• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Óðin í Ásgørðum ella Frúgvin Málníða

 

Óðin í Ásgørðum ella Frúgvin Málníða

CCF 79 B

TSB E 46

 

1 Geyti kongur á Upplondum,

frægur huga full,

allir hansara borðbúnar

skína við reyðargull.

 

2 Geyti er á leikvøllum,

snakkar við sínar dreingir:

“Hvar vitið tær mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

3 Sveinar svara sínum harra:

“Hví spyrjið tær so?

Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.

 

4 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á,

vær høvum hoyrt, at Óðin kongur

væna drotning ár.”

 

5 “Er hon so von og tekkilig,

sum tær sigið frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

tað stendst hvat av ið má!”

 

6 Tað var Geyti kongurin,

heim í garðin fór,

úti Óðins drotning

fyri honum stóð.

 

7 “Hoyr tað, Óðins drotningin,

vilt tú lovast mær?

Hundrað merkur av reyðargulli

vil eg geva tær.”

 

8 “Óðin gav mær bæði gull og fæ,

tað var mest av hóli,

hundrað merkur av reyðargulli

fram á brúðarstóli.

 

9 Nógvar eru í vára ríki

konga døtur og jalla,

lova ta, ein annan eigur,

tað man lukkast valla.”

 

10 Neyðugt tók hann frú Málníðu,

tað inniliga vív,

førdi hana so til Upplanda

av so tungum stríði.

 

11 Tí svaraði Óðin kongur:

“Tað má nú so vera!

Eg skal lata boðini

til Upplandanna gera.”

 

12 Sveinar riðu *til Upplandanna,

inn á hallargólv:

“Óðin vil nú halda stríð

og stevna tær á hólm.”

 

13 Roðin settist á himmalin upp

av so tungum vígi,

Geyti kongur og Óðin kongur

møttust teir í stríði.

 

14 Geyti kongur og Óðin kongur

møttust teir í stríði,

so varð høgt á langari reiggj,

hvørgin øðrum lívdi.

 

15 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann

 

16 Inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann,

tá fell Geyti á Upplondum,

tann hin raska mann.

 

17 Tað var Óðin í Ásgørðum,

sínum svørði brá,

hann kleyv Geyta av Upplondum

sundur í lutir tvá.

 

18 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

inntil at hennara stundum leið,

hon føðir ein svein so baldan.

 

19 Sveipar hon hann í klæði væl,

væl skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Hermann bað hon kalla.

 

20 Sveipar hon hann í klæði væl,

komin til góðar at evna,

síðan læt hon presti bera,

Hermann bað hon nevna.

 

21 Barnið varð borið frá kirkjuni

aftur for móður sín,

meiri læt hon røkta hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

22 Hann veks upp hjá síni móður,

Gud gav honum vøkst,

meiri veks hann í ein mánað

enn onnur børn [í] árum seks.

 

23 Hann veks upp hjá síni móður,

Gud gav honum eyð,

meiri veks hann í ein mánað

enn onnur børn í árum sjey.

 

24 Hann var seg á leikvøllum

burt blant aðrar dreingir,

hvønn tann tíð, teir reiðir vóru,

stóðst teim stríð á meingi.

 

25 Niður settust sveinarnir,

reiðir ið teir vóru:

“Líkari var tín faðir at hevnt

enn berja os so stórum.”

 

26 Niður settust sveinarnir,

vreiðir vóru báðir:

“Líkari var tín faðir at hevnt

enn berja os so sára.”

 

27 Hann kastaði svørð og herklæði,

lysti ei longur at leika,

so gekk hann fyri sína móður

við reyðar kinnar og bleikar.

 

28 Sveinin gár for sína móður,

talar rætt og slætt:

“Sig mær sannan faðir at mær,

einhvør vil vita sín ætt.

 

29 Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

sig mær satt ífrá,

varð mín faðir við vápnum vigin,

ella doyði hann á strá?”

 

30 Hon tók ta skjúrtuna,

øll var í blóði drivin:

“Her skalt tú síggja tey herklæði,

sum tín var faðir í vigin.”

 

31 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

sig mær satt ífrá,

hvøssu var hann á navni nevndur,

ið mín faðir vá?”

 

32 “Tað var Óðin í Ásgørðum,

ið tín faðir vá,

tú manst ikki, meðan tú livir,

sømdir av honum fá.”

 

33 Tí svaraði  Hermann:

“Tað man nú so vera,

eg skal lata boðini

til Hólmgarðarnar gera.”

 

34 Hann var ikki meiri enn tólváraður,

hann búði seg út at ríða,

keypti sær bæði skjøld og svørð

mót Óðin kongi at stríða.

 

35 Sveinar riðu í Ásgarðar,

inn á hallargólv:

“Hermann vil nú halda stríð

og stevna tær á hólm.”

 

36 “Slíkt hevur eingin boðið mær

innan grøna lund,

óspart hevði í Ásgørðum

eina so lítla stund.

 

37 Slíkt hevur eingin boðið mær

innan grøna líð,

óspart hevði í Ásgørðum

eina so lítla tíð.”

 

38 Roðin settist á himmalin upp

av so tungum vígi,

Hermann og hann Óðin kongur

møttust teir í stríði.

 

39 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar gekk.

 

40 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann

 

41 Inntil tann hin triðja,

ið sól til viðar rann,

tá fell Óðin í Ásgørðum,

tann hin raska mann.

 

42 So sára græt Óðins drotningin,

fagrasta rósin reyð,

hon fell niður í óviti,

hon sá sín harras deyð.

 

43 Tað var ungi Hermann,

heim í garðin fór,

úti Óðins drotningin

fyri honum stóð.

 

44 “Hoyr tú, Óðins drotningin,

vilt tú lovast mær?

Hundrað merkur av reyðargulli

vil eg geva tær.”

 

45 Svaraði Óðins drotningin,

fagrasta rósin reyð:

“Eg verði ikki drotning tín,

tú voldi mín harras deyð.”

 

46 Tað var ungi Hermann,

heim í garðin fór,

úti hansara sæla móðir

fyri honum stóð.

 

47 “Vælkomin, ungi Hermann,

higar nú til vár,

hvøssu livir Óðin í Ásgørðum

við alt sítt lið, hann ár?”

 

48 “Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

deyður er Óðin í Ásgørðum

við alt tað lið, hann ár.

 

49 Eg kann ikki sannari

siga tær ífrá,

deyður er Óðin í Ásgørðum,

sjálvur eg hann vá.”

 

50 “Er tað nú satt,

tú sigur mær ífrá,

eingin mann í Danimark

skal betri lovið fá.

 

51 Er tað nú satt,

tú sigur fyri mær,

eingin mann í Danimark

stár betri lov enn tær.”

 

52 Tað var ungi Hermann,

hann fell pá síni knæ,

meðan hann Óðins drotningina

til ektar festi sær.

 

53 Tað var ungi Hermann

við so góðum sátti,

settist aftur í ríkið tað,

ið Óðin kongur átti.

 

CCF 79 B

TSB E 46

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling 68, Nr. 78, s. 726.

 

Útgávur:

 

1. Jóannes í Króki: Sandoyarbók II, 1982 s. 243. Samskipað útgávuna hevur Rikard Long

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 231.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 17. bind, s. 87

 

Heimild: Úr Sandoy:  Hans Eriksen, Eiriks-Hanus (1780-1861),  Sandi, 1823

 

 

 

E 46 Óðin í Ásgørðum (Man kills the slayer of his father and marries slayer’s daughter or widow)

Frábr. A: Geyti kongur drepur Hermóð jall og fer av stað við konu hansara Málníðu. Geyti bjóðar Óðini av í einstaklingsstríð. Geyti eigur gandakopp, sum veitir honum sigur. Hann gevur Málníðu koppin at ansa eftir og biður hana ikki lata hann frá sær, meðan bardagin er.

Óðin fer at møðast, men hann finnur upp á at senda tey boð til Málníðu, at Geyti er dripin. Hetta fær hana at svíma og missa koppin. Geyti verður dripin. Málníða føðir son Geyta, Hermóð.

Hermóður bjóðar Óðini av í bardaga at hevna deyða faðir sín. Hann drepur Óðin og noyðir dóttur Óðin at giftast við sær. Frábr. B og C: Geyti tekur Málníðu frá manni hennara, Óðini. (C: Geyti og Óðin eru brøður.) Óðin og Geyti berjast, og Geyti verður dripin. Við Geyta eigur Málníða son, Hermann, sum vinnur á Óðini (B: drepur hann.) Hermann giftist við seinnu konu Óðins. C: Seinni doyr Óðin.

á føroyskum: CCF 79 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019