• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Seyða ríma

 

CCF 87 C

TSB E 149

 

1 Gusti eitur hann seyðamaður,

vil eg fyri tær greina,

hvørja nátt á skógum burt,

og ongan svevur hann heima.

 

Há trummar í høll,

hvør má ríða fram?

Jomfrú leikar í lundini

med ein heiðurlig mann.

 

2 Gusti kemur av skógum heim,

sigur bónda sínum:

“Eg síggi hvørki ær ei lamb

aftur av seyði tínum.”

 

3 Gusti kemur av skógum heim

og sigur bóndanum frá:

“Eg síggi einki av tínum seyði

for uttan ærina grá.”

 

4 Gusti kemur at kvøldi heim,

sigur nú bóndanum frá neyð:

“Tapt hava eg av tínum fári

væl fimm hundrað seyðir.”

 

5 “Tú mást gera gagnið tað,

tú leitar á ongum degi,

Tórður skal í morgin fara,

eg trúgvi tað eingin 'leaie'.”

 

6 Brøður klæðast árla morgun,

kvøði henda sanna,

ganga tá so at Tumbluborg,

og eingin við teim annar.

 

7 Ganga so allir henda dag,

til skógurin tók at skelva,

tokan legðist í dalir niður,

hamrar luktust í erva.

 

8 Tokan tók at lýsa *av,

tá gjørdist enn meiri treyt,

Tórður misti Tóragrund,

og blomstur *hvarv av breyt.

 

9 Tokan tók at lýsa av,

sól tók fagurt at skína,

Tórður sær úr einum dali

'fainga' eina 'møe' so fína.

 

10 Tórður tekur bjørtu brúður

undir kalsins skinn,

tá fekk hann so søtan kyss,

at vín av vørrum fall.

 

11 Tórður leggur bjørtu brúður

undir kápan sín,

tá fekk hann so søtan kyss,

at vørrin vætti vín.

 

12 Tokan tók at lýsa av,

tað lýsir upp leið so langa,

Tórður sær úr einum dali

og mann mót sær at ganga.

 

13 Møtir hann einum stígamanni,

høvur hans sum bolli,

eittans er hár á hesum dára,

toppur í miðjum kolli.

 

14 Høkan 'laid aa klov long' upp,

sum 'kiesti' høvur á herðar,

so er hesin stígamaður

mikil og høgur á ferð.

 

15 “Hoyr tú, Torkil Torkilsson,

sig mær satt frá sonnum,

hvat hevur tú av hesum fjøllum

møtt har í teim monnum?”

 

16 “Eg havi ongum øðrum manni

møtt á hesum fjøllum

uttan *tær, breiða bjarnatussa,

líkari er enn trøllum.”

 

17 “Hoyr tú tað, tú Tórður mín,

sig mær satt frá oddi:

sást tú nakað bjørtu brúður

at ganga tær ímóti?

 

18 Sást tú tær ímóti koma

bjarta brúður so fína,

hoyr tað, Torkil Torkilsson,

tað er dóttir mín.”

 

19 Tórður so til orða tekur,

svór á sína lund:

“Tað er ikki trølla vant

at eiga so vænt eitt sprund.”

 

20 Kolbjørn so til orða tekur,

svór á sína lund:

“Far tú teg í helli mítt,

og kjósa tær fárligt sprund!

 

21 Far tú teg í *fjørðin niður

brúdleypsfólk at bjóða,

eg skal meg í hellið aftur

bæði at steikja og sjóða!

 

22 Bjóð tú ongum hálvum hala

her í hesari ferð,

um enn tú beyðst eitt hundrað mans,

so væl líkar tað mær!

 

23 Bið tú ongum hálvum hala,

hvørgum *teirra Skeggja*,

Tórður gerst í 'Toura Reiste',

hartil vil hann tær eggja!”

 

24 Tórður fór *í firðir* niður,

kvøði hendan sanna,

møtir hann Tóraldi, bróður sín,

fyrst av kristnum monnum.

 

25 “Hoyr tað, Tóraldur, bróðir mín,

eg havi fest mær sprund,

vilt tú nakað fylgja mær

fram á flagdarfund?”

 

26 “Tú hevur givið tí trølli [í] hendur,

eg sigi tær av tí sanna,

eg sigi tær av tað sum Tóraldur segði,

tú bjóð tí ongum manni!”

 

27 “Hoyr tað, Tóraldur, bróðir mín,

tað skal vera vist,

øllum skulum vær biðja teim,

sum *teir vildu síðst.

 

28 Snatur býr í dalinum,

slíkt eru menn sum fróðir,

so er hann Torstein oksamegi,

vit skulum teim báðum bjóða.”

 

29 Brøður klæðast árla morgun,

kvøði enn tað sanna,

ganga so tá at Tumbluborg,

eingin við teim annar.

 

30 Bjartan síggja teir eld at brenna

og høgar ketlar hanga,

brøður tá við 'misten londen'

teir vága í hellið at ganga.

 

31 Brúður bjarta á beinki situr,

klædd í hvíta lín,

tá fekk Tórður so søtan kyss,

at vørrin vætti vín.

 

32 “Hvar er hin gamli Glyvra-Geiri?”

“Kolbjørn er ikki heima,

hann er farin at finna flagd

og stevna jøtnum saman.

 

33 Tú ert ikki ræddur, kappi reysti,

og 'fraista uir deani vaa',

Kolbjørn vil tykkum deyðan møta,

og tykkum brøðrum báðum.”

 

34 Brøður upp á gólvið ganga,

sum so var 'Seagti før':

“Hoyr tað, Tóraldur, bróðir mín,

vit skulum av helli 'snør'.”

 

35 Stórur kom maður í hallina inn,

sum ikki hevði verið fyrr,

honum fylgdi Hálvihali,

setti seg niður við dyr.

 

36 Dyk og dyk tað hoyrdist og tá

látur og skerslan langa,

Kolbjørn heilsar kátri skeið,

vágar í helli at ganga.

 

37 “Eg bað ongum hálvum hala

her í hesari ferð,

um enn tú beyðst eitt hundrað mans,

so væl til líkar tað mær.

 

38 Eg bað ongum hálvum hala,

tað segði eg tær fyrr,

lítið er mær um bikkju ta,

sum situr uttar við dyr.

 

39 Lítið er mær um bikkju ta,

sum har situr [við] vegg,

tesslíkur er eingin higar komin,

hann unnar ikki 'tekker'.

 

40 Eg bað ongum hálvum hala,

tað segði eg tær fyrr.”

Tá tók at vaksa vandi meir,

og tá kom Geiri í dyr.

 

41 Glúpur og Gapur á gólvi stóðu,

hvør gløddi at øðrum,

Skrukkan skuldi matin bera,

hon krøkti í við nøglum.

 

42 Kolbjørn so til orða tekur:

“Hesi jólini at líða,

hvat skulum vær til listir hava,

knútur kasta ella glíma?”

 

43 Gestur so til orða tekur,

tí honum rennur í grun:

“Havið nú, ljótir tussabrøður,

hvat tygum tykist best ímót!

 

44 Tórður, tú skalt líva tær,

hóið Kolbjørn hastar,

best er at siga, hvat Gestur vil,

at taka við knútu og kasta.”

 

45 Simri fekk um oksalegg,

á borði lá fyri *sveini,

Gestur hendi honum á loft,

so tók væl við beini.

 

46 Aftur sendi hann oksalegg,

hann helt á 'brunden' beyga,

tá fekk Glóri um 'glimre Jadl',

tá kom pussur í eygað.

 

47 *Glámur fekk upp annan legg,

sipaði fast á Gesta,

tá fekk Glóri um 'glimre' sítt,

vildi ikki longur fresta.

 

48 Aftur sendi hann oksalegg,

kvøði um ríman langa,

vítt um verðina hildu saman,

tá ið kjálkar sundur ganga.

 

49 Kolbjørn so til orða tekur,

tekur upp legg at lætta:

“Havið nú eingi fellig læti,

so 'fujrun veal' ikki at frætta!”

 

50 Kolbjørn talar til Glyvra-Gap:

“Tær gangið í song á sinni,

eg eri tó um annað ljóð,

tó *teir sova her inni!”

 

51 Sovnaðir eru teir jatnir tólv

fast av miklari møði;

Gestur talar til brøður báðar:

“Hvat loyst um við ljóði?”

 

52 Gestur tekur bjørtu brúður

undan kápan sín,

fylgir Tórða langt av leið,

nú leingist ríman mín.

 

53 Gestur tekur bjørtu brúður

undan kápan blá:

“Eg skal mær í hellið aftur,

mær gerast ørindi smá.”

 

54 Gestur fór í hellið aftur,

legði sær í minni,

forførdi lív á jatnir tólv,

gekk so burt á sinni.

 

55 So tróð Gestur hellisgólv,

sum tað hevði verið leir,

Kolbjørn vaknar av blundi upp

og rópar fast á Geira.

 

56 “Statt upp, gamli Glyvra-Geiri,

so tit Gapur báðir,

Tórður er í Tóralund,

hann eykar okkum ongar náðir!

 

57 Statt upp, skrukkan, móðir mín,

tú gakk á hald í erva,

kom so á teir óvart niður,

vær skulum undir í neðra!”

 

58 Mikil var skemt á skersu tá,

tí kellingin leyp á bræði,

tá var frúgvin skroypilig,

hon skundaði sær í klæði.

 

59 Gestur leit seg aftur um bak

og hoyrir jatnar ganga:

“Nú er langt, á vegin trangt,

til gamla 'glimren' langa.”

 

60 “Tóraldur, tú skalt Gapa ímót,

'orka o' alvæl 'gaida',

Tórður móti Kolbjørn,

talar hann einki minni.

 

61 Sjálvur skal eg móti Glyvra-Geira,

'orla o' alvæl 'tida',

Snatur móti kellingini,

so skulum vær eita.”

 

62 Gestur hann gekk tá 'gruur' á bak,

hann breyt hans rygg av lagi,

nívdi honum for høgan foss,

so doyði hann av bræði.

 

63 Kelling liggur á homrunum

og roytir oman grót,

Snatur er í dalinum

og sneiðir niðan mót.

 

64 Snatur stóð av dalinum upp

for uttan sorg og sút,

so treiv hann um kellingar kvið,

at indrini lupu út.

 

65 Snatur hann drap kellingina,

spurt av illari dáð,

Gestur bjargaði hesa ferð

raskar brøður báðar.

 

66 “Tú hevur nú givið mær gull og fæ,

bjarta brúður ljósa,

Gestur, tak tær gjald ímót,

sum tú her vilt tær kjósa!”

 

67 “Eina bøn eg teg biði,

vilt tú á meg heita

mat og drekka, rúm og skip,

tað skalt tú mær veita.”

 

68 Hoyrt hevur verið Ólavur kongur,

tá hann var riðin frá strand,

tað er so blítt at sigla frítt,

sum snekkjur liggja for land.

 

Há trummar í høll,

hvør má ríða fram?

Jomfrú leikar í lundini

med ein heiðurlig mann.

 

CCF 87 C

TSB E 149

 

Handrit: Fugloyarbók. AM Access. 4a, nr. 62, s. 253.

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 332

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 18. bind, s. 169

 

Heimild: Úr Fugloy: Hanus Hanusson, Sjeyndi Hanus  (1794-1854), Hattarvík fyri 1854

 

E 149 Seyða ríma (Wedding between man and ogre’s daughter disturbed by wedding guests)

Seyðamaður kemur aftur til bóndans og sigur seg hava mist allan seyðin. (Frábr. A: Seyðamaðurin sigur, at risar hava fingið seyðin at hvørva, tí teir vilja hava synir bóndans.)

Bóndin sendir báðar synir sínar út at leita eftir seyðinum. Tjúkt er í mjørka, og tá ið tekur at lýsa í, sær annar teirra, Tórður, seyðin og eina vakra gentu. Hann kyssir hana. Ein risi kemur og sigur seg vera pápa gentuna og biður Tórð giftast henni. Harumframt biður hann hann ikki bjóða ávísum fólkum í brúdleypið, teirra millum bróður Tórðar.

Tórður hittir bróðurin Torvald, sum sigur honum, at brúður hansara er eitt risakvendi. Tórður býður Torvaldi og Gesti í brúdleypið hjá sær. Teir fara til hellið, har ið brúdleypið skal standa. Nógvir risar, sum faðir brúðrina hevur boðið, koma. Øll eta og drekka nógv, og tey sovna øll.

Gestur fer av stað við brúðrini, og brøðurnir báðir fara aftan á honum. Nakrir av risunum elta teir. Gestur fer aftur í hellið og drepur nógvar risar. Brøðurnir báðir rósa Gesti, tí hann bjargaði teimum.

á føroyskum: CCF 87 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019