• Yvirlit
  • Prenta
  • RSS hald

Seyða ríma

 

CCF 87 F

TSB E 149

 

1 Gusti eitur seyðamaður,

vil eg fyri tær greina,

hvørja nátt á skógum burtur,

onga svevur hann heima.

 

Há trummar í høll,

*hermenn ríða fram,

jomfrúin leikar í lundum

við tann edila mann.

 

2 Gusti kemur á kvøldi heim,

sigur bónda frá neyðum:

“Eg havi tapt av tygara fæ

væl fimm hundrað seyðir.”

 

3 Gusti kemur á kvøldi heim,

sigur bóndanum frá:

“Eg síggi hvørki ær ella lamb

uttan ærina gráa.”

 

4 Gusti kemur á kvøldi heim,

sigur bónda sínum:

“Eg síggi hvørki ær ella lamb,

einki av seyði tínum.

 

5 Jatnir hava nomið at taka fæ,

tað rímir í skeggi svara,

tí teir vilja tygara synir,

raskar brøður, hava.”

 

6 Brøður klæðast árla morgun,

eg kvøði um tað sanna,

gingu so tveir av Tumliniborg

norður í botn at kanna.

 

7 Brøður ganga henda dag,

til skógvurin tók at skelva,

tokan legðist í dalin niður,

hamrarnir luktust í erva.

 

8 “Hoyr tú, Tóraldur, bróðir mín,

tú far tær heim til manna,

eg skal mær í henda dag

norður í botn at kanna!

 

9 Hoyr tú, Tóraldur, bróðir mín,

tú ger eftir mínum  vilja,

her liggja nú vegir tveir,

her skulu vit skiljast!”

 

10 Tokan tók at lýsa í,

tað lýsir á leið so víða,

Tórður sær sær niðan við á

ganga mót moy so fríða.

 

11 Tórður hann tók bjørtu brúður

undir kápu sín,

tá fekk hann so søtan kyss,

at vørrin vætti vín.

 

12 Tokan tók at síga á,

tá gjørdist meiri treyt,

Tórður misti Tornagrund,

blomstrið hvarv av breyt.

 

13 Tokan tók at lýsa í,

tað lýsir á leið so langa,

Tórður sær í einum dali

mann ímót sær ganga.

 

14 Møtir honum ein stígamaður,

høvdið hevði hann sum bolli,

eitt er hár á hesum dára,

toppur í miðjum kolli.

 

15 Høggið um hæl og klovlangur upp,

sum kista til høvur og herðar,

so er hesin stígamaður

mikil og óður í ferðum.

 

16 Kolbjørn gekk sær niðan við á,

lund ber hann so dygga,

Tórður sær í einum dali

alt sítt fæið liggja.

 

17 “Hoyr tú, Tórður Torkilarson,

sig mær rætt frá hóti,

sást tú nakra bjarta brúður

ganga tær ímóti?

 

18 Sást tú tær ímóti ganga

bjarta beygalín?

Hoyr tú, Tórður Torkilarson,

tað var dóttir mín.”

 

19 Tórður so til orða tekur,

hann svør á sína lund:

“Tað er ikki trøllaligt

at eiga so fagurt sprund.”

 

20 “Far tú tær í firðir niður

brúdleypsfólki at bjóða,

eg skal aftur í helli mítt

bæði at steikja og sjóða!

 

21 Bjóð tú ongum hálvum hala

higar í hesa ferð,

hóast tú býður hundrað mans,

so væl líkar tað mær!

 

22 Bjóð tú ongum hálvum hala,

hvørgum teirra seggja,

Tórður, ger tú Torkili spekt,

hartil vil eg tær eggja!”

 

23 Tórður gekk í firðir niður,

tað kvøði eg á sonnum,

møtti honum Tóraldur, bróðir sín,

fyrstur av kristnum monnum.

 

24 “Hoyr tú, Tóraldur, bróðir mín,

eg havi fest mær sprund,

vilt tú nakað fylgja mær

fram á flagdarfund?”

 

25 “Hevur tú gift teg í trøllahendur,

sjálvur mást tú tað sanna,

tað er mær ei á, hvat Kolbjørn sigur,

bjóð tú fleiri manna!

 

26 Hoyr tú, Tórður, bróðir mín,

tað sigi eg tær vist,

øllum skulu vit bjóða teimum,

um teir koma síðst!

 

27 Snati býr í Dølum eystur,

har eru menn so fróðir,

og hann Torstein oksamaki,

vit skulu teim báðum bjóða.”

 

28 Brøður klæðast árla morgun,

kvøði um tað sanna,

gingu so tveir av Tumliniborg,

og eingin við teim annar.

 

29 Høgar síggja teir eldar brenna,

stórar ketlar hanga,

brøður tveir við menskari lund

teir ræðu í hellið inn ganga.

 

30 Bjørt var brúður, á beinki sat,

var sveipt í hvíta lín,

enn fekk Tórður so søtan kyss,

at vørrum vætti vín.

 

31 Stórt var brikki, á gólvi stóð,

sum fárið var lagt til deyða,

Tórður talar til bróður sín:

“Vit skulu av ketlum sníða.”

 

32 “Tú ert ikki ræddur, kappin reysti,

tú óttast ei tann váða,

Kolbjørn vil tær deyðamein

og tykur brøður báðar.”

 

33 “Hvar er hin bráði bjarnatussur?”

“Kolbjørn er ikki heima,

hann er farin at finna flagd

og stevna jøtnum saman.”

 

34 Brøður kynda eldin saman,

ræddir við at sitja,

stórur kom maður í hellið inn,

so læt veitslu vitja.

 

35 Stórur kom maður í hellið inn,

sum ikki hevði verið fyrr,

honum fylgdi Hálvihali,

setist niður við dyr.

 

36 “Hoyr tú, Tórður Torkilarson,

hvat eg tali til tín:

vilt tú nakað bjóða mær

*og føruneyti* mín?”

 

37 “Tú ert komin at bjarga mær

og spurt frá villari dáð,

Gestur, eg vil bjóða tær,

gjarna tykkum báðum.”

 

38 Dukið og dukið hoyrdist tá,

látur og mikil gleim,

Kolbjørn heilsar Geira og Gapi,

glettir at øllum teim.

 

39 Dukið og dukið hoyrdist tá,

látur og skrikkin langa,

Kolbjørn heilsar 'káturi' svein,

ræður nú fyrstur innganga.

 

40 “Lítið er mær um bikkju ta,

ið her stendur við vegg,

tílíkur er eingin higar komin,

hann er mær einki tekk.

 

41 Eg beyð ongum hálvum hala

higar í hesa ferð,

hóast tú beyðst eitt hundrað mans,

so væl líkaði tað mær.”

 

42 Hann vísti teimum ein annan bonk,

fekk teimum sess at sitja:

“Man ikki hin gamli Glyvra-Geiri

til hesa veitslu vitja?

 

43 Lítið er mær um bikkju ta,

tað segði eg tær fyrr!”

Tá tók at vaksa vandi meiri,

tá kom Geiri í dyr.

 

44 Gapur og Glúpur á gólvi sótu,

gløddu hvør at øðrum,

Skrukkan skuldi matin bera,

krøkti í við klørum.

 

45 Kolbjørn so til orða tekur:

“Hesi jólini líða,

hvat skulu vit til skemtan hava,

knútukast ella glímast?”

 

46 Gestur so til orða tekur,

tá rann honum í grun:

“Havið nú, ljótir tussabrøður,

hvat tit tykist best til mun!”

 

47 Sámur fekk upp ein oksalegg,

tá ið borðið stóð fyri sveinum,

Gestur hendi honum á loft,

so væl tók hann móti beini.

 

48 Aftur sendi hann oksalegg,

nú gerst mær ríman langa,

veitti hann Sámi og illa Skrámi,

so kjálkarnir sundur ganga.

 

49 Glámur fekk upp ein annan legg,

sipaði fast á Gest,

upp leyp Gapur og Glúpur báðir,

teir vildu ikki longur fresta.

 

50 Aftur sendi hann oksalegg,

hann helt á brandinum beyga,

Glámur fekk um glimrini sítt,

tá kom pussur í eygað.

 

51 Kolbjørn talar til sínar menn,

biður teir leikin lætta:

“Fáist við eingi fellig læti,

so firar fáa ikki at frætta!”

 

52 “Skeinkið heldur høgt í horn,

glað er dreingja teiti,

eg man Tórði, mági mínum ,

allan virðin veita!”

 

53 Kolbjørn talar til Geira og Gap:

“Tit gangið í song á sinni,

eg hirði so lítið um aðrar líkar,

tóast teir eru her inni.”

 

54 Sovnaðir eru jatnir tólv

fast av miklum móði,

Gestur talar til brøður tveir:

“Vit fari um við hóvi!”

 

55 Gestur hann tók bjørtu brúður

undir kápu sín,

fylgdi honum Tórður so langt á leið,

nú leingist ríman mín.

 

56 Gestur hann tók bjørtu brúður

undan kápu blá:

“Eg skal aftur í hellið fara,

tí mær gerast ørindi smá.”

 

57 Gestur aftur í hellið fór,

hann legði sær væl í minni,

førdi av lívi jatnir tólv

og gekk so burtur á sinni.

 

58 So troðar Gestur hellisgólv,

sum tað hevði verið leirur,

Kolbjørn vaknar úr blundi upp,

rópar so hart á Geira:

 

59 “Statt upp, hin gamli Glyvra-Geiri,

og tú Gapur báðir,

Tórður er horvin við Tornagrund,

hann eykar os ongar náðir!

 

60 Statt upp, skrukka, móðir mín,

far á háls í erva,

kom so teimum óvart at,

vit skulu undir í neðra!”

 

61 Mikið var 'sjørsl' og skrímslan tann,

tá ið *skersan leyp á bræði,

ei var skrukkan skroypilig,

skinn hevði hon til klæði.

 

62 Gestur sær seg aftur um bak,

hann hoyrir jatnir ganga:

“Nú er treyt at vinna trang

bæði sterkar glímur og langar.

 

63 Tóraldur, tú skalt Gapa ímóti,

*orku alvæl inna,

Tórður skal móti Kolbjørni,

tolir hann ikki minni.

 

64 Sjálvur skal eg móti Glyvra-Geira,

*orku alvæl troyta,

Snati skal móti kellingini,

so skulu vit nú royna.”

 

65 Gestur hann gekk grúgvur á bak,

breyt hann rygg í flagdi,

nívdi hann so fyri høgan foss,

so doyði hann á bragdi.

 

66 Snaraði hann høvdið á Glyvra-Geira,

tá gekk Gapur til deyða,

síðan veitti hann Tórði við,

tí rakkur var staddur í neyð.

 

67 Kellingin liggur í homrunum,

hon beitir oman grót,

Snati gongur í dølunum,

hann sneiðir niðan ímót.

 

68 Snati kom úr dølunum upp

báði við angist og sút,

so treiv hann um kellingar kviði,

at indrini lupu út.

 

69 “Tú hevur vunnið mær gull og fæ

og bjarta brúður ljósa,

Gestur, tak nú gjald ímót,

sum sjálvur tú vilt kjósa!”

 

70 “Eina bøn, ið eg teg biði,

vil eg á teg heita,

mat og drekka og rúm í skipi

tað vil eg tær veita.

 

71 Mær er sagt frá Ólavi kongi,

hvar ið hann siglir for landi,

tað er so blítt at sigla vítt,

sum snekkjan flýtur for sandi.

 

72 Ofta havi eg um Botnar farið,

spurt frá villari dáð.”

Gestur bjargaði hesari ferð,

røskum brøðrum báðum.

 

Há trummar í høll,

*hermenn ríða fram,

jomfrúin leikar í lundum

við tann edila mann.

 

CCF 87 F

TSB E 149

 

Handrit: Savn Jakob Jakobsens. Føroya Landsbókasavn  JJ B III [1, Nr. 4a.]

 

Útgávur: 

1. Føroya kvæði (Christian Matras greiddi til útgávu, 1945) Band  III, Teil 2, s. 343

2. Føroya kvæði (Inngangur og úrtøk eftir Dánjal Niclasen, 2001) 18. bind, s. 197

 

Heimild: Úr Suðuroy: Johan Djurhuus, á Høgugeil (1854-1940) og Jens Danielsen, í Kálgarði  (1824-1907), Sumba 1904

 

E 150 Grips kvæði (Man seduces giant’s daughter on his way to propose to king’s daughter)

Eirikur, ein kongssonur, fær ikki latið konufólk vera í friði og verður tí rikin burtur úr landinum hjá faðirinum. Hann ætlar sær at biðja um kongsdóttrina í Svøríki, men á vegnum gistir hann heima hjá einum trølli (bónda). Hann svevur saman við trølladóttrini.

Beiggi hennara, Gripur, sær tey liggja saman og ger av at fáa sær ta svensku kongsdóttrina sjálvur. Hann fer við Eiriki til Svøríkis.

Sviakongur er eitt trøll. Bardagi verður millum hann og Grip. Fosturfaðir Grips kemur honum til hjálpar, og kongur verður dripin. Frábr. C, D: Eirikur giftist svensku kongsdóttrini. Frábr. A: Gripur giftist henni, meðan Eirikur giftist systur Grips.

á føroyskum: CCF 57 (bert á føroyskum)

 
 
Nám Hoyvíksvegi 72 Tórshavn Tel. + 298 755150 snar@(if you can see this please update your browser)snar.fo © Nám 2019