• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Óðin í Ásgørðum ella Frúgvin Málníða

 

Óðin í Ásgørðum ella Frúgvin Málníða

CCF 79 C

TSB E 46

 

1 Tað var fyrst í fyrndini,

borg var bygd í eystur,

vildu bera konganavn

tríggir brøður reystir.

 

Gár í dans mín frúva,

sprund fagurt tú ann,

dansa við hvønnannan,

so fagurliga sum tú kann.

Gár í dans mín frúva.

 

2 Byggja borg á Suðurlondum,

fell so væl í lag,

síðan lótu kappar reystir

halda ein harradag.

 

3 Allir vildu kongar vera,

borg og ríki stýra,

allir harrar, ið har vóru,

eingin vildi fíra.

 

4 Tóku so til skjøld og svørð,

hvør ræð seg at verja,

allir tungir í høggum vóru,

vildu ei undan herja.

 

5 Bardust teir tá innan hallar

fast um nakrar stundir,

hoyrast máttu 'torpir og tródir'

innan hallargrundir.

 

6 Høgdust tungt um nakrar stundir,

blóð tók um at renna,

uttan Óðin í Ásgørðum,

hann tóktist ei møði kenna.

 

7 So rann blóð í Ásgørðum

rætt sum á við keldum,

uttan hin reysti Óðin kongur,

hann var reystur av øllum.

 

8 Geyti kongur og Valind kongur

riðu út við sorg,

Óðin kongur reystur av teim

hann sat eftir í borg.

 

9 Geyti kongur og Valind kongur

riðu av hallini út,

Óðin kongur í borgum sat

glaður fyri uttan sút.

 

10 Geyti reið til Upplanda,

hann var ei fríður í sinni,

bygdi hann har fasta borg,

hon stendur til mannaminni.

 

11 Óðin sat í Ásgørðum

glaður fyri uttan vanda,

Geyti kongur og Valindur kongur

riðu upp *til landa.

 

12 Tá svaraði Valindur kongur:

“Nú er um tað at kera,

ei kann eg á Upplondum

konganavnið bera.”

 

13 Svaraði Geyti, bróðir hans,

gerst so nýtur drongur:

“Tú skalt teg til avríkis,

vera har sum kongur.

 

14 Tú skalt vera mín skattakongur

og heinta virðin full,

tað tynnir um Óðin í Ásgørðum

og hansara reyðargull.”

 

15 Út reið Óðin í Ásgørðum

at samla gull til landa,

møtti honum Valindur, bróðir hans

hann kom í stóran vanda.

 

16 Tí svaraði Valindur kongur,

smílist undir lín:

“Hvat eru tíni ørindi

higar í land til mín?”

 

17 “Tað eru míni ørindi

skatt av landi at fá,

hann hevur gingið til Ásgarðar

allar sínar dagar.”

 

18 “Eg reiði tær út ongan skatt,

hvøssu tað nú fer,

lítið er tað av Eysturlondum,

um eg havi heima her.”

 

19 Út reið reystur Valindur kongur,

frá man frættast víða,

hann hevði alla avhyggju

upp á sína síðu.

 

20 Óðin stendur í grasagarði,

sær seg út so víða,

hann sær ein so stóran her

frá borgararmi ríða.

 

21 Óðin stendur í grasagarði,

tekur nú til svørð:

“Eg skal ríða mót hesum heri,

vita hvøssu fer.”

 

22 Óðin stendur í grasagarði,

býður seg til at stríða:

“Eg skal út á grønan vøll

ein dyst mót teim at ríða.”

 

23 Riðu saman á grønum vølli

alt fyri uttan sút,

tað vóru fult eitt átjan hundrað,

ið riðu av borgum út.

 

24 Riðu saman á grønum vølli,

hvørgin vildi lúta,

gongur so eldur av teirra svørðum,

sum neistar av árni fúka.

 

25 Høgga tungt um nakrar stundir,

sum tú varpar grót,

einsamallur Óðin kongur

ríður har ímót.

 

26 Óðin glaður í víggi ríður,

glaður fyri uttan vanda,

til hann hevði níggju hundrað

skilt við lív og anda.

 

27 Tá hann hevði níggju hundrað

skilt við gavn og gleði,

tóktist svørð í hondum skelva,

tað av tungari møði.

 

28 Tá ið Valindur hetta sá,

sín var bróðir móður,

brádliga honum ímóti reið

bæði reiður og fróður.

 

29 Valindur brá sín brand á loft,

ætlaði Óðin sár,

Óðin, lærdur á listum væl,

hann seg undan bar.

 

30 Óðin stóð so manniliga

bæði væl og leingi,

so fleyg hann í loftið upp,

tandi út sínar veingir.

 

31 So var hann lærdur at listum væl,

at skaða kundi hann eingin,

so kundi hann við skýum fara

rætt sum fuglur við veingjum.

 

32 So kundi hann við skýum fara,

rætt sum fuglar flúgva,

yvir fjøll og saltan sjógv,

langa leið og drúgva.

 

33 Hann kundi ganga í mannamúgvu,

eingin kundi hann sjá,

hann kundi eftir sjónum fara

sum skip á bylgju blá.

 

34 Hann visti, hvat skeddi í øðrum londum,

tá hann sat í heimi,

hann kundi fara við havsins botn,

sum aðrir fiskar sveima.

 

35 Hann seg út av víggi fleyg,

so er komið til mín,

síðan kvittar Óðin kongur

heim í høll til sín.

 

36 Síðan kvittar Óðin kongur

heim í høll til sín,

til hann var av ferðum hvíldur,

drakk bæði mjøð og vín.

 

37 Heiman kvittar Óðin kongur,

alt fór eftir vónum,

so fór hann til Jorsalanda

at biðja sær konu.

 

38 Óðin heim í hallir fór,

mong eru dømin vond,

tókti mær, sum reyður logi

leikti á riddarans hond.

 

39 Óðin gekk í hallina inn,

í forðum var tann siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

40 Óðin stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðu sína:

“Sit væl, reystur Jorsala kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

41 Tað svaraði Jorsala kongur,

tekur til svørð og skjøld:

“Eg gevi ikki sjálvgjørdum kongi

mína dóttur í vold.”

 

42 “Kallar tú meg ein sjálvgjørdan kong,

búgvist eg ei við frið;

kongurin, kom av hallini út,

brynja út alt títt lið!”

 

43 Árla var um morgunin,

roðar fyri sól,

tá hevði reystur Jorsala kongur

brynjað út hundrað tólv.

 

44 Leggja sínar bardagar

eftir sløttum gróti,

tað var Óðin í Ásgørðum,

hann ríður har ímóti.

 

45 Fyrst vá hann ein, so vá hann tveir,

so vá hann teir allar,

tóku so Molnutil, kongins dóttur,

førdi heim til hallar.

 

46 Hann legði niður liðið alt,

so er greint fyri mær,

flutti Molnutil, kongins dóttur,

við sær í Ásgarð.

 

47 Her kom bræv á bræði hans

við so miklari trá:

“Hvør skal nú fyri ríki ráða,

kongur er fallin frá?”

 

48 “Hoyr tú, Molnutil, søtan mín,

eg sigi tær satt ífrá,

aftur má eg til Jorsalanda

at skikka í ríki ráð.”

 

49 Óðin so til orða tekur

alt fyri uttan vanda:

“Eg fari mær til Jorsalanda

ríki fyri at standa.

 

50 Hoyr tað, Molnutil, søtan mín,

lat ikki hug tær resta,

Ásgarð skal eg á sumri hava,

áðrenn tekur at heysta.”

 

51 Óðin út av landi sigldi,

fell so væl í lag,

Geyti kongur av Upplondum

samlar gull og fæ.

 

52 Geyti kongur á Upplondum,

frægur í huga full,

allur hansara borðbúni

skein sum reyðargull.

 

53 Geyti er á leikvøllum,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

54 Svaraði Valindur, bróðir hans,

fyrsta orðið tá:

“Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvar tín stár hugur á.

 

55 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvønn tín stár hugur á,

hoyrt havi eg gitið Óðin kong,

væna drotning ár.

 

56 Óðin kongur drotning eigur,

føgur er hon sum sól,

so er at líta á jomfrúkinn,

sum droyrin drýpur á snjó.

 

57 Óðin er í ókunnum londum

sínar landkostir sjá,

hann kemur ei á sumri heim,

eg sigi tær satt ífrá.”

 

58 “Er tað satt,

ið tú sigur mær frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

tað stendst hvat av ið má!”

 

59 Táð var Geyti kongurin,

heim í garðin fór,

úti Óðins drotning

fyri honum stóð.

 

60 “Hoyr tú, Óðins drotning,

vilt tú lovast mær?

Hundrað merkur av reyðargulli

vil eg geva tær.”

 

61 “Óðin gav mær gull og silvur,

tað var mest av hóli,

hundrað merkur av reyðargulli

framman á brúðarstóli.

 

62 Nógvar eru í hesum landi

konga døtur og jalla,

ognast ta, ið annar eigur,

tað man lukkast valla.”

 

63 Neyðugt tók hann Molnutil,

tað inniliga vív,

førdi so til Upplanda

við so tungum stríði.

 

64 So læt Geyti brúdleyp gera,

var so mikil vandi,

tá kom Óðin av Ásgørðum

aftur av Jorsalandi.

 

65 Óðin gekk í hallina inn

við so mikið mein:

“Her man heimurin 'údal' vera,

sæst ikki eittans bein.”

 

66 “Her kom Geyti, bróðir tín,

bæði við skart og skreyt,

tók hann Molnutil, tína drotning

flutti burt av breyt.”

 

67 Tá svaraði Óðin kongur:

“Nú man tað so vera,

eg skal lata boðini

til Upplanda gera.”

 

68 Sveinar riðu á Uppland,

inn á hallargólv:

“Óðin vil nú halda stríð

og stevna tær á hólm.”

 

69 Árla var um morgunin,

sólin roðar við,

tá hevði Geyti á Upplondum

brynjað út alt sítt lið.

 

70 Har kom Valindur, bróðir hans,

við øllum avrekskøppum,

svaraði Molnutil, Óðins drotning,

stendur á gulmurstrøppum:

 

71 “Eg síggi svørð og blankar skjøldir

glógva í grøna lunda,

nú man Óðin, harri mín,

ei boðini bera undan.”

 

72 Tað var Óðin í Ásgørðum,

hann reið í dalin fram,

feldi niður tann fyrsta dag

níggju hundrað mann.

 

73 So reið Óðin betur fram

gjøgnum grøna lund,

feldi niður avreksher

annan dag í grund.

 

74 Tað svaraði Óðin kongur:

“Blóðig verður gøta,

nú man eg níva tær, Valindur bróðir,

um tú vilt mær møta.”

 

75 Valindur snúðist úr liði burt

niðan upp í fjøll,

heintar út úr klettum

teim risar og so trøll.

 

76 Risar høgdi hann høvur frá,

trøllum var hann at granda,

hann var eingin í heimi her,

mót Óðini kundi standa.

 

77 Risar høgdi hann høvur av,

trøllum var hann á meini,

Valindur aftur til avríkis fór,

søkti till sítt heimið.

 

78 Óðin aftur at borgum rendi

at ríða mót Geyta heri,

snarliga gjøgnum loftið fleyg

við sínum blóðiga svørði.

 

79 Óðin rendi í herin fram

við sínum brandi bjarta,

feldi niður tann fjórða dag

fimtan hundrað garpar.

 

80 Feldi niður fimtan hundrað

alt fyri uttan vanda,

tynnist fólk í Geyta heri,

hann kemur nú fremstur at standa.

 

81 Roðin settist *at himni upp

í tí tunga víggi,

Geyti kongur og Óðin kongur

møttust báðir í stríði.

 

82 Geyti kongur og Óðin kongur

møttust har í stríði,

so var sagt á langari reið,

at hvørgin øðrum lívdi.

 

83 Bardust fullar tógva dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

sól til viðar rann.

 

84 Inntil tann hin triðja,

sól til viðar rann,

tá fell Geyti á Upplandi,

tann hin raska mann.

 

85 Tað var Óðin í Ásgarði,

sínum svørði brá,

hann kleyv Geyta á Upplondum

sundur í lutir tvá.

 

86 Tað var Óðin í Ásgørðum,

heim í garðin fór,

úti sjálv drotningin

fyri honum stóð.

 

87 “Eg flutti teg av Jorsalandi,

skuldi mín drotning vera,

tú gifti teg Geyta av Upplondum,

so illa mundi tú gera.”

 

88 “Hann tók meg mót mítt ja og minni,

vildi ei undan herja,

eg mátti so fylgja til Upplanda,

eg kundi meg ikki verja.

 

89 Hoyr tað, Óðin, harri mín,

yndist bjóði eg tær,

eg skal tær til ferðar fylgja

allar í Ásgarð!”

 

90 “Hoyr tú, sæla drotning,

hvat eg spyrji teg:

Hevur hann sovið í song við tær,

so dyl tað ei fyri meg!”

 

91 “Hegna undir teg Upplondini,

alt tað gullið reyða,

eg eri meg við barni gitin

eftir Geyta deyða.”

 

92 “Ert tú teg við barni gitin,

Geyti faðir var,

tú kemur ikki í song við mær

og ikki í Ásgarð.”

 

93 Óðin fór seg haðan burt

bæði við sút og sorg,

kvittar so til avríkis,

sum Valindur sat í borg.

 

94 Tá ið Óðin til hallar kom,

mundi tað so vera,

Valindur fyri borði sat

og læt sítt brúdleyp gera.

 

95 Óðin setst á hurðarbrík

av so tungum ekka,

Valindur fyri borði sat,

hann læt sítt brúdleyp drekka.

 

96 Valindur tók eitt silvursteyp,

skeinkir til bróður sín:

“Hoyr tað, Óðin í Ásgørðum,

drekk nú mjøð og vín!”

 

97 Tá Óðin hevði drukkið

silvurkerum á,

sipaði so til Valind kong,

at heili á keri lá.

 

98 “Lúkað havi eg treytirnar,

tungt hava á mær hingið,

falnir eru mínir óvinir,

tó tað hevur illa gingið.”

 

99 Tað var Óðin í Ásgarðí,

tók til skaft og skær,

hann tók Signhildu, Valinds drotning,

førdi heim við sær.

 

100 Frætti tað frúgvin Molnutil,

so sára ið hon græt:

“Eg skal tó Óðini hevndir vinna,

hvøssu eg beri meg at.”

 

101 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar sínar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so fríðan.

 

102 Frúgvin læt seg við barni ganga

níggju mánar taldar,

til at hennara stundum leið,

hon føddi ein svein so baldan.

 

103 Tað er enn, sum ofta er,

dult er *døpult mein,

frúgvin er gingin í høgaloft,

hon føðir ein ungan svein.

 

104 Sveipar hon hann í klæði,

væl skal ríkum falla,

síðan læt hon presti bera,

Hermann bað hon kalla.

 

105 Barnið varð borið frá kirkjuni

aftur fyri móður sín,

meiri legði hon røkt á hann

enn alt sítt gull í skrín.

 

106 Hann vaks upp hjá síni móður,

Gud gav honum vøkst,

meiri vaks hann í ein vetur

enn onnur børn í seks.

 

107 Hann vaks upp hjá síni móður

undir reyðum skildri,

lærdi allar listir tær,

sum meistari kjósa vildi.

 

108 Hann var seg á leikvøllum

burt blant aðrar dreingir,

hvønn tann tíð, teir vreðir vóru,

stóð teim stríð á meingi.

 

109 Hann var seg á leikvøllum

burt blant aðrar sveinar,

hvønn tann tíð, teir vreiðir vóru,

stóð teim stríð á meini.

 

110 Niður settust sveinarnir,

vreiðir ið teir vóru:

“Líkari var tín faðir at hevnt

enn berja os so stórum.”

 

111 Hann kastar svørð og herklæði,

lystir ei longur at leika,

so gekk hann fyri sína móður

við reyðar kinnar og bleikar.

 

112 Sveinur gekk fyri sína móður:

“Eg sigi tær rætt og slætt,

sig mær sannan faðir at mær,

 einhvør vil vita sína ætt!”      

 

113 “Geyti kongur á Upplondum

hann var faðir tín,

hann tók meg úr Ásgørðum

frá Óðini, bróður sínum.”

 

114 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

sig mær satt ífrá:

hvøssu var hann á navni nevndur,

ið mín faðir vá?”

 

115 Hon tók upp ta skjúrtuna,

øll var í blóði drigin:

“Her skalt tú síggja tey herklæði,

tín faðir var í vigin.”

 

116 “Hoyr tað, mín hin sæla móðir,

sig mær satt ífrá:

hvøssu er hann á navni nevndur,

ið mín faðir vá?”

 

117 “Tað var Óðin í Ásgørðum,

ið tín faðir vá,

tað verður ikki, meðan tú lívir,

tú sigur av honum fár.”

 

118 Hann var ikki meiri enn tólv vetrar,

hann beyð seg út at ríða,

keypti sær bæði skjøld og svørð

móti Óðini at stríða.

 

119 Sveinurin reið í Ásgarð,

inn á hallargólv:

“Hermann vil nú halda stríð

og stevna tær á hólm.”

 

120 “Slíkt hevur eingin boðið mær

innan grøna lund,

óspart her í Ásgørðum

eina so lítla stund.

 

121 Slíkt hevur eingin boðið mær

innan grøna líð,

óspart her í Ásgørðum

eina so lítla tíð.”

 

122 Hermann situr á sínum hesti,

frá man frættast víða:

“Kom út, Óðin í Ásgørðum,

eg bjóði tær út at stríða!”

 

123 Óðin gekk á gangara sín,

vil eg for ydrum greina,

hevði ikki fleiri í fylgi við sær

enn fimtan valdra sveina.

 

124 Riðu saman á grønum vølli,

hvørgin vildi lúta,

gongur so eldur av svørðum teirra,

sum neistar av árni fúka.

 

125 Høgga títt, líva lítt,

hvørgin vildi flýggja,

fimmti sveinar svørðum reiggja,

hvørgin vildi flýggja.

 

126 Har fell maður av Hermans liði

ein fyri hvørt minutt:

“Fellur so á hvørjum degi,

haldi eg út væl stutt.

 

127 Fallið er úr Hermans liði

helvtin, ikki undir,

kemur tú so í markir aftur,

eg rívi teg kykan sundur.”

 

128 Síðla var um kvøldið,

fólk til hvílu fara,

Hermann letur skipum reiða

bæði við segl og árar.

 

129 Árla var um morgunin,

sólin roðar víða:

“Enn bjóði eg tær, Óðin kongur,

til skips mót mær at stríða.”

 

130 Tað var Óðin í Ásgørðum,

gekk so niður til strand,

stoypti hann seg fyri klettin niður

bæði við borð og brand.

 

131 Óðin fram við grunni fór,

ei mundi ilskan tróta,

til hann kom í havið út,

sum Hermans skútur flóta.

 

132 Óðin tók til borð og brand,

brýtur hol í neðra,

Hermann gekk til pumpustokk

at pumpa vatn í erva.

 

133 Hermann stendur við pumpuna

letur so orðum speka:

“Hví munnu várar skúturnar

í dag so illa leka?”

 

134 Óðin brýtur hol í neðra,

tekur í flota at hvøkka,

nú taka Hermans skúturnar,

ein eftir ein, at søkka.

 

135 Óðin skeytst har upp á vatn

at svara sínum óvini:

“Nú munnu treingjast vegirnir

hjá Hermanni Geytasyni.”

 

136 Hermann vendi skútu av,

snarast sum hann kundi,

sigldi so í havið út,

so snart tann knørrur rendi.

 

137 Vant hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunka niður

fyrr enn við Jorsaland.

 

138 Tað er ungi Hermann,

leggur skip til land,

sum hann reystur Jorsala kongur

stendur á hvítan sand.

 

139 Tá svaraði Jorsala kongur,

kann væl tungu skilja:

“Hvat eru tíni ørindi,

hvat man kappin vilja?”

 

140 “Óðin festi konu sær,

fáar finnast slíkar,

førdi hana í Ásgarð,

so mundi hann hana svíkja.

 

141 So mundi hann frú Molnutil

litir við henni skifta,

seldi hana til Upplanda,

og gat hana ikki gifta.

 

142 Óðin reið til Upplanda

og gjørdi enntá verri,

tá hon sat á brúðarbekki,

vá hann hennara harra.

 

143 Eg vil hevna mín faðirs deyð

og kann tað ei formá,

tað er Óðin í Ásgarði,

ið einki bítur á.

 

144 Tí eri eg til landa komin,

leggja við teg ráð. “

Svaraði Jorsala kongur:

“Hjálpina skalt tú fá.”

 

145 Valdi út av Jorsalandi

alt tað valdra meingi,

sigldu so í Ásgarðar

væl fimtan hundrað dreingir.

 

146 Hermann reið at borgini,

letur á reiði renna:

“Kom út, Óðin í Ásgørðum,

tú skalt ikki Aldur kenna!”

 

147 Óðin reið eftir vegnum fram,

sum skógvurin fullur kreyp,

tríggjar reisir á hørjum degi

seg úr heri breyt.

 

148 So ríður ungi Hermann

víðan vegin fram,

klývur hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann.

 

149 So ríður ungi Hermann,

famlar góðan grip,

fellir niður av Óðins monnum

tíggju fyri hvørjum sipi.

 

150 Tá svaraði Óðin kongur:

“Mist havi eg úr lið,

gerið sum sigst í ævintýrum,

gevið nú ongan grið!”

 

151 Óðin ríður og stundum flýgur

og beitir bitrar brandar,

inntil hann hevði tólv hundrað

skilt við lív og anda.

 

152 “Nú fer at gerast vandi størri,

er mær ei av tí hól,

altíð vá eg sjey fyri ein,

stundum tíggju og tólv.”

 

153 Svaraði ungi Hermann:

“Felt havi eg lið,

nú lívir ikki í Ásgørðum

meiri enn Óðin sjálvur triði.”

 

154 Hermann situr á stórum hesti,

heldur á búnum knívi:

“Hoyr tú, Óðin í Ásgørðum,

nú skalt tú lata lív!”

 

155 “Eg eri tungur av aldri búgvin,

ikki førur at ganga,

eg falli ei fyri nøkrum svørði

og ei fyri tínum brandi.

 

156 Eg má biðja at halda undan,

lat tað nú so vera,

tí eg kann einki í Ásgørðum

einsamallur gera!

 

157 Mín avkom man so víða fara,

Óðin tað væl visti,

alraflestir í Norðlondum

trúgva nú á Krist.

 

158 Hevði eg verið á tínum aldri,

sum eg havi í forðum verið,

mínir dreingir í Ásgørðum

skuldu harrar verið.

 

159 Skuldi eg tær á baki riðið,

so gamal og gráur eg eri,

høgt teg sundur sum hana til ketil

við mínum blanka svørði.

 

160 Eg skal selja mín vitruskap,

teir skulu á meg trúgva,

søkja burt í Norðlondini,

lystir mær at búgva.

 

161 Var eg ungur, sum eg eri gamal,

eg skuldi tað sett í lag,

tó skal eg tær skammir vinna,

áðrenn vit skiljast at.”

 

162 Hetta tókti Hermanni unga

skammiligt at hoyra,

reiggjaði so til Óðin kong,

ætlaði hann at doyva.

 

163 Óðin stoyttist í jørðina niður

undir brynju blá,

tað var alt í timar seks,

eingin kundi hann sjá.

 

164 Óðin letur høggini falla

innan grøna líð,

feldi niður av Hermanni

liðið hundrað trý.

 

165 Hermann situr á sínum hesti,

hann sær sínar garpar falla,

Óðin honum á baki reið

og gjørdi honum heitt um skalla.

 

166 Hermann situr á sínum hesti,

hann sær sínar garpar so fara,

Óðin honum á baki reið

og legði hann niður til jarðar.

 

167 “Var tað ikki fyri mína drotning skyld,

frú Molnutil uppi í landi,

skuldi eg tínum móti toga,

skilt teg við lív og anda.

 

168 Oyddi tú meg, so oyddi eg teg,

og vann tær skammir fleiri.”

Síðan kastar hann hvarvsjón á,

teir sóu hann ikki meiri.

 

169 Tað var ungi Hermann,

heim í garðin fór,

úti Óðins drotning

fyri honum stóð.

 

170 Svaraði Svanhild, Óðins drotning,

skortar hon ikki fíggja:

“Hvar er Óðin, harri mín,

hann kemur ei heim til bíggjar?”

 

171 “Tú manst ikki Óðin bíða

og hansara dreingir fleiri,

hann er seg av landi skotin,

hann kemur ei aftur meiri.

 

172 Hoyr tú, Signhild, Óðins drotning,

vilt tú lovast mær,

tólv merkur av reyðargulli

vil eg geva tær.”

 

173 Svaraði Signhild, Óðins drotning,

av so tungari neyð:

“Eg verði ikki drotning tín,

tú voldi mín harras deyð.”

 

174 Svaraði frúgvin Molnutil,

um tað sannheit var:

“Ongum manni í hesum landi

stendur meiri lov á enn tær.”

 

175 Tað var ungi Hermann,

fell á síni knæ,

meðan hann frúnna Signhildu

til ektar festi sær.

 

176 Hermann festi Signhildu

við so góðum tátti,

settist aftur í stólin tann,

ið Óðin kongur átti.

 

177 “Hoyr tú, Víkaldur, sonur mín,

tú skalt Uppland fáa,

Molnutil var mín drotning fyrst,

tú skalt stýra og ráða.”

 

178 Óðin kvittar úr Ásgørðum,

søgur ganga frá,

síðan sigldi hann haðan burt

inn fyri Siggjumtá.

 

179 Sigldi hann inn fyri Siggjumtá,

sum søgan sigur frá,

síðan sigldi hann haðan burt

inn fyri Siggjumtá.

 

180 Sigldi hann inn fyri Siggjumtá,

sum søgan sigur enn,

*legði undir seg Sviaríki,

russar og norskar menn.

 

181 Hann læt byggja Siggjumtá,

stendur til mansins sinni,

í Svøriki ber hann konganavn,

í Noregi ei tí minni.

 

182 Lærdi hann teir so trúnna tá,

ið teim var lítið til gavn:

“Verða tit nakað í neyðum staddir,

heitið á Óðins navn!”

 

183 Tað er Veraldur, Óðins son,

gongur fyri faðir sín:

“Eg ætli mær til Suðurlanda

at biðja mær konu.”

 

184 “Hoyr tað, Veraldur, sonur mín,

tað verður ei til gleim,

fert tú teg til Suðurlanda,

tá kemur tú ikki heim!”

 

185 Veraldur læt sær snekkju smíða

av so góðum treysti,

sigldi so til Suðurlanda

á tí sama heysti.

 

186 Kastaði sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrst steig Veraldur, Óðins son,

sínum fótum á land.

 

187 Mitt í miðjum grasagarði

akslar síni skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgu hallir inn.

 

188 Og so búgvin gongur hann

í høgu hallir inn,

sum Sjólands kongur á borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

189 Veraldur gekk í hallina inn,

í forðum var tann siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

190 Veraldur stendur á hallargólvi,

ber upp kvøðu sína:

“Sit væl, reystur Sjólands kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

191 “Vælkomin, Veraldur, Óðins son,

tú ert kempan fín,

gakk tú tær í steinstovu,

drekk har mjøð og vín!”

 

192 Veraldur gekk í steinstovu,

sum full av svikum var,

opið undir breytum var,

hann fell í bryggjukar.

 

193 Svaraði Veraldur, Óðins son,

tá hann fell í flór:

“Tað mundi faðir mín siga mær,

tá eg heiman fór.”

 

194 Hetta visti Óðin kongur,

í songum sum hann sat,

sín fell sonur á Sjólondum

í  eitt bryggjukar.

 

195 “Eg var bæði gamal og gráur,

hevði meg tó væl varað.”

Tá ið Óðin hetta hoyrdi,

fell hann niður til jarðar.

 

196 Tað var um ein halgan dag,

tað bar til so brátt,

Óðin søkti helsótt

á hesi somu nátt.

 

197 Óðin so til orða tekur,

heldur um gyltan ring:

“Heintið nú bæði menn og konur,

sum búgva her umkring!”

 

198 Óðin so til orða tekur,

gerst so nýtur drongur:

“Nú lystir meg til himmals upp,

vera har sum ein kongur.

 

199 Tá ið tit síggja,

at eg gevi upp mín anda,

tá fari eg til Ásgarðar

at byggja mína landa.

 

200 Hoyrið tað bæði menn og kvinnur,

hvat eg tygum man siga,

verða tit stødd í nakrari neyð,

tá skulu tit á meg biðja!

 

201 Verða skal eg tykkum átrúgvin,

tit mugu á meg minna,

tit skulu koma til Ásgarðar,

har skulu tit meg finna.”

 

Gár í dans mín frúva,

sprund fagurt tú ann,

dansa við hvønnannan,

so fagurliga sum tú kann.

Gár í dans mín frúva.

 

CCF 79 C

TSB E 46

 

Handrit: Kvæðasavn hjá Napoleoni Nolsøe. Føroya Landsbókasavn  F IV vol. I, Nr. 46, s. 250.

 

Útgávur:

 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 234.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 17. bind, s. 94

 

Heimild: Úr Streymoy:  Napoleon Nolsøe (1809-1877),  Tórshavn, 1840

 

 

 

E 46 Óðin í Ásgørðum (Man kills the slayer of his father and marries slayer’s daughter or widow)

Frábr. A: Geyti kongur drepur Hermóð jall og fer av stað við konu hansara Málníðu. Geyti bjóðar Óðini av í einstaklingsstríð. Geyti eigur gandakopp, sum veitir honum sigur. Hann gevur Málníðu koppin at ansa eftir og biður hana ikki lata hann frá sær, meðan bardagin er.

Óðin fer at møðast, men hann finnur upp á at senda tey boð til Málníðu, at Geyti er dripin. Hetta fær hana at svíma og missa koppin. Geyti verður dripin. Málníða føðir son Geyta, Hermóð.

Hermóður bjóðar Óðini av í bardaga at hevna deyða faðir sín. Hann drepur Óðin og noyðir dóttur Óðin at giftast við sær. Frábr. B og C: Geyti tekur Málníðu frá manni hennara, Óðini. (C: Geyti og Óðin eru brøður.) Óðin og Geyti berjast, og Geyti verður dripin. Við Geyta eigur Málníða son, Hermann, sum vinnur á Óðini (B: drepur hann.) Hermann giftist við seinnu konu Óðins. C: Seinni doyr Óðin.

á føroyskum: CCF 79 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019