• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Ívar á Bretlandi

 

Ívar á Bretlandi

 

CCF 69 Ba

TSB E 108

 

1 Gevið ljóð og lýðið tará,

gangið nú í dans,

kvøði um Ívar Bretlands kong

og trettan brøður hans.

 

2 Nú tá hesir trettan brøður

allir vóru sterkir,

tað er mær fyri sannheit sagt,

allir kallaðust kempur.

 

3 Ívar var tann sterkasti

av teim øllum,

tá ið hann var fimtan ár,

stóð hann móti øllum.

 

4 Ísmal hann var honum næst,

tann hin sterki alvi,

eftir honum kom Raðal jallur,

hann leikti ofta í talvi.

 

5 Teir tíggju, sum nú eftir eru,

teir nevnast ikki við navni,

tað er so víða um allar røtt,

allir kallast javnir.

 

6 Ívar hugsar við sjálvum sær,

javnt er um tí ráð,

hvar hann skuldi fara

sær javngott vív at fá.

 

7 Ívar talar til faðir og brøður:

“Vær kunnu ikki longur tiga,

lystir mær til Messulanda

hertugans dóttur at biðja.”

 

8 Svaraði ein av Ívars frændum,

hoyrt hevði frá og sagt:

“Ein kempa er í hertugans ríki,

hann tekur á frúnni akt.”

 

9 Tað var reystur Ívar kongur,

hvessir brandar bjartar:

“Ikki orð frá nakrari kempu,

ikki náa mítt hjarta.”

 

10 So letur hann Ívar kongur

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

11 So letur hann Ívar kongur

búgva skipini sín,

bæði letur hann á tey leggja

virtur og so vín.

 

12 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

13 Vant hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Messuland.

 

14 Føgur var tann snekkjan,

kendi fagurt land,

lótu síni akker falla

á so hvítan sand.

 

15 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig Ívar á Bretlandi

sínum fótum á land.

 

16 Ívar gekk frá strondum niðan,

honum fylgdu brøður fimm,

og so búgvin gongur hann

í høgu hallir inn.

 

17 Og so búgvin gongur hann

í høgu hallir inn,

sum hertug Óli við borðið sat

við monnum hundrað fimm.

 

18 Ívar stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðu sína:

“Sit væl, reysti Óli hertug,

gev mær dóttur tína!”

 

19 Hertugin so til orða tekur:

“Ei skal slíkum spara,

heintið frúnna frá hallarslotti

sjálv fyri seg at svara!”

 

20 Tá ið hann kom at hallarslotti,

talaði til Elin frú:

“Her er Ívar av Bretlandi,

vil hava tína trú.”

 

21 Til tað svaraði heidningurin,

Gloddur eitur hann:

“Tú fært ikki Elin frú,

fyrr enn eg havi barst við hann.”

 

22 Sendiboðið aftur fór,

talar til Ívar helt:

“Tú fært ikki Elin frú,

fyrr enn tú hevur Glodda felt.”

 

23 Elin gekk í hallina inn,

starir upp á dreingir.

“Hoyr tað, mín hin sæla dóttir,

hvar hevur tú verið leingi?”

 

24 Ívar leyp úr hásæti,

læt síni orð so byrja:

“Tað eru míni ørindi

Elin frú at gilja.”

 

25 Elin kemur í borgina

við fylgismoyggjar fimm,

og so búgvin gongur hon

í høgar hallir inn.

 

26 Ívar leyp úr hásæti,

læt síni orð so bráð:

“Tað eru míni ørindi

Elin frú at fá.”

 

27 Svaraði frúgvin Elin,

hugsaði um tað leingi:

“Eg vil hava Glodda,

sum raskari er av dreingjum.”

 

28 Tað var reystur Ívar kongur,

skortar hann ikki fíggja:

“Hvar er kempan Gloddur?

Nú vil eg hann síggja.”

 

29 Svaraði frúgvin Elin,

mælir hart og skarpt:

“Ríður tú mót Glodda,

hann doyvir teg snart.”

 

30 Svaraði frúgvin Elin

Ívari satt at siga:

“Hann er høgur átta alin,

breiður hálvatriðju.”

 

31 Gloddur kom í hallina inn,

slerdi fót í gólv:

“Eg skuldi vegið átta sum tú,

um enn teir vóru tólv.”

 

32 Tá ið hertugin hetta hoyrdi,

sprakk hann yvir borð,

Ívar tykti, kongins vinur

skal hava tað væna flóð.

 

33 Ívar klæðist árla morgun,

dregur brynju pá:

“Tú skalt ikki frúnna njóta,

um enn eg liva má.”

 

34 Svaraði kempan Gloddur,

mál ber yvir allar:

“Tá ið tú kemur á vøllin út,

tá krýpur tú undir stallar.”

 

35 Svaraði Ívar av Bretlandi,

grimmur og harður til víggja:

“Tá ið tú kemur á vøllin út,

fært tú annað at síggja.”

 

36 Til svaraði heidningurin,

mælir, sum hundar goyggja:

“Hoyr tú, Ívar av Bretlandi,

hví vilt tú her doyggja?”

 

37 Ívar so til orða tekur,

hann stendur í brynju ljósa:

“Hoyr tú, Gloddur, kempan sterk,

enn hevur tú einki at rósa.”

 

38 Svaraði kempan Gloddur,

lítið man hann hann virða:

“Hoyr tú, Ívar av Bretlandi,

hvar skal eg teg *hirða?”

 

39 “Tú gert einki, Gloddur,

at mæla her so títt,

hesin sami búgvin brand

skal skera høvur títt.

 

40 Tú gert einki, Gloddur,

so spottliga at tala,

hesin sami búgvin brand

skal leggja títt høvur í dvala.”

 

41 Gloddur talar til hertugan:

“Væl má tað so vera,

tú skalt allar Ívars brøður

í myrkastovu seta.”

 

42 Mælti tað kempan Ísmal,

fyri breiða borði stóð:

“Aðrenn eg fari í myrkastovu,

*vekja skal eg blóð.”

 

43 Gloddur talar til Ísmal,

rættir armin langa:

“Tá ið Ívar er fallin frá,

tú skalt á gálga hanga.”

 

44 Tað var Ívar av Bretlandi,

gat ikki hoyra tey orð:

“Her skalt tú hava tað fyrsta høgg

alt fyri tað væna flor.”

 

45 Gloddur kendi høggið stórt,

tað var ikki undur,

hjálmurin og brynjan brast,

fyri herðum gekk sundur.

 

46 Gloddur hyggur at Elinu frú,

vildi megi royna,

høgdi so á Ívar,

ætlaði hann at doyva.

 

47 Ívar loftaði høgginum,

tá frættist tað í høll,

Gloddur misti svørðið sítt

niður á grønan vøll.

 

48 “Hoyr tú, Ívar av Bretlandi,

tú lat meg svørðið fá,

illa er tað spott fyri teg

meg vápnaleysan at slá!”

 

49 Ívar honum svørðið fekk,

tað var ikki undur,

hjálmurin og brynjan brast,

fyri honum gekk sundur.

 

50 Ívar høgdi annað høgg,

øllum tókti undur,

tá fekk Gloddur sárið stórt,

at brynjan hon gekk sundur.

 

51 Gloddur høgdi annað høgg,

ymsar litir fekk,

høgdi so á Ívars heys,

hjálmur av høvdi gekk.

 

52 Tað var Ívar av Bretlandi,

gav tá høggið triðja,

tá fekk Gloddur banasár,

hann kleyv hann av um miðju.

 

53 Elin gekk í hallina inn

alt for uttan sorg,

sigur sínum faðiri frá:

“Ívar vann sigur í borg.”

 

54 Ívar sprakk av sínum hesti,

væl man drongur duga,

høgdi høvur av Glodda

og bant við saðilbuga.

 

55 Ívar gekk til hertugan,

honum man einki bella:

“Her er høvur av Glodda,

sum ætlaði meg at fella.”

 

56 Hertugin so til orða tekur,

ei skal slíkum spara:

“Heintið frúnna í hallina inn

sjálv fyri seg at svara!

 

57 Ver vælkomin, mín sæla dóttir,

her tekur ráð at svara,

her er Ívar av Bretlandi,

vil teg við ástum hava!”

 

58 Elin gekk í hallina inn

við fylgismoyggjar tólv:

“Eg vil hava Ívar kong,

má eg ráða mær sjálv.”

 

59 Tað svaraði hertugin

undir tað hvíta lín:

“Hoyr tú tað, mín veldiga dóttir,

tað stendur alt til tín!”

 

60 Elin so til orða tekur,

heldur á ringi reyða:

“Eg vil hava Ívar kong,

sum Glodda var á deyða.”

 

61 Lótu tá til brúdleyps ætla

við so mikið meingi,

kom so mangur høgur maður

sum fjøður á fuglaveingi.

 

62 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Ívar og hans vív.

 

63 Gingu bæði í eina song

Ívar og hans vív,

fór so hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

64 Elin klæddist árla morgun,

*tílíka eingin sá,

henni fylgdu vinir og frændur,

tá hon fór londum frá.

 

65 Elin klæddist árla morgun,

tekur gull á hond,

henni fylgdu vinir og frændur

niður til sjóvarstrond.

 

66 Gingu teir til strandar oman,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu, jørðin skalv,

teir drógu knørr úr neysti.

 

67 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru blá,

so stýrdi hann Ívar sterki,

snart gekk londum frá.

 

68 Bræddir vóru brandar,

forgylt var lyfting hálv,

so helt Ívar í havið út

við brúður og brøður tólv.

 

69 Vant hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunka niður

fyrr enn við Bretland.

 

70 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig Ívar av Bretlandi

sínum fótum á land.

 

71 Fyrstur steig Ívar av Bretlandi

sínum fótum á land,

so hon frúgvin Elin

undir hans høgru hand.

 

72 Tað var frúgvin Elin,

tekur til orða so:

“Tað kenni eg á sjálvum mær,

eg komi á vegskál.”

 

73 Ganga teir frá strondum niðan,

fullvæl vinir kendu,

møtti teim ein fjallatussi

við tigultalv í hendi.

 

74 Tá var eingin gleði

og einki hop at elva,

risin býður Ívar kongi

um bjørtu brúður at telva.

 

75 Ívar svaraði og segði nei:

“Ei man tað so vera,

eg havi ikki lært at leika talv,

ei nakran skemtan gera.”

 

76 Ívar so til orða tekur,

hann sortnaði sum ein mold,

býður risanum høgga við seg,

nú tekur hann svørð í hond.

 

77 Risin so til orða tekur,

hevur tað á máli:

“Eg kann betri við talvi leika

enn við jarn og stáli.”

 

78 Ívar so til orða tekur,

mælir so fyri seg:

“Hoyr tað, ungi Raðal,

tú leika talv fyri meg!”

 

79 Risin so til orða tekur,

sjálvur hann vívið kjósa:

“Kosta skal tað brúður bjørtu

ella sprundið ljósa.”

 

80 Risin talar til Raðal,

mælir við hann títt:

“Kosta skal tað brúður bjørtu

ella hálsbein mítt.”

 

81 Lótu teir tá leika talv,

tað var sum tað skuldi,

risin tapti fyrsta talv,

tó hann tað treyðugt vildi.

 

82 “Hoyr tú, breiði Bjarnatussi,

hvat hevur tú nú at rósa?

Nú skal eg høgga høvur av tær,

sjálvur tú vildi kjósa.”

 

83 Risin talar til Raðal

við reyðar kinnar og bleikar:

“Vit skulum osum at telva nú

tríterningaleik.”

 

84 Lótu teir tá leika talv

væl í tímar sjey,

Bjarnatussi mátið fekk,

nú eru talvini tvey.

 

85 Risin setir upp triðja talv,

sukkar hann so títt:

“Tað kenni eg á sjálvum mær,

eg missi høvur mítt.”

 

86 Leiktu teir við terningum,

satt er tað at siga,

Bjarnatussi mátið fekk,

tað er talvið triðja.

 

87 “Hoyr tú Ívar, bróðir mín,

nú havi eg fyri teg telvað,

risin hevur fingið sorg,

einki batti at elva!”

 

88 Ívar svaraði honum and

alt fyri uttan vreiði:

“Nú skal eg við brandi bjarta

hans høvur frá búki sneiða.

 

89 Tú hevur telvað um brúður bjørtu

móti mínum ja,

eg skal nú við svørðinum títt

høvur høgga frá.”

 

90 Risin bað um frið og lív,

svór undir reyðum skildri:

“Tú skalt fáa bæði gull og silvur,

hvat tú meira vildi.”

 

91 “Tú hevur telvað um brúður bjørtu

móti mínum vilja,

eg skal nú á somu stund

teg við lívið skilja.”

 

92 Tekur hann hendur um Ívars háls,

kallar hann søtan sín:

“Eg skal tær av víggi hjálpa,

loysir tú mítt lív.

 

93 Tú skalt fáa hornið tað,

sum goymt er heim í høll,

tað gevur bæði buldur og ljóð

yvir dalar og fjøll.”

 

94 Risin lovaði lyftið stórt,

sum er eftir tað besta,

hestar tveir og brynjur tvær,

og hjálm, sum ei kann bresta.

 

95 “Tú skalt fáa hestar tveir,

sum tú kanst væl á líta,

tú skalt fáa hjálmin tann,

einki svørð kann bíta.

 

96 Tú skalt fáa svørðið tað,

mikið er tað vert,

tað er av tí bara stáli,

í eitri er tað hert.”

 

97 “Kanst tú mær tað geva,

kanst tú mær tað fá,

eg skal svørja trygdareið,

lívið skalt tú fá.”

 

98 Risin tekur talv í hond,

talar tá so frítt,

býður Ívar og alt hans lið

heim í helli sítt.

 

99 Ísmal so til orða tekur:

“Ei man tað so vera,

uttan tú svørt osum trygdareið,

tú skalt osum einki gera.”

 

100 Risin so til orða tekur:

“Væl má tað so vera.”

Hann svór teimum trygdareið,

hann skuldi teim einki gera.

 

101 Risin skundar síni ferð,

heim í hellið vildi,

Ívar kongur og alt hans lið

honum eftir fylgdi.

 

102 Risin gekk í hellið inn

við so lítið veldi,

gomul kona á beinki sat

við trimum monnum á eldi.

 

103 Tók hon hesar tríggjar kroppar,

át allar á eini stund.

“Eya meg”, segði Ísmal,

“her er ikki frítt í lund!”

 

104 Tekur nú tríggjar jarnteinar,

harum vil eg kvøða,

leggur teir í heita bál,

í reyðan loga at gløða.

 

105 “Aftur latist helli mítt

við sítt sterka lás,

verið vælkomnir, ungir menn,

mær til øskukrás!”

 

106 Risin heilsar síni konu:

“Hvat er nú á vási?

Gev tú Ívari gull og silvur,

sum liggur undir lási!”

 

107 Risin heilsar síni konu:

“Ei má tað so vera,

eg havi svorið teim trygdareið,

tú skalt teim einki gera.

 

108 Hann skal fáa gull og silvur

alt við góðum happi,

fyri hann frelsti lívið mítt,

tá eg talvið tapti.”

 

109 Kelling seg so harmiliga

niður á beinkin setti:

“Gevur tú Ívari gull og silvur,

armari verður tú eftir.”

 

110 Kelling leyp av beinki upp,

bæði tjúkk og høg,

tekur hon Ísmal, Ívars bróður,

setir sær á knæ.

 

111 Tók hon hann á fang sítt upp,

tað var alt við blíðum,

klappaði honum við trimum fingrum,

tað brotnaði riv í síðu.

 

112 “Tú gert einki, gamla kona,

mær so hart at klappa,

tú skalt ikki við miklum alvi

meg í árnin stappa.”

 

113 Tekur hon Ísmal, Ívars bróður,

leiðir í eina vrá,

leggur hann so í myrka krók,

so risin ikki sá.

 

114 Lagdi hon hann í myrka krók,

so risin ikki sá,

síðan fór hon eftir sjálv

og legðist honum hjá.

 

115 Risin reikar um borgina,

tað var ei við lagi,

saknaði Ísmal og sína konu,

horvin vóru bæði.

 

116 Risin reikar um borgina,

tungt er slíkt at tiggja,

hann sær tá í myrka króki

bæði saman liggja.

 

117 Dregur hann Ísmal úr myrka króki,

tekur hans kropp at strúka:

“Hevði eg ikki svorið trygdareið,

so skuldi eg teg slúkað.”

 

118 Risin tekur skarpa rís

sína konu at slá,

Ísmal sprakk tá frægur á føtur

henni burtur frá.

 

119 Risin berjir hart og skarpt

bæði um kropp og síðu:

“Hoyr tú, Ívar av Bretlandi,

nú leingist tær at bíða!”

 

120 Risin samlar gullið saman,

leggur í eina vrá,

brynjur tvær og hjálmin ein

og svørðið omaná.

 

121 “Tær skal bæði gull og silvur

koma væl til handa,

tú skalt fáa hestar tveir,

bak við hellið standa.”

 

122 Ívar tekur upp brynju og hjálm

og so gullið reyða,

risin sjálvur gullkistuna

sær á herðar legði.

 

123 Ganga teir av hellinum

glaðir fyri uttan sorg,

løgdu so gull á gangarar tveir,

riðu so glaðir av borg.

 

124 Risin setir kistu av sær

niður á grønan vøll:

“Eftir liggur tað hvølla lúður

heima í míni høll.

 

125 Eftir liggur tað hvølla lúður,

tað skal eg tær siga,

hoyr tú, Ívar av Bretlandi,

vilt tú nakað bíða?”

 

126 Ívar saktar síni ferð,

lystir ikki longur at ríða,

setti seg so á grønan vøll

eftir Bjarna at bíða.

 

127 Tá kom risin koyrandi

á einum kolsvørtum hesti:

“Her hevur tú tað hvølla lúður,

tað man vera tað besta.”

 

128 Riðu teir við gullinum

gjøgnum grøna lund,

møttu teir ein stóran mann,

ei var fríður um stund.

 

129 Møtti teim ein stóran her,

víðum fyri sær bróta,

skundaðu sær til Ívar kong,

vildu gullið njóta.

 

130 Risin rívur upp eik við rót,

tekur til at berja,

setir kistu bak við seg

gullið alt at verja.

 

131 Setir hann gullið bak við seg,

Ívars drotning hjá,

berjir so við eikirót,

mangur deyður lá.

 

132 Har kom ein stórur maður fram,

hann æt Viljorm svinni,

hann drap Ívars brøður

tólv allar á einum sinni.

 

133 Uttan kempan Ísmal,

hann tók til at kvetta,

risin berjir við eikirót,

so har var eingin eftir.

 

134 Viljormur sprakk tá fimur á føtur,

læt ikki á sær finna,

tó hann høgg av risanum fekk,

bardist ikki minni.

 

135 Ívar brá tí góða svørði,

hann frá risanum fekk,

høgdi so á Viljorm,

at høvur av herðum gekk.

 

136 Riðu teir úr vígginum

glaðir foruttan sorg,

risin hann ber gullkistuna,

setir heim í borg.

 

137 “Nú havi eg tær til hallar borið

tað silvur og gullið reyða,

eg havi tær av víggi hjálpið,

eingin varð tær at deyða.”

 

138 Ívar gekk í hallina inn

alt fyri uttan ekka,

skeinkir mjøð og kláran vín,

bað Bjarnatussa drekka.

 

139 Risin tekur gullkistuna,

lyftir hana á loft,

tann, ið inniliga frú hava vil,

sorgir fær hann ofta.

 

140 Ívar svav á síni song

kátur á brúðrararmi,

risin fór í hellið aftur

troyttur og tungur av harmi.

 

141 Ívar talar til bróður sín:

“Gott er sprund at eiga,

hvar stendur tær hugur á

javngott sprund at biðja?”

 

142 Ísmal svaraði aftur:

“Hvar skal eg hana fá?

Hoyr tú Ívar, bróðir mín,

legg mær bestu ráð!”

 

143 “Hoyr tú Ísmal, bróðir mín,

ger eftir mínum vilja,

far tú tær til Fraklanda

Viljorms konu at gilja!”

 

144 Til tað svaraði Ísmal:

“Eg tað gjarna vil,

læna mær tað skipið frítt,

hagar at sigla til!”

 

145 So letur hann Ísmal

búgva skipini sín,

bæði letur hann á ley leggja

virtur og so vín.

 

146 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

147 Vindur hann upp síni silkisegl,

fáir finnast slíkir,

strykar ei á bunka niður

fyrr enn við Fraklands ríki.

 

148 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Ísmal

sínum fótum á land.

 

149 Fyrstur stígur Ísmal

sínum fóti á land,

so hann Ívar, bróðir hans,

undir hans høgru hand.

 

150 Ganga teir frá strondum niðan,

ríkir menn og reystir,

lunnar brustu og jørðin skalv,

teir settu sín knør í neystið.

 

151 Uppi í miðjum grasagarði

akslar síni skinn,

og so búnir ganga teir

í høgu hallir inn.

 

152 Og so búgvin gongur hann

í høgu hallir inn,

sum Margreta á borði sat

við monnum hundrað og fimm.

 

153 Ísmal stendur á hallargólvi,

tílíkan eingin sá:

“Tað eru míni ørindi

teg Margretu at fá.”

 

154 Svaraði frúgvin Margreta,

heldur á ringi reyða:

“Tú skalt ikki ekta meg,

Viljormur er ikki deyður.

 

155 Viljormur var á Bretlandi,

honum fylgdu nógvir sveinar,

riðu teir mót Bretlands kongi,

tólv ímóti einum.”

 

156 Svaraði Ívar av Bretlandi,

hann stóð har skamt ífrá:

“Hoyr tað, frúgvin Margreta,

sjálvur eg hann vá.”

 

157 Ísmal stendur á hallargólvi,

heldur á glavint og spjóti:

“Hoyr tað, frúgvin Margreta,

hevur tú nakað ímóti?

 

158 Hoyr tað, frúgvin Margreta,

kann eg teg ikki fá,

tað skal mangur deyður liggja,

tú skalt borgini frá!”

 

159 Margreta hugsar við sjálvum sær:

“Ei skal slíkum spara,

tungt er at seta lív í váða

og so frá borgum fara.

 

160 Hoyr tað Ísmal, kempan reyst,

her hevur tú mítt ja,

tungt er mær frá borgum at fara

og seta lív í váða!”

 

161 Lótu tey til brúdleyps ætla,

ikki mátti tvørra,

átjan borgum boðið var,

tólv hundrað av hvørji.

 

162 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Ísmal og hans vív.

 

163 Ísmal hevur konu fest,

sigst í hesum tátti,

settist aftur í stólin tann,

sum Viljormur frægi átti.

 

164 Ívar fór til Bretlands aftur,

tá ið brúdleypið hevði enda,

síðan livdi við frið og rógv

aldur og ævi til enda.

 

165 Ísmal var á Fraklandi,

fyri góðan øll hann kendu,

síðan livdi við frið og rógv

aldur og ævi til enda.

 

CCF 69 Ba

TSB E 108

 

Handrit: Kvæðasavn  hjá Napoleoni Nolsøe . FLB F IV vol. II, Nr. 84, s. 196.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1944) Band  III, Teil 1, s. 116.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 16. bind, s. 79.

 

Heimild: Úr Streymoy: Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn, 1842

 

E 108 Ívar á Bretlandi (Successful suitor is later forced to play dice for his bride and to fight army)

Ívar á Bretlandi eigur trettan brøður, allir riddarar. Teir fara til Messulands, har Ívar biður um Elina, eina hertogadóttur.

Glóoddur riddari vil ikki lata Ívar fáa hana uttan svørðslag, og hon sjálv vil heldur hava Glóodd.

Menninir báðir berjast, og at enda drepur Ívar Glóodd. Nú vil Elin hava Ívar, og tey giftast. Tá ið tey fara aftur til Bretlands, hitta tey ein risa, sum vil sleppa at leika við terningum um Elina og leggur høvur sítt á. Ein av brøðrum Ívars leikar hansara vegna og vinnur. Risin rindar fyri lív sítt við gulli og lovar dugna sín framyvir.

Á vegnum frá risaholuni møta tey einum heri, sum Viljormur av Fraklandi stendur á odda fyri, sum vil hava hendur á gulli teirra. Harður bardagi verður. Risin hjálpir Ívari. Viljormur drepur tólv brøður Ívars, men harafturímóti drepur Ívar hann.

Ívar fer heim aftur við konu síni og bróðrinum Ísmali. Hann mælir Ísmali til at biðja um einkjuna eftir Viljorm, Margretu, og Ísmal fer til Fraklands. Margreta fær at vita, at Viljormur er deyður, og hon noyðist at taka við bønarorði Ísmals. Tey verða gift.

á føroyskum: CCF 69 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019