• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sella ríma

 

CCF 86 Ca

TSB E 11

 

1 Eyland havi eg konginum tænt,

fyri Upplondum at ráða,

hann eigur meiri gull og fæ,

enn Ermundur eigur í sal.

 

Latum dans dynja, dreingir,

nú er tað stásiligt um stíga ring!

Stár í væl um frúvur.

 

2 Hann eigur sær ein ungan son,

Selli nevndur á navni,

hann er bæði fimur og fúsur,

stýrir hvørji snekkju í stavni.

 

3 Hálvdan siglir av Danaveldi

á teirri longu leið,

eingin siglir av Suðurlondum

við slíkari skeið.

 

4 Hálvdan siglir av Danaríki

við monnum hundrað fimm,

bylgjan brýtur av útnyrðingi

á báðum borðum inn.

 

5 Hálvdan siglir av Danaríki

við manna hundrað tólv,

stýrir hesum strandaskipi,

*gylt er upp* frá sjó.

 

6 Eyland so til orða tekur,

hann var maður fróður:

“Hálvdan siglir á hesum skipi,

er Danakongur góður.”

 

7 Løgdu sínum skipum saman

tætt við Oyrarsund,

har kom Selli sunnan at,

hann bar á seggja fund.

 

8 Selli so til orða tekur,

hann var maður fróður:

“Hvør man stýra hesum skipi,

*gylt er upp* frá sjó.”

 

9 Eyland so til orða tekur,

hann var maður fróður:

“Hálvdan stýrir hesum skipi,

Danakongur góður.”

 

10 “Hoyr tað, frægur Hálvdan kongur,

sel mær góðan grip,

tað sámir ongum gomlum manni

gulli búgvið skip.”

 

11 “Betri er at bíða

enn brádliga at ríða,

eg selji ongum mína skeið,

meðan eg eri á lívi.”

 

12 “Vita tær allar høviskar moyar,

í lundini drekka vín,

eg skal stýra hesum skipi

ella láta lív.”

 

13 Løgdu sínum bardøgum saman,

rætt sum ravnar *rúka,

har var eingin onnur fold

enn troða á mannabúkar.

 

14 Selli tokar í fylking fram

við *guds og gjendi* garðar,

so sló hann til Hálvdan kong,

deyðan niður til jarðar.

 

15 Selli við sínum brandi upp

brá sín skjøld á loft:

“Nú skalt tú, Hákun, síggja tað blóð,

sum teg man ryggja ofta.”

 

16 Hákun tokar í fylking fram

við *gods og gjenda* garðar,

so sló hann til Eylands kong,

deyðan niður til jarðar.

 

17 Hákun við sínum brandi upp

brá sítt svørð á loft:

“Nú skalt tú, Selli, síggja tað blóð,

sum teg man ryggja ofta.”

 

18 “Eg síggi so mangan høviskan riddar

standa her á fall,

eg haldi tað ei vera dreingja roysni

at vega ein gamlan kall.”

 

19 Jallurin eigur tógva synir,

báðar kann eg væl nevna,

snara munnu teir tveir brøður

aftur sín faðir hevna.

 

20 Hákun er tann eldri nevndur,

fer hann um við gamni,

hann er bæði fimur og snarur,

sparir os fyri ravnar.

 

21 Selli tokar í fylking fram

við *gøs og gjemda* garðar,

so sló hann til Hákun unga,

deyðan niður til jarðar.

 

22 Selli við sínum brandi upp

brá sítt skjøld á loft:

“Nú skalt tú, Høgni, síggja tað blóð,

ið teg man ryggja ofta.”

 

23 Høgni var tann yngri sagdur,

eingin veit hans megi,

hann ber gull á báðum hondum,

tá verður hann fegin.

 

24 Høgni er tann yngri sagdur,

gjørdur av góðum treysti,

mjáur um miðju og herðabreiður,

so er hann Høgni reysti.

 

25 “Vit skulum osum upp á land,

tað kann mær væl líka,

eg tori ei á mínum  sinni

hoyra bragd av slíkum.”

 

26 Fóru teir tá upp á land,

kundu tað væl líka:

“Tó skal eg á hesum sinni

royna brøgdum slíkum.”

 

27 Fóru teir har upp á land,

raskar kempur tvær,

tað sá eingin livandi,

at nakar lívdi sær.

 

28 Bardust fullar tríggjar dagar,

hvørgin sigur fekk,

inntil tann hin fjórða,

tá sól til viðar gekk.

 

29 Inntil dagin fjórða,

tá sól til viðar rann,

tá fell reysti Selli,

tann hin raska mann.

 

30 Selli so til orða tekur:

“Tó man eg tað valda,

tóast vit hava roysni roynt,

latið nú hvønngan gjalda!”

 

31 Svóru teir seg í fostbrøðralag,

løgdu so tað í minni,

tað skuldi ikki annar úti vera,

tá annar var inni.

 

Latum dans dynja, dreingir,

nú er tað stásiligt um stiga ring!

Stár í væl um frúvur.

 

CCF 86 Ca

TSB E 11

 

Handrit: Kvæðasavn hjá Napoleoni Nolsøe. FLB F IV vol. II, nr. 90, s. 22.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 321.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 18. bind, s. 140

 

Heimild: Úr Streymoy:  Napoleon Nolsøe (1809-1877), Tórshavn, 1851

 

E 11 Sella ríma (Twelve-year-old warrior kills king and swears brotherhood to his son)

Tólv ára gamalur fer Selli prinsur av stað á ránsferð. Teir møta danakongi og báðum sonum hansara, Hákuni og Høgna, í Oyrarsundi. Selli vil sleppa at keypa kongsins skip, men kongur vil ikki, og bardagi brestur á.

Selli drepur kong. Síðani drepur Hákun pápa Sella, og Selli drepur Hákun. So berjist hann við yngra sonin, Høgna. Teir enda í einstaklingsvíggi uppi á landi. Selli verður særdur, men tá ið hann raknar við aftur, svørja hann og Høgni hvørjum øðrum brøðralag.

á føroyskum: CCF 86 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019