• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Rings kvæði

 

CCF 83 D

TSB E 80

 

1 Gevið nú ljóð og lýðið á,

meðan eg greini frá tátti,

Valdimann kongur í Girtlandi

tvey onkarbørn hann átti.

 

Orlov um biðjum vær!

Ærligir menn,

dans skulum vær fremja;

er ikki dagur enn.

Orlov um biðjum vær!

 

2 Ringur eitur sonur hans,

aldur er upp við gavni,

Kristin unga systir hans,

tey bera so fagurt navnið.

 

3 Ringur eitur sonur hans,

alin er upp við góðum,

so er hann frá monnum 'fliddur'

sum haran frá øðrum djórum.

 

4 Ringur er á leikvøllum,

snakkar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

5 Allir drýptu høvdi niður,

eingin tordi tala

uttan ein av sveinunum,

hann gavst ikki við at svara.

 

6 “Hoyr tað, tú mín veldigi harri,

hví spyrjið tær so?

Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvønn tín stár hugur á.

 

7 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvønn tín stár hugur á,

hoyrt hava vær gitið, Sjólands kongur

væna dóttur ár.

 

8 Sjólands kongur dóttur eigur,

føgur er hon í brún,

flættað hár á herðum lá

við silkibondum snúnum.”

 

9 “Er hon so von og tekkilig,

sum tit siga frá,

hagar skal eg streingja

míni bønarorð á.”

 

10 Tað var Ringur, kongins son,

heim í garðin fór,

úti Valdimann, faðir hans,

fyri honum stóð.

 

11 “Vælkomin, Ringur, sonur mín,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

12 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálva minni um vín,

onnur havi eg ørindini

higar nú til tín.

 

13 Sjólands kongur dóttur eigur,

sveinar siga frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

og hana skal eg fá.

 

14 “Hvat kom tær av hyggju upp,

tagað hevur tú leingi,

kongurin hevur av lívi tikið

so mangar reystar dreingir.”

 

15 Upp stóð Ringur, kongins son,

hann tók hans orð við vreiði:

“Tó skal eg til Sjólanda,

eg komi ikki aftur í teirri.”

 

16 Tað var Ringur, kongins son,

ræður hann so at svara:

“Hoyr tað tú nú, Pætur hin danski,

tú skalt við mær fara!”

 

17 So letur Ringur, kongins son,

sínum skipum gera,

allar letur hann streingirnar

av reyðargulli vera.

 

18 So letur Ringur, kongins son,

búgva skipin sín,

bæði letur hann á *tey laða

virtur og so vín.

 

19  Valdimann kongur í Girtlandi

hann tekur sín son at læra:

“Hoyr tú, Ringur, sonur mín,

eftir hyggju skalt tú fara!”

 

20 Valdimann kongur í Girtlandi

sær bar gull á hand,

fylgdi hann Ringi, soni sínum,

niður til sjóvarstrand.

 

21 “Far væl, Ringur, sonur mín,

bæði vænur og vísur,

leita væl við kongi ráð,

áðrenn tú brævi lýsir!

 

22 Far væl, Ringur, sonur mín,

bæði við gleði og gleim,

fært tú ikki tað væna vív,

so far við ærum heim!”

 

23 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull í ráum brann,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Sjóland.

 

24 Tar ið hansara snekkja

kendi fagurt land,

letur hann síni ankar falla

á tann hvíta sand.

 

25 Letur hann síni ankar falla

á tann hvíta sand,

fyrstur steig Ringur, kongins son,

sínum fótum á land.

 

26 Fyrstur steig Ringur, kongins son,

sínum fótum á land,

og hann raski Pætur hin danski

undir hans høgru hand.

 

27 Gingu teir frá strondum niðan,

vóru við ærum klæddir,

reyðargullhjálm á høvdi bóru,

tá vóru teir ongan ræddir.

 

28 Ringur gekk frá strondum niðan

mitt í mannamúgvu,

kinnan var reyð sum hummarklógv

og eygað sum í dúgvu.

 

29 Úti í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallar inn.

 

30 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallar inn,

sum Sjólands kongur á borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

31Ringur gár í hallina inn,

í forðum var tann siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

32 Ringur stendur á hallargólvi,

bar fram kvøðju sína:

“Sit væl, reysti Sjólands kongur,

gev mær dóttur tína.”

 

33 Tí svaraði  Sjólands kongur,

gyrdi seg við brandi:

“Sig mær ætt og eiti titt,

hvar ert tú nevndur av landi?”

 

34 “Ringur eri eg á navni nevndur,

sannheit sigi eg tær,

Valdimann kongur í Girtlandi

var sannur faðir at mær.”

 

35 Leingi sat tá Sjólands kongur,

hugsaði um tey ráð,

hvussu hann skuldi Ringi unga

eitt háðuligt andsvar fá.

 

36 Far tær aftur til Girtlanda,

tú skalt ikki míni boð tíggja,

ver har bryggjari í nakra tíð,

so vanur í árni at liggja!”

 

37 Tí svaraði  Ringur, kongins son,

bæði við gleði og gleim:

“Fái eg ikki tað væna vív,

so fari [eg] við ærum heim.”

 

38 Kongurin steig upp skundiliga,

søgur ganga frá,

hann sló tógvar av Rings monnum,

so høvur á gólvi lá.

 

39 Svaraði Ringur, kongins son,

bæði við gleði og gleim:

“Fái eg ikki tað væna vív,

so fari [eg] við ærum heim.”

 

40 Kongurin stóð upp skundiliga,

søgur ganga frá,

hann sló tógvar av monnum Rings,

so høvur á gólvi lá.

 

41 Svaraði Ringur, kongins son,

bæði við gleði og gleim:

“Fái eg ikki tað væna vív,

eg fari við ærum heim.”

 

42 Kongurin stóð upp skundiliga,

søgur ganga frá,

hann sló tógvar av Rings monnum,

so høvur á gólvi lá.

 

43 Ringur stendur á hallargólvi,

tá tekur hans hold at spilla:

“Tað síggi eg á hesi ferð,

nú gerast leikir illir.”

 

44 Ringur stendur á hallargólvi,

rodnar sum eitt blóð,

síggja tað kempur innanhallar,

ei vóru leikir góðir.

 

45 Ringur stendur á hallargólvi,

sín faðirs orð hann hugar,

talar hann so til Pætur hin danska:

“Hvat munnu dreingir duga?”

 

46 Til tað svaraði Pætur hin danski,

á hallargólvi stóð:

“Sjáldan kongurin Valdimaður

ørindisleysur fór.”

 

47 Ringur stóð upp skundiliga,

søgur ganga frá,

hann sló tíggju av kongins monnum,

so høvur á borði lá.

 

48 “Eg kom mær av Girtlandi,

býst mær við frið;

kongurin, kom av hallini út,

tú brynja út alt títt lið!”

 

49 Ringur stendur á borgararmi,

kinn bar hann so reyðar:

“Áðrenn eg eri av Sjólondum,

skal mangur síggja sín deyða.”

 

50 Árla var um morgunin,

tað roðar fyri sól,

tá hevði reysti Sjólands kongur

brynjað út hundrað tólv.

 

51 Tá hevði reystur Sjólands kongur

brynjað út hundrað øll,

setti sínum bardøgum

so skamt frá kongins høll.

 

52 Tað var Ringur, kongins son,

talar til sínar seggjar:

“Standið nú so manniliga,

roynið bitrar eggjar!

 

53 Standið nú so manniliga,

roynið raskar brandar,

sjálvur skal eg mín bannara føra,

eg óttist ongan vanda!”

 

54 Vænir vóru Girtlands menn,

í víggi har teir standa,

eingin veik av sporunum,

teir klúgva bitrar brandar.

 

55 So reið Ringur, kongins son,

víðan vegin fram,

klývur hvønn um tvørar herðar,

ímóti honum rann.

 

56 So reið raski Pætur hin danski

víðan vegin fram,

klývur hann hvønn um tvørar herðar,

ímóti honum rann.

 

57 Klúgva hvønn um tvørar herðar,

ímóti teimum rann,

eftir stóð tá Sjólands kongur

við sín triðja mann.

 

58 Tí svaraði  Sjólands kongur,

nú er av tað versta:

“Fara mást tú til hallar heim

mína dóttur at festa.”

 

59 Tí svaraði  Ringur ungi,

talar eitt orð for seg:

“Nú skal óg festa tína  dóttur,

eg takki slætt einki tær.”

 

60 Feldi niður av Sjólondum

alt hans valdra lið,

sjálvan kongin á hondum tók,

honum gav Ringur grið.

 

61 Tað var Ringur, kongins son,

tók sær frúvu at festa,

snarliga læt til brúdleyps bjóða,

læt ei longur *fresta.

 

62 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song

Ringur og hans vív.

 

63 Drukkið varð teirra brúdleypið,

herin var so fegin

sum tann fuglur, á viði situr,

væri á ljósum degi.

 

64 Nú skal lætta av um stund,

viljið tit dømum trúgva,

um Sjúrð keisar á Sakslandi

hagar skal frøðið snúgva.

 

65 Keisarin er á leikvøllum,

snakkar við sínar dreingir:

“Hvar vita tit mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

66 Allir drýptu høvdi niður,

eingin tordi tala

uttan ein av sveinunum,

hann gavst ikki við at svara.

 

67 Uttan ein av sveinunum,

hann stóð har skamt ífrá:

“Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvønn tín stár hugur á.

 

68 Best manst tú vita við sjálvum tær,

hvønn tín stár hugur á,

Valdimann kongur í Girtlandi

væna dóttur ár.

 

69 Valdimann kongur í Girtlandi

hann eigur dóttur vísa,

kanst tú hana til ektar fá,

hon kann títt lív væl prísa.

 

70 Valdimann kongur dóttur eigur,

hava hana menn við orði,

hennara stólur av gulli gjørdur

fram yvir kongins borði.”

 

71 “Er hon so von og tekkilig,

sum tit siga frá,

hagar skal eg streingja míni

bønarorð á.”

 

72 So letur hann Sjúrður keisar

búgva skipin sín,

bæði letur hann á tey laða

virtur og so vín.

 

73 So letur hann Sjúrður keisar

búgva skipin stór,

hann læt laða í bæði borð

virtur og so bjór.

 

74 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull í ráum brann,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Girtland.

 

75 Ein kom maður í hallina inn,

sigur teim øllum frá:

“Eg síggi so miklan skipaflota

higar stevna á.”

 

76 Tí svaraði  Valdimann kongur

bæði við gleði og gleim:

“Tað er Ringur, sonur mín,

hann kemur frá Sjólondum heim.”

 

77 Valdimann kongur í Girtlandi

niður til strandar rendi,

vendi aftur á miðjari leið,

tá hann fólkið kendi.

 

78 Vendi aftur á miðjari leið,

tá hann fólkið kendi,

tað er mær av sonnum sagt,

hann burtur av vegnum vendi.

 

79 Tar ið hansara snekkja

kendi fagurt land,

letur hann síni ankar falla

á tann hvíta sand.

 

80 Letur hann síni ankar falla

á tann hvíta sand,

fyrstur steig tá Sjúrð keisar

sínum fótum á land.

 

81 Fyrstur steig hann Sjúrð keisar

sínum fótum á land,

tólv brynjaðir av hans monnum

undir hans hvørji hand.

 

82 Úti í miðjum grasagarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

í høgar hallar inn.

 

83 Og so búgvin gongur hann

í høgar hallar inn,

sum Girtlands kongur á borði sat

við monnum hundrað fimm.

 

84 Keisarin gekk í hallina inn,

í forðum var tann siður,

hevur nú alt í einum orði,

hann heilsar og hann biður.

 

85 Sjúrð keisar stendur á hallargólvi,

ber fram kvøðju sína:

“Sit væl, reysti Valdimann kongur,

gev mær dóttur tína!

 

86 Vilt tú ikki tína  dóttur

mær til ektar gifta,

eg bjóði tær ei onnur kor

enn lív frá londum skifta.”

 

87 “Vit skulu binda ráðini góð,

faðir og hartil móðir,

til hann kemur av skógnum heim,

Ringur, hennara bróðir.

 

88 Ringur er á Sjólondum,

elvar so stórt eitt stríð

um hana frúnna Kristina,

hon var so vænt eitt vív.”

 

89 Tí svaraði  Sjúrð keisar

bæði við gleði og gleim:

“Kristin skal mín frilla vera,

eg komi til Saksland heim.”

 

90 “Eg havi rátt for Girtlandi,

tað munnu flest øll vita,

ei skal frúgvin Kristin

við frillunavni sita.”

 

91 Valdimann kongur í Girtlandi

hann talar til sínar sveinar:

“Eg kann ongar sømdir gera,

tí liðið er ikki heima.”

 

92 Árla var um morgunin,

tað roðar fyri sól,

tá hevði hann Girtlands kongur

brynjað út hundrað tólv.

 

93 Árla var um morgunin,

sólin roðar í fjøll,

løgdu sínum bardøgum

so skamt frá kongins høll.

 

94 So reið reystur Sjúrð keisar

víðan vegin fram,

klývur hvønn um tvørar herðar,

ímóti honum rann.

 

95 Klývur hvønn um tvørar herðar,

móti honum rann,

eftir stóð tá Valdimann kongur

við sín triðja mann.

 

96 Bardust tógvar fullar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

tá sól til viðar rann.

 

97 Inntil tann hin triðja,

tá sól til viðar rann,

tá fell kongurin Valdimann,

tann hin reysti mann.

 

98 Tá fell kongurin Valdimann

undir silkikneptari húgvu,

kinnin var reyð sum hummarklógv

og eygað sum í dúgvu.

 

99 Tá fell kongurin Valdimann,

tann fagrasta rósinsblóma,

voldi tað aldur og elli mest,

hann var ikki dreingja sómi.

 

100 Tað var Kristin, kongins dóttir,

hon leyp eftir høgaloftsbrú:

“Hvar er hann Ringur, bróðir mín,

og saknist eg teg nú?”

 

101 Kristin gár úr høgaloft

við nakið svørð í hendi,

eg svørji tann eið á mína trúgv,

hon mangan sveitan rendi.

 

102 Sparir hon ei sín gylta brand,

hon vegur á báðar hendur,

tað er mær av sonnum sagt,

hon mangan sveitan rendi.

 

103 Tí svaraði  Sjúrð keisar,

ræður hann so at svara:

“Vær skulu frúvu við hondum taka,

ikki við váknum særa.”

 

104 Síðla var um aftanin,

teir tóku hana tólv,

førdu hana burtur í ókunn lond,

hon mátti ikki ráða sær sjálv.

 

105 Gingu teir til strandar oman

mót teirri bylgju blá,

ófegið var tað kongabarn,

tá hon fór londum frá.

 

106 Hann tók av sær skikkjuna,

ið yvir honum hekk,

tá hon keisaran við eygum sá,

hon yndi til hans fekk.

 

107 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull í ráum brann,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Saksland.

 

108 Tar ið hansara snekkja

kendi fagurt land,

letur hann síni ankar falla

á tann hvíta sand.

 

109 Letur hann síni ankar falla

á tann hvíta sand,

fyrstur steig tá Sjúrður keisar

fótum á land.

 

110 Fyrstur steig tá Sjúrður keisar

fótum á land,

og hon Kristin, kongins dóttir,

undir hans høgru hand.

 

111 Silki og so perlur

var eftir vegnum prangað,

ei mátti frúgvin Kristin

á baru jørðini ganga.

 

112 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð Kristin, kongins systir,

upp í hallina leidd.

 

113 Tað var reystur Sjúrð kongur,

tók sær frúvu at festa,

snarliga læt til brúdleyps bjóða,

læt ei longur *fresta.

 

114 Drukkið varð teirra brúdleypið,

kátt var teirra lív,

gingu so bæði í eina song

Sjúrður og hans vív.

 

115 Drukkið varð teirra brúdleypið,

herin var so fegin

sum tann fuglur, á viði situr,

væri á ljósum degi.

 

116 Tað var Ringur, kongins son,

hann kom frá Sjólondum heim,

hans var faðir við váknum vigin,

hann stóð har eftir ein.

 

117 Tar ið hansara snekkja

kendi fagurt land,

letur hann síni ankar falla

á tann hvíta sand.

 

118 Letur hann síni ankar falla

á tann hvíta sand,

fyrstur steig Ringur, kongins son,

fótum á land.

 

119 Fyrstur steig Ringur, kongins son,

fótum á land,

og hon Katrin, kongins dóttir,

undir hans høgru hand.

 

120 Silki og so perlur

var eftir vegnum prangað,

ei mátti frúgvin Katrin

á barum jørðum ganga.

 

121 Silki og so perlur

var eftir vegnum breitt,

so varð frúgvin Katrin

upp í hallina leidd.

 

122 Ringur kemur frá Sjólondum,

sær tey merki stór:

“Hvør hevur her til hallar verið,

síðan eg heiman fór?”

 

123 Allir drýptu høvdi niður,

eingin tordi tala

uttan hansara sæla móðir,

betur hon hevði tagað.

 

124 “Sjúrð kongur í Sakslandi

hann tín faðir vá,

tað verður ikki, meðan tú lívir,

tú sømdlr av honum fár.”

 

125 Tað var Ringur, kongins son,

við trega og tunga sorg

leitar nú eftir faðir síns líki

at leggja tað inn í borg.

 

126 Tað var Ringur, kongins son,

skundar síni ferð

hagar aftur til Sakslanda

bæði við skjøld og svørð.

 

127 Skipini hildu í havið út,

tað var ei sjógvur á grandi,

frúgvin syrgir nátt og dag,

í Ringur er reistur av landi.

 

128 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull í ráum brann,

strykar ei á bunkan niður

fyrr enn við Saksland.

 

129 Ein kom maður í hallina inn,

sigur øllum frá:

“Eg síggi so miklan skipaflota

higar stevna á.”

 

130 “Sært tú skip eftir havi koma,

beint á landið stevna,

tað er Ringur, kongins son,

sín faðirs deyð at hevna.”

 

131 Svaraði Kristin, kongins systir,

stóð har skamt ífrá:

“Er tað Ringur, bróðir mín,

tú vinn honum einki háð!

 

132 Gakk tú tær til strandar oman,

tú kanst bæði tukt og sinni,

tala við Ring, bróður mín,

sig, Kristin vil hann finna!”

 

133 Tar ið hansara snekkja

kendi fagurt land,

letur hann síni ankar falla

á tann hvíta sand.

 

134 Letur hann síni ankar falla

á tann hvíta sand,

fyrst steig Ringur, kongins son,

fótum á land.

 

135 Fyrstur steig Ringur, kongins son,

fótum á land,

og hann reysti Pætur hin danski

undir hans høgru hand.

 

136 Og hann reysti Pætur hin danski

undir hans høgru hand,

tá var sjálvur Sjúrð keisar

riðin niður til strand.

 

137 Tí svaraði  Sjúrður keisar,

lært hevði tukt og sinni:

“Vælkomin, Ringur, kongins son,

tín systir vil teg finna!”

 

138 Tí svaraði  Pætur hin danski,

talar so for seg:

“Eg skal hann av lívi taka,

Kristina gev tú mær!”

 

139 Tí svaraði Ringur, kongins son,

letur so orðum byrja:

“Vit skulu fara til hallar heim

frúvu eftir at spyrja.”

 

140 Upp leyp reysti Pætur hin danski,

keisaran vildi vega,

Ringur svørð í hendur treiv:

“Vinn ikki frúnni trega!”

 

141 Tí svaraði  reysti Pætur hin danski,

á grønum vølli stóð:

“Sjáldan kongur Valdimann

ørindisleysur fór.”

 

142 Tí svaraði Ringur, kongins son,

skortar ikki fíggja:

“Eg man hvørki sorg ella sút

av míni systur síggja.”

 

143 Tað var Ringur, kongins son,

heim í garðin fór,

úti hansara sæla systir

fyri honum stóð.

 

144 “Vælkomin, Ringur, bróðir mín,

higar nú til mín,

drekk nú, hvat tær betur líkar,

mjøðin ella vín!”

 

145 “Lítið er mær um mjøðin tín,

hálva minni um vín,

onnur havi eg ørindini

higar nú til tín.

 

146 Hoyr tú, Kristin, systir mín,

lætta angist og trá,

eg skal Sjúrða av lívi taka,

skilja teg honum frá!”

 

147 Tí svaraði  Kristin, systir hans,

tár á kinnar rjóta:

“Um tú gevur mær Pætur hin danska,

hann skal meg ikki njóta.”

 

148 Leiddi hon hann at seingini,

sum barnið fyri lá:

“Her skalt tú síggja mín unga son,

ið Sjúrður frægi ár.”

 

149 Hann tók teirra unga son

setir á lógva fram,

sjálvur gav honum navnið tað,

kallaði hann Valdimann.

 

150 Hann tók teirra unga son,

læt sær á lógva leggja,

beyð honum so til Girtlanda

í fostri hjá sær byggja.

 

Orlov um biðjum vær!

Ærligir menn,

dans skulum vær fremja;

er ikki dagur enn.

Orlov um biðjum vær!

 

CCF 83 D

TSB E 80

 

Handrit: Kvæðasavn úr Sandvík. Føroyamálsdeildin. Vol. I, Nr. 1. s. 3.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 293.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 18. bind, s. 68

 

Heimild: Úr Suðuroy:  Hans Pauli Johan-Petersen. Hanus í Lopra (1814-1886), f. í Sandvík

 

E 51 Regin smiður (Sigurd revenges his father’s death and kills the serpent Fafnir)

E 80 Rings kvæði (Man gets bride in spite of her father’s hostility, and later revenges murder of father and abduction of sister)

Ringur, sonur Valdimar kong av Girtlandi, fer til Sjólands at biðja um kongsdóttrina. Við honum er Pætur hin danski.

Kongur vísir háðandi bønarorðum Rings frá sær og drepur nakrar av monnum hansara. At enda brestur bardagi á, og kongur verður tikin fangi. Ringur letur hann fara, tí dóttirin biður um tað, og giftist síðani við dóttrini. Frábr. B-D: Meðan Ringur er burturstaddur, kemur Sjúrður, keisari á Sakslandi, til Girtlands at biðja um Kristina, systur Rings. Pápi hennara, Valdimar kongur, biður Sjúrð bíða við samtykki hansara, til Ringur er afturkomin. Sjúrður hóttir við at taka Kristina heim sum hjákonu, og har verður bardagi. Valdimar verður dripin. Kristin roynir at verja seg við svørði í hond, men at enda vinna Sjúrðar menn á henni og fara við henni til Sakslands. Tá ið hon hittir Sjúrð, fær hon tokka til hansara, og tey giftast.

Ringur kemur aftur til Girtlands og skilir, hvat ið hent er. Hann fer til Sakslands at hevna deyða faðirs sín. Í bardaganum, sum spyrst burturúr, verður Sjúrður tikin fangi. Pætur hin danski ætlar at drepa hann, men Ringur forðar fyri tí og fer at hitta systur sína.

Sjúrður verður latin leysur, men Ringur tekur nýfødda son teirra við sær aftur til Girtlands. Hann kallar drongin Valdimar eftir pápa sínum.

á føroyskum: CCF 83 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019