• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Rings kvæði

 

CCF 83 C

TSB E 80

 

Fyrsti   táttur

 

1 Viljið tær nú lýða á,

eg sigi frá bragdartátti,

Valdimann kongur av Girtlandi

tvey ónskarbørn hann átti.

 

2 Ringur heitur kongins son,

vaksin er upp við gavni,

Kristin unga systir hans,

tey bera so fagurt navnið.

 

3 Ringur hann heitur kongins son,

vaksin er upp og góður,

so er hann frá monnum líkur

sum hjørtur frá øðrum fjólum.

 

4 Ringur hann heitur kongins son,

vaksin er upp við list,

so er hann frá monnum líkur

sum fuglur á villum kvisti.

 

5 Tey vuksu upp í ríkinum

kongabørnini bæði,

áður tey gótu á gólvi gingið,

bóru tey skarlaksklæði.

 

6 Tey vuksu upp í ríkinum

kongabørnini tvey,

áður tey gótu á gólvi gingið,

bóru tey skarlak reyð.

 

7 Ringur var staddur á leikvøllum,

hann talar við sínar dreingir:

“Hvar vitið tygur mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

8 Sveinar svara sínum harra:

“Hví spyr tú so?

Best veitst tú við sjálvum tær,

hvar tín stendur hugur á.

 

9 Sjólands kongur dóttur eigur

væna og so vísa,

kanst tú hana til drotning fá,

hon kann títt lív væl prísa.”

 

10 Ringur gongur fyri faðir sín,

leitar við hann ráð:

“Hvar veitst tú so væna jomfrú,

mín stendur hugur á?

 

11 Sjólands kongur dóttur eigur,

sveinar siga frá,

hana tykir mær sámiliga,

kundi eg hana fá.”

 

12 “Líkt tykir tær at hyggja upp,

tagað hevur tú leingi,

kongurin hevur av lívi tikið

so mangar raskar dreingir.”

 

13 Ringur svaraði faðir sínum,

hann tekur tey orð við reiði:

“Tó skal eg til Sjólanda,

eg komi ei aftur úr teirri.”

 

14 So letur Ringur, kongins son,

sínum skipum búgva,

allar letur hann streingirnar

við reyðargull um snúgva.

 

15 Tað var Valdimann, Girtlands kongur,

reyðargull bar á hand,

fylgdi hann Ringi, syni sínum,

niður til sjóvarstrand.

 

16 “Tú far væl, Ringur, sonur mín,

tú gerst bæði hyggin og vísur,

leita væl við kongin ráð,

áður tú brævið lýsir!”

 

17 Tað var Valdimann, Girtlands kongur,

hann slær tað í ein gleim:

“Fært tú ikki tað væna vív,

so kom við ærum heim!”

 

18 Vindur nú upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Sjóland.

 

19 Kastar sínum akkerum

á so hvítan sand,

fyrstur steig Ringur, kongins son,

sínum fótum á land.

 

20 Fyrstur steig Ringur, kongins son,

sínum fótum á land,

og hin raski Pætur hin danski

upp undir hans høgru hand.

 

21 Uppi í miðjum grasgarði

aksla teir síni skinn,

og so búnir ganga teir

tær høgu hallir inn.

 

22 Og so búnir ganga teir

tær høgu hallir inn,

sum Sjólands kongur á borðum situr

við manna hundrað fimm.

 

23 Ringur stendur á hallargólvi

við silkikneptari húgvu,

kinnar hevði sum hummarkló

og eygað sum í dúgvu.

 

24 Ringur stendur á hallargólvi,

gerst nú hyggin og vísur,

leitar hann væl við kongin ráð,

áður enn hann brævið vísir.

 

25 Ringur stendur á hallargólvi,

ber fram bønarorð síni:

“Sit væl, reystur Sjólands kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

26 Leingi tagdi Sjólands kongur,

hugsaði um tey ráð,

hvussu hann skuldi Ringi hinum unga

eitt hánligt andsvar fá.

 

27 “Far tú aftur til Girtlanda,

vilt tú míni boð tiggja,

vera har bryggjari nakra tíð,

so vanur í árni at liggja!”

 

28 Kongur stígur upp skundiliga,

tað gjørdi hann tá,

hann sló tógva av monnum Rings,

so høvur á gólvi lá.

 

29 Ringur stendur á hallargólvi,

slær hann tað í gleim:

“Fái eg ikki tað væna vív,

so skal eg við ærum heim.”

 

30 Kongur stígur upp aðru ferð,

tað gjørdi hann tá,

hann sló tógva av monnum Rings,

so høvur á gólvi lá.

 

31 Ringur stendur á hallargólvi,

hann slær tað í ein gleim:

“Fái eg ikki tað væna vív,

skal eg við ærum heim.”

 

32 Kongurin stígur upp triðju ferð,

tað gjørdi hann tá,

hann sló tógva av monnum Rings,

so høvur á gólvi lá.

 

33 Ringur stendur á hallargólvi,

ilskan at honum dró,

síggja nú kempur innanhallar,

nú gerast leikir góðir.

 

34 Ringur stendur á hallargólvi,

faðir síns orð hann hugar,

talar hann tá til Pætur hin danska:

“Hvat munnu dreingir duga?”

 

35 Svaraði hin raski Pætur hin danski,

á hallargólvi hann stóð:

“Sjáldan kongurin Valdimann

ørindisleysur fór.”

 

36 Ringur stígur upp skundiliga,

tað gjørdi hann tá,

hann sló níggju av monnum hins,

so høvur á gólvi lá.

 

37 “Eg fór mær av Girtlandi,

tá búddi eg mær við frið,

kongur, kom av høllini út

og brynja út alt títt lið!”

 

38 Árla var um morgunin,

áður sólin roðar í fjøll,

seta teir sínum bardøgum

langt frá kongins høll.

 

39 Tað var Ringur, kongins son,

hann talar til sína seggja:

“Standið nú so menniliga

og roynið nú bitrar eggjar!

 

40 Tí standa tygur ikki menniliga,

tú stendur í stórum vanda,

sjálvur skal eg míni merki føra,

meðan eg beri lív og anda.”

 

41 Vænir eru Girtlands menn,

í víggi hvar ið teir standa,

teir víkja ikki av sporunum,

so klúgva teir gyltar brandar.

 

42 So ríður Ringur, kongins son,

víða vøllin fram,

klývur hann hvønn um tvørar herðar,

imóti honum rann.

 

43 Hann feldi niður á Sjólondum

alt hans valdra lið,

men sjálvan kongin á hondum tók,

honum gav Ringur grið.

 

44 “Førum okkur til hallar heim,

gullið skulum vil skifta,

eg veit ongan mætari mann

mína dóttur at gifta!”

 

45 Svaraði Ringur, kongins son,

svarar so fyri seg:

“Nú skal eg festa tína dóttur,

eg takki ikki tær.”

 

46 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Ringur og hans vív.

 

47 Drukkið varð teirra brúdleypið,

øll hirðin var so fegin

sum tann fuglur, á viði situr,

verður á ljósum degi.

 

Annar táttur

 

48 Nú skal falla niður um stund,

vilja teir mær trúgva,

um Sjúrð keisara av Sakslandi

har man frøðið um snúgva.

 

49 Sjúrð keisar gongur á leikvøllin,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vitið tær mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað um leingi.”

 

50 Sveinar svara sínum harra:

“Hví spyrjið tær so?

Best veitst tú við sjálvum tær,

hvørt tín stendur hugur á.

 

51 Valdimann kongur á Girtlandi

hann eigur dóttur vísa,

kanst tú hana til drotning fá,

hon kann títt lív væl prísa.”

 

52 So letur hann Sjúrð keisar

sínum skipum búgva,

øll letur hann togini

við reyðargull um snúgva.

 

53 Vindur nú upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Girtland.

 

54 Litil svein í lundini situr,

goymt hevði smalu og geit,

hann sær skip eftir havi koma,

havnir vil upp leita.

 

55 Sveinur rekur smalurnar

saman á grønan vøll,

síðan akslar kápu blá,

hann gongur í kongins høll.

 

56 Síðan akslar kápu blá,

hann gongur í kongins høll:

“Eg eri mær á einum luti

vísari enn tygur øll.

 

57 Eg eri mær á einum luti

vísari, enn tygur eruð øll,

eg síggi skip eftir havi koma,

takt við reyðargull.”

 

58 Svaraði Valdimann, Girtlands kong­ur,

heldur at teim gleim:

“Vera man Ringur, sonur mín,

ið kemur av Sjólondum heim.”

 

59 Tá ið hansara snekkjan

kennir fagurt land,

læt hann síni akker falla

á tann hvíta sand.

 

60 Letur hann síni akker falla

á tann hvíta sand,

tá var Valdimann, Girtlands kongur,

riðin oman til strand.

 

61 Tað var Valdimann, Girtlands kongur,

niður til strandar rendi,

vendi aftur á miðjari leið,

tá hann fólkið kendi.

 

62 Úti í miðjum grasgarði

akslar hann sítt skinn,

so gongur hann í høllina

fyri Valdimann kongin inn.

 

63 Sjúrð keisar stendur á hallargólvi,

ber fram bønarorð síni:

“Sit væl, Valdimann, Girtlands kongur,

gev mær dóttur tína”

 

64 “Vit vilja leggja ráðini til,

faðir og hennar móðir,

til hann kemur av Sjólondum heim

Ringur, moynnar bróðir.

 

65 Eg vóks upp í Gørðum eystur,

tað skulu flest øll vita,

ei skal frúgvin Kristin

við frillunavni sita.”

 

66 Tað var Valdimann, Girtlands kongur,

talar við sínar sveinar:

“Vit kunnu einki Sjúrði mótstá,

tí liðið er ikki heima.”

 

67 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

seta teir sínar bardagar

so langt frá kongins høll.

 

68 So ríður reystur Valdimann kongur

víða á vøllin fram,

hann klývur hvønn um tvørar herðar,

ið móti honum rann

 

69 So ríður hann Sjúrð keisar

víða um vøllin fram,

klývur hvønn um tvørar herðar,

ið móti honum rann

 

70 Klývur hann hvønn um tvørar herðar,

ið móti honum rann,

eftir stendur Valdimann kongur

við sín triðja mann.

 

71 Bliknar kongurin Valdimann

fyri tað væna vív,

Ring vildi hann við eygum sæð

ígjøgnum grøna líð.

 

72 Bliknaði kongurin Valdimann

fyri tað væna sprund,

Ring vildi hann við eygum sæð

ígjøgnum grøna lund.

 

73 Tóku teir Valdimann, Girtlands kong,

settu á silkihúgvu,

kinnar hann hevði sum hummarkló

og eyga sum í dúgvu.

 

74 Tá fell Valdimann, Girtlands kongur,

tann fagra rósinblóma,

voldi aldur og elli mest,

hann var ikki dreingja sómi.

 

75 “Tá ið eg var á ungum aldri,

kundi eg mangt at gera,

meiri var heiti og hyggi mítt

enn annar sínar ferðar.”

 

76 Enntá var tað Sjúrð keisari,

við sínum svørði brá,

kleyv hann Valdimann, Girtlands kong,

sundur í lutir tvá.

 

77 Tað var Kristin, kongins dóttir,

hon loypur eftir høgaloftsbrú:

“Hvar er nú Ringur, bróðir mín?

Saknist eg teg nú!”

 

78 Tað var Kristin, kongins dóttir,

hon fram í herin rendi,

spardi ei sín gylta lúður,

hon mangan sveitan rendi.

 

79 Svaraði ungi Sjúrð keisar,

talar til mannaskarar:

“Tit skulu frú við hondum taka

og ei við vápnum sára.”

 

80 Tað var so síðla á aftanin,

teir tóku hana á fold,

førdu hana so í ókunn lond,

hon mátti ikki ráða sær sjálv.

 

81 Hann tók av sær skikkjuna,

yvir honum hekk,

ta ið hon keisaran við eygum sá,

hon yndi til hans fekk.

 

82 Gullið og so perlur

var eftir veginum breitt,

so varð Kristin, kongins dóttir,

niður til strandar leidd.

 

83 Gull og so perlur

var eftir veginum prangað,

ei mátti tann hin ríka frú

eftir berari jørðini ganga.

 

84 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ei á bunka niður

fyrr enn við Saksland.

 

85 Tá ið hansara snekkjan

kendi fagurt land,

letur hann síni akker falla

á so hvítan sand.

 

86 Letur hann síni akker falla

á so hvítan sand,

fyrstur steig hann Sjúrð keisar

sínum fótum á land.

 

87 Gull og so perlur

var eftir veginum breitt,

so varð Kristin, kongins dóttir,

upp í høllina leidd.

 

88 Drukkið varð teirra brúdleypið,

bæði við gleði og gleim,

tá leið ikki longur um,

Ringur kom nú heim.

 

[Triði táttur]

 

89 Ringur kemur frá Sjólondum heim

bæði við gleði og gleim,

hann sær faðir við vápnum vigin,

øll hirðin er deyð sum stein.

 

90 Ringur kemur frá Sjólondum heim,

sær tey merki stór:

“Hvør hevur her til hallar verið,

síðan eg heiman fór?”

 

91 Tað var Ringur, kongins son,

girdi hann seg við svørð,

vendi aftur til Sakslanda

í teirri somu ferð.

 

92 Sveinur var á skóginum staddur,

goymdi smalu og geit,

hann sær skip eftir havi koma,

havnir vilja leita.

 

93 Sveinur rekur smalurnar

saman á grønan vøll,

síðan akslar hann kápu blá,

hann gongur í kongins høll.

 

94 Síðan akslar hann kápu blá,

hann gongur í kongins høll:

“Eg eri mær á einum luti

vísari, enn tit, eru øll.

 

95 Eg eri mær á einum luti

vísari, enn tit eru øll,

eg síggi skip eftir havi koma,

segl hevur hvít sum mjøll.”

 

96 Svaraði Kristin, kongins dóttir,

var klædd í hvíta lín:

“Vera man Ringur, bróðir mín,

at hevna faðir sín.”

 

97 Tað var Kristin, kongins dóttir,

henni tár á kinnum lá:

“Tó hann gevur mær Pætur hin danska,

meg skal hann ikki fá.

 

98 Far tú tær til strandar oman,

tú lær bæði tukt og sinni,

tala við Ring, bróður mín, sig,

Kristin vil hann finna!”

 

99 Tá ið hansara snekkjan

kendi fagurt land,

læt hann síni akker falla

á tann hvíta sand.

 

100 Læt hann síni akker falla

á tann hvíta sand,

tá var hin ungi Sjúrð keisar

riðin oman við strand.

 

101 Tí svaraði  Sjúrð keisar,

lært hevði tukt og sinni,

hann talar til Ring, moynnar bróður,

segði, Kristin vildi hann finna.

 

102 Upp loypur reystur Pætur hin danski,

keisaran vildi vega,

Ringur svørðið um herðar brá:

“Tú eyk ikki frúnni trega!”

 

103 Svaraði Ringur, kongins son:

“Slíkt vil eg ikki síggja,

eg vil hvørki sorg ella sút

av mínari systur síggja.”

 

104 Leiðir hann fram at vøgguni,

sum barnið fyri lá,

sýnir honum ungan son,

sum Sjúrður frægi ár.

 

105 Tekur hann teirra unga son,

hann leggur á lógva fram,

sjálvur gav honum navnið tað,

hann kallar hann Valdimann.

 

106 Hann tók teirra unga son,

læt sær á lógva leggja,

beyð honum so til Girtlanda

í fostur hjá sær tiggja.

 

CCF 83 C

TSB E 80

 

Handrit: Savn Hammershaimbs. AM, Access. 4c II [1c].

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 287.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 18. bind, s. 54

 

Heimild: Úr Suðuroy:  Poul Johannesen, Poul í Sakarisstovu (1791-1859), Sumba, 1847

 

E 51 Regin smiður (Sigurd revenges his father’s death and kills the serpent Fafnir)

E 80 Rings kvæði (Man gets bride in spite of her father’s hostility, and later revenges murder of father and abduction of sister)

Ringur, sonur Valdimar kong av Girtlandi, fer til Sjólands at biðja um kongsdóttrina. Við honum er Pætur hin danski.

Kongur vísir háðandi bønarorðum Rings frá sær og drepur nakrar av monnum hansara. At enda brestur bardagi á, og kongur verður tikin fangi. Ringur letur hann fara, tí dóttirin biður um tað, og giftist síðani við dóttrini. Frábr. B-D: Meðan Ringur er burturstaddur, kemur Sjúrður, keisari á Sakslandi, til Girtlands at biðja um Kristina, systur Rings. Pápi hennara, Valdimar kongur, biður Sjúrð bíða við samtykki hansara, til Ringur er afturkomin. Sjúrður hóttir við at taka Kristina heim sum hjákonu, og har verður bardagi. Valdimar verður dripin. Kristin roynir at verja seg við svørði í hond, men at enda vinna Sjúrðar menn á henni og fara við henni til Sakslands. Tá ið hon hittir Sjúrð, fær hon tokka til hansara, og tey giftast.

Ringur kemur aftur til Girtlands og skilir, hvat ið hent er. Hann fer til Sakslands at hevna deyða faðirs sín. Í bardaganum, sum spyrst burturúr, verður Sjúrður tikin fangi. Pætur hin danski ætlar at drepa hann, men Ringur forðar fyri tí og fer at hitta systur sína.

Sjúrður verður latin leysur, men Ringur tekur nýfødda son teirra við sær aftur til Girtlands. Hann kallar drongin Valdimar eftir pápa sínum.

á føroyskum: CCF 83 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019