• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Dvørgamoy III - Ása Dvørgamoy

 

Dvørgamoy IV

 

CCF 8 D

TSB E 151

 

1 Hálvdan kongur og Heiðrikur 

hildu saman leingi, 

kvittaðu norður í Ásgarðar 

at hitta Óðins dreingi. 

 

2 Teir komu har so síðla tá, 

seint til dags í skými, 

leiddi á fagran moyjarsál, 

gull bar litur á túnið. 

 

3 "Eg reið mær á skogvin fram, 

síðla dags í skými, 

leiddi á fagran moyjarsál, 

gull brann har í túni. 

 

4 Eg stóð líð og langa tíð, 

mín var lítið kunni, 

frúgvin bar upp orðum sjálv, 

legði mær mál í munnin. 

 

5 Eg stóð líð og langa tíð, 

mín var lítil hyggja: 

hvar eru fleiri fljóðini tey, 

ið henda heygin byggja?" 

 

6 "Mær er faðir og móðir frá deyð, 

so mínir brøður sjey, 

eg havi ongan forløgsmann, 

eina byggi eg her heyg. 

 

7 Mær er faðir og móðir frá deyð, 

so mínar systrar báðar, 

eg havi ongan forløgsmann, 

so eina má eg her ráða." 

 

8 "Enntá skalt tú siga mær, 

tú dvorgamoyjin snjalla: 

hvussu hæt frúgvin, móðir tín, 

og hvussu skal eg teg kalla?" 

 

9 "Eg var fødd, tá ið dagur treyt, 

síðla dags á kvøldi, 

Ásla nevndi mín faðir meg, 

hann ráddi í Óðins veldi. 

 

10 Eg var fødd, tá ið dagur treyt, 

síðla dags í skými, 

sokti hann mær tann teknar ring, 

hann leiddi af rúnarstreymi. 

 

11 Mikil ódn og eystanduni 

mínum var faðir at deyða, 

Gunhild kallaðist móðir mín, 

ið nogv átti gullið reyða." 

 

12 Vatnið rennur á víðum vølli, 

tað gekk fljóði í dreymi: 

gullið liggur á botni niðri 

á bráðum rúnarstreymi. 

 

13 "Legði eg hendur á frúnnar háls, 

læt so orðum byrja: 

hví situr tú so eina her, 

tað er um fyrst at spyrja." 

 

14 "Vatnið rennur á víðum vølli 

niður af høgum fossi, 

fyrri unti mær Sjúrður svein 

gull og góðar kossir." 

 

15 "Enntá skalt tú siga mær, 

dvørgamoyjin fríða: 

hvussu heita garpar teir, 

á henda skógin ríða." 

 

16 "Silvur heitur sá kongason, 

á henda skóg hevir troytt, 

Álvur ber hans orð fyri meg, 

eg havi honum einki skoytt. 

 

17 Vatnið rennur af høgum fjøllum 

eftir hvøssum gróti, 

ilt er at leggja ást við hann, 

ið onga leggur ímóti. 

 

18 Tað er so vont í tínum landi, 

har er veður og vindur, 

betri er í glæstriborg 

tú ástir við meg bindur. 

 

19 Tað er so vont í tínum landi, 

har er vindur og veður, 

kemur so mangur ómildur 

at ræna tykkara fæ." 

 

20 Gingu tey í glæstriborg, 

hans var lítil hyggja: 

"Her mant tú fyri eygum sjá, 

hvussu mong ið heimin byggja." 

 

21 Gingu tey í glæstriborg, 

hildu sær í hendur: 

"Her mant tú fyri eygum sjá, 

hvor vítt ið sólin rennur." 

 

22 Gingu tey í glæstriborg, 

hildu sær at teiti: 

"her mant tú fyri eygum hava 

minni lutir og meiri." 

 

23 "Her er klæði og føðsla mín, 

gull og annar geiri, 

her er hvat ið ynskjast vil, 

minni lutir og meiri." 

 

24 "Tú fært einki yndi af mær, 

ei mátt tú tess stunda, 

eg skifti ikki óðal mítt 

burt á heidnar grundir. 

 

25 So kom eg í henda heyg, 

tað var mikil villa, 

dvøljist eg her nakra tíð, 

man eg kristni spilla." 

 

26 "So komst tú í henda heyg, 

hann er af ongum illur, 

eg skal telja tær dagatal, 

so fert tú ikki villur. 

 

27 Vilt tú ikki klæði slíta 

eftir tann Dagmanns deyða, 

eg skal lata tær onnur skera 

sett við gullinum reyða. 

 

28 Vilt tú ikki klæði slíta 

eftir tann Dagmann dýra, 

eg skal lata tær onnur skera 

sett við gulli fríða." 

 

29 Tí svaraði sveinurin, 

sló tað upp í gleim: 

"Frúgvin, líggja mær fljótan hest, 

meg lystir at ríða heim." 

 

30 "Stíg nú heilur á fljótan hest, 

fátt verði tær at grandi, 

sjaldan loysti faðir mín 

henda falk úr bandi. 

 

31 Stíg nú heilur á fljótan hest, 

fátt verði tær at meini, 

tá ið tú kemur av skógi út, 

tú vís mínum fola heim." 

 

32 Frúgvin sat í gullstóli, 

hon hevði harm og pínu, 

hin væna feldi møðig tár 

á báðar armar sínar. 

 

33 Fylgdi hon honum so langt á leið, 

til gøtur tóku at skilja: 

"Tað ið eg vendi aftur frá tær, 

tað er ei við mín vilja." 

 

34 So rann folin alla nátt, 

glaður á geklar slóð, 

eldur feyk úr gronum hans, 

tað gjørdi ljós í skóg. 

 

35 So reið sveinur alla nátt, 

hans var gangari móður, 

eldur dreiv úr nøsum hans, 

tað bar ljós í skóg. 

 

36 Sveinur kom til hallar heim, 

hann letur síni orð væl sníða: 

"Frúgvin lænti mær fljótan hest, 

hin dvørgamoyjin fríða." 

 

37 Frúgvin situr í gullstóli, 

hon vekir harm og pínu, 

møðig fellir hon blóðig tár 

á báðar armar sínar.

 

CCF 8 D

TSB E 151

Uppruni: V.U. Hammershaimb: “Færøske kvæder I”, 1851

 

Útgávur:

1. V.U. Hammershaimb: “Færøske kvæder I”, 1851, s. 101

2. Føroya kvæði (N. Djurhuus greiddi til útgávu, 1951) Band  I, Teil 3, s. 295.

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 1998) 4. bind, s. 228

 

Heimild: V.U. Hammershaimb (1819-1909): “Færøske kvæder I”, 1851

 

E 151 Ása dvørgamoy (Sigurd begets a child on female gnome but she and the child die in Sigurd’s absence)

Sjúrður ríður inn í skógin á hesti sínum Grana. Hann kemur til gylta høll og fer inn. Inni kemur hann fram á eina dvørgamoyggj. Hann verður verandi hjá henni alla náttina, og hon verður við barn.

Um morgunin ger hann seg til at fara, men lovar at koma aftur um einar níggju mánaðir. Hann lænir ross frá henni, tí Grani er horvin.

Á heimleiðini hittir Sjúrður ein risa, sum vil sleppa at berjast við hann. Sjúrður vinnur á honum og fer heim. Nakað seinni fer hann aftur í høllina, og inni kemur hann fram á dvørgamoynna og barn hennara, bæði deyð.

Hann jarðar tey.

á føroyskum: CCF 8 A-C (bert á føroyskum). Eisini nevnd ”Dvørgamoy triðja”.

E 152 Dvørgamoy [IV] (Man visits gnome maiden)

Maður kemur til vakra høll seint á kvøldi og hittir har dvørgamoy. Hon vísir honum runt. Síðani vil hann sleppa av stað og lænir eitt ross, og eftir situr hon syrgin og einsamøll.

á føroyskum: CCF 8 D (bert á føroyskum). Eisini nevnd ”Dvørgamoy fjórða”.

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019