• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Sella ríma

 

CCF 86 D

TSB E 11

 

1 Gevið ljóð og lýðið á,

ljóðið gevið mær,

Eyland nevni eg kongin tann,

for Upplondum ræður!

 

Grani bar gull av heiði,

brá hann sínum brandi av reiði,

Sjúrður vann av orminum,

Grani bar gullið av heiði.

 

2 Eyland nevni eg kongin tann,

for Upplondum ræður,

hann eigur meiri gull og fæ,

enn norðmenn eiga sær.

 

3 Hann eigur sær ungan son,

Sella nevndur á navni,

hvar hann er í víggi staddur,

hann stýrir væl skeið á stavni.

 

4 Hann var ikki meiri enn tólv ár gamal,

hann beyð sær út at ríða,

keypti svørð og brynju blá,

móti kempum stríða.

 

5 Hann var ikki [meiri] enn tóIv ár gamal,

tá hann bygdi skip,

kvittar so í ókunn lond

at elva góðan grip.

 

6 Tí svaraði Eyland kongur,

*brattar aa* sævarbylgja:

“Eg skal tær, mín sæli son,

til hesar ferðir fylgja.”

 

7 “Betri er tær heima at vera,

goyma guls og landa,

enn at draga í hernað *út

og standa í stórum vanda.

 

8 Betri var tær heima at vera,

goyma guls og eyð,

enn at draga í hernað út

og standa í stórari neyð.”

 

9 So letur hann Eyland kongur

byggja skipin sín,

bæði letur á tey laða

virtur og so vín.

 

10 So letur hann Eyland kongur

búgva skipin stór,

um hann siglir í fimtan vetur,

kortar ikki bjór.

 

11 Bræddir vóru brandar,

skorin var hvør stokk,

stavnur og stýri av reyðargulli,

so var segl í topp.

 

12 Bræddir vóru brandar,

borðini vóru blá,

stavnur og stýri av reyðargulli,

so fagurt skein sólin á.

 

13 Hálvdan sigldi av Danaríki

ta hina longu leið,

eingin stýrir á Suðurlondum

høviskligari skeið.

 

14 Hálvdan sigldi av Danaríki

við hundraði tólv,

hann stýrir á tí strandarskipi,

ið gylt var upp frá sjó

 

15 Tí svaraði  Selli, kempan sterk,

maðurin var hann fróður:

“Hvør stýrir hasum strandarskipi,

gylt er upp frá sjó?”

 

16 Tí svaraði  Sella merkismaður,

maðurin er hann fróður:

“Hálvdan stýrir hasum skipi,

danakongur góður.”

 

17 “Vitið tað, allir høviskir sveinar,

í lundi tar ið teir drekka,

eg skal stýra hasum skipi

glaður for uttan ekka!

 

18 Vitið tað, allir høviskir sveinar,

í lund teir drekka vín,

eg skal stýra hasum skipi

ella lata lív.”

 

19 Tí svaraði  Sella merkismaður,

gott var í honum evni:

“Hálvdan eigur tógvar synir,

báðar kann eg væl nevna.

 

20 Hálvdan eigur tógvar synir,

báðar kann eg væl nevna,

Hákun er sá eldri nevndur,

hann kann væl dreingir stevna.

 

21 Høgni er sá yngri nevndur,

eingin veit hans megi,

hann gevur gull á báðar hendur,

tá er herin fegin.

 

22 Hann er vænur og vøksturligur,

tar hann situr á hesti,

mjáur um miðju, herðabreiður,

so er hann Høgni reysti.”

 

23 Tí svaraði  Selli, kempan sterk,

tekur til brandar nýggjar:

“Tó hann eigur fimtan synir,

eg vil for ongum flýggja.”

 

24 Løgdu sínum skipum saman

skamt frá Oyrarsund,

har kom Selli sunnan at,

saman bar seggja fund.

 

25 “Hoyr tú tað, Hálvdan kongur,

sel mær góðan grip,

tað sømir ikki gomlum manni

gull og búgvið skip!”

 

26 Tí svaraði  Hálvdan kongur,

næstan var hann vreiður:

“Hava frægir fornir sagt,

tað sámir so best, ið eigur.”

 

27 “Vitið tað, allir høviskir sveinar,

í lundi tar ið teir drekka,

eg skal stýra hasum skipi

glaður for uttan ekka!

 

28 Vitið tað, allir høviskir sveinar,

í lund teir drekka vín,

eg skal stýra hasum skipi

ella láta lív!”

 

29 Løgdu sínum skipum saman,

tá tók randir at rúka,

tað vóru eingi onnur kor

enn stíga á mannabúkar.

 

30 Tað var Selli, kempan sterk,

gár eftir bunkanum fram,

mannahøvur og kempublóð

tað eftir bunkanum rann.

 

31 Selli tokar í herin fram,

goyst á *kjintar gjarðar,

so slær hann til Hálvdan kong,

deyðan niður til jarðar.

 

32 Selli hevur sínum gylta brandi

so blóðigum upp á loft:

“Her skalt tú, Høgnar, síggja tað blóð,

sum teg man ryggja ofta.”

 

33 Hákun tokar í herin fram,

goyst á kinnur gera,

so sló hann til Eyland kong,

deyðan niður til jarðar.

 

34 Hákun hevur sínum brandi

so blóðigum upp á loft:

“Her skalt tú, Selli, síggja tað blóð,

sum teg man ryggja ofta.”

 

35 “Eg sá so mangan høviskan svein

standa her fyri falli,

eg kalli tað einki roysni vera

at vega ein gamlan kall.”

 

36 Selli tokar í herin fram,

goyst á kinnur gera,

so sló hann til Hákun unga,

deyðan niður til jarðar.

 

37 Selli hevur sínum brandi upp,

so blóðigum upp á loft:

“Her skalt tú, Høgnar, síggja tað blóð,

sum teg man ryggja ofta.”

 

38 Høgnar fer eftir bunkanum fram,

trívur um Mimings eggjar:

“Tú torir ei, Selli, kempan sterk,

til hesa sipan eggja.

 

39 Hvat heldur vilt tú á skipum berjast,

leggja í kor við teg,

ella vilt tú á landið upp

at royna roysni við meg?”

 

40 “Førum os í landið upp,

so væl skal tað mær líka,

eg vil eira mínum  liði,

eg eigi ei garpar slíkar!”

 

41 Gingu teir í landið upp,

reystar kempur tvær,

tað sá eingin livandi,

at nakað blúgdist har.

 

42 Bardust tógva fullar dagar,

hvørgin sigur vann,

inntil tann hin triðja,

tá sól til viðar rann.

 

43 Inntil lann hin triðja,

tá sól til viðar rann,

tá møddist Selli, kempan sterk,

tann hin raski mann.

 

44 Tí svaraði  Selli, kempan sterk:

“Tað skal eg nú valda,

hóast vit hava roysni roynt,

latið nú hvønngan gjalda!”

 

45 Tí svaraði  Høgnar, kempan sterk:

“Tað skal eg nú valda,

eg sá so ongan tólvvetraðan

betur mót mær standa.

 

46 Tú vart ikki meiri enn tólv ár gamal,

tú beyðst tær út at ríða,

keypti svørð og brynju blá,

ímóti mær at stríða.”

 

47 Tað var pá ein halgan dag,

tað fell so væl í lag,

báðir svóru buðlungs synir

seg í stalbrøðralag.

 

48 Svóru seg í stalbrøðralag,

teir løgdu væl í minni,

tað mátti ikki annar úti vera,

tá annar hann var inni.

 

49 Konurnar og kvendini

tær hava so mikið kjag

alt um hann Sella, kempan sterk,

sum fallin er í dag.

 

Grani bar gull av heiði,

brá hann sínum brandi av reiði,

Sjúrður vann av orminum,

Grani bar gullið av heiði.

 

CCF 86 D

TSB E 11

 

Handrit: Kvæðabók úr Sandvík. Føroyamálsdeildin. Vol. II, Nr. 5. s. 82.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 323.

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 18. bind, s. 145

 

Heimild: Úr Suðuroy:  Hans Pauli Johan-Petersen, Hanus í Lopra  (1814-1886), Sandvík, 1837

 

E 11 Sella ríma (Twelve-year-old warrior kills king and swears brotherhood to his son)

Tólv ára gamalur fer Selli prinsur av stað á ránsferð. Teir møta danakongi og báðum sonum hansara, Hákuni og Høgna, í Oyrarsundi. Selli vil sleppa at keypa kongsins skip, men kongur vil ikki, og bardagi brestur á.

Selli drepur kong. Síðani drepur Hákun pápa Sella, og Selli drepur Hákun. So berjist hann við yngra sonin, Høgna. Teir enda í einstaklingsvíggi uppi á landi. Selli verður særdur, men tá ið hann raknar við aftur, svørja hann og Høgni hvørjum øðrum brøðralag.

á føroyskum: CCF 86 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019