunnar kongur,

verj tíni lond og ríki!”

 

67 Hilmar tokar í herin fram,

roynir góðar gripir,

niður fellir hann Gunnars menn,

tíggju fyri hvørt sipið.

 

68 Hilmar reið í herin fram,

kempur fellir hann,

eftir stóð tá Gunnar kongur

við sín triðja mann.

 

69 Gunnar stendur á grønum vølli

við sínar tríggjar menn,

Torstein teimum á vegnum møtti,

hann vá teir allar í senn.

 

70 So rennur blóð á Kurtlandi

sum fossur á høgum fjalli,

voldi tað reysti Hilmar kongur,

hann vá *teir bragdir allar.

 

71 So rennur blóð á Kurtlandi

sum flóð á slættum sandi,

Gunnar tapti lív og lond,

sum fyrr kundi eingin granda.

 

72 Hilmar fór til hallar heim

at festa fagurt vív,

mangur fremur hvíluna

á tekkiligari tíð.

 

73 Hilmar festi Ingibjørg,

hann førdi til sína búð,

tað var mær á sonnum sagt,

hon var bæði von og prúð.

 

74 Hilmar festi Ingibjørg,

vænur var hann av dreingjum,

síðan fór hann í Botnar norður,

hann var har kongur leingi.

 

75 Týðað havi eg frøðið tað,

alt for uttan sorg,

Kurtlands króna syrgir við,

tí alt er fólk av borg.

 

76 Týðað havi eg frøðið tað,

greint frá hvørjum orði,

Kurtlands króna syrgir við,

tí alt er fólk av borði.

 

77 Týðað havi eg kvæðið tað,

so vítt sum eg kann gera,

Kurtlands króna syrgir við,

tí  eingin vil hana bera.

 

Konungssons snekkja,

hon ber rætt og fram,

hon vil hava ein

so raskan stýrimann.

 

CCF 68 C

TSB E 78

 

Handrit: Kvæðasavn úr Sandvíkar. Føroyamálsdeildin. Vol. II, Nr. 9. s. 128.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 102.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 16. bind, s. 42.

 

Heimild: Úr Suðuroy: Hans Pauli Johan-Petersen, Hanus í Lopra (1814-1886), Sandvík, 1837

 
 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019