• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Raðals kvæði

 

Raðals kvæði

 

CCF 82 Ba

TSB E 87

 

1 Raðal kongur av Miklagarði

letur sær moyum kjósa,

hann vil ikki aðra frúgv

enn væl kann 'reian' loysa.

 

2 Raðal kongur av Miklagarði

letur sær moyin biðja,

hann vil ikki aðra frúgv

enn væl kann skera og sýa.

 

3 Raðal kongur av Miklagarði

letur sær moyggin kora,

hann vil ikki aðra frúgv

enn væl kann klæði skera.

 

4 Raðal kongur av Miklagarði

gjørdi tað aleina,

setti seg í hásæti

við øllum sínum sveinum.

 

5 Setti hann seg í hásæti

við øllum sínum sveinum:

“Vitið tær nakra vakra jomfrú,

tað ikki fyri mær loynið!”

 

6 Svaraði ein av sveinum hans,

reyðargull ber á hond:

“Væna veit eg frúnna ta,

hon er biðlavond.

 

7 Eg veit eina væna frú,

til biðil er hon vand,

Hakil kongur á Garsia

dóttur hevur í hand.

 

8 Hakil kongur dóttur eigur,

hava hana menn við orð,

hennara stólur av gulli er,

gjørdur upp við borð.

 

9 Hon er bæði vøn og vitur,

satt at siga frá,

hana kann ikki sól á skína

uttan um páskadag.

 

10 Hon er bæði vøn og vitur,

satt er frá at siga,

hana kann ikki sól á síggja

uttan um páskatíð.

 

11 Skarlak hon á jørðina dregur,

satt at byggja um garðar,

ikki skínur á hana sól

meiri enn tríggjar ferðir um árið.

 

12 Tá hon ríður á víðan vøll,

fylgja henni tríati moyggjar,

skarlak undir fótum breitt,

silkiseym av nýggjum.”

 

13 “Er hon so vøn og vitur,

sum tú sigur frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

tað stendur mær hugur á.”

 

14 So letur hann Raðal kongur

síni skipini búgva,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli snúgva.

 

15 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavn og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

16 Vundu upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykaðu ei á bunka niður

fyrr enn við Garsialand.

 

17 Kastaðu sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Raðal kongur

sínum fótum á land.

 

18 Raðal kongur av Miklagarði

hevði tann ótta og vanda,

hann sær Stól á Upplandi

fyri hallardurum standa.

 

19 Stólur rópar á Raðal kong:

“Hvat vilt tú her á landi,

hevur tú nøkur ørindi?

Sig mær satt frá sonnum!”

 

20 “Tí eri eg her at landi komin

 við eggjagyltum spjóti,

sita vil eg frúnni næst

og tann siðin njóta.”

 

21 Svaraði Stól av Upplandi,

tyktist tað at gesta:

“Fyrr skal vinna garð og grund

enn tú skalt frúnna festa.”

 

22 Tað var Raðal av Miklagarði,

gav tað ódnarmál:

“Mangan havi eg saltan sjógv

givið kalda skál.”

 

23 Svaraði Stól av Upplondum:

“Óttast ongan vanda,

við *aðrari míni hendi

skal eg mót tær standa.”

 

24 Svaraði Raðal av Miklagarði,

grimur og harður til víggja:

“Ikki kanni eg svørð og skjøld,

fyrr enn eg frúnna síggi.”

 

25 Frúgvin situr í høgalofti,

gullið glógvar á kníggja,

tað er eingin so listum lærdur,

hana við eygum kann síggja.

 

26 Frúgvin situr í høgalofti,

við gulli hárið flættað,

tað er eingin so listalærdur,

í hennara stól kann sleppa.

 

27 Til tað svaraði Raðal kongur,

listir læra skal:

“Takið báðir vákn í hond,

brótið so inn í sal!”

 

28 “Hoyr tú, Raðal av Miklagarði,

her skulu vit royna verk,

fyri hurðini standa vaktir,

hundrað í her er sterk!

 

29 Búgvist ei við friðum,

og gangið inn á vald,

fyrr skal rapla kongaborg,

enn vit sleppa ikki á tjald!”

 

30 Fyrsta teir at vaktum komu,

blikna tók at víggja,

tróðu so í herin fram,

ei óttaðust teir at síggja.

 

31 Tróðu so í herin fram,

hvør um annan gekk,

blóðið dreiv um slottið,

men Raðal sigur fekk.

 

32 Tá ið teir høvdu vaktina vunnið,

eftir var meiri vandi,

garpar tveir við hallardyr

búnir við rúnum standa.

 

33 Raðal brá sín bitra brand,

tað av miklum móði,

høgdi tá til garpar tveir,

fyri hellisdurum stóðu.

 

34 Raðal brá sínum bitra brandi,

so er tað at siga,

høgdi so til garpar tveir,

hann høgdi teir av um miðju.

 

35 Garpar duttu á jørðina niður

av so miklum váða,

svaraði reystur Raðal kongur:

“Nú má eg hana fáa.”

 

36 Svaraði Stól sterki

av so góðum sinni:

“Nú eru deyðir garpar tveir,

nú mugu vit frúnna vinna.”

 

37 Garpar ganga á borgina,

sum fyrr hevur verið siður,

hava alt í einum orði,

heilsa og teir biðja.

 

38 Tað var frúgvin Silborg,

letur so orðum falla:

“Hvat vilja hesir garpar tveir

inn í mínar hallir?”

 

39 Garpar gingu í hallina inn,

hava fyri siðir:

“Tað eru osara ørindi

tygum, frú, at biðja.”

 

40 Tað vóru teir garpar tveir,

so tóku teir uppá:

“Tað eru osara ørindi

tygum, frú, at fá.”

 

41 Tað var frúgvin Silborg,

tyktist hart at standa:

“Sigið mær, frægir, eiti tykkara,

hvaðan tit eru av landi!”

 

42 “Raðal er av Miklagarði,

kongasonurin bold,

Stól er av Upplondum,

við hørðum ristir hann skjøld.”

 

43 “Farið tit av hallini út,

kátan býðst at elva,

heintið inn eitt gulltalv,

vilja tit um meg telva!”

 

44 Stól førdi fót í gólv,

harðliga í hann streingir,

salin skakaðist tríggjar alin,

tað bliknaðu Raðals dreingir.

 

45 Tað var reysti Stól sterki,

*sá, salurin tók at skelva:

“Setið nú upp tann káta leik,

vit skulu um frúnna telva!

 

46 Setið nú osum at telva talv,

og verðum nú av tí kátt,

síðstir verða bardagar,

vit skiljast ei betur brátt.”

 

47 So lótu teir talvið leika,

tað stóð tímar seks,

Raðal kongur av Miklagarði

sigur av talvborði fekk.

 

48 Stól tók talvborð í hond,

kastar á hallargólv:

“Ikki akti eg meiri teg

enn berjast mót slíkum tólv.”

 

49 Raðal kongur av Miklagarði

fer har um við gamni:

“Haldið osum so siðiliga,

vit eru hvønnannans javni!”

 

50 “Vit eru eingir javnlíkar tveir,

snart at siga frá,

ikki skalt tú frúnna njóta,

um eg liva má.

 

51 Førum vit í markir út

við gyltum svørð at kanna,

setið í veður tað væna vív,

tað lystir mær at vinna!”

 

52 Frúgvin fór í høga sal

við tungari sorg at sova,

henni býðst hugur á Raðal kong,

hon tordi hann ikki lova.

 

53 So gekk frúgvin í høga stól,

sorg var mest at krósa,

ikki tordi hon Raðal kong

í nøkrum luti rósa.

 

54 “Mangan havi eg biðil havt,

snarpan 'trekki' víggja,

tungt er tað at hava kær

og ei við eygum síggja.

 

55 Raðali býðst mær hugur á,

hann kann eg ikki njóta,

Stól rættir skjøldin út,

harður vil sorgina kveikja.”

 

56 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

lagdi sínar bardagar

skamt frá kongins høll.

 

57 Høgga títt, teir *líva lítt,

dreingir leika á vølli,

tað hoyrdist høgg og harða ljóð,

hvørgin kann annan fella.

 

58 Teir høgga títt, teir *líva lítt,

makt og megi tunga:

“Nú stendur hart um harðan leik,

vit eru tó báðir ungir.”

 

59 Høgga títt og *líva lítt

av makt og frægum sinni,

tað leikar sum knívur á hørðum steini,

hvørgin kann annan vinna.

 

60 “Takið osara breiðu skjøld,

leggið saman í vond,

snarpir eru garpar tveir,

nú skulum vit roynast á hondum!

 

61 Kastið frá osum vákn og svørð,

hartil spjót og verju,

nú skulu vit á grønum vølli

við hondum saman berjast!”

 

62 Kastaðu frá sær vápn og svørð,

teim var einki at bella,

ryktust hart og mikið skarpt,

hvør vil annan fella.

 

63 Bardust teir á grønum vølli

við ilsku og grummum bræði,

rivu av sær stálbjálvarnar,

sum tað væri brent klæði.

 

64 So bardust teir á grønum vølli,

braka tók í beini,

lótu so sterkar rúnir lesa,

sundur gingu steinar.

 

65 Bardust hart og hartil skarpt,

ei var skemt og gaman,

ikki bóðu teir Gud til hjálp,

sjálvan hin svarta fanan.

 

66 Bardust teir í dagar,

bardust teir í tvá,

lógu hart í hørðum leiki,

hvørgin vinna má.

 

67 Bardust teir í dagar,

bardust teir í tríggjar,

hart gekk teirra harði leikur,

hvørgin vildi flýggja.

 

68 Bardust teir í dagar,

bardust teir í fýra,

tað var ei skemt og barnagaman

hvør vil annan hýra.

 

69 Bardust teir í dagar,

bardust teir í fimm,

maktaðir vóru av hitanum,

so blóðið dreiv um kinn.

 

70 Bardust teir í dagar,

bardust teir í seks,

tá gekk hold av miðjum beini,

báðum við hørðum gekk.

 

71 Bardust teir tann sjeynda dag,

tá var hart at baga,

tá vann Stól av Upplandi

Raðal kongin balda.

 

72 Raðal datt á vøllin niður,

tá var hart at baga:

“Flytið meg burtur av hesum landi,

latið meg einki skaða!

 

73 Hoyr tú, Stól av Upplandi,

slepp mær úr hesum vanda,

eg skal svørja tær trygdareið,

eg skal frá frúnni ganga!”

 

74 Stól sterki av Upplandi

ei vildi mannin spara,

slerdi hart til Raðal kong,

so hann fell niður í dvala.

 

75 “Nú liggur tú, Raðal kongur,

deyður av míni hond,

ikki havi eg frægari kempu

fyrr lagt niður í bond.”

 

76 Stól reikar á borgir upp

við sítt breiða skjøld,

brúkti eingi lempilig orð,

tók so frúnna við vold.

 

77 Hvørki spardi hann faðir ei móður,

læt tað burtur sovna,

hann tyktist har at hava ráð,

sum hon hevði verið hans kona.

 

78 Stól sterki av Upplandi

tók væna slíka frú,

so læt hann til brúdleyps ætla

mikla mannamú.

 

79 Upp tá rísur tann deyði maður,

á grønum vølli lá,

fór at hinka so spakuliga

burtur garði frá.

 

80 Raðal hinkar í skógin burtur

við sorg og onga gleði;

so var Stól av frúnni kátur

sum fuglur á ljósum degi.

 

81 Stól gótar vøllum út,

sum bardagar hildust á,

burtur var tann deyði kroppur,

á grønum vølli lá.

 

82 “Burtur er horvin Raðal kongur,

sum eg feldi niður til jarðar,

ongan av teim nærfrændum

skal eg longur spara.”

 

83 “Hoyr tað, Stól av Upplandi,

ger tú ei tann vold,

Raðal er grivin í skjaldarheyg

fimtan favnar í mold.”

 

84 Ei var satt, sum frá var sagt,

Stól kom til at trúgva,

Raðal hinkar í skógvin burt,

kom til risan at búgva.

 

85 Raðal hinkar við einum beini,

sjúkur og illa sárur;

Stót læt til brúdleyps reiða

stóran mannaskara.

 

86 Raðal kemur fyri hallardyr

at tí stóra reiði,

fimmti favnar og átjan alin

vóru tær hurðar breiðar.

 

87 “Mangan havi eg harðan møtt,

snarpan og stóran skara,

antin her búgva risar ella trøll,

eg skal í hellið fara.”

 

88 So gekk hann í hellið inn,

sjúkur og troyttur av ekka,

har sat risi við stokta krás,

hartil mjøð at drekka.

 

89 “Vælkomin, tú hin vesæli drongur,

sjálvum mær til handa,

eg vil teg við míni megi

seta teg út á brandar.”

 

90 “Hoyr tú, breiði Bjarni,

tak meg ikki við bræði,

eg eri keri sonur tín,

tú mín søti faðir!”

 

91 “Ert tú søti sonur mín,

sprottin av mínum  bjálva,

Rádnagapa var móðir tín,

eg havi teg við henni alvað.”

 

92 “Rádnagapa, móðir mín,

tað kann eg ikki dylja,

tú ert keri faðir mín,

nú mugu vit betri skiljast.”

 

93 So rann tár av risans kinn,

sum fossur sýður úr streymi:

“Ei visti eg, tú vart sonur mín,

hvørki av hug ella dreymi.”

 

94 Risin tekur Raðal kong

við teim hørðum ríðum,

strýkur hann um lendar hart,

tað brotnaðu riv í síðu.

 

95 “Hoyr tú, gamli bjarnafaðir,

klappa ikki við megi tíni,

Stól bardi meg bæði sjúkan og sáran,

grøð mær hesa pínu !

 

96 Eg bardist við Stól í dagar sjey

um tað sprundið vala,

hann slerdi meg við síni hond,

eg fell niður í dvala.

 

97 Grøð meg, grøð meg, Bjarni faðir,

við tín kunstur vísa,

eg fekk sár av Stóls hond,

tað skal hann aftur nýsa.”

 

98 Risin tekur Raðal kong,

setir á sín kníggja,

klæðir hann úr bjálvanum,

vildi dreingin síggja.

 

99 So smurdi hann Raðal kong

við tí besta, hann hevði,

gav honum drekka úr svørtum horni,

tá fekk hann litir reyðar.

 

100 Upp tá raknar Raðal kongur

úr tí sessi, hann sat,

tykist at fáa sítt megi aftur,

sum risin honum gav.

 

101 Upp tá raknar Raðal kongur,

seg úr sessi vendi,

tykist at fáa megi aftur,

sum risin í hann sendi.

 

102 Risin setir sterkar rúnir

inn í Raðals sinni:

“Ikki komi tú livandi heim,

uttan tú Stól vinnur.”

 

103 Sterkar lesur hann rúnirnar

yvir sín sæla son:

“Eg havi teg við hondum grøtt,

tí seti eg góða vón.

 

104 Hav tú tær tað hornið svarta

við tí gulli alt!”

“Takk havi mín bjarnafaðir

fyri sína hjálp!”

 

105 “Tú skalt hava tann svarta hest,

gull á gangaran *laðað,

royna so títt egið skjøld,

tað man einki skaða!”

 

106 So dreiv tár av risans kinn,

sum roykur dreiv av eldi,

við hendur leiddi sæla, søta,

heim til garðar fylgdi.

 

107 Hann kom á ta somu leið,

sum vant var fyrr at liggja,

gekk so risin í herbúð sína,

hansara sámi at liggja.

 

108 “Eg má tó við ódnum gala,

seta so góða vón,

tykir meg við eygum síggja

eina so ringa sjón.”

 

109 Tað var Stól av Upplandi

varð seg so illa við,

tá ið hann sá Raðal kong,

hann fell í óvit niður.

 

110 “Gjølliga kenni eg handa træl,

eg vil tí um hann vita,

hann er líkur svarta trama,

vil meg gloypa og bita.”

 

111 “Eg eri eingin svarti trami,

tó kom eg tær aftur um bak,

nú skal hevna síðstu stund

fyri títt meina tak.”

 

112 “Tú ríður og reikar um landanna,

eg havi teg harðan kent,

sjálvur hann hin svarti fani

hevur teg higar sent.”

 

113 “Meg hevur eingin fani sent,

um enn tú tykist so,

aftur hamast tann deyði maður,

sum á vølli lá.

 

114 Nú skulu osara bardagar falla,

er á tí somu leið,

sum ei verður nú sum áður,

tá gjørdist maður vreiður.”

 

115 Fagurt var at lýða á,

hvør var tungan snjøll,

løgdu sínar bardagar

skamt frá kongins høll.

 

116 Raðal kongur av Miklagarði

spenti sínum alvi,

hann kleyv Stól av Upplondum

miðjan av um nalva.

 

117 Glað varð frúgvin Silborg,

tá Stól spruttaði blóð:

“Nú líkst mær á Raðal kong,

hann var mær lukkan góð.”

 

118 So tók hann tann deyða kropp,

ei var hond við hógv,

varpar hann so við hørðum alvi

út á saltan sjógv.

 

119 “Takka má eg bjarnafaðiri

fyri hansara rúnir sterkar,

eg fekk aftur megi við tólv,

gott skal hann av mær merkja.”

 

120 Raðal læt slakta neyt og seyð,

feitar oksar og hestar,

reiðir so at skógnum burt

bjarnafaðir til kostar.

 

121 Hann læt tríggjar ammur bryggja

við alskyns besta velli,

læt so sterkt á stongum reiða

burtur at risans helli.

 

122 Hann fekk tá frá risanum

fimtan merkur gull

og so mangar gersimir,

innan vóru við full.

 

123 So læt hann til hagar føra

Bjarna skonk og vín,

ikki gloymdi hann bjarnafaðir,

alt hann var á lívi.

 

124 Raðal kongur av Miklagarði

læt ikki longur *fresta,

tók sær frúnna í blíðan favn,

aftur hana festi.

 

125 Lótu tey til brúdleyps ætla

við so mikið meingi,

kom so mangur maður til

sum fjøður á fuglaveingi.

 

126 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Raðal og hans vív.

 

127 Gingu so bæði í eina song

Raðal og hans vív,

fór so hvør, sum boðin var,

haðan heim til sín.

 

128 Fór so aftur til Miklagarð

við føgru brúður og meingi,

hevði slíkt ráð og kongavaldið,

tað sømdi væl tí dreingi.

 

CCF 82 Ba

TSB E 87

 

Handrit: Kvæðasavn hjá N. Nolsøe.  Føroya Landsbókasavn F IV vol. II, Nr. 83, s. 190.

 

Útgávur:

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 262.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 17. bind, s. 151

 

Heimild: Úr Streymoy:  Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn 1842

 

E 87 Raðals kvæði (Rival suitors play dice for maiden and fight about her)

Raðal kongur heldur av stað at biðja um Silborg í Spania. Tá ið hann kemur fram, møtir hann Stóli kongi, sum er hagar komin í somu ørindum.

Silborg lovar hvørgum teirra inn, og saman bróta teir seg inn í húsini. Báðir biðja um hana, og Silborg biður teir spæla terningar um seg. Raðal vinnur, men Stólur bjóðar honum av at berjast. Raðal verður særdur og liggur í óviti eftir at hava barst í fleiri dagar, og Stólur, sum heldur hann vera deyðan, ger til reiðar til brúdleyp sítt og Silbjargar.

Raðal raknar við aftur og fer til ein risa. Tí hann fær risan at halda seg vera pápa Raðal, fær Raðal risan at lekja seg og við galdraráðum veita sær megi. So kemur Raðal aftur, drepur Stól, giftist Silborg og fer heim við henni.

á føroyskum: CCF 82 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019