• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Seyða ríma

 

CCF 87 B

TSB E 149

 

1 Gusti er ein seyðamaður,

vil eg for ydrum greina,

eina nátt á skógnum burt,

aðra svevur hann heima.

 

2 Gusti eitur seyðamaður,

vil eg for ydrum bella,

eina nátt á skógnum burt,

aðra svevur í helli.

 

3 Gusti eitur seyðamaður

[Hol í teksti]

 

4 Gusti kemur av skógnum heim,

sigur bónda frá:

“Eg havi tapt av tínum fæi

uttan ærina grá.”

 

5 Gusti kemur av skógnum heim,

sigur bónda neyð:

“Eg havi tapt av tínum fæ

væl fimm hundrað seyð.”

 

6 “Tú hevur gingið í allan dag,

leitað av ongum *dygdum,

Tórður skal í morgun burt,

eg trúgvi ei slíkum lygnum.”

 

7 Brøður klæðast árla morgun,

eg sigi tær av tí sanna,

ganga so tveir á tumlum burt,

eingin við teim annar.

 

8 “Skeggið ræður at prýða meg,

tekur til at bresta,

tú manst halda tínar synir

vera menn so reystar.

 

9 Skeggið ræður at prýða meg,”

‘Jatknir’ ræður at svara,

“tú manst halda tínar synir

vera menn so mætar.”

 

10 Tveir liggja teir vegirnir

niðan millum áa,

teir sóu einki av sínum seyði

uttan ærina gráa.

 

11 Tokan tók at lýsa í

niðan millum heyga,

Tórður sá í einum dali

væl fimm hundrað seyða.

 

12 Tokan tók at lýsa í,

lýsir á leið so langa,

Tórður sá í einum dali

alt sítt fæið ganga.

 

13 Tokan tók at lýsa í,

sól tók fagurt at skína,

Tórður sá í einum dali

ganga moy so fríða.

 

14 Tórður tók ta bjørtu brúður

undir kápuskreyt,

tá fekk hann so søtan koss,

at blomstrið hvarv av breyt.

 

15 Tokan tók at lýsa í,

lýsir á leið so langa,

Tórður sá har oman við á

ein mann ímót sær ganga.

 

16 Møtti hann einum stígamanni,

høvur hevði hann sum bolli,

eittans hár á hesum dára,

toppur á miðjum kolli.

 

17 “Hoyr tað, Tórður Torkilsson,

sig mær frá tí sanna,

hvat hevur tú í henda dag

vunnið til nýtur manna?”

 

18 “Einki havi eg til nýtur vunnið

uppi á høgum fjøllum

uttan tey bráðu bjarnatuss,

líkastur ert tú trøllum.”

 

19 “Hoyr tú, Tórður Torkilsson,

alt fyri uttan sút,

sást tú nakra bjarta brúður

ganga tær ímót?”

 

20 “Eg sá ganga ímóti mær

tað hitt beygalín.”

“Hoyr tað, Tórður Torkilsson,

tað var dóttír mín.”

 

21 Enntá mælti Kolbein,

svør á sína lund:

“Tórður, gakk í hellið fram,

fest tað væna sprund!

 

22 Far tú teg í firðir oman

brúdleypsfólki at bjóða,

eg skal aftur í hellð mítt

bæði at steikja og sjóða!

 

23 Frammi búgva í dølunum

brøðrinir hinir *fljótu,

Torstein og hann Oksamegi,

tú skalt teim hvørgum bjóða.

 

24 Bjóð tú ikki *Laga-Eið,

hvørgum teirra Skeggja,

um enn tú býður Torkili spaka,

hartil vil eg tær eggja!

 

25 Bjóð tú ongum hálvum hala

her í ferð við tær,

um enn tú býður fimmti mans,

so væl líkar tað mær!”

 

26 Brøður klæðast árla morgun,

eg sigi tær av tí sanna,

ganga so tveir av tumlum burt,

eingin við teim annar.

 

27 Frúgva sat á beinki,

sveipt í hvíta lín,

Tórður fekk so søtan koss,

at vørrin vætti vín.

 

28 Síggja nú stórar eldar brenna,

stórar ketlar hanga,

brøður tveir við beiskari lund

ráða í høll at ganga.

 

29 Brøður tveir við beiskari lund

ráða nú fyri at sita,

stórur kom maður í hellið inn,

eingin hans veitslu vitja.

 

30 “Víða havi um botnar farið,

spurt av keypi tínum,

Tórður, vilt tú bjóða mær

og føruneyti mín?”

 

31 “Tú ert komin at loyva mær

helst av góðum dáði,

Gestur, eg vil bjóða tær

og gjarna tykkum báðum.

 

32 Gestur, tú skalt líva tær,

tó at Kolbein teg lastar,

best man eg, hvat Gestur sigur,

taka mót knútukasti.”

 

33 “Ei ert tú ræddur, kappin reystur,

tordi tú slíkt at vága,

Kolbein vil tykkur deyðar hava,

raskar brøður báðar.”

 

34 ‘Morur í Duigjir’ hoyrast út,

skrikkjur og longur gleim,

Kolbein heilsar kátur og sveittur,

glettir at øllum teim.

 

35 ‘Murrur og duigjin’ hoyrast út,

skrikkjur og láturin langi,

Kolbein heilsar kátur og sveittur,

ræður fyri at ganga.

 

36 “Lítið behagar mær bikkju ta,

her liggur við dyr,

her hevur eingin tílík komin,

hon er mær einki kvirr.

 

37 Lítið behagar mær bikkju ta,

her liggur við bekk,

her hevur [eingin] tílík komin,

hon er mær einki tekk.”

 

38 Kolbein so til orða tekur:

“Hesi jólini líða,

hvat skulu vit til gaman hava,

knútukast ella glíma?”

 

39 Sámur treiv um oksalegg,

á borði lá for sveini,

Gestur *hevði hann á loft,

tá tók væl mót beini.

 

40 Aftur sendi hann oksalegg,

koyrir nú fast á Gest,

Glámur *grimiligjold’

letur ei longur fresta.

 

41 Aftur sendi hann oksalegg,

hann helt um brandin beyga,

Glámur fekk um glivrið sítt,

tá kom puss í eygað.

 

42 Aftur sendi hann oksalegg,

eg kvøði nú rímuna langa,

‘vait um vaa men idli saamir’

kjálkir sundur ganga.

 

43 Kolbein so til orða tekur:

“Latið nú leikin lætta,

havið nú eingi fellig læti,

fyrr enn eg fái at frætta!”

 

44 Sovnaðir vóru jatnir tólv

helst av illum móði;

Gestur ræður við brøður tveir:

“Vær búgvist um at ljóða.”

 

45 Gestur tók ta bjørtu brúður

undir kápu sín,

bar hana so á skógvin burt,

nú leingist ríma mín.

 

46 Gestur tók ta bjørtu brúður

undan kápu blá:

“Aftur má eg í hellið reika,

mong eru ørindi smá.”

 

47 So troða teir hellisgólv,

sum tað hevði verið leir,

Kolbein vaknar av blundi upp,

rópar nú fast á Geira.

 

48 “Statt [upp], gamli Glyvra-Geiri,

so tú Gapur báðir,

Tórður er horvin við tornagrund,

nú eru mær ongar náðir!

 

49 Statt upp, skrukkan, móðir mín,

gakk á háls í erva,

kom so aftur til váðartak,

vit skulu undir í neðra!”

 

50 Gestur sá seg aftur um bak,

stórir jøtnir ganga:

“Nú man gjalda, Tórður mín,

bæði harðar glímur og langar.

 

51 Sjálvur skal eg mót Glyvra-Geira

ilsku alvæl inna,

Tórður skal mót mági sínum,

grípur hann ikki minni.

 

52 Sjálvur skal eg mót Glyvra-Geira

ilsku alvæl troyta,

Snata skal mót kellingini,

Tórður skal vinum at leita.”

 

53 Kelling er í homrum uppi,

grýtir oman grót,

Snata er í dølum niðri,

hon gongur niðan mót.

 

54 Snata er í dølum niðri

alt fyri uttan sút,

so treiv hon í kellingar kvið,

at indrini hingu út.

 

55 Snarliga doyvdi hann Glyvra-Geira,

breyt hans rygg í *flagdi,

stoypti hann so fyri høgan foss,

doyvdi honum á bragdi.

 

56 Snarliga doyvdi hann Glyvra-Geira,

gekk av Gapi deyð,

síðan veitti hann Tórði lið,

seggur var staddur í neyð.

 

57 “Nú hevur tú vunnið sigur og søgn,

bjarta brúður og ljósa,

Gestur, ger nú gjald við meg,

sum sjálvur tú vilt kjósa!”

 

58 “Eina bøn, ið eg teg biði,

hana skalt tú mær veita:

mat og drekka og rúm í skipi,

tað skalt tú mær heita!”

 

59 Hoyrt havi eg gitið Ólav kong,

tann harra raader for land,

tað er so fagurt at sigla á,

snekkjan stár pá brúnan sand.

 

60 Eg kann ikki kvøða longur,

enn kvøðið er fyri oss,

Snata varpaði kellingina

tríati favnar for foss.

 

CCF 87 B

TSB E 149

 

Handrit: J. Klemmensen: Sandoyarbók. Dansk Folkemindesamling  68, Nr. 28, s. 352.

 

Útgávur: 

1. Jóannis í Króki: Sandoyarbók II, 1982, s. 15, Samskipað útgávuna hevur Rikard Long

2. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 329

3. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 18. bind, s. 161

 

Heimild: Úr Sandoy: Sigga Johannesdatter, f. í Vestmanna  (1753-1836), Sandi, 1822

 

E 149 Seyða ríma (Wedding between man and ogre’s daughter disturbed by wedding guests)

Seyðamaður kemur aftur til bóndans og sigur seg hava mist allan seyðin. (Frábr. A: Seyðamaðurin sigur, at risar hava fingið seyðin at hvørva, tí teir vilja hava synir bóndans.)

Bóndin sendir báðar synir sínar út at leita eftir seyðinum. Tjúkt er í mjørka, og tá ið tekur at lýsa í, sær annar teirra, Tórður, seyðin og eina vakra gentu. Hann kyssir hana. Ein risi kemur og sigur seg vera pápa gentuna og biður Tórð giftast henni. Harumframt biður hann hann ikki bjóða ávísum fólkum í brúdleypið, teirra millum bróður Tórðar.

Tórður hittir bróðurin Torvald, sum sigur honum, at brúður hansara er eitt risakvendi. Tórður býður Torvaldi og Gesti í brúdleypið hjá sær. Teir fara til hellið, har ið brúdleypið skal standa. Nógvir risar, sum faðir brúðrina hevur boðið, koma. Øll eta og drekka nógv, og tey sovna øll.

Gestur fer av stað við brúðrini, og brøðurnir báðir fara aftan á honum. Nakrir av risunum elta teir. Gestur fer aftur í hellið og drepur nógvar risar. Brøðurnir báðir rósa Gesti, tí hann bjargaði teimum.

á føroyskum: CCF 87 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019