• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Rings kvæði

 

CCF 83 E

TSB E 80

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

sigi frá bragdartátti,

Valdimar á Girtlandi

tvey onkarbørn hann átti.

 

Fuglin í fjøruni,

hann eitur má,

silkibleikt er høvur hans,

og kembt hevur hann hár.

Fuglin í fjøruni.

 

2 Vuksu upp í ríkinum

kongabørnini tvey,

áðrenn tey kundu á gólvi ganga,

bóru tey skarlak reyð.

 

3 Vuksu upp í ríkinum

kongabørnini bæði,

áðrenn tey kundu á gólvi ganga,

bóru tey skarlaksklæði.

 

4 Ringur eitur kongins son,

alin er upp við gavni,

Kristin unga systir hans,

tey bera so fagurt navn.

 

5 Ringur eitur kongins son,

alin er upp við list,

so er hann frá monnum líkur

sum fuglur frá vilden kvist.

 

6 Kristin eitur kongins dóttir,

alin er upp við góðum,

so er hon frá kvinnum lík

sum hjørtur frá øðrum fjói.

 

7 Ringur er á leikvøllum,

talar við sínar dreingir:

“Hvar vita tykur mín javnlíka?

Tað havi eg hugsað leingi.”

 

8 Allir drýptu høvdi niður,

eingin tordi tala

uttan raski Pætur hin danski,

hann komst ikki við at svara.

 

9 “Hoyr tú, mín hin veldigi harri,

hví spyrt tú tað so?

Best veitst tú við sjálvum tær,

hvønn tín stendur hugur á.

 

10 Best veitst tú við sjálvum tær,

hvønn tín stendur hugur á,

hevur tú hoyrt, at Sjólands kongur

væna dóttur ár?

 

11 Tað er hon dóttir Sjólands kong,

hava teir menn við orði,

hennara stólur av gulli gjørdur

fram at kongins borði.”

 

12 “Hon veri so vøn og tekkilig,

sum tú sigur frá,

hagar streingi eg eiti mítt,

hana skal eg fá.

 

13 Hagar streingi eg eiti mítt,

hana skal eg fá,

biðja dóttur Sjólands kong,

tað stendst hvat av ið má.”

 

14 Ringur gongur for faðir sín,

leitar við hann ráð:

“Sjólands kongur dóttur eigur,

sveinarnir siga frá.

 

15 Sjólands kongur dóttur eigur,

sveinarnir siga frá,

hana tókti mær sámiliga,

kundi eg hana fá.”

 

16 “Tú komst tær at hyggja upp,

tagað hevur tú leingi,

kongurin hevur av lívi tikið

so mangar raskar dreingir.”

 

17 “Lítið er mær um kongins vreiði,”

Ringur ræður at svara;

talar hann til Pætur hin danska:

“Tú skalt við mær fara.”

 

18 “Far væl, Ringur, sonur mín,

tú gerst bæði hyggin og vísur,

leita væl við kongin ráð,

áðrenn tú brævi lýsir!”

 

19 Tí svaraði Valdimann kongur,

slær tað í ein gleim:

“Fært tú ikki tað væna vív,

so kom við *ærum heim!”

 

20 Tað var raski Valdimann kongur,

gull bar sær á hand,

fylgdi hann Ringi soni sínum

niður til sjóvarstrand.

 

21 Vindur hann upp síni silkisegl,

gull við vovin rand,

strykar ikki á bunka niður

fyrr enn við Sjóland.

 

22 Kastar hann sínum ankørum

á so hvítan sand,

fyrstur steig Ringur, kongins son,

sínum fóti á land.

 

23 Fyrstur steig Ringur, kongins son,

sínum fóti á land,

og hin raski Pætur hin danski

undir hans høgru hand.

 

24 Ringur gekk frá strondum niðan,

var við *ærum klæddur,

reyðargullhjálm á høvdi bar,

hann var fyri ongum ræddur.

 

25 Úti í miðjum grasgarði

akslar hann sítt skinn,

og so búgvin gongur hann

tær høgu hallir inn.

 

26 Og so búgvin gongur hann

tær høgu hallir inn,

sum Sjólands kongur á borði situr

við manna hundrað fimm.

 

27 Ringur gekk í hallina inn,

í forðum var tann siður,

hevur nú alt í einum orði,

heilsar og hann biður.

 

28 Ringur stendur á hallargólvi,

ber fram bønarorð síni:

“Sit væl, raski Sjólands kongur,

gev mær dóttur tína!”

 

29 Leingi tagdi Sjólands kongur,

hugsaði hann um tey ráð,

hvussu hann skuldi Ringi unga

hániligt andsvar fá.

 

30 “Far tær aftur til Girtlanda,

vilt tú míni boð tiggja,

ver har bryggjari í nakra tíð,

so vanur í árni at liggja!”

 

31 Svaraði raski Pætur hin danski,

hann talar eitt orð for seg:

“Eg dugi ikki at bera út øsku,

uttan tú lærir meg.”

 

32 Kongurin leyp um borðið fram,

tað gjørdi hann tá,

hann sló tríggjar av monnum Rings,

So høvur á gólvi lá.

 

33 Ringur stendur á hallargólvi,

faðir síns orð hann hugar,

talar hann tað til Pætur hin danska:

“Hvat munnu dreingir duga?”“

 

34 Svaraði raski Pætur hin danski,

á hallargólvi stóð:

“Sjaldan kongurin Valdimaður

ørindisleysur fór.

 

35 Vænir eru Girtlands menn,

í víggi tar teir stá,

víkja teir ikki av sporunum,

so klúgva teir brynjur blá.

 

36 Vænir eru Girtlands menn,

í víggi tar teir standa,

víkja teir ikki av sporunum,

so klúgva teir gyltar brandar.”

 

37 “Tá ið eg fór av Girtlandi,

har búði eg meg við frið -

kongurin, kom av hallini út,

tú brynja út alt títt lið!”

 

38 Kongurin leyp um borðið fram,

mongum vekir hann sút,

øvigur snúðist Ringur ungi

av høgum hallum út.

 

39 Ringur hopar av hallini út,

so mikil var mannatrongd,

feldi meir enn hundrað mans,

hann ruddi fyri sær gongd.

 

40 Árla var um morgunin,

áðrenn upp rann sól,

tá hevði hann Sjólands kongur

brynjað út hundrað tólv.

 

41 Tá hevði hann Sjólands kongur

brynjað út hundrað tólv,

Ringur hann við sínum liði

hann reið har ímóti.

 

42 Ringur hann við sínum liði

hann reið har ímóti,

líka so glymdi á jørðini,

sum teir kasta gróti.

 

43 So ríður Ringur, kongins son,

víðan vegin fram,

klývur hvønn um tvørar herðar,

ímóti honum rann.

 

44 So ríður hann Pætur hin danski

víðan vegin fram,

klývur hvønn um tvørar herðar,

ímóti honum rann.

 

45 Feldi niður for Sjólands kongi

væl hundraðir tólv,

einsamallur Sjólands kongur

á grønum vølli stóð.

 

46 Feldi niður for Sjólands kongi

alt hans valdra lið,

sjálvan kongin á hondum tók,

honum gav Ringur grið.

 

47 “Førum okur til hallar heim,

gull millum okur skifta,

eg veit ikki mætari mann

enn mína dóttur gifta!”

 

48 Ringur so til orða tekur,

hann talar eitt orð for seg:

“Nú skal eg ekta tína  dóttur,

eg takki slætt ikki tær.”

 

49 Tað var Ringur, kongins son,

hann fall pá síni knæ,

meðan hann dóttur Sjólands kongs

til ektar festi sær.

 

50 Drukkið varð teirra brúdleypið,

gott var teirra lív,

gingu bæði í eina song

Ringur og hans vív.

 

Annar táttur

 

51 Nú skal falla niður um stund,

vilja tit dømum trúgva,

um Sjúrð keisar av Sakslandi

hagar skal ríman snúgva.

 

Fuglin í fjøruni,

hann eitur má,

silkibleikt er høvur hans,

og kembt hevur hann hár.

Fuglin í fjøruni.

 

CCF 83 E

TSB E 80

 

Handrit: Savn Jakob Jakobsens. Føroya Landsbókasavn JJ B III [1, Nr. 7.]

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 301.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 18. bind, s. 88

 

Heimild: Úr Suðuroy:  Thomas Thomsen. Tummas í Stovu (1854-1943), Sumba, 1904

 

E 51 Regin smiður (Sigurd revenges his father’s death and kills the serpent Fafnir)

E 80 Rings kvæði (Man gets bride in spite of her father’s hostility, and later revenges murder of father and abduction of sister)

Ringur, sonur Valdimar kong av Girtlandi, fer til Sjólands at biðja um kongsdóttrina. Við honum er Pætur hin danski.

Kongur vísir háðandi bønarorðum Rings frá sær og drepur nakrar av monnum hansara. At enda brestur bardagi á, og kongur verður tikin fangi. Ringur letur hann fara, tí dóttirin biður um tað, og giftist síðani við dóttrini. Frábr. B-D: Meðan Ringur er burturstaddur, kemur Sjúrður, keisari á Sakslandi, til Girtlands at biðja um Kristina, systur Rings. Pápi hennara, Valdimar kongur, biður Sjúrð bíða við samtykki hansara, til Ringur er afturkomin. Sjúrður hóttir við at taka Kristina heim sum hjákonu, og har verður bardagi. Valdimar verður dripin. Kristin roynir at verja seg við svørði í hond, men at enda vinna Sjúrðar menn á henni og fara við henni til Sakslands. Tá ið hon hittir Sjúrð, fær hon tokka til hansara, og tey giftast.

Ringur kemur aftur til Girtlands og skilir, hvat ið hent er. Hann fer til Sakslands at hevna deyða faðirs sín. Í bardaganum, sum spyrst burturúr, verður Sjúrður tikin fangi. Pætur hin danski ætlar at drepa hann, men Ringur forðar fyri tí og fer at hitta systur sína.

Sjúrður verður latin leysur, men Ringur tekur nýfødda son teirra við sær aftur til Girtlands. Hann kallar drongin Valdimar eftir pápa sínum.

á føroyskum: CCF 83 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019