• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Dvørgamoy II - Dvørgamoyggin fagra

 

Dvørgamoy II - Dvørgamoyggin fagra

 

CCF 7 B

TSB E 137

 

1 Ásmundur saðlar gangaran sín,

hann snúðist burt úr veldi:

“Eg kundi ei ta jomfrú sjá

heim var flutt á kvøldi.”

 

2 Ásmundur ríður út árla morgun

við sínum fylgdarsveini,

kongurin flutti moynna heim,

sum dvørgurin hevði [í] heimi.

 

3 Kongurin kemur inn árla morgun

talar til dreingir fróar:

“Tit skulu fara um landið alt

brúdleypsfólki at bjóða.

 

4 Sjálvur eri eg manna maki

royndur í avreksverki

ríðið fram á Sjúrðar fund,

tí hann er á háttri sterkri.

 

5 Kvittið fram yvir Húnaland,

fornum kempum at bjóða,

eg kenni væl Ásmund kellingarson

og hansara dreingir góða.”

 

6 Sveinar riðu á markir út,

vítt um vørild alla,

riðin er út dvørgurin

av skógnum heim til hallar.

 

7 Dvørgurin kastar reyðum skildri

í borgum sá hann einki,

burt er bæði skjøld og svørð

og horvin frúur av beinki.

 

8 Ásmundur ríður á skógvin fram

at hitta dvørgin ein:

“Ætlar tú ikki moynna at hevna,

ið kongurin flutti heim?”

 

9 “Bæði snart og skundiliga

legst mær nú í minni,

burt er bæði skjøld og svørð,

eg nái nú ikki í sinni.”

 

10 “Læna skal eg tær skjøldin tann

og svørðið tað hitt besta,

sjálvur skal eg í ferðini fara

Húnakong at gesta.”

 

11 Kallin kom úr gátt frá sær,

hann sær dvørgin ríða:

“Eg skal tykkum til hallar fylgja

at skoða moy so fríða.”

 

12 Riðu teir til hallar heim

við sín reyðargullkrans,

tá teir komu at borgini,

teir hoyrdu urgur og dans.

 

13 Kallin inn um dyrnar sá,

hann var í kinnar bleik,

moyggin spældi for kongins borði,

dreingir hildu leik.

 

14 Hann sá frúur og stoltar jomfrúur

runt um salin stræta:

“Latið ei kallin svíkja oss,

komin er her at gæta.”

 

15 Ein kom maður í hallina inn,

sigur øllum frá:

“Eg sær fult eitt átjan hundrað

at borgararmi gá.”

 

16 Kongurin upp frá borðum steig

dregur út sítt svørð:

“Vildi eg Sjúrður og Virgar sterki

vóru í borgum her.”

 

17 Kongurin upp frá borði steig

talar til sínar sveinar:

“Bið teir koma í brúðarhús

at drekka tann mjøðin reina!”

 

18 “Standið ei longur við borgararm,

loysið saðilreimar,

býður hann tykkum í brúðarhús

at drekka tann mjøðin reina!”

 

19 “Býður hann mær í brúðarhús

at drekka tann mjøðin hvíta,

her standi eg nú herklæddur,

ógvuligur at líta.

 

20 Vil hann ikki farligt fljóð

senda mær til handa

brynja skal út tað valdra lið

og verja ríki og landa.”

 

21 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll

leggja sínar bardagar

skamt frá kongins høll.

 

22 Ásmundur ríður í herin fram,

ætlaði sær at vinna

kongurin honum ímóti tók,

har mundu tveir reystir finnast.

 

23 Kongurin gav so vænt eitt høgg

av so góðum treysti,

so sló hann til Ásmund,

hann fell av sínum hesti.

 

24 Ásmundur stoyttist í jørðina niður,

sum hann var vanur at gera,

út kom Júkins dýra drotning,

væl kundi rúnir skera.

 

25 Hon tók frá honum mjøðið alt

og alt hans ilsku grand,

sjónligur var hann hvørjum manni,

einki har hann vann.

 

26 Dvørgurin spennir sín hest við spora,

letur í herin skunda,

legði niður liðið alt,

kongurin flýddi undan.

 

27 Hann legði niður liðið alt,

kongurin mátti fíra,

kallin sætaði brúðrini

for gull og drostin dýra.

 

28 Ein kom maður í hallina inn,

smílist undir lín:

“Nú kemur Sjúrður Sigmundarson

og Høgni bróðir tín.”

 

29 “Vælkomin Høgni, bróðir mín,

tú hevur so drúgvant riðið,

tapt havi eg tað væna vív

og so tað heila liðið.

 

30 Eg havi farið um lond og ríki,

Virgar eg ikki fann,

hann reið seg at biðja moy

so langt í fremminda land.”

 

31 Svaraði Sjúrður Sigmundarson,

hann mælir av tungum inna:

“Vit skulu ríða á skógvin

fram dvørgin á máli finna”.

 

32 Árla var um morgunin,

sól  skín bjart á heiði,

riðu so á skógvin fram

fast av miklari vreiði.

 

33 Sjúrður gekk at hellisdurum,

var ikki gott at finna,

unti ikki upp at lata,

klývur tað stálið stinna.

 

34 Moyggin sat við sildragin skinn,

dvørgur í smiðju stendur:

“Ofta er best frá monnum longst,

enn tit skuldu verið frændur.

 

35 Saman lógu okkara vegir,

har til hallir stevna,

til tess eru vit higar komnir

bróður sakir at hevna.”

 

36 Kongurin flutti moynna heim,

var so mikil vandi.

“Vogið hevur tú liðið alt

og røvað tað heila landið.”

 

37 Dvørgurin klæðir seg í stál

bæði til hond og fót,

riðu so frá hellisborg

burt á oyðin skóg.

 

38 Høgni gav so stórt eitt høgg,

frá man frættast víða,

ikki beit svørð á stáli stinna,

dvørgurin hevði smíðað.

 

39 Riðu saman á grønum vøll,

lýtur í homrum *gella,

síðan stríddust kempur tvær

hendan dag til kvelda.

 

40 Dagurin tók at kvelda,

fellur yvir døgg,

Høgni sterki undan dreiv

eitt spring for hvørt eitt høgg.

 

41 Høgni fell av hesti niður,

møðin at honum seig,

Sjúrður bindur hjálm á seg,

árla í sólarreið.

 

42 Sjúrður gav so vænt eitt høgg,

frá man frættast víða,

ikki beit svørð á stáli stinna,

dvørgurin hevði smíðað.

 

43 Riðu saman á grønum vøll,

lýtur í homrum *gella,

síðan stríddust kempur tvær

hendan dag til kvelda.

 

44 Síðan stríddust kempur tvær

hendan dag til enda,

tyngist svørð í Sjúrðar hondum,

tekur spjótum at senda.

 

45 Kastaði hann eitt, og kastar hann tvey,

og kastaði hann tað triðja,

dvørgurin tók mót øllum teim,

hann kendi ei til sviða.

 

46 Sjúrður brá upp sín bitra brand,

tó hendur bóru hann seinan,

feldi hann yvir dvørga høvur,

einki var honum at meini.

 

47 Dvørgurin gav so stórt eitt høgg,

tað hoyrdist út í Frans,

høggur niður í Sjúrðar høvur

hjálm av høvdi hans.

 

48 Dvørgurin gav so stórt eitt høgg,

tað fell so væl í lag,

spretti brynju av baki hans,

Grani fell á knæ.

 

49 Sjúrður reiggjaði svørðið umkring,

bæði av grimd og vreiði,

klývur av honum skildirnar

gav honum skræmur fleiri.

 

50 Dvørgurin læt av skógnum standa,

illa særdur var:

“Hoyr tú Sjúrður Sigmundarson,

sigurin gevi eg tær.”

 

51 Riðu so til hallar heim

Høgni og Sjúrður svein,

sum hin fagra dvørgamoyggin

sat í borgum ein.

 

52 Tað er Sjúrður Sigmundarson,

hann svør á sína trú:

“Hvar er Ásmundur kellingarson,

sætt vildi eg hann nú?”

 

53 Tað er Sjúrður Sigmundarson,

hann situr á baki Grana:

“Ásmundur ber eitt heiðursnavn,

teir kalla hann kappabana.”

 

54 Ásmundur ríður á grønum vøll,

komin til góðar evna,

hann er vænur og vøksturligur

kann væl dreingjum stevna.

 

55 Tað er Ásmundur kellingarson,

hann er so nýtur drongur:

“Hittir hann teg í oyðin skógv,

tú verður ei glaður longur.”

 

56 “Eg havi leitað vítt um lond

og inn fyri Singjant há,

men ongantíð á ævini,

tað fekk eg hann at sjá.”

 

57 Bjørt sat frú við breiða borð

og sýar tað hvíta lín,

Sjúrður flutti hana úr høll

og so tað gull í skrín.

 

58 Hann setti hana upp á hests síns bak

og førdi heim til hallar,

tóku bæði skart og skreyt,

nú man ríman falla.

 

59 Hann flutti hana ikki í Júkagarð,

men heim í høll til sín:

“Høgni, heilsa konginum,

at moyggin skal vera mín!”

 

60 Hann setti hana blant moyggjaskara,

hóast hon vildi treyð,

Ásmundi dugnaði hon sára væl,

hvar hann var staddur í neyð.

 

61 “Sjúrður flutti moynna heim”,

segði Høgni sterki,

til tað svaraði Júkins drotning

undir sítt reyðargulsmerki.

 

62 Til tað svaraði Júkins drotning

undir sítt reyðargulsmerki:

“Ikki skal Sjúrður Sigmundarson

rósa av tí verki.”

 

CCF 7 B

TSB E 137

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [2].

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 276.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 175

 

Heimild: Úr Sandoy: Johannes Clemensen, Jóannes í Króki (1794-1869), Sandi, 1847

 

E 137 Dvørgamoyggin fagra (Sigurd helps king regain maiden from gnome but keeps her for himself)

Ein kongur hevur rænt eina moyggj frá einum dvørgi.

Ásmundur eggjar dvørginum til at fara eftir henni og bjóðar sær til at hjálpa. Dvørgurin vinnur á øllum kongsins monnum og fær moynna aftur, men tá koma Sjúrður og Høgni kongi til hjálpar. Teir fara heim til dvørgin, og har verður bardagi millum hann og Høgna, sum er við yvirlutan. Sjúrður stríðist ímóti dvørginum og vinnur. Síðani fara teir av stað við moynni, og Sjúrður tekur hana heim við sær.

Kongur sigur, at hetta fer Sjúrður at angra.

á føroyskum: CCF 7 (bert á føroyskum). Eisini nevnd ”Dvørgamoy onnur”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019