• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Dvørgamoy II - Dvørgamoyggin fagra

 

Dvørgamoy II - Dvørgamoyggin fagra

 

CCF 7 C

TSB E 137

 

1 Ásmundur saðlar gangara sín, 

hann snúðist burt úr veldi, 

hann kundi ei ta jomfrú sjá, 

heim var hon flutt á kvøldi. 

 

    Viðgangur: 

Gevið ljóð frúvur, 

kall er komin í dans, 

gud gevi onga jomfrúnna 

gjalda hans. 

 

2 Ásmundur ríður út árla morgun 

við sínum fylgdarsveini, 

kongur flutti moynna heim, 

sum dvørgurin hevði heimi. 

 

3 Kongurin kemur inn árla morgun, 

talar við dreingir fróvar: 

"Tit skulu fara um landið alt 

brúdleypsfólk at bjóða. 

 

4 Sjálvur eri eg manna maki, 

royndur í avreksverki, 

ríðið fram á Sjúrðar fund, 

ið væl má kallast hin sterki. 

 

5 Kvittið fram yvir Húnaland 

fornum kappum at bjóða, 

eg kenni væl Ásmund Kellingarson 

og hansara dreingir góðu." 

 

6 Sveinar riðu á markir út, 

vítt um vørild alla, 

riðin er nú dvørgurin 

av skóginum heim til hallar. 

 

7 Dvørgurin kastar reyðum skildri, 

í borgum sá hann einki: 

burtur er bæði skjøldur og svørð 

og horvin frú úr beinki. 

 

8 Ásmundur ríður á skógvin fram, 

at hitta dvørgin ein: 

"Ætlar tú ikki moynna at hevna, 

ið kongurin flutti heim?" 

 

9 "Bæði snart og skundiliga, 

legst mær nú í minni: 

burtur er bæði skjøldur og svørð 

eg náði nú ikki á sinni." 

 

10 "Læna skal eg tær skjøldin góða 

og svørðið tað hitt besta, 

sjálvur skal eg í ferðini fara 

Húnakong at gesta." 

 

11 Kallin kemur úr gátt frá sær, 

hann sær dvørgin ríða: 

"Eg skal tær til hallar fylgja 

at skoða moy so fríða." 

 

12 Riðu teir til hallar heim 

við sín reyðargullkrans, 

tá ið teir komu at borgini, 

teir hoyrdu urgur og dans. 

 

13 Kallin inn um dyrnar sá, 

hann var um kinnar bleikur, 

moyjin spældi fyri kongsins borði, 

dreingir hildu leik. 

 

14 Hann sá frúvur og stoltar jomfrúvur 

runt um salin stræta: 

"Latið ei kallin svíkja os, 

ið komin er her at gæta." 

 

15 Ein kom maður í høllina inn, 

sigur hann øllum frá: 

"Eg sá so mangar herklæddar menn 

at borgararmi gá." 

 

16 Kongur upp frá borði steig, 

dregur hann út sítt svørð: 

"Vildi eg, Sjúrður og Virgar sterki 

vóru í borgum her." 

 

17 Kongur upp frá borði steig 

og talar til sína sveina: 

"Bið teir koma í brúðarhús 

og drekka tann mjøðin reina." 

 

18 "Standið ei longur við borgararmi, 

loysið saðilreimar, 

býður hann tykkum í brúðarhús 

at drekka tann mjøðin reina." 

 

19 "Býður kongur mær í brúðarhús 

at drekka av skálum hvítu, 

her standi eg nú herklæddur 

ógvuligur á at líta. 

 

20 Vil hann ikki forligt fljóð 

senda mær til handar, 

brynja skal valdra manna lið 

og stríða mót kongi og landi." 

 

21 Árla var um morgunin, 

sólin roðar í fjøll, 

leggja teir sínar bardagar 

so skamt frá kongsins høll. 

 

22 Ásmundur ríður í herin fram, 

ætlaði sær at vinna, 

kongurin honum ímóti tók, 

har mundu tveir reystir finnast. 

 

23 Kongurin gav so vænt eitt høgg 

av so góðum treysti, 

so sló hann á Ásmund fast, 

at hann fell niður av hesti. 

 

24 Ásmundur stoyttist niður á jørð, 

tað mundi ei ofta vera, 

út kom Júkans dýra drotning, 

ið væl kundi rúnir skera. 

 

25 Hon tók frá honum møði alt 

og so hans ilsku grand, 

sjónligur var hann hvørjum manni, 

eingin har hann vann. 

 

26 Dvørgur spennir sín hest við spora, 

hann letur í herin skunda, 

legði niður liðið alt, 

kongurin flýddi undan. 

 

27 Niður legði hann liðið alt, 

kongurin mátti flýja, 

kallin sætaði brúðrini, 

tók gull og drósið dýra. 

 

28 Ein kom maður í høllina inn, 

smílist undir lín: 

"Nú kemur Sjúrður Sigmundarson 

og Høgni, bróðir tín." 

 

29 "Vælkomin Høgni, bróðir mín, 

tú hevur so drúgvant riðið, 

mist havi eg tað væna vív 

og so tað heila liðið." 

 

30 "Eg havi farið um ríkið og lond, 

Virgar eg ikki fann, 

hann reið sær at biðja moy 

so langt í fremmanda land." 

 

31 Svaraði Sjúrður Sigmundarson, 

hann mælir av tungum sinni: 

"Vit skulum ríða á skógvin fram 

dvørgin á máli finna." 

 

32 Árla var um morgunin, 

sól skein bjart á heiði, 

riðu teir á skógvin fram 

fast av miklari vreiði. 

 

33 Sjúrður gekk at hellisdurum, 

var ikki gott at finna, 

unti sær ikki upp at lata, 

klývur tað stálið stinna. 

 

34 Moyjin sat við silvdrigið skinn, 

dvørgur í smiðju stendur: 

ofta er betst hjá monnum longst 

enn vera teirra frændir. 

 

35 Tað var Høgni hin sterki, 

hann mundi dvørgin stevna: 

"Til tess eru vit higar komnir, 

bróður sakir at hevna. 

 

36 Kongurin flutti moynna heim, 

tað var so mikil vandi, 

vegið hevur tú liðið alt 

og rænað fæ úr landi." 

 

37 Dvørgurin klæðir seg í stál 

bæði við hond og fót, 

riðu teir so frá hellisborg 

burt á oyðuskóg. 

 

38 Høgni gav so stórt eitt høgg, 

frá man frættast víða, 

ikki beit svørð á stáli stinna, 

ið dvørgurin hevði smíðað. 

 

39 Riðu saman á grønum vølli, 

lýtur í homrum gella, 

síðan stríddust kappar tveir 

henda dag at kvøldi. 

 

40 Dagurin tók at kvølda, 

fellur yvir døgg, 

Høgni sterki undan dreiv, 

eitt spring fyri hvørt eitt høgg. 

 

41 Høgni fell av hesti niður, 

møðin at honum seig, 

Sjúrður bindur hjálm á seg 

árla ið sól upp reis. 

 

42 Sjúrður gav so vont eitt høgg, 

frá man frættast víða, 

ikki beit svørð á stáli stinna, 

ið dvørgurin hevði smíðað. 

 

43 Riðu saman á grønum vølli, 

lýtur í homrum gella, 

síðan stríddust kappar tveir 

henda dag at kvøldi. 

 

44 Síðan stríddust kappar tveir 

henda dag til enda, 

tyngist svørð í Sjúrðar hondum, 

hann tekur nú spjót at senda. 

 

45 Kastar hann eitt og kastar hann tvey, 

og kastaði hann tað triðja, 

dvørgurin tók móti øllum teim, 

ei kendi hann til sviða. 

 

46 Sjúrður brá upp sínum bitra brandi, 

tó hendur vóru ei seinar, 

feldi hann yvir dvørgsins høvur, 

einki var honum at meini. 

 

47 Dvørgurin gav so stórt eitt høgg, 

tað hoyrdist út í Frans, 

høggur niður á Sjúrðar høvur, 

hjálm av høvdi hans. 

 

48 Dvørgurin gav so stórt eitt høgg, 

tað fell so væl í lag, 

spretti brynju av baki hans, 

Grani fell á knæ. 

 

49 Sjúrður reiðjar svørð umkring 

bæði av grimd og vreiði, 

klývur av honum skjøldirnar 

og gav honum skeinir fleiri. 

 

50 Dvørgur læt av skóginum standa, 

ið illa særdur var: 

"Hoyr tað Sjúrður Sigmundarson, 

sigurin gevi eg tær." 

 

51 Riðu so til hallar heim 

Høgni og Sjúrður svein, 

sum hin fagra dvørgamoyjin 

sat í borgum ein. 

 

52 Tað er Sjúrður Sigmundarson, 

hann svør við sína trú: 

"Hvar er Ásmundur Kellingarson, 

sæð vildi eg hann nú." 

 

53 Tað er Sjúrður Sigmundarson, 

hann situr á baki Grana: 

"Ásmundur ber eitt heiðursnavn, 

teir kalla hann kappabana. 

 

54 Eg havi leitað víða um lond 

og inn fyri Singjant há, 

men onga tíð á ævini 

fekk eg hann at sjá." 

 

55 Til tess svaraði Høgni sterki, 

komin til gott at evna: 

"Hann er vænur og vøkstraligur, 

kann væl dreingjum stevna. 

 

56 Tað er Ásmundur Kellingarson, 

hann er nýtur drongur, 

hittir hann teg í oyðiskógi, 

tú verður ei glaður longur." 

 

57 Bjørt sat brúður við breiða borði, 

hon seymar hvíta lín, 

Sjúrður flutti hana úr høll 

og hennara gull í skríni. 

 

58 Hann setti hana upp á hests síns bak, 

og førdi heim til hallar, 

tók tá bæði skært og skreyt, 

nú man ríman falla. 

 

59 Hann flutti hana ei í Júkagarð, 

men heim í høll til sín: 

"Høgni, heilsa konginum, 

at moyjin skal vera mín." 

 

60 Setti hann hana í moyja skara, 

tó hon vildi treyð, 

Ásmundi dugnaði hon sára væl, 

hvar hann var staddur í neyð. 

 

61 Sjúrður flutti moynna heim, 

frá segði Høgni sterki, 

til tess svaraði kongurin 

undir sínum reyðarguls merki. 

 

62 Til tess svaraði kongurin, 

undir sínum reyðarguls merki: 

"Ikki skal Sjúrður Sigmundarson 

rósa av hesum verki."

 

CCF 7 C

TSB E 137

 

Uppruni: V.U. Hammershaimb: “Færøiske kvæder I”, 1851

 

Útgávur:

1. V.U. Hammershaimb: “Færøiske kvæder I”, 1851, s. 86

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 279.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 183

 

Heimild: Úr Sandoy: V.U. Hammershaimb (1819-1909): “Færøiske kvæder I”, 1851

 

E 137 Dvørgamoyggin fagra (Sigurd helps king regain maiden from gnome but keeps her for himself)

Ein kongur hevur rænt eina moyggj frá einum dvørgi.

Ásmundur eggjar dvørginum til at fara eftir henni og bjóðar sær til at hjálpa. Dvørgurin vinnur á øllum kongsins monnum og fær moynna aftur, men tá koma Sjúrður og Høgni kongi til hjálpar. Teir fara heim til dvørgin, og har verður bardagi millum hann og Høgna, sum er við yvirlutan. Sjúrður stríðist ímóti dvørginum og vinnur. Síðani fara teir av stað við moynni, og Sjúrður tekur hana heim við sær.

Kongur sigur, at hetta fer Sjúrður at angra.

á føroyskum: CCF 7 (bert á føroyskum). Eisini nevnd ”Dvørgamoy onnur”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019